leygardagur 10. januar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 6 - 10. januar 2004
Nr. 6 - 10. januar 2004
17
14 posamenn og 10
menn, sum arbeiða í
rottangaskipanini hjá
IRF, hótta nú við at
siga upp um nakar
verður uppsagdur hjá
felagsskapinum
HÓTTAN
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Verður ein uppsagdur, so
stinga allir av. Boðini frá 24
arbeiðsmonnum hjá IRF er
greið. Teir finna seg ikki í,
at fólk verða uppsøgd, og
mótmælisskriv
er
sent
leiðsluni hósdagin.
Ein arbeiðsmaður hjá
IRF, sum Sosialurin hevur
tosað við sigur, at spar-
ingarnar, sum IRF tosar
um, als ikki lata seg gera.
Fundur varð hildin við
leiðsluna
hósdagin
um
støðuna, og allir menninir
hava skrivað undir skjal,
sum sigur, at um ein verður
uppsagdur, so rýma hinir.
Leiðslan skal senda út
hoyringarskriv til teir, ið
uppsagdir verða, og so
skjótt tað brævið kemur
fram, vænta arbeiðsmenn-
inir ein nýggjan fund við
leiðsluna.
TÍÐINDASKRIV
Sum upplýst er í fjølmiðl-
unum, so hevur IRF í um-
búna at siga fleiri arbeiðs-
fólk úr starvi.
Leiðsla felagsins sigur, at
nevndu uppsagnir er liður í
teimum sparingum, sum
neyðugar eru.
Føroya Arbeiðarafelag og
arbeiðsfólkið hevur fingið
upplýst, at ætlanin er at
gera munandi broytingar í
mannagongdunum t.d. í
sambandi við innsavning-
ina, har ætlanin er at tey 5
innsavningarøkini nú skulu
leggjast saman til 4 økir.
Arbeiðsfólkið hevur m.a.
víst á:
- at nevndu uppsagnir og
umleggingar fara at føra
við sær, at arbeiðsbyrðan
hjá
arbeiðsfólkinum
verður økt enn meira,
uttan at lønin fer at
hækka samsvarandi,
- at arbeiðsfólkið er samt
um, at nokta at átaka sær
hesa øktu arbeiðsbyrðu,
- at ógjørligt verður hjá
arbeiðsfólkinum at klára
hesar øktu arbeiðsbyrð-
una,
- at um uppsagnirnar og
umleggingarnar
verða
framdar, so fer IRF ikki
at kunna røkja skyldur
sínar móti komununum
og borgarunum í lima-
kommununum,
- at leiðslan fyri IRF ikki
tykist hava skilt hvørjar
avleiðingarnar av upp-
sagnunum og umlegging-
unum verða,
- at starvsfólkið í um-
sitingini støðugt er økt og
at uml. 12 fólk nú starv-
ast í umsitingini,
- at ætlaðu uppsagnirnar
ikki fara at føra við sær
nakrar sparingar.
Á fundi í Leirvík tann 8.
januar varð einmælt sam-
tykt at senda stjóranum fyri
IRF skrivligt mótmæli, har
víst verður á, at um upp-
sagnirnar verða framdar, so
má leiðsla standa við á-
byrgdini fyri teimum av-
leiðingum hetta fer at hava.
Hjálagt er orðingin av
nevnda
mótmælisskrivi,
sum eisini verður sent
nevndini
fyri
IRF
og
limakomununum.
Bæði Føroya Arbeiðara-
felag
og
arbeiðsfólkið
vóna, at nevndin og lima-
kommunurnar fara at taka
stig til, at nevndu uppsagnir
ikki verða framdar, tí hesar
ætlanir eru enn eitt dømi
um, at ein leiðsla ikki
megnar uppgávur sínar, og
so brúkar arbeiðsfólkið
sum syndabukk, og hetta
fer Føroya Arbeiðarafelag
ikki at góðtaka.
Tórshavn, 09. januar 2004
Føroya Arbeiðarafelag
Tann 8. januar 2004 var
fundur hildin í Leirvík, har
umboð fyri Føroya Arbeið-
arafelag, Leirvíkar Arbeið-
arafelag umframt arbeiðs-
fólkið, sum starvast hjá IRF
var møtt.
Evnið á fundinum var
ætlanin hjá leiðsluni fyri
IRF, at siga fólki út starvi
og umlegging av virksemi
felagsins.
Fundarluttakararnir stað-
festu:
• at ætlanin hjá leiðsluni
fyri IRF fer at økja mun-
andi um arbeiðsbyrðuna
hjá arbeiðsfólkinum, utt-
an at lønin fer at hækka
samsvarandi,
• at ógjørligt verður hjá ar-
beiðsfólkinum, at klára
arbeiðsuppgávurnar, sum
lagdar verða á tey, um
ætlaðu umlegginarnar og
uppsagnirnar
verða
framdar,
• at arbeiðsfólkið er samt
um, at nokta at átaka sær
øktu arbeiðsbyrðurnar, tí
tað er óforsvarligt at
áleggja fólkinum hesa
økta arbeiðsbyrðu,
• at
verandi arbeiðsbyrða
er ríkuliga stór sum er,
• at talið av fólkið í umsit-
ingini hjá IRF alsamt er
økt, og at uml. 12 fólk nú
starvast í umsitingini,
• at leiðslan kortini ikki
tykist
hava
kannað
møguleikan fyri spar-
ingum í umsitingini,
• at leiðslan fyri IRF ikki
tykist hava skilt tær av-
leiðingar, ætlaðu broyt-
ingarnar í arbeiðsgongd-
ina og uppsagnirnar fara
at føra við sær,
• at rættuliga vist er, at ætl-
aðu uppsagnir og um-
leggingarnar ikki fara at
geva nakrar sparingar,
men hinvegin helst fara
at økja rakstararútreiðsl-
ur felagsins.
Eisini staðfesti fundurin, at
um uppsagnirnar og um-
leggingarnar verða framdar
so verður avleiðingin:
• at
IRF ikki kann røkja
skyldur sínar mótvegis
kommununum,
• at ætlaðu umleggingarnar
fara at gera, at tænastu-
støðið hjá IRF alsamt fer
at lækka, hóast fólkatalið
í kommununum alsamt
økist,
• at posarnir, sum inn-
savnaðir verða, ikki rúm-
ast í bilinum,
• at rottangarnir fara at
standa fullir, og at talið
av áheitanum um akut-
tøming fer at økjast mun-
andi,
• at
veruligur ruðuleiki
verður í sambandi við
innsavningina.
Fundarluttakararnir vilja tí
við hesum harliga mót-
mæla
ætlaðu
uppsagn-
unum, og heita á Føroya
Arbeiðarafelag, um at taka
sær av málinum, og í hes-
um sambandi taka øll
neyðugt stig, fyri at forða
fyri at uppsagnirnar verða
framdar.
Avgjørt er, at handa stjór-
anum fyri IRF hetta mót-
mæli okkara, og vit gera
staðiliga vart við, at um
uppsagnirnar verða framd-
ar, so má leiðsla felagsins
standa við ábyrgdini fyri
teimum avleiðingum hetta
fer at hava, bæði fyri tæn-
astuna, mótvegis kommun-
unum og borgarunum, og
eisini fyri teimum tiltøkum,
sum Føroya Arbeiðarafelag
fer at seta í verk fyri at
tryggja limunum rættindi
teirra.
Leirvík, tann 8. januar
2004
Vegna Føroya
Arbeiðarafelag
Ingeborg Vinther
Vegna Arbeiðsfólkið
Avrit av hesari fundar-
frásøgn verður sent nevnd-
ini fyri IRF og øllum lima-
kommununum.
Nakað fyri jól lat ENJO-
Føroyar v. Tórhardu Blá-
hamar upp eini framsýn-
ingarhølir
við
kendu
eysturríksku ENJO-rein-
gerðingsamboðunum í
Niels Finsensgøtu 21 í
Havn.
Enjo vørurnar verða
gjørdar av "ENJO Inter-
national" í Eysturríki og
verða einans seldar av út-
búnum ráðgevum, sum
geva kundunum røttu
veg-leiðingina.
Enjo produktini kunnu
brúkast í øllum húsar-
haldinum, og høvuðs-
endamálið er fara væl við
umhvørvinum.
Alt hetta snýr seg í
høvuðsheitum um vaski-
klútar, ið eru gjørdir úr
serstøkum tægrum. Hetta
ger, at nýtslan av sápu og
øðrum kemikalium kann
minkast við 90 prosent-
um ella meira.
Sum fyritøka leggur
ENJO stóran dent á at
verja umhvørvið, og hava
tey eina fullfíggjaða rein-
gerðingsskipan,
sum
kann brúkast í húsar-
haldinum, á stovnum,
virkjum ella hvar tað skal
vera. Eisini til bilar og
bátar.
Framsýningarhølini
eru opin gerandisdagar
frá kl. 10 - 17.30 og leyg-
ardag frá 10 - 14. Eisini
ber til at ringja á telefon
314353 ella 226603.
Allir upplýsingar um
ENJO eru at finna á
heimasíðuni:
www.enjo.net
ENJO í miðbýnum
Arbeiðsmenn hjá IRF:
Hótta við uppsagnum
Føroya Arbeiðarafelag og arbeiðsfólkið
hjá IRF seta hart móti hørðum
Mótmælisskriv
Tórharda Bláhamar í framsýningarhølunum í Niels
Finsensgøtu. Tórharda er útbúgvin ENJO-ráðgevi
Mynd: Álvur Haraldsen
UTTAN ÚR HEIMI
Eingin meiriluti longur
Var val til danska Fólkatingið í dag, hevði stjórnin hjá
Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra mist
meirilutan.
Ein kanning, sum stovnurin Greens hevur gjørt fyri
blaðið Børsen, vísir, at teir báðir stjórnarflokkarnir og
stuðulsflokkur teirra, Danski Fólkaflokkurin, høvdu
fingið 86 tinglimir, var val nú. Andstøðan hevði haraft-
urímóti fyri 89 umboð í Fólkatingið. Tað merkir so eis-
ini, at tey fýra umboðini úr Føroyum og Grønlandi
kundu gjørt av, hvør skal skipa stjórn í Danmark.
Hetta er fyrstu ferð síðani fólkatingsvalið í 2001, at
formaðurin hjá Sosialdemokratunum, Mogens Lykke-
toft, kann rósa sær av at hava fleiri veljarar aftan fyri
seg sum forsætisráðharri enn sitandi forsætisráðharrin.
Tað gongur eisini væl hjá flokki hansara. Kanningin
gevur Sosialdemokratunum 31,1 prosent av atkvøðun-
um, meðan Vinstriflokkurin hjá Anders Fogh Rasmus-
sen fær 27,1 prosent. Hjá Sosialdemokratunum er talan
um tvey prosentstig í framgongd. Hjá Vinstra er talan
um fýra prosentstig í afturgongd.
Indiánar gera uppreistur
Fleiri túsund indiánar, sum eru vápnaðir við boga og
ørvi, hava tikið ræðið á nøkrum stórum bóndagørðum
har suðuri í Brasil.
Talsmaðurin hjá brasilsku indiánunum, Adao Irapi-
uta, sigur, at indiánarnir vilja hava sína egnu jørð at
dyrka. Hann vísir á, at stjórnin hjá Lula, forseta hevur
lovað indiánunum jørð, men at einki er hent enn. Indi-
ánarnir vísa á, at forfedrar teirra áttu hesa jørðina, men
at hon varð tikin frá teimum. Nú vilja eftirkomararnir
hava jørðina aftur.
Teir hvítu stórbøndurnir leggja indiánarnar undir harð-
skap. Teir siga, at indiánarnir hava dripið nógv húsdjór
hjá bøndrunum, og teir krevja, at løgreglan leggur uppí
og rekur indiánarnar burtur. Lula, forseti, sigur, at hann
heldur fast um ætlanina at geva indiánunum ein part av
brasilsku landbúnaðarjørðini. Hann hevur eisini lovað
teimum størri rættindi og betri sosial kor.
10.000 er nóg mikið
Í gjár kom álitið um, hvussu kommunurnar í Danmark
skulu skipast í framtíðini, og sum vænta mælti nevndin
til, at kommunur helst skulu hava í minsta lagi 30.000
fólk.
Men tað eru minni enn so øll, sum eru so fegin um
hugskotið, tí tað fer at gera, at nógv tær flestu komm-
unurnar í Danmark verða strikaðar av kortinum, tí tær
mugu leggjast saman við øðrum kommunum. Ein av
mótstøðumonnunum er formaðurin í danska komm-
unufelagnum, Eigil W. Rasmussen. Hann heldur, at tað
ber væl til at lækka minstamarkið til 10.000 fólk.
– Sjálvt um kommunurnar fáa fleiri uppgávur í fram-
tíðini innan eitt nú serundirvísing, heilsu og arbeiðs-
marknað, kann ein kommuna við 10.000 fólkum
megna uppgávurnar, sigur hann. Sjálvur er Eigil W.
Rasmussen borgarstjóri í jútsku kommununi Gedved.
Har búgva 10.070 fólk!
Madonna eftir Bush
Tann 45 ára gamla poppstjørnan Madonna hevur nú
lagt seg út í valstríðið upp undir amerikanska forseta-
valið í heyst.
Í einum brævi leggur Madonna eftir stjórnini hjá
George W. Bush, forseta. Hon heldur, at forsetin hevur
latið fleiri møguleikar at skapa frið í krígsherjaðum
økjum fara aftur við borðinum. Hon sigur eisini, at
yvirgangur ella Irak er ikki tann størsta hóttanin ímóti
USA. Tann størsta hóttanin er at hava eina stjórn, sum
mistekur seg, sum ikki er heiðurlig, og sum er full-
komiliga samvitskuleys, skrivar Madonna.
Sjálvur mælir hon amerikonsku veljarunum til at
velja demokratiska valevnið Wesley Clark til forseta í
heyst. Hon sigur, at fyrrverandi NATO-ovastin er mað-
urin, sum kann beina USA aftur á rætta kós.
– Tað er ikki nóg
mikið at senda eitt
ómannað far upp á
Mars. Vit skulu hava
fólk upp hagar, og vit
skulu hava eina støð
har, sigur George W.
Bush, forseti
RÚMDIN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í næstu viku fer George W.
Bush, forseti, at kunngera
eina nýggja amerikanska
rúmdarætlan. Hann hevur
gjørt av, at USA skal senda
fólk upp á gongustjørnuna
Mars, og at USA skal hava
eina støð har.
Tað er greitt, at ein slík
ætlan verður ikki framd í
bræði, og tí roknar forsetin
við, at tað fyrsta mannaða
amerikanska rúmdarfarið
kann seta seg á Mars um
eini tíggju ár.
Amerikanskir tænastu-
menn siga, at stjórnin ætlar
at seta ferð á amerikonsku
rúmdarkanningarnar, sum
hava verið fyri fleiri álvars-
somum bakkøstum í sein-
astuni. Eitt nú doyðu sjey
fólk í februar í fjør, tá ein
rúmdarferja
sprongdist,
beint áðrenn hon skuldi
seta seg.
Í hesum døgum fyrireikar
amerikanska kanningarfar-
ið "Spirit" seg til at kanna
skorpuna á Mars, og seinni
í mánaðinum lendir enn eitt
amerikanskt kanningarfar á
reyðu gongustjørnuni.
Amerikanarar skulu
upp á Mars
Nógv varð gjørt burturúr, tá
Elisabeth drotning fyrra-
dagin gav heimsins størsta
ferðamannaskipið navnið
"Quenn Mary 2". Skipið er
150.000 tons stórt. Tað tekur
2.600 ferðafólk, og mann-
ingin telur 1.250. Tað er
kenda enska reiðaríið
Cunard Line, sum eigur
"Queen Mary 2", ið hevur
kostað góðar seks milliardir
krónur at byggja. Á myndini
síggjast m. a. Elisabeth
drotning og skiparin á nýggja
skipinum, Ronald Warwick
Elisabeth doypti Mary
Flogfarið hevði skeivt
nummar
Illgruni er um, at
onkur hevði broytt
verksmiðjunummarið
á flogfarinum, sum
datt niður í Reyða
Havið jóladag.
FLOGVANLUKKA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Upplýsingar frá libanska
ríkisákæranum benda nú á,
at alt ruggaði ikki rætt við
flogfarinum, sum datt niður
í reyða Havið uttan fyri
høvuðsstaðin í Benin, Con-
tonu, jóladag.
Flogfarið
skuldi
úr
egyptiska býnum Sharm el
Sheik til Beirut í Libanon.
Ríkisákærin har, Adnan
Adoum, segði í gjár, at
verksmiðjunummarið, sum
stendur á einum av teimum
funnu vrakpettunum, er
ikki tað, sum skuldi staðið
á vanlukkuflogfarinum. Tí
er tað ikki óhugsandi, at
onkur hevur tikið nummar-
ið av einum øðrum flogfari
og sett tað á vanlukkuflog-
farið, fyri at tað skuldi fáa
loyvi at seta seg í Beirut,
segði hann.
Egyptiska felagið, sum
átti flogfarið, ber orð fyri at
fara lætt um trygdina, og av
tí sama sleppur felagið ikki
at flúgva í sveitsiskum
loftrúmi.
Vanlukkan
jóladag
kravdi 141 mannalív.
C
M
Y
K
17
16