Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 10. januar 2004 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. MÓTTØKA Í sambandi við at Landingarmiðstøðin á Tvøroyri verður tikin í nýtslu, verður boðið til almenna mót- tøku mánadagin 11. januar frá 13.00 - 16.00. P/F Landingarmiðstøðin á Tvøroyri Tykkum øllum, sum við gávum, blómum, fjarritum og á annan hátt gleddu okkum á hjúnabandsdegi okkara tann 18. juli 2003 og gjørdu dagin ógloymandi, takka vit hjartaliga. Somuleiðis ynskja vit eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Silja og Jóhannes Færø Silvurbrúdleyp Mánadagin 12. januar hava hjúnini Katrin og Pætur Hansen, Tórshavn, silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í heiminum, í Svanga 23, við morgunmati frá kl. 7.00 til kl. 12.00. Brúdleyp Í dag, 10. januar, kl. 14.00 giftast á sýsluskrivstovuni í Runavík Eimee Jacobsen og Henry Fríði Mohr, Toftir. Dagurin verður hildin hjá Solveig og Harry. Tey, ið vilja heilsa uppá brúðarparið, eru hjartaliga vælkomin frá kl. 19.30. Prógv Elin Jacobsen í Skálafirði hevur á SDU-Odense, Insitut for immunologi og mikrobiologi, lokið prógv sum AK-laborant. Dagurin 10. januar. Páll einbúgvi, deyður í 341. Livdi eini 90 ár í egyptisku oyðimørkini og gjørdist 113 ára gamal. Sigst at hava verið fyrsti kristni einbúgvin og skírdur halgimenni. Navnið Páll er komið av latínskum Paulus (tann lítli) 11. januar. Hyginus, deyður í umleið 142. Valdur pávi í 138, men varð fyribeindur tá keisarin Antoninus Pius forfylgdi teimum kristnu. 12. januar. Reinaldur. Týskur riddari, sum gjørdist munkur í Køln, men varð myrdur av steinhøggarunum umleið ár 1200, tá ið hann koyrdi undir teir í arbeiðinum at byggja eina kirkju. Týskt navn, sum merkir tann, sum hevur vald á gudum. Í dag, 10 januar, eru 20 ár liðin síðan farmaskipið Ólavur Gregersen sigldi á Flesjarnar á veg frá Klaksvík til Runavíkar. Vaktarskipið Tjaldrið kom á staðið umleið ein tíma aftaná og roynt var at fáa ein enda umborð, men skipið var farið at leka og tí var ikki ráðiligt at seta á. Manningin varð tikin umborð á Tjaldrið og Ólav Halga. Sjógvur var tá bæði í last og maskinrúmi. Royndir vórðu gjørdar at bjarga skipinum, men hesar miseydnaðust. Veðrið var mestu tíðina ólagaligt, og 12. januar koppaði skipið og sakk. Kelda: Tryggingarsambandið Føroyar 50 ár 20 ár síðan Ólavur Gregersen sigldi á Flesjarnar Síðan oktober 2002 hevur fyritøkan Gastrolux Føroya havt ein serhandil við pann- um og grýtum í Niels Fin- sengøtu 31 í Havn. Tað eru tey bæði Krista og Fríð- bjørn Poulsen í Vestmanna, sum reka hesa fyritøku. Danska fyritøkan Gastro- lux framleiðir serligar pannur, grýtur og annað til dagligu matgerðina. Tað, sum er serligt við hesum køksamboðum, er, at tað ikki er neyðugt at steikja matin í feitti. Krista og Fríðbjørn Poul- sen siga, at áhugin fyri vør- unum er stórur millum fólk. Tey hava havt einaum- boð upp á Gastrolux pro- duktini síðan 1990. Fyrstu tíðina var handilin í Niels Finsensgøtu opin tveir dagar um vikuna frá 16 – 17.30, men nú er hetta broytt soleiðis, at handilin er opin eftir avtalu, og fólk eru vælkomin at ringja á telefon 215599 ella 217599. Gastrolux Føroyar er eisini ein postordrahandil, har fólk kunnu ringja og biðja um faldaran við teirra vøruúrvali. Vørurnar verða sendar við postinum kring alt landið. Gastrolux Føroyar: Pannur og grýtur í Miðbýnum Krista og Fríðbjørn Poulsen við teirra vøruúrvali í serhandlinum Gastrolux Føroyar í Niels Finsensgøtu 31 í Havn Mynd: Álvur Haraldsen 15 14 Nr. 6 - 10. januar 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Føðingar 22. desember fingu Runa-Preeti Sivertsen og Ólavur Waag Høgnesen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3600 gr. 29. desember fingu Halla og Hans Jákup Hansen, Argjum, tvíburar, tveir dreingir. Annar var 49 cm langur og vigaði 2780 gr, hin 50 cm langur og vigaði 2930 gr. 30. desember fingu Bára Johannesen og Signar Strøm, Trongisvági, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3740 gr. 1. januar fingu Maria Ryggshamar og Jesper Olesen, Fuglafirði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4050 gr. 2. januar fingu Lis og Rókur í Jákupsstovu, Toftum, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3900 gr. 2. januar fingu Petry Joensen og Heri Mortensen, Vági, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3540 gr. 3. januar fingu Paula McGavin og Ragnar Magn- ussen, Argjum, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3400 gr. 4. januar fingu Jónleyg og Einar Petersen, Tvøroyri, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4400 gr. 4. januar fingu Ingrid Hayfield og Martin Eysturdal, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3800 gr. 5. januar fingu Gudny av Húsabrúgv og Regin Hansen, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 2850 gr. 5. januar fingu Lydia og Jacop Pauli Jacobsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4800 gr. 6. januar fingu Annika og Leif Høj, Saltangará, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 3900 gr. Hon eitur Rebekka. Eftir 27 ár og 11 mánaðir hevði Kjeld Thomsen, tele- grafistur, 31. desember 2003 sín seinasta arbeiðs- dag á Tórshavn radio og Tænastumiðstøðini í Havn. Kjeld er 65 ára gamal og havnarmaður, sonur, Elisa- beth, f. Joensen, úr Havn, og Edvin Thomsen, úr Nólsoy. Hann er føddur á Amager 22. november 1938. For- eldrini búðu í Danmark tá. Pápin sigldi við donskum skipi. Í apríl 1939 fluttu tey til Føroya. Familjan búði í Steinagøtu, har sum Føroya Banki er í dag, og í 1946 fluttu tey í nýggj hús í Hornabø. Eftir at hava gingið í barnaskúla og realskúla fór Kjeld í læru í Sjóvinnu- bankanum í 1955, og í 1958 fór hann til Danmark- ar, har hann tók telegrafist- prógv í 1959. Eftir tað sigldi hann sum telegrafistur við donskum farmaskipum í umleið tvey ár, har vitjaði hann í nógv- um ymiskum londum um stóran part av heiminum. Einaferð teir lógu í Havn í Dominikanska Lýðveld- inum, fór reiðarin á skipi- num, Erik Winther, ein túr í býin. Hann kom fram við borgini hjá einaræðisharr- anum í landinum, Trujillo, har strangt trygdareftirlit var. Stutt eftir frættu teir, at Trujillo var skotin. Í 1961 kom hann heim aftur og fór sum telegrafist- ur við trolaranum Kallsevni ein ísfiskatúr undir Íslandi. Í 1962 fór Kjeld til Grønlands, hann fekk starv á Prins Christian Sund veður- og radiostøðini. Hann var t.d. á vakt, tá Blikur rendi á ein ísflaka og sakk tann 27. juli í 1963. Har arbeiddi hann so til 1965, tá hann fekk starv á telestøðini Godthåb Radio í Nuuk. Hann var við til at stovna føroyingafelagið í Nuuk og sat í nevndini har í nógv ár. Hann giftist í Grønlandi í 1965 við Poulu, f. Høj- gaard, av Toftum, tey eiga børnini Bjarka og Maluna. Í 1974 flutti familjan heim aftur til Føroya at búgva, og fyrstu tíðina ar- beiddi Kjeld sum fotoset- ari á prentsmiðjuni hjá Sosialinum í Sjúrðargøtu. 1. februar 1976 varð Kjeld settur í starv sum telegrafistur á Telegrafstøð- ini hjá "Det Store Nordiske Telegrafselskab" við Ting- húsvegin í Havn. Seinni yvirtók Telefonverkið støð- ina, sum nú hoyrir undir Føroya Tele. Uppgávurnar hjá fjarritarunum á støðini eru fyrst og fremst at hava radiovakt á Tórshavn Radio. Umframt vanligar samrøður, hava teir á- byrgdina av lurtivaktunum á neyðbylgjunum og radio- samskiftinum, ið hevur við neyð- il og trygd á sjónum at gera. Í dag eitur støðin Tænastumiðstøðin. Kjeld hevur eisini verið virkin í tónleikalívinum í Havnini, har hann hevur spælt trompet og kornet. Hann var við í einum orkestri saman við Simma, Birna Dam og øðrum miðskeiðis í 50-unum, teir plagdu at spæla til dans í Tórshøll í Niels Finsens- gøtu. Í 50-unum spældi hann í Havnar Hornor- kestri. Onkuntíð hevur hann spælt í orkestrinum Gogguni og í Big Band saman við Brandi Øssurs- syni og øðrum. Eisini hevur hann telvað nógv og er framvegis limur í Havnar Telvingarfelag. Kjeld Thomsen: Seinasti starvsdagur á Telegrafstøðini Mynd tikin í Tórshøll, umleið 1957: Simme á klaver, Halden Joensen, trummur, Poli Debes á bassi og Kjeld á trompet. Uppi yvir Haldin sæst ein luftventilur, og um veturin kom mangan fyri, at so nógvur kavi kom inn tann vegin, at neyðugt var at sópa kava av klaverinum og trummunum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu, tá ið góði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Hanus Thomsen Syðrugøtu andaðist og varð jarðaður. Hjartaliga takk fyri alla hjálp í sambandi við jarðarferðina. Takk fyri blómur og kransar og fyri gávur til Hina føroysku sjómansmissiónina og takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Gud signi tykkum øll við ynskjum um eitt gott nýggjár. Familjunnar vegna Jóna, Frits og Jóhan Andlát 2. januar Hans Olsen, Skála, vanliga nevndur Vík Hans, 84 ár. 3. januar Jonhild Iskasen, Søldarfirði, 70 ár. Ebba Olsen, ættað úr Haldórsvík búsitandi í Havn, 74 ár. 4. januar Jóannes Rasmussen, Miðvágur, vanliga nevndur Jóannes norði í Stovu, 88 ár. Elin Hammer, fødd Mørkøre av Eiði, 83 ár. 5. januar Katrina Djurhuus, Skopun, 76 ár. Valborg Næs, Tórshavn, 92 ár. 6. januar Súsanna Hansen, Argir, ættað úr Tjørnuvík, 96 ár. 7. januar Hans Erik Arge, Argir, 85 ár. Bergfríð Húsgarð, Tórshavn ættað úr Syðrugøtu, 79 ár. C M Y K 14