Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Bogi Eliasen, samfelagsfrøðingur: Okkum tørvar eitt betri samfelagskjak Samfelagsfrøðingur- in, Bogi Eliasen, bjóðar seg fram gera sítt íkast til, at støðið á politiska kjakinum verður so høgt sum gjørligt. Bogi brennir fyri at gerast politisk- ur viðmerkjari og hann kennir á sær, at hann kann geva før- oyska samfelagnum nakað á hesum økin- um NÝGGJUR VIÐMERKJARI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Jógvan Mørkøre og Jó- annes Hansen. Tvey kend nøvn, sum seinastu mongu árini hava verið fastir fúsir viðmerkjarar í samfelags- viðurskiftum. Løgtingsval- ið 20. januar verður neyvan nakað undantak, og teir báðir fara óivað aftur at gera sítt til, at valkvøldið verður so spennandi og áhugavert hjá lesarum, hyggjarum og lurtarum sum gjørligt. Uttan at taka nakað frá stóra arbeiðinum hjá Jógv- ani og Jóannesi seinastu mongu árini, so hava serliga fjølmiðlarnir sett ynski fram um at fáa fleiri viðmerkjarar til at gera sítt íkast til politiska kjakið í Føroyum, so kjakið verður so fjøltáttað sum gjørligt Ein gjøgnumgangandi trupulleiki á hesum øki er, at stórur partur av útbúnu samfelagsfrøðingunum ar- beiða í miðfyrisitingin í dag, og siðvenjan í miðfyri- sitingini er, at embætisfólk siga so lítið í fjølmiðlunum sum gjørligt um politisk viðurskifti. Ein annar trupulleiki er, at nógvir av samfelagsfrøð- ingunum í Føroyum eru at síggja í politiskum flokk- unum. Leikluturin sum pol- itiskur viðmerkjari útihýsir tá sær sjálvum, tí viðmerkj- ararnir kunnu jú ikki við- gera seg sjálvar. Í londun- um rundan um okkum eru politisku viðmerkjarar ein týðandi partur av fólka- ræðnum, men í Føroyum trýtir tað við slíkum fólki. Havnarmaðurin og nýút- búni samfelagsfrøðingurin, Bogi Eliasen, ætlar at taka av ynskinum frá fjølmiðl- unum um fleiri viðmerkjar- ar, og bjóðar seg nú fram at gera viðmerkingar til ymisk samfelagsviðurskifti. Kom- andi tíðina fer Bogi Eliasen at hugleiða um ymisk pol- itisk viðurskifti undir teig- inum, Tinghellan, í Sosial- inum Kennir ábyrgd Bogi Eliasen er nýútbúgvin samfelagsfrøðingur frá lærda háskúlanum í Århus. Hóast siðvenjan er, at sam- felagsfrøðingar leita sær starv í miðfyrisitingini ella í privata vinnulívinum, so er hetta ikki einasti møgu- leikin í huganum hjá Boga í løtuni. Hann vil royna seg sum viðmerkjara og dylir ikki fyri, at hetta er er eitt hjartamál hjá sær. Hann heldur ikki, at tað er ein mótsetningur at ar- beiða í miðfyrisitingini og samstundis gera fakligar viðmerkingar og metingar um samfelagið, men tað krevur hógv, soleiðis at partapolitiskar áhugamál ikki sníkja seg í viðgerðina og at viðmerkingar ikki einans verða gjørdar fyri at tæna tí stovninum ein ar- beiðir fyri. Júst hetta kundi verið við til at loyst trupul- leikan við at ov fáir við- merkjarar eru, og harvið kunna lyft kjakið upp á eitt hægri støði. Men tað krevur greiðar reglur, soleiðis at trúvirðið ikki fer. T.d. átti einki at verið í vegin fyri, at ein samfelagsfrøðingur í mið- fyrisitingini luttekur á jøvnum føti í tí breiða al- menna kjakinum, um við- komandi ikki kemur ná- greiniliga inna á øki, sum viðkomandi persónur ar- beiðir við dagliga. – Eg kenni eina ávísa ábyrgd á hesum økinum. Eg havi fingið bæði fólka- og studentaskúlan í Føroy- um, og nú, eftir lokna út- búgving, vil eg geva nakað aftur. Eg føli eisini á mær, at eg kann geva nakað og tí velji eg at bjóða meg fram, greiðir Bogi Eliasen frá. Hann leggur dent á, at hann hevur ongar ætlanir um at sjálvnevna seg sum ein serfrøðing á øllum økj- um. Høvuðsuppgávan hjá einum viðmerkjara er at elva til kjak um ymisk evni og ikki gera seg til serfrøð- ing á teimum ymisku økj- unum, vísir hann á Bogi ætlar at leggja dent á, at fakligi málburðurin víkir fyri gerandismálburð- inum, tí sum hann málber seg, so er eingin orsøk at skriva nakað sum fólk ikki skilja. Setrið trýst Spurdur, um hvørjar orsøk- irnar eru til, at tað er so torført at finna fólk at gera viðmerkingar til týðandi samfelagslig mál í Føroy- um, svarar Bogi, at eitt svar liggur í støddini av før- oyska samfelagnum. Hann heldur, at føroyingar kunnu ikki sammeta seg við eitt Danmark á hesum øki, tí føroyska samfelagið er minni í vævi, og tí eiga vit at finna okkara egnu skip- anir á økinum. – Næsti trupulleikin ligg- ur í, at Fróðskaparsetrið er ov veikt og ov tengt at aktu- ella løgtingsviljanum til fígging. Tí hevur Setrið eitt politiskt trýst liggjandi á sær, í mun til sín kritiska eygleiðarlut. Harumframt er samfelagsdeildin á Setr- inum alt ov lítil til at hava henda leiklut einsamøll. Fyri samfelagskjakið sum heild, hevði tað verið ser- stakliga gott við einum sterkari Fróðskaparsetri, men tað krevur fígging, greiðir Bogi frá. Hann heldur, at breiðar politiskar langtíðarsemjur høvdu betra munandi um støðuna. Hinvegin er tað kanska ov nógv at krevja av Løgtinginum, at tað skal fíggja ein stovn, sum skal eygleiða tað. Fróðskapar- setrið átti at verið til at ment kjakið í Føroyum, men stovnurin er møguliga bangin fyri at taka kjak upp um politisk evni, tí so kann fíggingin vera í vanda. Hann vísir á, at Jógvan Mørkøre hevur verið nógv frammi sum viðmerkjari, men tað hevur kanska held- ur verið tí, at hann sjálvur hevur mett tað verið neyð- ugt, heldur enn at tað hevur verið ein tilætlaður leiklut- ur frá Fróðskaparsetrinum. Bogi heldur annars, at støðið á teimum viðmerkj- arum, sum eru í dag, er høgt. Hann fýlist kortini á støðið í føroysku fjølmiðl- unum. Bogi sigur, at fjøl- miðlarnir í Føroyum áttu at raðfest øðrvísi, og sett meira tíð av til "research". – Eg kann nevna eitt nú tíðindablaðið Jyllandspost- in, sum setir fast tveir sam- felagslesandi at gera bak- grundsarbeiði fyri journarl- istarnir. Tað verður sjálv- sagt altíð ein spurningurin um raðfesting hjá tíðinda- leiðarunum, men vit mugu hava fyri eyga, at fjølmiðl- arnir hava í dag ein ómeta- liga stóran týdning fyri hvørjum støði samfelags- liga kjakið er á, sigur Bogi Eliasen Nøkur aðalmál Bogi Eliasen hevur royndir sum viðmerkjari á øðrum bløðum, men komandi tíð- ina verður tað Sosialurin, ið fer at gera dælt av hansara evnum. Bogi ætlar serliga at leggja seg eftir at viðgera politisku skipanina í Før- oyum. Her verður serliga hugs- að um trupulleikar, sum eru millum løgtingið og fyrisit- ingina í dag. Bogi hevur ei- sini sett sær fyri at viðgera føroyska valskipanina og valdømini í síni heild. Hann er av teirri áskoðan, at neyðugt er at umskipa val- dømini, so tey koma at hóska til kommunubygnað- in í landinum, ella umhugsa at gera Føroyar til eitt val- dømi, sum eina avleiðing av hesum broytingum. Bogi sigur at enda, at viðurskiftini við ES og utt- anríiksmál í síni heild er eisini eitt av hansara hjarta- málum. Í komandi Ting- hellum ætlar hann at nema við viðurskiftini millum Føroyar og ES. Hann held- ur, at ov lítið verður kjakast føroysku støðuna til ES, og ikki minst nú, tá ES stendur fyri umfatandi bygnaðar- broytingum. NÝGGJUR VIÐMERKJARI: Nýútbúni samfelagsfrøðingurin, Bogi Eliasen, vil gera sítt íkast til, at støðið á politiska kjakinum í Føroyum verður so høgt sum gjørligt. Komandi tíðina fer Bogi at hugleiða um politisk viðurskifti undir teiginum, Tinghellan, í Sosialinum Mynd: Jens Kristian Vang Eitt styrkt Løgting TINGHELLAN/- KRONIKKUR Bogi Eliasen, cand.scient.- pol/samfelagsfrøðingur Í hesum døgum fer valstríð- ið at harðna. Valstríðið um hvør skal sita á løgtingi og umboða Føroya Fólk kom- andi valskeið, sum í mesta lagi er fýra ár. Vit hava eina frælsa demokratiska skipan, og tí hava vit eitt frælst val, har øll valbær kunna bjóða seg fram í flokki ella sum ein- staklingur. Demokratiskar skipanir í okkara parti av heiminum verða ofta sagdar at vera trýbýttar eftir læru Montesquieus í ávíkavist lóggevandi, útinnandi og dømandi valdi, sum skula verða javnmett og leys hvør av øðrum, og soleiðis halda hvørjum øðrum í oyrunum. Henda meginregla er ideal- istisk og kanska ógjørlig at seta í verk, men kann verða sett sum mál. Hjá okkum ber ikki til enn at hugsað í tríbýti, tí tann dømandi part- urin, ikki enn íð hvussu so er er føroyskt málsøki. Men vit hava tað útinn- andi og lóggevandi valdið á yvirtiknum málsøkjum. Her, sum í okkara granna- londm sæst, at lóggevandi og útinnandi valdið politiskt eru tætt knýtt hvørt at øðr- um. Tað er vanligt, at topp- arnir í samgonguflokkunum fara í stjórnina, sum er tað útinnandi valdið. Soleiðis eru flokkarnir umboðaðir, bæði í útinnandi og lóggev- andi valdinum, og verður tingsamgongan og stjórnin, sum situr á útinnnandi vald- inum, tæt knýtt. Stjórnin hevur miðfyrisitingina Um okkara leiðir er vanligt, at miðfyrisitingin tænir stjórnini, tað vil siga at ráðharrar eru politisku leið- ararnir. Her verður somu- leiðis roknað við, at mið- fyrisitingin vísir ráharr- unum álit ella loyalitet, tvs. at tað ikki verður arbeitt ímóti ráðharrunum. At hetta ikki er bara sum at siga tað, sæst m.a. í Onglandi og USA, har allur toppurin av umsitingini verður skiftur út aftaná val/stjórnaskifti, so- leiðis at samgongan veit, at har sita fólk við loyaliteti. Løgtingið hevur einki Aðrastaðni er vanligt, at lóggevandi tingið hevur serkunnleika bygdan inn í skipanina. T.d. í Danmark fær ein fólkatingslimur pening til at seta hjálpar- fólk til tingarbeiðið. Har- afturat hevur Fólkatingið eina hjálpandi fyrisiting. Her standa vit á berum í Løgtinginum. Løgtings- skrivstovan er sera lítil og fáment, og hevur als ikki orku til at hjálpa øllum løg- tingslimunum at tilevna lógaruppskot, gera lang- tíðarætlanir o.s.fr. og tað er ein veikleiki í okkara fólka- ræði. Stýrisskipanarlógin letur upp møguleikan fyri minnilutastjórnum, men ein minnilutastjórn krevur, at andstøðan hevur orku til at arbeiða og tilevna lógar- uppskot og ætlanir, sum kunnu bjóða landsstýrinum og miðfyrisitingini av. Tað er ikki støðan í dag. Principielt kann andstøð- an brúka miðfyrisitingina, men tað elvir til fleiri trup- ulleikar. T.d. hevur miðfyri- singin ikki óavmarkaðar miðlar, og tí skulu uppgáv- urnar raðfestast. Um ein fyrispurningur t.d. er frá andstøðupolitikkara um at tilevna eitthvørt lógarupp- skot og Landsstýrismaðurin samstundis skal hava eitt lógaruppskot gjørt liðugt, hvat verður so hægri rað- fest? Tað er ikki nakar ivi um, at landstýrismaðurin stendur fyrst. Og tað er eisini í lagi. Og hvat um miðfyrisitingin samstundis skal tilevna eitt uppskot fyri landsstýrismannin og eitt mótuppskot fyri andstøð- una, er tað ikki trupult? Check and Balances í amerikonskum anda. Løgtingið og Landstýrið skulu eisini helst verða principielt atskild, og ansa hvør øðrum. Tí skulu tey eisini hava hvør sín ser- kunnleika. Í einari liberal demokratiskari check and balances, (tað merkir at stovnarnir kanna og javn- viga hvønn annan) hugsan, sum m.a. hevur røtur í Grundlógini í USA, skulu politisku stovnarnir halda skil hvør á øðrum. Tað ber ikki til, um miðfyrisitingin skal tæna báðum pørtum. Løgtingið skal hava meira serkunleika, finst hann? Hjá okkum er ein trupulleiki, at vit hava avmarkað fólk til taks. Hava vit fólk til eitt styrkt Løgting, og hvussu skal Løgtingið skipast? Ein máti er, at hvør løg- tingslimur fær fígging til at seta t.d. eitt heilt ella hálvt ársverk aftrat sær. Soleiðis fær løgtingslimurin loyala hjálp til tingarbeiði sítt, og velur sjálvur hvør skal set- ast. Størru flokkarnir kunnu soleiðis gera sekretariatir, um teir savna hesi fólk. Harvið verða flokkarnir eis- ini styrktir, soleiðis at teir kunnu arbeiða meira støð- ugt og proffesionelt við langtíðarætlanum, eisini ímillum val. Til ber eisini at økja um umsitingina í løgtinginum, soleiðis at tað verður eitt felags sekretariat, sum skal hjálpa tinglimunum. Her fæst kanska ein størri fak- kunnleiki, men loyaliteturin millum tann einstaka polit- ikaran og hjálparfólkini, verður ikki sum í fyrra mát- anum. Flokkarnir í sjálvum sær verða ikki styrktir og tað gevur ikki møguleikan at sita og evna langtíðarætl- anir saman við einum ella fleiri floksloyalum hjálpar- fólkum. Har afturat kann umhugsast, um flokkarnir skulu beinleiðis tillutast størri fíggjarliga orku, fyri at styrkja um flokkarnar, óheft av beinleiðis løgtings- arbeiði. Langtíðarætlanir Ofta verður havt á lofti, at kompromisir og breiðar langtíðarætlanir ikki verða gjørdar í føroyskum polit- ikki, tí eitt nú í Danmark er vanligt at hava breiðar politiskar semjur um stór mál, soleiðis at alt ikki skal broytast, hvørja fer ein nýggj stjórn kemur framat. Okkara flokkar hava slett ikki kapasitet at arbeiða við tílíkum ætlanum, og and- støðan ella løgtingið, sum heild, hevur heldur ikki orku at koma við alternativ- um lógaruppskotum í mun til tað, sum kemur frá Landsstýrinum. Um vit í Føroyum ynskja eina professionella politiska skipan, sum kann saman- berast við okkara granna- lond, krevur tað at løgtingið og flokkarnir verða styrkt munandi. Sjálvandi kostar tað at styrkja løgtingið, men spurningurin er, um tann peningurin ikki verður skjótt afturvunnin, tí at pol- itiska skipanin gerst betri og meira seriøs. Mín meting er, at verandi skipan ger, at vit ikki koma uppá eitt støði har breiðar semjur, langtíðar- ætlanir og minnilutastjórnir koma upp á tal, tí at Lands- stýrið er alt ov sterkt í mun til Løgtingið. Harvið fer bæði løgtingsins eftirlits- partur og tann reelli møgu- leikin fyri mótspæli frá and- støðuni, fyri skeyti. Tað kann leggjast aftrat, at ynskja vit eitt nýmótans vælferðarsamfelag, mugu vit gjalda tað tað kostar at hava eina professionella politiska skipan. Hetta at ganga og siga, at okkara politikarar eru serstakliga býttir og fámentir, førir ikki til nakra loysn og gevur heldur ikki tí einstaka pol- itikaranum, sum vil, møgu- leikan at arbeiða. Vit hava nakrar sera álv- arsamar bygnaðartrupul- leikar og teir skula loysast, um politikkurin skal pro- fessionaliserast. Okkara politikkarar eru ikki í miðal býttari enn aðrastaðni, men okkara skipan er ikki nóg góð. Um støðan veruliga er tann, at okkara politikkarar eru býttari enn aðrastaðni, so má spurningurin verða, hví fáa vit ikki betri fólk inn í politikk? Tinghellan – kjakforum í Sosialinum Politiska kjakið er nú í hæddini. Upp undir val er politiska kjakið í Føroyum sera virkið við val- sendingum, greinum og fundum. Men enn er tørvur á einum kvalifiseraðum kjaki ímillum val og ímillum onnur enn politisk valevni. Sosialurin hevur fyrr roynt Tinghelluna sum eitt forum fyri samfelagsligt kjak og viðmerkingar frá fólki við sakkunnleika og lívsroyndum. Tað vísir seg tíverri trupult at fáa skipað fyri hesum. Nú Tinghellan á Tinganesi skal mannast av nýggjum við kvinnum og monnum, ið vilja gera sítt besta at stýra landinum, fer Sosialurin at gera sítt besta at manna ta fakligu og kjakligu Tinghelluna. Hesuferð er tað Bogi Eliassen, samfelagsfrøðingur, sum leggur fyri við eini grein um valdið hjá løgtinginum. Hann fer eisini í komandi Tinghellum at skriva aðrar greinar. Kári á Rógvi, ið fyrr hevur staðið á helluni, fer eisini at siga sítt, umframt vónandi onnur. Týsdagin fara vit at kunngera størstu valkanning nakrantíð, og hon verður grundarlag undir fleiri analysum. Jóannes Hansen og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingar, standa fyri hesum eygleiðingum. Málið hjá Sosialinum er at skapa uppaftur betri karmar fyri kjakinum í Føroyum við rúmi fyri analysum, kronikkum og klummum. Ella við vanligum orðum skilagóðum og upplýsandi kjaki og greiningum frá fólki, sum vita, hvat tey tosa um. Vit vóna, at fólk, sum vilja vera við at manna Tinghelluna í framtíðini, eisini gera vart við seg. Tað krevst sjálvsagt vit og skil og idelalisma, og betri pengar eru helst at tjena við at skriva innanhýsis upprit, men føroyska samfelagið tørvar í hægstu grad, at dugnalig fólk geva okkum at dugnandi kjak. Sosialurin vónar, at hetta valskeiðið, sum kemur, fer at fáa ágóðan av einum mentum debattforummi, ið byrjar við hesi Tinghelluni hjá Boga um tað skjótt nývalda tingið. Sosialurin 20 Nr. 6 - 10. januar 2004 Nr. 6 - 10. januar 2004 21 C M Y K 21 20