mikudagur 12. januar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5
Sosialurin
Uni Arge
Málið um at endurreisa Eik
Banka gjørdist drúgvari, enn
umboðini fyri Fíggjarligt
Støðufesti ynsktu sær. Eftir
at
Jørn
Astrup
Hansen
hevði sett seg í stjórastólin
Yviri við Strond í oktober í
fjør, hoyrdist ferð eftir ferð,
at bankin fór at verða seld
ur fyri jól. Skundurin tókt
ist vera øgiligur at sleppa
úr Føroyum aftur, og tá fýra
umboð fyri danska upprudd
ingarfelagið sendu boð eftir
føroysku fjølmiðlunum 18.
november, var tað við ikki
sørt av spenningi, at fjøl
miðlarnir møttu upp. Men
niðurstøðan eftir tíðinda
fundin var, at fjølmiðlafólk
ini høvdu verið vitni til eina
beinleiðis hóttan. Um føroy
ingar ikki gingu saman í eitt
samtak og bjóðaðu upp á Eik,
ætlaði Fíggjarligt Støðufesti
at fara í stálhandskarnar og
lata Eik aftur.
Jólini eru nú væl og
virðiliga farin afturum og
eisini nýggjárið, men enn
hevur Fíggjarligt Støðufesti
ikki gjørt álvara av sínum
hóttanum. Tvørturímóti er
komið fram í Kringvarpinum,
at danski staturin tók egin
fíggjarlig
atlit,
tá
gjørt
varð av, at alt Eik-samtakið
skuldi leggjast undir Fíggj
arligt Støðufesti, og føroyski
parturin av Eik ikki kundi
verða skildur frá samtakin
um. Við teirri avgerðini fór
fyri bakka møguleikin hjá
áhugaðum
íleggjarum
at
bjarga føroyska partinum, og
hetta harmaði Odd Bjellvåg,
tásitandi nevndarforman, tí
hann sá fyri sær, at bjarging
in kundi eydnast. Í dag sigur
Jørn Astrup Hansen, at tann
loysnin hevði kostað eina
milliard eyka, og tí var betri,
at alt samtakið fór undir
Fíggjarligt Støðufesti.
Letur ikki aftur
Í Eygsjón í Kringvarpinum
týsdagin umrøddu Odd Bjell
våg og Jørn Astrup Hansen,
um talan var um banahøgg
ella bjarging, tá Fíggjarligt
Støðufesti
yvirtók
Eik
Banka. Jørn Astrup Hansen
segði, at peningurin hjá inn
skjótarunum varð bjargaður,
men helt, at peningurin hjá
partaeigarunum undir øll
um umstøðum var mistur
30. september í fjør. Hesum
mótsegði Odd Bjellvåg ikki,
men vísti á, at niðurskriv
ingarnar hjá Fíggjarligum
Støðufesti í Eik kundu disku
terast. Odd Bjellvåg varð
so spurdur, hvat hann helt
fór at henda, nú Fíggjarligt
Støðufesti skuldi fundast við
landsstýrið um Eik Banka.
Hann helt, at Fíggjarligt
Støðufesti vildi hava lands
stýrið at seta pengar í Eik.
Um hetta hendir, veit ong
in, men sjónvarpið segði seg í
gjár skilja, at landið fer ikki
at seta pengar í Eik. Í Eygsjón
var Odd Bjellvåg fullvísur
í, at Fíggjarligt Støðufesti
fer undir ongum umstøðum
at avrigga Eik í Føroyum,
eins og felagið boðaði frá
18. november í fjør. Tá Jørn
Astrup Hansen varð spurdur,
hvat hann hevði at siga um
hesa útsøgnina, svaraði hann,
at hann var samdur. Sostatt
hevur Fíggjarligt Støðufesti
í roynd og veru viðgingið,
at talan var um tómar hótt
anir á tíðindafundinum 18.
november. Fráboðaða evsta
markið í desember var als
ikki
nakað
altumráðandi
evstamark, og hóttanirnar
um, at menn fóru at broyta
karakter og snara lykilin um
í Eik, vóru bluff.
Sissaðu seg
Í sambandi við bankahúsa
gangir í Føroyum kemur al
tíð politikkur í málini. Tað
vísir søgan. Illgrunin um
arroganta maktnýtslu úr
donskum ráðharrastovum og
stovnum, tá trýst skal leggj
ast á føroyskar myndugleik
ar, er ongantíð fjarur. Tað
er hann heldur ikki í Eik-
málinum, serliga ikki eft
ir upplýsingarnar um, hví
Fíggjareftirlitið og Fíggjarligt
Støðufesti noktaðu fyri, at
Eik-samtakið kundi skiljast
sundur, so føroyski partur
in kundi verða seldur fyri
seg. Atburðurin á tíðinda
fundinum
18.
november
styðjaði eisini væl upp undir
arrogantu ímyndina. Men
kanska
hevur
Fíggjarligt
Støðufesti nú sissað seg og
skilt, at hóttanirnar í no
vember ræddu ongan í Før
oyum.
Sjónvarpið segði seg so
í gjár skilja, at løtan er nær,
at TF Holding keypir Eik, og
at landið verður ikki partur
av keypinum. Fær Fíggjar
ligt Støðufesti 600 milli
ónir krónur fyri bankan,
er tað langt frá teirri góðu
milliardini,
sum
felagið
ímyndaði sær at fáa. Útlit
ini til, at TF Holding fær
bankan bíliga, munnu vera
søtur songur í oyrunum á
øllum føroyingum, ið hava
fundast
við
Fíggjarligt
Støðufesti um málið, tí hví
skal nakar tíma at leggja
fleiri pengar á borðið? Jørn
Astrup Hansen hevur sagt, at
bankin letur ikki aftur, sama
hvat hendir, og læt bankin
aftur, hevði í somu løtu tikið
seg upp politisk kreppa av
tí, at Danmark niðurlegði
helvtina av føroyska fíggjar
kervinum.
Eina
tílíka
politiska
bankakreppu hevur danski
staturin ongan áhuga at
skapa, nú Sambandsflokk
urin stendur at fáa 31 prosent
av atkvøðunum á komandi
løgtingsvali, og Lars Løkke
Rasmussen skal hava frið at
brynja seg til fólkatingsvalið
og royna at endurvinna for
sætisráðharrasessin. Og so
fæst annars at síggja, um
aðrir íleggjarar enn TF Hold
ing eru uppi í leikinum, nú
Eik Banki skal seljast.
Tómar hóttanir
um Eik Banka
Á tíðindafundi hjá Fíggjarligum Støðufesti 18. november í fjør hóttu umboð fyri danska felagið við, at
um føroyingar ikki keyptu Eik fyri jól, fór felagið at avrigga bankan. Við útvarpið týsdagin segði Jørn
Astrup Hansen, stjóri í Eik Banka, at hetta fer ikki at henda kortini. TF Holding sigst nú nærkast einum
keypi fyri væl minni, enn Fíggjarligt Støðufesti ímyndaði sær, tí føroyingar ikki lótu seg hótta
Føroyingar eru
ikki hugaðir fyri,
at landskassin
setir pengar í
Eik. Ein kanning
hjá Granskingar
deplinum fyri
samfelagsmenning
vísir, at bara
25,5 prosent av
veljarunum taka
undir við at seta
almennar pengar í
Eik. 36,8 prosent
eru ímóti tí, og 37,7
prosent eru ivasom.
Fakta
Umboð fyri Fíggjarligt Støðufesti á tíðindafundi 18. november í fjør. Keypið bankan, ella lata vit hann aftur fyri jól, vóru boðini til føroyskar íleggjarar tá. Men hóttanin varð
ongantíð sett í verk, og nú má Fíggjarligt Støðufesti dúva upp á tey, sum allatíðina hava havt áhuga at keypa Eik, serliga TF Holding, ið kanska fær bankan heilt bíliga