Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 6 - 10. januar 2004 Nr. 6 - 10. januar 2004 7 Granskarar siga, at fólk eiga ikki at eta meiri enn gott 50 gramm av føroyskum og skotskum laksi um mánaðin LAKSUR OG HEILSA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað kann verða heilsu- skaðiligt at eta aldan laks. Hetta er tann skelkandi niðurstøðan, sum granskar- ar á lærda háskúlanum í Indiana í USA eru komnir til eftir umfatandi kanning- ar. Og teir siga eisini, at aldur laksur úr Føroyum og Skotlandi er serliga vanda- mikil. Tí mæla teir eisini fólkið til at eta nógv minni av ald- um laksi, enn tey higartil hava gjørt. Amerikansku granskar- arnir mæla til, at fólk eta ikki meiri enn tvey ounce av føroyskum ella skotsk- um laksi um mánaðin. Hetta eru ikki meiri enn 56,8 gramm av laksi. Tað er ongin loyna, at ali- vinnan í Føroyum, og aðra- staðni við, er í svárari kreppu, men hetta verður mett at vera tann størsta hóttanin av øllum og fær tað rótfesti ímillum vanliga brúkaran, at tað kann elva til heilsuskaðar at eta aldan laks, kann tað verða sein- asti seymurin í kistuni hjá alivinnuni. Serliga ringt í Føroyum og Skotlandi Granskararnar úr Indiana haava kannað aldan laks nógva sataðni frá fyri 14 ymisk sløg av eituri, sum øll eru undir illgruna fyri at elva til krabbamein. Eitt nú er kannað eftir, hvussu nógv dioxin og pcb er í teimum. Teir siga eisini, at hetta er tann mest víttfevnda kann- ingin, sum nakrantíð er gjørd av, hvussu nógv eitur er í laksi. Í hesum sambandi hava teir kannað yvir tvey tons av laksi, sum teir hava keypt í handlum í Norður- og Suðuramerika og í Evropa. Og úrslitið av kanningun- um er, at laksurin úr ali- brúki hevur nógvar ferðir størri mongdir av hesum eiturevnum í sær enn villi laksurin hevur. Av teimum 14 evnunum, sum vórðu kannað, hevur aldur laksur munandi meiri í sær av 13 evnum, enn villur laksur hevur. Og serliga ringur er altso laksurin úr Føroyum og úr Skotlandi. Fóðurið, sum aldur laks- ur fær, er ofta fiskamjøl. Hetta førir við sær, at eitur- evni, sumer í fiskinum, ið verður mældur til mjøl, endar í tí alda laksinum, har tað alsamt hópar seg upp. Tí hevur aldur laksur nógv meiri av hesum eiturevnum í sær enn villur laksur hev- ur, sum fær meiri fjøl- broytta føði. Amerikansku granskar- arnir siga, at av tí at vanliga fatanin hevur verið, at tað er sunt at eta laks, er tað rætt, at fólk fáa at vita, at tað kann eisini vera heilsu- skaðiligt, serliga hjá teim- um, sum eta laks regluliga. Fyrimunirnir størri enn vansin Í Skotlandi hevur hendan kanningin vakt øsing. Har siga myndugleikarnir, at amerikansku granskararnir villleiða fólk. Samstundis vísa skotar á, at yvir 5.000 vísindaligar kanningar prógva, hvussu sunt tað er at eta aldan laks, men hesa sannroynd seta amerikansku granskararnir til viks. Myndugleikarnir í Skot- landi siga eisini, at fyri- munirnir við at eta aldan laks eru nógv størri enn vansarnir. Samstundis siga teir, at mongdirnar av ymsum evn- um, sum aldur laksur hevur í sær er innanfyri tey há- mørk, sum ES hevur ásett. Pál Weihe, granskari, sigur, at úrslitið hjá amerikansku gransk- arunum skal takast í størsta álvara og hann mælir til, at føroy- ingar taka málið upp LAKSUR HEILSA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hesum kunnu vit ikki renna undan. Pál Weihe, lækni og granskari sigur, at kanning- in hjá amerikansku gransk- arunum, skal takast í størsta álvara. Aðrastaðni í blaðnum endurgeva vit kanningar- úrslit frá amerikanskum granskarum sum ávara ímóti at fólk eta ov nógvan aldan laks. – Hetta er ein kanning, sum er kunngjørd í viður- kenda tíðarritinum Science Magazine og bara tað sigur okkum, at hon skal takast í álvara, tí hetta er eitt tíðar- rit, sum verður mett at vera sera álítandi. Sjálvur man hann vera tann føroyingur, sum veit mest um eiturevni og mat, ikki minst ígjøgnum grindakanningarnar, sum hava vakt ans um allan heim. Og hann sigur, at tað er ongin orsøk hjá føroying- um at fara at trætast við amerikansku vísindamenn- ininar ella at royna at sáa iva um teira úrslit. Hann sigur, at hann hevur leingi væntað, at spurning- urin um eiturevni í aldum laksi fór at koma upp og tað hevur hann gjørt vart við hjá føroyskum myndugleik- um. Mugu taka málið upp Og nú amerikansku gransk- ararnir hava lagt síni úrslit fram, vil hann ikki gera viðmerkingar til tað, sigur Pál Weihe. – Men tað, teir koma fram til, er ódámligt, tí teir siga, at laksur úr Evropa er serliga eitraður og tí er hetta ein beinleiðis hóttan ímóti okkum. Hann heldur, at tað einasta, vit eiga at gera, er at taka úrslitið av kanning- ini upp í fullum álvara, tí eitt er vist: Hetta er ikki ein trpulleiki, sum vit sleppa at sópa undir teppið og so er hann gloymdur aftur. Nú er spurningurin reistur og hann kemur framhaldandi at verða reistur aftur og aftur. Spurningurin er so, hvussu vit best taka trupul- leikan upp. – Tað, vit eiga at gera, er at leggja stóran dent á at granska hesar spurningar sjálvir. Vit eiga sostatt at seta okkara egnu gransking í verk fyri at prógva, hvussu nógv av ymsum eiturevnunum er í okkara laksi, afturímóti øðrum laksi. Samstundis eiga vit at kanna eftir, hvørji árin hetta hevur á fólkaheilsuna, tí tað vita vit ov lítið um. Annars heldur Pál Weihe, at er hetta ein trupulleiki við eiturevnum í aldum laksi, er hetta ikki bara ein trupulleiki hjá okkum. – Er eiturevnið í okkara laksi, eru hesi evni komin onkustaðni frá. Tey eru komin úr uppisjóvarfiski, har tey hava hópað seg upp. Tá ið uppisjóvarfiskurin so verður malin til fóður, enda evnini í laksinum. Tí er hetta ein alheims trupul- leiki sigur Pál Weihe. Somuleiðis heldur hann, at eru skaðilig evni i laksa- fóðurið, kundi tað eisini verið eitt sjálvsagt gransk- ingarevni í hesum sam- bandi at funnið útav, um tað ber til at reinsa hesi skaði- ligi evnini úr laksafóðurin- um. – Í øllum førum eiga vit at gera, hvat vit kunnu fyri at minka um tey skaðiligu evnini í laksinum. Annars heldur at Weihe, at hetta er ein spurningur, sum reisir klassiska kjakið um fyrimunir og vansar. – Vit vita, at tað eru stórir heilsuligir fyrimunir við at eta laks og annan feitan fisk. Men kann heilsuskaði eisini standast av tí, má vig- ast fyri og ímóti um fyri- munirnir eru størri enn vansarnir. Og hann sær fyri sær, at tað endar við einum kost- tilmæli um, hvussu nógv tað er ráðiligt at eta av ald- um laksi. Annars sigur Pál Weihe, at amerikansku granskar- arnir hava lagt sínar kann- ingar eftir tí støðinum, sum EPA (Enviromental Protec- ton Agency), ið er ein um- hvørisverndarstovnur hevur lagt. Men hesin stovnurin setir nógv strangari krøv enn FDA (Food and Drug Administration), sum er matvørueftirlitið, setir, sig- ur Pál Weihe. Skelkandi kanning: Nógv eiturevni í laksi úr alibrúkum Kann verða ein hóttan sum skal takast í størsta álvara Tað er ikki so sunt, sum vit halda, at eta aldan laks, siga amerikanskir granskarar og aldur laksur úr Føroyum og Skotlandi hevur serliga nógv eiturevni í sær. Myndin er tilvildarlig Hetta er ein trpulleiki, sum vit ikki sleppa at sópa undir teppið, sigur Pál Weihe, lækni og granskari C M Y K 7 6