leygardagur 10. januar 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 6 - 10. januar 2004
Nr. 6 - 10. januar 2004
5
Petsy Tvørfoss úr
Gøtu skal syngja
sangin »Mest når det
er regn« í danska
Grand Prixnum, sum
verður hildið 7.
februar. Sangurin er
skrivaður av Niels
Drevsholt
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Danmarks Radio greiddi
mikudagin almenningin-
um frá, hvørji fólkini
verða, sum skulu framføra
teir 10 sangirnar í danska
Melodi Grand Prixnum.
Ein av sangarunum er
føroyingur. Tað er Petsi
Tvørfoss, sum annars ikki
hevur verið nakað serligt
frammi í sambandi við
tónleik. Men nú sleppur
hon rættiliga at royna seg.
Petsy, sum er ættað úr
Gøtu, hevur búð niðri í
nógv ár. Hon tók í summar
studentsprógv og gongur
nú á MGK, sum er ein trý
ára fyrireiking til tónleika-
konservatiorii. Pesty gong-
ur í løtuni til upptøkuroynd
á Jysk Musikkonservatior-
ium, har hon higartil er
komin ígjøgnum sang-
royndina.
Sonurin hevur
viðmælt
Tað er Niels Drevsholt,
sum áður hevur skrivað
sangir til danska Grand
Prixið, sum hevur skrivað
sangin, ið Pesty skal
syngja.
Petsy hevur gingið á
studentaskúla saman við
soninum hjá Niels, og tað
er umvegis hann, at Petsy
er komin inn í myndina.
Pesty skal á pallin sum
nummar 3 í røðini av
teimum 10 sangunum, sum
verða við.
Hesaferð verður danska
Grand Prixið hildið í
Atletion í Århus, og vinn-
arin sleppur at umboða
Danmark í hálvfinaluni í
Turkaland 12. mai. Frá
hálvfinaluni sleppa 10 teir
bestu sangirnir við til til
finaluna, sum verður hild-
in tríggjar dagar seinni,
tann 15. mai.
DR fer sum vanligt at
senda beinleiðis frá danska
og altjóða Grand Prixnum,
og mann SvF ikki eisini
fara at senda Petsy og hini
út í luftina 7. februar.
Nú skal Petsy royna seg
Sangurin »Við
gengum tvø« hjá
Eivør Pálsdóttir
taldist millum teir
mest spældu sangir-
nar á íslendsku Rás 2
í fjør. Útvarpsrásin
hevur gjørt upp,
hvørjir sangir vóru
mest at hoyra í 2003
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Tað eru nógv útlendsk nøvn
á Top 20 listanum, sum Rás
2 hevur gjørt fyri 2003. Ís-
lendsku nøvnini eru hin-
vegin færri í tali.
Føroyska Eivør Pálsdóttir
er nummar 14, og hóast hon
má lúta fyri eitt nú Travis,
Radiohead og Pink, so kann
hon breggja sær av at vera
frammanfyri eitt nú popp-
drotningina Madonnu.
Ovast á listanum eru
bretsku Oasis við sanginum
Songbird,
og
Blur
er
nummar 2. Tað er næstan
sum miðskeiðis í nítiárun-
um, tá ið Oasis og Blur
plagdu at kappast á topp-
inum á bretska hitlistanum.
Onkrir av tónleikarunum
í Blur búgva í Reykjavík.
Tað er ikki bara í útvarp-
inum, at íslendingar vilja
hoyra Eivør, tí fløgan hjá
henni, Krákan, hevur selt
næstan 6000 eintøk, síðani
hon kom út seint í fjør. Søl-
an heldur fram, og roknað
verður við, at nøkur túsund
eintøk verða seld afturat.
Eivør millum tey
mest spældu
C
M
Y
K
5
4