Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 6 - 10. januar 2004 Nr. 6 - 10. januar 2004 11 Ein yvirskipaður kt- trygdarpolitikkur kann ikki verða gjørdur, uttan at al- menni bygnaðurin verður endurskoð- aður og effektivi- seraður. Tað heldur Landsgrannskoðarin, sum heldur at vant- andi teldutrygd vera eitt stórt vandamál TELDUTRYGD Eyðun Klakstein Nú er eitt uppskot gjørt um, hvussu almenna umsitingin í Føroyum fær eina betri stýring av sínum teldum og telduskipanum. Tað er KT-Forum, sum er mannað við umboðum úr øllum aðalráðnum, ið hevur gjørt uppskotið, og tað skal leggjast fyri aðalstjórarnar seinni í hesum mánaðinum at taka støðu til. Arbeiðið hjá KT-Forum botnar í, at nógvar ákoyr- ingar hava verið ímóti, hvussu landið umsitir mongu telduskipaninar hjá sær. Ein av teimum, sum fleiri ferðir hevur funnist at kt- politikkinum hjá landinum, er Landsgrannskoðarin, og Leivur Harryson og hans- ara fólk trivu aftur í hetta mál í seinastu frágreiðing síni, sum varð gjørd í fjør. Miðsavna fleiri uppgávur Landsgrannskoðarin vísir á, kt-bygnaðurin hjá land- inum er tað størsta vanda- málið, tá ið tað ræður um kt-trygd. – Í dag hevur landsumsit- ingin eitt ótal av KT-skip- anum, og tíðum hava alt ov smáar umsitingarligar eind- ir ábyrgd av at keypa, broyta, halda við-líka, menna og reka skip-anir, umsita net og trygd, sigur Landsgrannskoðarin í frá- greiðing síni. – Óneyðuga nógvir stovnar mugu tí hava starvsfólk, sum hava kunn- leika til kunningartøkni, og torført er at fáa skikkað fólk. Hjá dugnaligum fólki við royndum stendur ofta annað starv í boði. Tá ið eindirnar eru smáar, verða stovnarnir ofta hart raktir, tá ið fólk skifta arbeiði. Nógvar leiðslur megna ikki at taka á seg ábyrgdina av KT-skipanum, og verða uppgávurnar tí ofta uttan neyðuga leiðslustýring latnar privatum veitarum uppí hendi. Landsgrannskoðarin heldur, at tað er neyðugt at endurskoða kt-bygnaðin og fáa tamarhald á støðuni. – Helst verður neyðugt at miðsavna fleiri uppgávur fyri at bøta um trygdina, sigur Landsgrannskoðarin Spegilsmyndin Men tá ið tosað verður um teldutrygd hjá landinum, ber ikki til at tosa um hetta mál, uttan at koma inn á sjálva bygnaðin fyri al- mennu umsitingina. – Almenni KT-bygnað- urin kundi verið væl betri skipaður og samskipaður, men hann er í stóran mun ein spegilsmynd av einum undirliggjandi bygnaði. Broytingar innan lógar- verkið, roknskaparverkið, uppgávubýtið millum aðal- ráð, stovnar, millum land og kommunu, millum landsstovnar og meira ella minni almennar grunnar eru oftast farnar fram uttan nakað yvirskipað endamál, og tí er KT-bygnaðurin og KT-trygdin hareftir, heldur Landsgrannskoðarin. Landsgrannskoðarin sig- ur, at ein yvirskipaður kt- politikkur og kt-trygdar- politikkur ikki kann verða gjørdur, uttan at almenni bygnaðurin verður endur- skoðaður við tí enda-máli at effektivisera um-siting- ina – tað vil siga gera hana bíligari og betri. Dømi um fløkta umsiting Landsgrannskoðarin vísir í sínari frágreiðing á, at landið hevur nógvar fløktar skipanir, sum ikki hanga nóg væl saman. – Fleiri stovnar ella grunnar umsita uppgávur, sum helst í størri mun kundu verið samskipaðar. Til dømis er eitt ótal av stovnum, grunnum, deild- um og øðrum, sum hvør sær umsita lønir. Fýra fyri- sitingarligar eindir umsita dagpening vegna sjúku og barnsburð. Al-manna-stov- an, ALS og Lønjavningar- stovan umsita veitingar vegna vantandi arbeiðs- inntøku, sigur Lands- grannskoðarin og nevnir onnur dømi um fløkta um- siting. – Hóast talan er um lutfalsliga smáar eindir, nýta almennir stovnar og grunnar nógvar ymiskar telduskipanir til at gjalda út, føra bókhald, umsita lønir, lán og annað. Tá ið uppgávurnar eru so spjadd- ar, er ofta torført at manna størv við fólki, sum hevur førleika og neyðugar royndir. Landsgrannskoðanin heldur ikki, at almenna um- sitingini er effektiviserað seinnu árini, og hann held- ur, at tørvur er á at endur- nýggja fleiri búskapar-skip- anir. Fer hetta arbeiði ikki fram sum liður í eini yvir- skipaðari heildarætlan, har eisini bygnaðurin verður endurskoðaður, verður pen- ingur og starvsfólkaorka ikki nýtt á skynsaman hátt. Smáar eindir Landsgrannskoðarin heldur eisini, at ein trupulleiki við almennu umsitingini, sum førir við sær vantandi teldutrygd, er, at nógvar smáar umsitingareindar eru. – Fyri at ein almennur stovnur skal virka, eru ávís umsitingarlig minstukrøv. Stovnurin skal hava sam- skiftismøguleikar bæði innanhýsis og uttanhýsis, og tað skulu starvsfólk til fyri at halda hetta við líka. Smærri stovnar, sum húsast einsamallir og hava sína egnu fyrisiting, eru sera dýrir at umsita, og binda ó- neyðuga nógva starvs- fólkaorku til at loysa lut- falsliga sera smáar umsit- ingaruppgávur. – Tá ið eindirnar eru so smáar, verða stovnarnir ofta hart raktir, tá ið starvs- fólk skifta arbeiði. Tað kann hava við sær vantandi siðvenju og vantandi upp- læring av nýggjum starvs- fólkum, sum tí ikki verða nóg dugnalig. Landsgrannskoðarin heldur, at tað kundi verið vert at kanna, um tað ikki hevði loyst seg at savna stovnar, grunnar og fyrisit- ingar í størri eindir í ný- mótans umsitingarbygning- um, møguliga saman við kommunalum fyrisitingum, fyri at effektivisera umsit- ingaruppgávurnar og loysa starvsfólkaorku til tær grundleggjandi uppgávur- nar. Teldutrygdin er spegilsmynd av fløktari landsumsiting Landsgrannskoðarin heldur, at ein fløkt almenn umsiting ger, at almenn kt-trygdin er vánalig. Skal kt-trygdin fáast upp á pláss, má almenna umsitingin samstundis gerast greiðari og betri Elin Lindenskov pdf C M Y K 11 10