mikudagur 12. januar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Eftir at manningarfeløgini,
Føroya
Fiskimannafelag,
Føroya Skipara-og Naviga
tørfelag og Maskinmeistara
felagið øðrumegin og Føroya
Reiðarafelag
hinumegin,
hava roynt at funnið semju
um nýggjan sáttmála heilt
síðan í desember, hevur hetta
kortini ikki eydnast.
Tíðliga í hesi vikuni vórðu
boð send eftir semingsfólki,
og nú eru tað semingsmenn
inir, sum koma at gera av,
hvussu teir skipa sínar sem
ingsroyndir millum part
arnar.
Ætlandi byrja veruligu
semingsroyndirnar
nú
fríggjadagin og soleiðis, sum
fráboðað hevur verið, er týs
dagurin í næstu viku dagurin,
tá tað antin má bera ella
bresta millum partarnar.
Manningarfeløgini
og
reiðarafelagið
eru
vorðin
samd um onkrar smærri
broytingar í gamla sáttmál
anum, men semja er als ikki
um tað stóra stríðsmálið í
øllum samráðingunum, sum
hevur verið oljan.
Reiðarafelagið hevur í
samráðingunum lagt upp
til, at manningarnar luttaka
í
øktu
oljuútreiðslunum,
nú bunkringin er vorðin so
nógv dýrari, men hetta hava
manningarfeløgini ikki viljað
hoyrt talan um. Manningar
feløgini meta ikki, at teirra
limir í enn størri mun hava
ráð til at hjálpa reiðarunum
við at gjalda olju.
Í tveimum sáttmálum av
tilsamans átta fer oljan av
óbýttum, men reiðarafelagið
hevur sett sum krav fyri
nýggjum sáttmála, at so
leiðis skal verða í øllum sátt
málum.
Reiðarafelagið hevur í
samráðingunum víst til eitt
nøkur ára gamalt sonevnt
protokollát sum sigur, at
vendast skal aftur til møgu
liga luttøku í oljuútreiðsl
unum, um oljan fer upp um
2,90 fyri liturin.
Felagið hevur samstund
is víst á, at nú bunkringar
prísurin nærkast 4 krónum
fyri liturin, er skiparaksturin
vorðin so tungur, at nærmast
ógjørligt er at reka skipini.
Sum
eina
møguliga
gongda leið, nú samráðingar
hava verið millum partarnar
í vikur, hevur felagið skarv
að burtur av sínum kravi
og hevur skotið upp, at
manningin luttekur í oljuút
reiðslunum í tann mun, oljan
fer upp um 2,90 krónur fyri
liturin.
Men heldur ikki hetta
hevur ført til, at partarnir
kundu semjast.
Manningarfeløgini hava
víst á, at tey í nevnda proto
kolláti ikki hava bundið seg
til luttøku, men bara hava
givið sína undirskrift upp á,
at spurningurin um oljuna
kann takast uppaftur. Hetta
merkir tó ikki neyðturviliga,
at tey vilja luttaka.
Undir
samráðingunum,
sum hava verið hesar sein
astu vikurnar, hava feløg
ini tvíhildið um, at mann
ingarnar ikki í størri mun
enn higartil skulu luttaka í
oljuútreiðslunum.
Reiðarafelagið hevur hin
vegin hildið upp á, at tað
í prinsippinum ikki kann
vera rætt, at skipini í flestu
sáttmálum skulu bera allan
kostnaðin av øktu oljuút
reiðslunum.
Felagið hevur eisini víst
á, at um oljuútreiðslurnar
minka
aftur,
soleiðis
at
bunkringarprísurin kemur
niður aftur á 2,90 krónur fyri
liturin, er eingin broyting
í hesum viðurskiftum hjá
manningunum.
Í øðrum lagi heldur Reið
arafelagið eisini, at ein enda
lig loysn á spurninginum
um oljuna hevði borgað fyri
einum tryggari sáttmála fyri
báðar partar – ikki minst,
nú seinnu árini hava víst, at
oljuprísirnir kunnu órógva
raksturin og soleiðis skapa
afturvendandi órógv í viður
skiftunum millum reiðarí og
manningar.
Døpur útlit
Undir hesum samráðing
unum hevur Reiðarafelagið
hildið rættiliga fast um, at
manningarnar skulu luttaka
í oljuútreiðslunum, og einki
bendir á, at nýggjur sáttmáli
verður undirskrivaður, um
hetta ikki verður ein partur
av eini semju.
Útlitini til, at fiskiskipa
flotin kemur at liggja, um
semingsstovnurin
ikki
megnar at mýkja partarnar
munandi, eru rættiliga stór
og í samrøðum við stríð
andi partarnar, nú sam
ráðingarnar slitnaðu, bendir
einki á, at nøkur løtt loysn
liggur fyri framman.
Føroyska samfelagið kann
tí brynja seg til, at fiski
skipaflotin møguliga verður
lagdur einaferð miðskeiðis
í komandi viku – ella so
hvørt, sum skipini, ið eru
til fiskiskap, koma inn at
landa.
Reiðarafelagið hevur havt
fund um, hvussu felagið skal
Skipaflotin h
ÓSEMJA Alt bendir á, at føroyski fiskiskipaflotin verður lagdur um
eina viku ella so. Einki er, sum bendir á, at stríðandi partarnir, sum
eru Reiðarafelagið øðrumegin og manningarfeløgini hinumegin, fara
at semjast um nýggjan sáttmála, nú oljan er vorðin ein so avgerandi
og prinsipiellur spurningur í samráðingunum um nýggjan sáttmála
Hóast samráðingarnar millum reiðarar og manningarfeløg hava vart í vikur, er ikki eydnast pørtunum at finna
semju. Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, Eyðstein
Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum
... umframt skipini,
sum fiska undir Føroy
um, eru nøkur fá skip á
fjarleiðum í løtuni, og
tey fáa eftir øllum at
døma ikki boð um at
koma til lands, fyrr enn
tíðin er komin, at tey
aftur koma í føroyska
havn...