leygardagur 10. januar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 6 - 10. januar 2004
Nr. 6 - 10. januar 2004
9
Familjupolitkkurin
fær mest pláss í
valskránni hjá
Miðflokkinum, sum
avskrivar verandi
ætlaða yvirtøkuleistin
og hevur fleiri
viðkvom og serstøk
evni á skránni
LØGTINGSVAL
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Miðflokkurin hevur al-
mannakunngjørt sína val-
skrá, og mesta plássið í val-
skránni fáa hjartamálini hjá
flokkinum - familju- og
trivnaðarmál.
Valskráin
minnir
um
hana frá 2002. Miðflokkur-
in tekur eisini støðu til
kynsvillingar, sum flokkur-
in kallar tey samkyndu.
Flokkurin nevnir bert í
stuttum fullveldi og sjálv-
stýri. Flokkurin vil hava
eina fíggjarliga avkláring
við danir viðvíkjandi Nato-
støðini. Miðflokkurin hel-
dur ikki, at verandi yvir-
tøkuætlan kann nýtast.
Vit hyggja í hesari grein-
ini eftir punktunum í val-
skránni hjá Miðflokkinum.
Familjan
Eitt greitt hjartamál hjá
flokkinum, ið leggur størsta
dentin á álit til Gud, er
familju- og trivnaðarpolit-
ikkur. Bill Justinussen og
Miðflokkurin hava í sein-
astu samgonguni havt m.a.
hesi mál um hendi, og
flokkurin ætlar at slóða fyri
broytingum á hesum økj-
um.
Sagt verður m.a.:
• Ansingarstuðul
fylgja
barninum. Avsláttur fyri
fleiri børn á dagstovnum,
max. gjald ásetast. Bars-
ilslógin útbyggjast stig-
víst til farloyvi í eitt ár
við løn.
• Ásetingar um heilsugott
umhvørvi á stovnum og
skúlum.
• Mjólkastuðulin hækkast
aftur.
• Rentustuðulin
endur-
skoðast, fortreytir fyri
lántøku ikki broytast.
Harumframt sigur flokkur-
in, at vegleiðing eigur at
vera latin teimum, sum
gerast hjún. Flokkurin vil
eisini hava eina lóg um
Viðurskiftini á leigumarkn-
aðinum.
Miðflokkurin fer til val
við kendu slagorðunum eitt
samfelag fyri øll - grundað
á kristnu virðini.
Etikkur
Fremst í valskránni hjá
Miðflokkinum verða tey
etisku málini tikin fram.
Flokkurin hevur kanska
verið mest kendur fyri sína
eyðkentu og heldur um-
stríddu sjónarmið til mál
sum fosturtøku og sam-
kynd, sum Miðflokkurin
kallar fyri kynsvillingar.
- Veita óføddu børnunum
somu rættartrygd sum øll
onnur njóta, og lógargrund-
arlagið at tryggja fostrum
atgongd til lívið má útveg-
ast, sigur valskráin hjá
Miðflokkinum um fostur-
tøku.
Jenis av Rana sigur, at
við seinasta val var evni
viðvíkjandi kynsvillum ikki
so nógv frammi sum tað er
nú, og flokkurin hevur tí
sett teirra støðu greitt í val-
skránna viðvíkjandi teim-
um kynsvillu.
- Vit siga púra greitt nei
til serviðgerð til kynsvill.
Vit vilja hjálpa teimum
kynsvillu, og tað skal vera
uppgávan hjá tí almenna at
skipa fyri hesum. At hava
tilboð um hjálpt móti hesari
sjúku, sum tey kynsvillu
hava,
ljóðar
greiði
boðskapurin
frá
Bill
Justinussen.
- Flokkurin eggjar eisini
til, at gera lógargrundarlag
fyri einrøktan, t.e. klóning.
- Týdningarmikið at flokk-
ar hava eina støðu í hesum
grundleggjandi
málum,
sigur Miðflokkurin.
Vinnan
Viðvíkjandi
einskiljing
heldur Miðflokkurin at
hvør fyritøka má metast
fyri seg. Flokkurin skrivar í
valskránni
soleiðis
um
vinnuna:
• Karmarnir fyri vinnulív-
inum skulu miðja eftir at
geva vinnuni kappingar-
føri.
• Farandi og komandi ætt-
arlið eiga eisini rætt til
møguligt oljuríkidømi.
• Øll gransking verður
samskipað og ment.
Flokkurin hevur eitt kon-
kret dømi um ein vinnu-
grunn.
- Endamál grunsins er at
veita
heildarloysnir
til
vinnulívsgreinar í kreppu
undir serligum treytum.
Vinnan eigur og stýrir
grunninum - leyst av polit-
iskari ávirkan, sigur Mið-
flokkurin, sum heldur at
grunnurin kann fíggjast við
at leggja ein 5% skatt á
yvirskoti hjá feløgum.
Eisini á vinnuøkinum
vísir flokkurin nakrar ørð-
vísi raðfestingar enn flest
aðrir flokkar. Flokkurin
leggur dent á trivnaðar- og
heilsuviðurskifti hjá sjó-
monnum fyrst og fremst.
Sagt verður:
• Ríkidømi havsins er gáva
Skaparans til allar føroy-
ingar.
• Trivnaðar- og heilsuvið-
urskiftini hjá sjómonnum
nær og fjar skulu skipast í
trygga legu.
• Loyvisviðurskifti broyt-
ast:
• Forða spekulatión við
loyvum
• Fella aftur til landið
Flokkurin er fyri, at fígg-
ingarstovnar kunnu fáa veð
og møguleika at trína inn í
alirættindini. Brúksskylda
skal ásetast til aliloyvini.
Annars - fellur loyvið aftur
til landið og forðast skal
fyri spekulatión við ali-
loyvum.
Skattaásetingarnar fyri
alifyritøkur skulu eisini
broytast. Farast skal eisini í
holt við at betra heilsustøð-
una hjá alilaksinum.
- Søkja loyvi frá ES at
koppseta laksin móti ILA
virus sum skjótast. Sjúku-
fyribyrging og niðurberj-
ingar ætlanir viðv. ILA fara
saman við koppseting at
betra um heilsustøðuna -
ikki minst hugtakið »ein
fjørður - ein árgangur«,
sigur Miðflokkurin í val-
skránni hjá sær.
Skattur og avgjøld
Miðflokkurin vil gera tað
til ein greiðan fyrimun -
eisini skattaligan - at vera
giftur.
-Tað skal ikki vera tað
øvugta, sigur Bill Justinus-
sen. Flokkurin sigur í val-
skránni:
• Fyrimunur
at
vera
gift(ur).
• Hjúnarbandsvinarligar
og familjuverjandi.
• Skattafrælsi fyri gávur til
vælgerandi endamál.
• Endurskoðan av MVG
lógini.
Almanna- og
heilsuøki
Miðflokkurin hevur nógv
upp á hjarta, tá tað kemur
til almanna- og heilsuøki.
Børnini fylla nógv hjá Mið-
flokkinum.
- Heilsugott, rús- og
roykfrítt umhvørvi, trivnað
og góðan bústað, nøktandi
almenn tilboð fyri børn við
serligum tørvi og Lógar-
tryggjaða barnavernd skriv-
ar Miðflokkurin millum
annað í valskránni viðvíkj-
andi børnum og ungum.
Flokkurin vil hava størri
trygd til tann einstaka á al-
mannaøkinum. Stórur dent-
ur skal eisini leggjast á fyri-
byrging. Flokkurin sigur
soleiðis undir yvirskriftini
fyribyrging:
• Broytan av rúsdrekkalóg-
ini,
promillumarkið
lækkast.
• Fyrimynd hins almenna
viðvíkjandi
rúsfríum
móttøkum og veitslum.
• Filmseftirlitið umskipast
til nútíðartørv.
• Royking á almennum
støðum ikki loyvd.
Miðflokkurin heldur, at
nógv av tí, sum tað al-
menna stendur fyri til dag-
liga, viðvíkjandi skeinkjan
av rúsdrekka til móttøkur
og annað, ikki hóskar seg
og ikki er ein partur av okk-
ara føroysku mentan.
À
heilsuøkinum
fer
flokkurin til val millum
annað við teirri ætlan at
seta í verk lógir um skúla-
læknaskipan, ílegugrans-
king, tubbaksnýtslu, dop-
ing, visitatiónsnevnd og
psykiatri.
Ein fólkaheilsupolitikkur
skal eisini orðast, heldur
Miðflokkurin. Hesin polit-
ikkur skal seta greið mál
fyri roykivanar, drekkivan-
ar, matvanar og rørsluvanar.
Flokkurin nevnir eisini sál-
arsjúk í valskránni. Flokk-
urin heldur, at tey sálar-
sjúku skulu hava munandi
betri umstøður, m.a. egnan
bústað.
Sum heild leggur flokk-
urin stóran dent á kristnu
virðini, og hetta skal síggj-
ast aftur í flest øllum støð-
um í samfelagnum - ikki
minst innan skúlagátt.
Miðflokkurin eigur í løt-
uni ein tingmann, Jenis av
Rana, og ein landsstýris-
mann, Bill Justinussen. À
atkvøðuseðlinum
kallast
Miðflokkurin listi H.
Familjan fremst hjá Miðflokkinum
Miðflokkurin leggur dent á familju- og trivnaðarmál í valskránni til løgtignsvalið 20. januar. Kristnu virðini eyðkenna í stóran
mun valskránna. Rætturin hjá ófødda barninum er ikki heilt óvæntað partur av valskránni
Mynd: Jens Kristian Vang.
Miðflokkurin vil rudda
upp í mentanini
Miðflokkurin vil hava
eina øðrvísi raðfest-
ing í føroyska samfel-
agnum. Flokkurin
heldur, at nógvar
óneyðugar játtanir
eru til mentanarøkið.
Miðflokkurin mælir
til, at 69 mio. krónur
verða strikaðar av
játtanini til menta-
mál. Tær 69 mió.
krónurnar skulu
nýtast til onnur meira
átrokandi mál í før-
oyska samfelagnum
LØGTINGSVAL
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Miðflokkurin rættar peiki-
fingurin ímóti føroysku
mentanini. Flokkurin held-
ur, at alt ov stórar og óneyð-
ugar útreiðslur fara til før-
oyskt mentanarlív. Mið-
flokkurin ynskir eina øðr-
vísi raðfesting, har partar
av játtanini til mentanina
fara til onnur meira átrok-
andi endamál.
– Mentan eigur ikki at
vera ein útreiðsla fyri før-
oyska samfelagið, sigur ein
avgjørdur Bill Justinussen
Miðflokkurin hevur hugt at
játtanin til Mentamál á
seinastu
fíggjarlóg,
og
flokkurin er á einum máli
um, at 69 mio. av játtanini
eru óneyðugar útreiðslur.
Bill Justinussen legði
fram ein langan lista yvir
øki umdir mentamálum,
sum eftir hansara tykki ikki
eiga at vera á fíggjarlógini.
Millum hesi øki kunnu
nevnasta Tjóðpallur Før-
oya, gransking og útgerð til
SVF.
Miðflokkurin
er
eitt
serfyribrigdi í føroyskum
politikki, tí aðalmálini hjá
flokkinum víkja frá málun-
um hjá øðrum flokkum.
Við uppruddingini í før-
oyska
mentanarlívinum,
staðfestir flokkurin enn
einaferð sína støðu sum
serfyribrigdi í føroyskum
politikki.
Heilsumálaráðið
varðveitast
– Tú skalt verða 120%
sikkur í, at um Miðflokkur-
in kemur í eina samgongu,
so verður Heilsumálaráðið
varðveitt, sigur Jenis av
Rana.
Miðflokkurin hevur tað
sum eitt ófrávíkiligt krav til
eitt møguligt samgonga-
samstarv, at Heilsumála-
ráðið
verður
varðveitt.
Miðflokkurin hevur heilsu-
mál sum eitt aðalmál hjá
flokkinum, og flokkurin
hevur
eisini
varða
av
økinum farna samgongu-
skeið.
Javnaðarflokkurin hevur
í valskrá síni eitt ítøkiligt
uppskot um, at talið av
ráðum skal lækka niður í
seks.
Javnaðarflokkurin
mælir til, at eitt nú heilsu-
og almannaráðið verða
løgd saman aftur. Tvíheldur
Javnaðarflokkurin um hesa
ætlan, kann flokkurin ikki
vænta eitt samstarv við
Miðflokkin, tí Heilsumála-
ráðið er eitt ófrávíkiligt
krav.
Fleiri av hinum flokkar
hava undir valstríðnum
eisini róð framundir, at
aðalráðini eiga at fækka í
tali. Miðflokkurin tekur
undir
við
hesum,
og
Miðflokkin mælir til. at
Oljumálaráðið
undir
Vinnumálaráðið
og
Løgmálaráðið
undir
Løgmansskrivstovuna.
Miðflokkurin
mælir
eisini til , at Almannaráðið í
framtíðini verður lagt undir
Heilsumálaráðið. Í tráð við,
at fleiri og fleiri øki undir
Almannaráðnum verða í
løgd út á kommunurnar,
heldur Miðflokkurin, at
Almannaráðið kann koma
undir Heilsumálaráðið.
Til avvenjing
Miðflokkurin hevur sein-
astu tvey árini gjørt tey
etisku málini til eitt vøru-
merki hjá flokkinum í før-
oyskum politikki. Mál sum
fosturtøka, samkynd, porn-
grafi og rúsdrekka hava
seinasta valskeiðið verið
dúgliga viðgjørd. Flokkurin
hevur eisini í valskránni
eina greiða ætlan við
teimum samkyndu ella
kynsvillu, sum Miðflokk-
urin nevnir tey.
Flokkurin
vil
veitá
teimum samkyndu hjálp og
flokkurin ætlar at stremba
eftir, at føroyska samfelag-
ið tekur eina hond í arbeið-
inum. Jenis av Rana mælir
til at tey samkyndu fara til
sonevndar avvenjingar, har
tey fáa møguleika at verða
grødd frá sínu sjúku.
Formaðurin hjá Mið-
flokkinum er ikki bangin
fyri ikki at finna eina
breiða politiska semju á
hesum økinum, tí hann
kennir á sær, at hinir flokk-
arnir stuðla Miðflokkinum
á hesum økinum. Jenis helt
fyri, at tað er einamest í
Havn, at kjakast verður um
støðuna hjá teimum sam-
kyndu í føroyska sam-
felagnum.
Ikki óvæntað vil Mið-
flokkurin ikki geva teimum
samkyndu nakrar serlógir,
ti flokkurin metir at øll
skulu vera líka fyri lógini.
Hann helt, at kjakio um tey
samkyndu í føroyska sam-
felagnum fyrst og fremst er
kyknað, tí at føroyskir úti-
setar eru fluttir heimaftur
úr londum, har mentanina
er heilt øðrvísi enn í før-
oyska
samfelagnum.
–
Hyggja vit eftir hagtøl-
unum yvir sjálvmorð og
misnýtslu kring heimin, so
vísir tað seg at hesin sam-
felagsbólkur er ovast í
hagtølunum, og tað má
merkja at tey ikki hava tað
gott, heldur Jenis av Rana.
Jenis av Rana heldur, at tey samkyndu skulu hava hjálp. Hann óttast ikki fyri at finna eina breiða politiska semju á hesum økinum
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
9
8