Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 6 - 10. januar 2004 Nr. 6 - 10. januar 2004 13 Spurningurin um útlendska arbeiðsmegi og um flótta- fólk hevur leikað hart á í okkara grannalondum nú í mong ár. Hesin spurningur er nú eisini komin upp í valstríðnum og sett varð av álvara á orðaskiftið í valsendingini í SvF síðsta mikukvøld. Orsøkin til, at hetta orðaskiftið tekur seg upp júst nú, er neyvan tann, at her eru so nógvir innflytarar í landinum. Heldur man ein orsøkin verða hon, at yvirtøka av útlendingalóg- gávuni er ein av teimum 24 yvirtøkulógunum, sum sambært Tjóðveldisflokkinum liggja klárar at avgreiða, um sama samgonga kemur aftur til valdið. Tað má tí ásannast, at grund er til at taka hendan spurning upp, hóast spurningurin, kensluborin sum hann jú er, eftir okkara áskoðan ikki er væl hóskandi at gera av í einum valstríði. Hetta snýr seg jú, sum longu nevnt um eitt sera kensluborið og torført mál – eitt mál, sum kann fáa sinnini upp á gos. Spurningurin um útlendingapolitikkin hevur givið ávísum flokkum í okkara grannalondum vind í seglini, og hevur hesin spurningur meira enn nakar annar borið borgarligu flokkarnar fram til valdið í Danmark. Tað er umráðandi at orðaskiftið um útlendingapoli- tikkin ikki verður misnýtt í valstríðnum og tí er eins umráðandi, at orðaskiftið verður hildið á einum saklig- um, siðiligum og mentaðum støði. Orðaskiftið í val- sendingini var áhugavert og sakligt. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vilja, um enn við ymiskum miðlum, tátta reglurnar. Serstakliga hjá teimum báðum fyrru kom óttin fyri sosialum og mentanarligum trupulleikum til sjóndar. Javnaðar- flokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin høvdu eina meira fjølbroytta støðu. Hesir flokkar høvdu eitt meira etiskt og kristið støði undir teirra útlendinga- politikki. Javnaðarflokkurin vísti á, at útlendingar eiga ikki at kunna verða misnýttir sum løntrýstarar og vísti umboðið á, at ein loysn er at bøta um arbeiðs- og lønarviðurskiftini soleiðis, at føroyingar støðast í eitt nú flakavinnuni. Allir flokkar vilja geva útlendingum við serligum før- leikum, sum vit hava tørv á t.d. læknum og ítróttarfólki betri møguleikar at flyta til Føroya. Hetta er eitt praktiskt og vælskiljandi sjónarmið, men tað er eitt sindur dupultmoralskt. Hvat við øllum hinum t.d. politiskum flóttafólkum? Hava vit ikki somu ábyrgd sum onnur lond? Sleppa vit undan at taka okkara ábyrgd? Vit eru partur av altjóða samfelagnum og kunnu tí ikki skulka okkum undan tí ábyrgd, henda støða leggur á okkum. Skilagóða unga kvinnan, sum umboðaði Javnaðarflokkin í sendingini mikukvøldið, var einasta umboð, sum tordi at taka støðu til allan spurningin. Hon vísti ærliga og inniliga á, at vit mugu taka ábyrgd mótvegis okkara neyðstøddu medmenn- iskjum uttan mun til, hvørji hesi eru og hvaðan tey koma. Henda støða gevur kanska ikki flestar atkvøður, men hetta er sjálvsagt einasta sømiliga støða hjá demo- kratiskum flokki at hava. DAGSINS MEINING Sosialurin Orðaskifti um útlendingapolitikk VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Í sambandi við kjakið um tónleik, íbirt av John Johannessen og sum Sunnleif Rasmussen og Ingi Isaksen eisini hava luttikið í: Vóru Gestir eisini ov klassiskir? Katrin Petersen Tíðindaleiðari, SvF Í bløðunum í gjár hevði Jón Tyril eitt ummæli ella eina viðmerking til valsending- arnar í SvF. Jón tykist ikki vera ein av teimum, sum halda tað vera gott, at valdømissending- arnar eru kritiskar. Tað er so í lagi, at honum ikki dámar at landsins sterkasti fjølmiðil arbeiðir kritiskt heldur enn bara at loyva politiskum valevnum fram at mikrofonini. Men hann spyr í síni við- merking, um tað er tilætlað, at Øssur Winthereig er vertur á sendingunum. Eg kann sum tíðinda- leiðari siga »Ja! Tað er tilætlað.« Tí tað at stýra sjey val- kjakum krevur sín mann. Í lesarabrævinum verður eis- ini spurt, hvørja dagsskrá sjónvarpið hevur. Dagsskrá okkara fram til valið er at geva hyggjarunum eina so sanna mynd sum gjørligt av, hvat býr í teimum politikarum, sum stilla upp. Tað sampakkar væl við tað arbeiðið, Øssur Winth- ereig hevur gjørt, meðan hann hevur verið í farloyvi frá sjónvarpinum. Tí tað er júst tað, sum kann sigast um bókina, hann sjálvur annar hevur skrivað. Hon leggur upp- lýsingar fram, so vit fáa eina meira fullfíggjaða mynd av ávísum politikar- um. Hetta eitur kritiskur, borandi journalistikkur. Og tann dagin, tað IKKI er ein fyrimunur fyri ar- beiðsmøguleikarnar hjá einum journalisti, at hann er kritiskur - tann dagin skulu vit bara sløkkja sendaran hjá SvF, lata politisku flokkarnar gera sínar egnu sendingar, og annars biðja journalistarnar royna at skaffa sær jobb sum samskiftisráðgevar. Jón Tyril er uppstillaður fyri Tjóðveldisflokkin og er tí politikari. Og politikarar í einum fólkaræði hava eina serliga skyldu at lata vera við at royna at undirgrava trú- virðið hjá einum týdningar- miklum parti av fólka-ræð- inum, óheftum og kritisk- um fjølmiðlum. Tað er tá fjølmiðlar IKKI eru tað, at tú kann skriva lesarabrøv við yvirskriftini »SVF spælt fallitt«. Tá atfinningarsemi spælir fallitt Sunneva Tyril heilsuatstøðingur Viðmerkingar til valgrein eftir Ásu Olsen 9.1.04. Tað er við undran, eg havi lisið nevndu valgrein, og eg haldi, tað eru ikki bert tingmenn, ið brádliga eru vaknaðir, men eisini onnur, ið áttu at gjørt nógv meira vart við seg, og sum vegna serligan kunnleika til støðuna áhaldandi og við harðari rødd kundu mint politikararnar og alt Føroya fólk á neyðina hjá okkara gomlu, sum onga heima- røkt fáa. Ása Olsen sigur, at hetta seinasta árið hevur støðan í heimarøktini verið framúr vánalig, og at skipanin hevur 30 ár á baki og er nærum syndrað, og at bíði- listar til heimarøkt eru um alt landið. Ása vísir eisini á, at nógv vápn verða nýtt til tess at fáa fatur á velj- aranum. Flokkurin, ið hetta val- evni umboðar, hevur sitið í samgongu í 6 ár og havt eldraøkið um hendur í 4 ár - frá 1998-2002. Hetta sama valevni situr ovarlaga í landsnevndini hjá Sjálv- stýrisflokkinum, sum er partur av tí samgongu, sum verður ákærd fyri einki at gera við eldraøkið. Við hesum ákærir hon eisini seg sjálva, eisini fyri brotin vallyfti frá seinasta løg- tingsvali. Ása Olsen er formaður í Heilsurøktarafelagnum við um leið 300 limum, sum teir alraflestu arbeiða í heimarøktini. Hevur nakar sæð henda formann skipa fyri mótmælisfundum ella eggja limir sínar til at gera bart vegna tey, ið fáa heimarøkt, og vegna bíði- listarnar? Nei, Ása, tú hevur ikki sent svartaper víðari, men hildið hann dygst at tær sjálvari, men ert síðani vaknað eins brádliga og hini og billar fólki inn, at tað er sera umráðandi at velja teg inn á ting, so at støðan hjá teim- um gomlu skal broytast. Eingin hevur havt so góðar møguleikar at gera nakað við hetta mál sum tú, sum ert formaður fyri eitt stórt felag, har limirnir hava sera góðan kunnleika til trupul- leikarnar á eldraøkinum, og har afturat ert tú virkin á politiska vígvøllinum. At enda fari eg at heita á øll valevni: Gevið uppat at nýta tey gomlu til valagn. Tey hava annað uppiborið! Annars gott val. Hava allir sovið í tímanum? Um tónleik… Sjúrður Hansen Gøtu VIÐMERKINGAR Ingeborg Vinther Tórshavn 7. januar 2004 Stjórin á Føroya Fiskavirk- ing, Meinhard Jacobsen var herfyri frammi í Útvarpi Føroya saman við øðrum í einari sending 31. desemb- er í farna árið, har hann legði føroysku arbeiðs- fólkini á fiskavirkjunum undir ikki at arbeiði fyri løn sína - ikki eiti á nýggjárs- heilsan til arbeiðsfólkið ! Hetta er ein so grov og niðurgerandi skuldseting, at hon ikki skal standa ósvarað. Í 10 ár vóru ongar lønar- hækkingar fyri tey tíma- løntu, tá segði ongin nakað, tá var alt í lagi. Tey seinastu gullárini her á landi, hava vit roynt at fáa hækka tímalønina so tær kunnu fylgja restini av landinum, men tað ber als ikki til, tí nú reyk kappingarføri, alt fer á heysin tí tann tímalønti skuldi fáa nøkur oyri afturat. Og sum rosinan í pylsu- endanum fáa vit nú at vita, at okkara fyrr so raska og kvika flakafólk er alt ov seint, nú arbeiða tey ikki longur fyri lønina. Er tað ikki nógv fyri at hoyra, okkara arbeiðsmegi er tiltikið fyri at verða røsk, kvik og fleksibel ?? Guð viti hvussu ofta Meinhard hevur staðið kaldur, í gjøgnumtrekki, troyttur, havt langan dag og pakkað ella reinskorið, og so fingið at vita at hann ikki arbeiðir fyri tíma- lønina ? Tað er føroyski arbeiðar- in, sum hevur bygt upp aftur land okkara Tá samfelag okkara var farið á húsagang fyrst í 90- árunum, var tað vanligi føroyski løntakarin, sum við stríð og strev bygdi upp aftur land okkara, hóast tað vóru stjórar og spekulantar, sum høvdu ábyrgdina av, at stórur partur av íbúgvum okkara mistu hús og heim og nógv vórðu noydd at flyta av landinum. Tað er tí nógv fyri at hoyra, at Meinhard Jacob- sen og aðrir nú skulu skuld- seta somu arbeiðarafjøld fyri ikki at røkja arbeiðið sítt á nøktandi hátt. Hetta er takkarlønin sum stjórin á Fiskavirking gevur arbeiðsfólkum sínum, uttan at nakað prógv er lagt framm fyri rættleikanum av hesum ódámligu skuldset- ingum. Føroysk arbeiðsmegi hevur altíð verið eftirspurd Um Fiskavirkisstjórin hevði bert eitt lítið vet av søguligum innliti, so hevði hann vita, at føroysk ar- beiðsmegi altíð hevur verið nógv eftirspurd, og arbeiðs- gevarar bæði í grannalond- um okkara og longur úti í heimi, hava støðugt lagt dent á, at føroysk arbeiðs- megi skarar framúr, og at føroyingar vísa eitt serstakt hegni og áhuga fyri at røkja arbeiði sítt til lítar. Hesa áskoðan tykist stjórin á Fiskavirking ikki at hava, og spurningurin er um hann ikki eigur at taka í egnan barm og spyrja, um tað ikki er leiðslan sum galið er við, tí tað er lætt hjá einum stjóra at sita á skrivstovu sínari, og leggja arbeiðsfólk sítt undir ikki at røkja starv sítt á nøktandi hátt. Hvør hevur goldið og eigur Føroya Fiskavirking? Meinhard Jacobsen eigur at minnast til, at tað er vanligi føroyski skattgjaldarin, sum hevur goldið Føroya Fiskavirking, og sum tí eisini í veruleikanum eigur hesa fyritøku. Tí er tað nógv fyri at hoyra, at stjórin forhánis- liga sigur, at ein skal vera føddur við eginleikanum at arbeiða fisk, og hetta kann neyvan skiljast á annan hátt, enn at stjórin ikki metir at føroysk arbeiðs- fólk, sum í øldir hava livað av at virka fisk, eru fødd við eginleikanum at arbeiða hendan fisk. Hvør er tað sum rindar lønina hjá Meinhard Jacobsen ? Vanligi føroyski arbeiðarin stríðist hvønn dag fyri at forvinna sær til lívsins uppihald, meðan tað hoyrist millum manna, at stjórin á Føroya Fiskavirking árliga kanska forvinnur uml. 10 falda tað, sum ein vanlig flakakvinna kann forvinna sær, umframt at stjórin fær lut í rakstraravlopinum hjá Fiskavirking. Tað er kanska her at skógvurin trýstir, tí um tað er rætt, at stjórin fær lut í rakstraravlopinum hjá Fiskavirking, so hevur tað beinleiðis persónliga ávirk- an á løn stjórans, um rakst- raravlopið er fallandi, og so er tað sjálvsagt lætt at geva arbeiðsfólkinum skyldina. Meinhard Jacobsen skal tó minnast til, at tað júst eru somu arbeiðsfólk, sum hann skuldsetir fyri ikki at arbeiða nóg skjótt, sum gjalda løn hansara, tí um eingi arbeiðsfólk vóru at taka tungu tøkini á gólv- inum á fiskavirkjum okk- ara, so var eingin løn og provisión at gjalda Mein- hard Jacobsen. Er stjórin verdur løn sína? Spurningurin er um ikki nevndin í Føroya Fiskavirk- ing eigur at fara inn í eina nærri kanning av, um nakað grundarlag er fyri skuld- setingunum hjá Meinhard Jacobsen, tí um hesar skuldsetingar sleppa at standa ósvaraðar, so er vandi fyri at aðrir stjórar eisini fara at brúka vanliga løntakaran sum syndabukk, tá hesir stjórar ikki megna at náa teimum fíggjarligu málum, sum nevndin hevur sett sær. Her eigur spurningurin eisini at verða tikin upp, um ein stjóri, sum ikki tykist vilja standa við rakstrarligu ábyrgd sína, men roynir at leggja ábyrgdina á arbeiðsfólkið, er verdur risaløn sína. Stjórin á Fiskavirking umboðar svartasta aftur- hald í samfelag okkara. Tey úttalilsi, sum Fiska- virkisstjórin kemur við eru tó einki eindømi, tí vit hava í nógv ártíggir hoyrt ávísar politikarar seta niður á vanliga arbeiðsfólk okkara, og stjórin tykist nú at vera farin upp í hetta kór, sum leggur eftir teimum sam- felagsbólkum, sum vanliga ikki taka til orðanna og tí er tað lætt at leggja eftir hesum samfelagsbólki. Tað var tí at frøðast um, at valevni hjá Javnaðar- flokkinum í Norðoyggjum í valsending í sjónvarpinum greitt vísti á, tann týdning sum vanligi løntakarin hevur fyri land okkara. Í valsendingini var hann spurdur, um flakafólk ið ikki arbeiðir fyri lønina, og svaraði hesin, at tað kanska var galið við teimum í stjórna fyri á virkjunum - topparnir í leiðsluni vóru møguliga ikki góðir nokk, gott svara ! Gott at onkur er, sum sær virði í okkara arbeiðsfólkið. Viðmerkingar til Meinhard Jacobsen, stjóra á Føroya Fiskavirking Oddfríður Marni Rasmussen Nú stendur aftur eitt løg- tingsval fyri framman. Kend andlit og minni kend andlit trína skrólandi og goffandi fram á sjónvarps- skíggjar og úr útvarpslurt- um. Bløðini eru á tremur við uppgjørdum fólkum. Viðhvørt ivast ein í, um eitt nýtt mánaðarblað fyri ein- ligar mammur er komið út ella um onkur hevur ein rundan føðingardag. Øll vilja tey tað sama - inn í løgtingið, og enntá at gera eitt betri arbeiði enn und- anfarna løgting. Javnaðarflokkurin er farin undir eitt vitamin- valstríð í 2004. Gevið tón- leikinum C-vitaminir. Gev- ið teimum eldru C-vita- minir. Gevið skrásettum parlagi C-vitaminir. Tað ljóðar, at øll, sum velja lista C fáa C-vitaminir í eitt heilt valskeið. Hetta er sjálvandi snilt funnið uppá - hetta við C- vitaminunum og lista C. Men tað eru jú aðrar vitaminir til. A, B, D, E og K vitaminir eru eisini. Mið- flokkurin hevur styttingina listi H, og mær vitandi eitur ongin vitamin H-vitamin, so tann einasta rætta stytt- ingin, Miðflokkurin kann fáa, er úr skeiðbundnu skipanini. Har er H stytting fyri Hydrogen ella vatns- evni, og har vera teir flót- andi. Vitaminir verða býttar sundur í tvey sløg. Fyrrver- andi landstýri var saman- sett av A, E, D og so H. A, E og D vitaminir eru vita- minir, sum upploysa feitt, meðan andstøðan, sum er B og C vitminurnar eru vatn- upploysandi. Tað vil siga, at ógjørligt er at taka ov nógvar, tí tú mígur tær út aftur beinanvegin. Hvat standa so allar hesar vitaminurnar fyri? A-vita- minurnar eru góðar fyri eyguni. Um fólkafloks- menn ikki hava nóg nógvar A-vitaminur, kann fyrsta symptomið vera, at teir síggja illa í myrkri, og finna ikki fram. Um teir vilja hjálpa uppá trot, er gott at eta seyðakjøt av Viðareiði. Um teir skulu eta grønmeti, verður mælt til, at teir bara eta gularøtur, mais ella spinat, tað er hitt, sum Skipper Skræk plagar at fáa sær, tá ið hann fær hasar ovurstóru vøddarnar framman fyri albogan. Ein og hvør, (sambands- maður ella ikki) sum hevur smakkað sær á meir enn neyðugt er, veit at B-vita- minur eru góðar. Tær hjálpa eisini um tú ikki hevur gróðurbæran hár- ella naglavøkstur. B-vitaminir eru eisini góðar, tá ið DNA skal byggjast upp hjá smáum sambandsmonnum í móðurlívi. Manglar sam- bandsmonnum eitt ávíst slag av B-vitaminum, kann eisini leyst lív koma fyri. C-vitaminir eru millum annað góðar fyri beina- grindina og húðina. Trot kann elva til skyrbjóg, sum kann vísa seg sum gróður- tálman hjá smærri javnað- armonnum. Askorbinsýra, sum er í C-vitaminum og fyribyrgir skyrbjóg, hevur bert vitaminkarakter hjá menniskjum, ávísar apum og heldur fjarskotnum djórasløgum, so sum marsvísnið. D-vitaminir kenna fólk flest, sum hava børn. Tey skulu hava fimm dropar hvønn dag. Um tey ikki fáa D-vitaminir hvønn dag, kunnu tey fáa eingilsku sjúku, sum er bleyta og skinkluta beinagrind. Tað er gott hjá sjálvstýris- monnum at fáa nógv sólar- ljós á seg, serliga hesa myrku tíðina, tí hetta hjálp- ir upp á mongdina av d- vitaminum. E- vitaminir virka móti, at ilt kemur í tær ómettaðu feittsýrurnar og fáa feitt- stoffini í fasta legu. Trot kann vera við til at tjóð- veldismaðurin fær vødda- svinn. Annars vóru góð gomul føroysk húsráð, at nógvar E-vitaminur vóru í eggum, og um tjóðveldis- maðurin vil økja um gessin, skal hann eta nógv egg. Ikki sambandsegg av Velbastað, men ordilig egg frá Jóhan í Kollafirði. Nú vit eru við Jóhan í Kollafirði, so er vanligt at geva nýføðingum eina sproytu við K-vitaminum, tá ið teir akkurát hava sæð ljósið. Allar vitaminir leggjast á goymslu í livrini. Tað er ymiskt hvussu leingi vita- minirnar eru verandi í kroppinum. Summar eru bert í livrini í einar tríggjar mánaðir. Arðar upp til hálvt annað ár. Nú skal eisini sigast, at tørvurin á vitaminum er alt eftir hvussu nógv ein politikari vigar, hvussu nógva orku hann brúkar og hvussu hansara likamliga virksemi er. Vitamintrot kann koma fyri hjá politikarum, sum ikki eta fjølbroyttan kost, um tað so er kaffi, wienerbreyð ella ein gibbernakkara av og á. Gevið fólkafloksmonn- um A-vitaminir, so at teir finna út úr aftur myrkrin- um. Gevið sambandsmonnum B-vitaminir, so at teir ikki verða skallutir. Gevið sjálvstýrismonn- um D-vitaminir, so at teir ikki eru so bleikir og skinklutir. Gevið tjóveldismonnum E-vitaminir, so at teir lova eitt sindur meir. Gevið miðflokkarmonn- um Hydrogen Gevið teimum stuttligu nýføðingunum K-vitaminir. Gott val og atkvøði; Multitabs. Vitaminpolitiskt valstríð C M Y K 13 12