Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 6 - 10. januar 2004 Nr. 6 - 10. januar 2004 19 L Ø G T I N G S VA L 0 4 Petur Karl av Rana Miðfllokkurin Suðuroyar valdømi Landbúnaður Skal kongsjørðin privatiserast? Nei tað skal hon ikki. Verður hon tað, eri eg bangin fyri, at útlendingar koma inn í føroyskan landbúnað. Sjálvsagt kunnu vit lóggeva á tí økinum, men tað er altíð hol í lóggávum, so mítt svar er greitt nei Landsjørðin ella rættari festini eiga at privatiserast tá festari fer frá og annar tekur við. Men við tað at landið í dag eigur jørðina, so má privatiseringin gerðast á ein hátt, sum tænir bæði landi, fólki og bónda. Tað skal ikki gerðast soleiðis, at tey festini, sum skylda mest fáa størstu fyrimunirnar. Heldur ikki eigur privati- serða jørðin at kunna nýtast til spekulati- ón hjá einstaka bóndanum. Bygningar, vinnutól og fenaður eiga at vera privat ogn hjá bóndanum, men føroyingar allir skulu sjálvandi eiga dalarnir og fjøllini. Hvussu nútímansgera vit føroyska landbúnaðin? Vit eiga í framtíðina at nýta vitanina meir. Vit mangla í dag, at ungir mans við høgari útbúgving innan landbúnaðin ráðgeva okkum á fleiri økjum. Her hugsi eg bæði um amboð og hvussu vit læra at dyrka jørðina á bestan hátt Ein væl skipa og lagalig privatisering av landsjørðini fer at menna landbúnaðin. Bóndurnir fara tá at virka sjálvstøðugt, og fyri at verða kappingarførðir vera teir noyddir at nútímansgera brúkið. Har tað fellur nátúrligt eiga garðar við landsjørð eisini at verða lagdir saman í størri eind- ir, sum kunnu kasta meir av sær til bóndan og samfelagið. Í hesum sam- bandi verður eisini neyðugt at umskipa og víðka Royndarstøðini í Kollafyri, so at hon kann verða við í nútímansgeringini m.a. við gransking, royndum og hósk- andi útbúgvingum til bóndurnar. Hvørja hugsan hevur tú um eginframleiðslu? Eg havi ein dreym um, at føroyingar gerast sjálvsforsýnandi við seyða-og neytakjøti, eins og vit eru tað av mjólk í dag. Tað týdningarmesta er, at vit fáa so stóra grasmongd sum gjørligt, tí tá letur tað seg gera at gerast sjálvforsýnandi við bæði neyta-og seyðakjøti. Við góðari tilrættarlegging ber eisini til at gerast sjálvforsýnandi við eggum og tí grøn- meti, vit kunnu dyrka í Føroyum Vit eiga at royna at framleiða føroyskar landbúnaðarvørður í so stóran mun sum gjørligt, bæði tá talan er um kjøt, mjólk, flogfena, egg og annað. Í dygd eru allar føroyskar landbúnaðarvørur kappingar- førar, og føroyska mjólkin og mjólkaúr- dráttir eiga so at siga allan heima- marknaðin. Men tá talan er um hinar, ikki serføroysku, vørðurnar vísur tað seg at vera trupult at kappast í prísi, tí nógv av stóru landbúnaðarlondunum lata jú nógvan studning til landbúna Bjørn Kalsø Sambandsflokkurin, Norðoya valdømi Hvat dámar tær betur - skerpikjøt ella ræst kjøt? Mær dámar betur skerpikjøt Mær dámar bæði ræst kjøt og skerpikjøt betur. Eg var óð við babba 12 ára gamla Kristina Strøm misti pápa sín fyri trimum árum síðani. – Onkuntíð so kundi eg verða óð við babba og Jesuspápa. Babba, tí hann var farin frá okkum, og Jesuspápa tí hann tók babba frá okkum, sigur Kristina. Í dag hevur hon tað gott, og heldur hon sjálv, at tað kemur av, at hon hevur gingið til sjálvhjálparbólk SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Kristina Strøm var bert níggju ára gomul tá pápi hennara, Martin Strøm, doyði. Hetta hendi stutt fyri jól í 2000, ein lítlan mánað aftaná, at Kristina hevði fylt níggju ár. Um kvøldið hevði fam- iljan verið og vitjað gubb- an. Kristina varð koyrd oman til ommu sína, og tað, sum hon síðani minnist er, tá hon vaknaði um morg- unin. – Mamma var ikki heima, tá eg vaknaði, og tá hon kom heim, so segði hon, at babba var deyður. Eg hevði tað ræðuliga, ræðuliga, ræðuliga ringt, sigur Kristina róliga. – Eg varð púra sjokerað. Eg minnist, at eg fór inn í kamarið og sovnaði so aftur. Fataði tað ikki Av tí at Kristina var so ung, tá hetta hendi, so minnist hon ikki alt so týðiliga. Nógv er gloppið burtur- ímillum, men enn er ym- iskt, sum stendur rimmar- fast í minninum hjá henni. – Mamma græt øgiliga illa. Um dagin fór eg so við mostir at keypa henni sovitablettir, tí hon kundi ikki sova. Kristina er púra rólig, meðan hon tosar um alt, sum hendi. Eyguni leita viðhvørt yvir á svørt/hvítu myndina av pápanum, sum stendur á skenkinum stutt frá. Hon fortelur, at hon fataði tað ikki tað, sum var hent í fyrstuni. Hetta komst av, at pápi hennara var útróðrarmaður, so hon helt, at hann bara var úti og fiskaði. – Tá babba skuldi til jarðar, so minnist eg, at mamma orkaði ikki at halda eyguni eftir mær, um eg vildi gráta, so ein kona, sum eitur Bjørg, sum eg havi gingið í dagrøkt hjá, tók sær av mær. Aftaná eina løtu í kapellinum, so fóru vit útum til alt var yvir- staðið, tí eg kláraði ikki meira, greiðir Kristina frá. Tað gingu eini tveir mánaðir áðrenn tað gekk upp fyri Kristinu, at pápi hennara var deyður. – Hann kom ikki heim- aftur. Eg helt, at hann var úti og sigldi, men so kom hann ikki heimaftur. Og tá fataði eg tað, at hann var vekk. Kristina minnist eisini, tá tey skuldu síggja pápan. – Vit sóu hann tríggjar ferðir. Fyrstu ferð eg sá hann, so vildi eg svíma. Tvær tær fyrru ferðirnar græt eg eisini, men triðju ferð græt eg onki serligt. Ringastu jólini Pápi Kristinu doyði tann 18. desember. Hon minnist aftur á jólini, sum tey ring- astu nakrantíð. – Eg hevði fyri fyrstu ferð keypt eina jólagávu til mammu og babba saman fyri mínar egnu pengar. Men tá hann so ikki var har meira, so gav eg ommu og abba gávuna, minnist Kristina. Hon minnist eisini, hvat tað var hon hevði keypt: – Tað vóru tveir vasar við ljósi og so var okkurt mynstur á eisini. Kristina var ikki við til nakað serligt tey jólini. Bara til at lata gávurnar upp. Nýttárið var heldur ikki eitt av teimum bestu. – Eg sat bara inni og hugdi í sjónvarp. Tað var ikki nakað serliga stuttligt. Orsakað av deyðanum hjá pápanum, so gjørdist Kristina eisini ógvuliga bangin um mammu sína. Tá mamman fór út, so mátti hon lova, hvat presis, hvat klokkan hon kom aftur. Um mamman so ikki var heima tá, so varð Kristina sann- førd um, at okkurt varð hent við mammuni. – Tað var tí, at eg var so bangin fyri at missa mammu eisini. Sjálvhjálparbólkur Fyri umleið hálvum ári síðani, byrjaði Kristina í einum sjálvhjálparbólki fyri børn, ið hava mist annað av foreldrunum. Og hetta hevur hjálpt henni ógvuliga væl, heldur hon sjálv. – Vit hava tosað um tað í bólkinum. Um hvussu vit hava upplivað tað. Sjálvt um øll hava upplivað tað ymiskt, so skilja øll har, hvussu tað kendist. Kristina er glað fyri at hava gingið í sjálvarbólk- inum. Hon vil viðmæla øll- um børnum, sum hava mist at ganga til sjálvhjálp. – Áðrenn eg byrjaði har, so toldi eg ikki, at nakar tosaði um babba. So vildi eg bara skifta evni. Men nú havi eg onki ímóti at tosa um tað. Hon greiðir frá, at vreiðin eisini ofta gekk útyvir børnini í flokkinum, tí hon kundi gerast øgiliga ill av og á. – Børnini í flokkinum hjá mær hava eisini sagt við læraran, at tey síggja mun á mær nú og áðrenn, sigur hon glað. Hon leggur aftur- at, at hon til tíðir kundi gerast heilt hysterisk inn á lærararnar eisini. Nú metir Kristina, at hon klárar at taka meira enn áðrenn. – Tað er løgið, hvussu sovorðið gongur útyvir alt annað, men tað ger tað bara. Men nú eri eg heldur ikki so bangin um mammu. Aftaná eg byrjaði við sjálvhjálparbólkinum, so er tað farið vekk. Sakni babba Nú eru tað góð trý ár síð- ani, at pápi Kristinu doyði. Men hon hugsar um hann, hvønn dag enn, men henni leingist ikki hvønn dag. – Tað kennist ikki løgið ongan pápa at hava longur. Eg havi ikki vant meg av við tað, men eg havi fatað tað, at babba ikki er her meira. Tá Kristina fer at leingj- ast, so sigur hon tað fyri mammu síni og so tosa tær um tað. Viðhvørt ganga nakrir dagar, áðrenn hon kemur fyri seg aftur, men sum oftast so gongur tað ikki so long tíð. – Tá okkurt tiltak var í býnum, so plagdi eg at fara í býin við babba. Nú er tað við vinum ella við mammu, so um eg síggi onkra gentu við sínum pápa, so hugsi um babba og fari at leingj- ast eftir honum, sigur Krist- ina. Desember er mánaðurin, Kristinu leingist mest. Og hon ivast ikki í, at tað er tí, at pápi hennara doyði í des- ember. Ringast er 18. des- ember og dagarnir aftaná tað. – Viðhvørt so bleiv eg eisini óð við Jesuspápa og babba. Við Jesuspápa, tí hann hevði tikið babba frá okkum, og við babba, tí hann var rýmdur. Men tað er meira sjáldan nú. Eg blívi onkuntíð ill, men tað er ikki so ofta longur. Kristina er nú liðug við at ganga til sjálvhjálparbólk. Og hon hevur verið ógvu- liga glað fyri tíðina har, sum hevur hjálpt henni ómetaliga væl. Kristina sigur, at hon hevði væl kunnað hugsað sær, at hildið fram. – Men eg vil heldur lata onnur børn, sum hava meira brúk fyri tí enn eg, fara fyrst, sigur hon at enda. Kristina Strøm misti pápa sín, tá hon var 9 ára gomul. Í dag er hon 12 ár. Hon hevur gingið til sjálvhjálparbólk fyri børn, sum hava mist foreldur. Sjálv sigur hon, at tað hevur hjálpt ómetaliga væl Mynd: Jens Kr. Vang Kristina saman við hundinum Scotty og kettuni Fíu. – Tað kennist ikki løgið ongan pápa at hava longu. Eg havi ikki vant meg av við tað, men eg havi fatað, at babba ikki er her meira, sigur hon Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 19 18