leygardagur 10. januar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 10. januar 2004
23
Tað verður strævið
Longu fyrsta umfarið
verður satt hond-
bóltsbrak í Vest-
manna, tá VB og VÍF
fara at gera av, hvør
longu nú skal detta
enn longur aftur um
Stjørnuna
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá sæð verður burtur frá
landsdystinum hjá monn-
unum móti Noreg, so er
einki at ivast í, hvør stór-
dysturin hetta vikuskiftið
er.
Longu fyrsta umfarið í
endaspælinum bresta tey
bæði bestu liðini frá sein-
asta kappingarárið saman,
og tó at hvørki teirra í løt-
uni er oddalið, so er dystur-
in ikki minni týdningar-
mikil hesaferð.
Sum støðan er á stiga-
talvuni í løtuni, so er tað
Stjørnan, sum hevur fyri-
munin frá fyrsta bríksli, og
fyri taparin av hesum dyst-
inum man tað fara at kenn-
ast sera tungt, um frástøðan
longu nú skal økjast upp í
fýra ella fimm stig.
Tað fær tó ikki verið
annað enn merkisvert, at
kappingin er løgd soleiðis
til rættis, at tvey av liðun-
um, sum undan kappingini
vórðu roknaðir sum gull-
kandidatar, skulu hittast
somikið tíðliga í kapping-
ini. Sjálvandi skulu øll lið-
ini spæla tvær ferðir móti
hvørjum øðrum, men fyri
spenningin hevði ivaleyst
verið best, um tað kundi
verið lagt soleiðis til rættis,
at bestu liðini tornaðu sam-
an í nøkrum veruligum
oddabrestum seinastu um-
førini.
Slíkar tankar hava tó
hvørki VB ella VÍF ráð til
at hugsa um vikuskiftið.
Har ræður snøgt sagt um at
vinna dystin!
Neistin liggur framvið
Og einki er at ivast í, at hini
bæði liðini, sum eisini dyst-
ast í oddinum, fara at fáa
fult í sínum uppgerðum um
vikuskiftið.
Stjørnan, sum tykist vera
í ferð við at skræða seg frá
hinum, skal sunnudagin á
vitjan á Skála. Tilsvarandi
dysturin í grundspælinum
endaði við javnleiki, men
síðani tá er tó nógv vatn
runnið í ánni, og bæði í
stryki og á stigatalvuni
hava bæði liðini eisini førka
seg í hvør sína ætt síðani tá.
Neistin var fyri stóran
part av grundspælinum í
einum slag av ongamanna-
landi, men við einum góð-
um spurti – og sigri í Vági
– eydnaðist teimum tó at
ota seg heilt upp móti odd-
inum, og tað kann so ikki
roknast við, at tær fara at
oyðileggja sær hesa støð-
una sunnudagin. Tá er tað
Søljan, sum er mótstøðu-
liðið, og tó at vágakvinnur-
nar fingu eitt kærkomið
stig á Skála seinasta vikus-
kiftið, so kann neyvan
roknast við, at tær fara at
gera tær stóru skreytirnar
hesaferð.
Halgir Dahl-Olesen
heldur ikki, at nor-
menn vóru serliga væl
nøgdir um avrikið
seinast, og tí kann tað
verða, at teir fara at
seta leikferðina væl
upp leygardagin
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Liðformaður hjá føroyska
landsliðnum í Noreg var
sum kunnugt Halgir Dahl-
Olesen, og tað er so ein
leiklutur, sum hann ikki er
so heilt óvanur við.
Ikki tí, teir báðar seinastu
dystirnar á Letlands-ferðini
var Halgir eisini liðskipari,
tá Ingi Olsen hevði fingið
ein skaða at dragast við,
men eitt eru teir dystirnir,
sum vóru á teirri ferðini.
Nakað annað er, tá mót-
støðumenninir
teljast
millum teir bestu í heim-
inum, og sjálvur heldur
hoyvíkingurin eisini, at
hetta var ein stór uppliving.
– Sjálvt um tað altíð er
ein uppliving at vera lið-
skipari, so sigur tað seg
sjálvt, at tað er munur á.
Tað er so ikki á hvørjum
degi, at tú kanst standa
saman við Glen Solberg úr
Barcelona og velja bólt, og
hjá mær ráddi bara um at
njóta hetta.
Nakað annað, sum Halgir
heldur ikki er so vanur við,
er at skula spæla sum spæl-
skipari. Ein leiklutur, sum
hann annars kom sera væl
frá í Noreg, men sjálvur
dylir hann ikki fyri, at hetta
hjá sær er ein stór um-
stilling.
– Tá eg spæli á bakkin-
um, soleiðis sum eg eisini
geri í H71, so skal eg fyri
tað mesta bara hugsa um,
hvussu eg komi til skot. Nú
skuldi eg hugsa um at skipa
spælið og syrgja fyri, at
avtalur verða hildnar, so tað
var nakað heilt øðrvísi,
heldur Halgir.
Um dystin annars heldur
Halgir, at liðið stríddist sera
væl. Eisini hóast tað í
seinna hálvleiki var ófatu-
liga tungt at vera við.
– Tá tú ert aftan fyri við
somikið nógvum málum,
so er tað altíð tungt at toga
seg sjálvan uppaftur. Men
vit royndu alt tað, sum vit
kundu, og sjálvt um tað
kanska verður enn tyngri
leygardagin, nú vit hava
tveir somikið tættar dystir,
so góvu vit alt, sum vit
høvdu í okkum.
Bakkarnir avgerandi
Hóast normenn eftir dystin
mikukvøldið tóktist lata
væl at egna avrikinum, so
ivast Halgir Dahl Olesen tó
í, um teir nú kortini vóru so
nøgdir. Og tað roknar hann
við, kann fáa týdning fyri
dystin nú leygardagin.
– Tað er einki at ivast í, at
leikararnir
hjá
teimum
høvdu roknað við einum
størri sigri enn tey 12
málini, sum vóru á muni
mikudagin, og sjálvur haldi
eg í øllum førum, at teir
undirmettu
okkum
eitt
sindur. Tað gjørdi so tað, at
teir ongan helst tóku nakað
lætt upp á uppgávuna, og tá
so er, so er tað ótrúliga
ringt at fáa ferðina uppaft-
ur. Vit bóru eisini alla tíðina
ótta fyri, at teir fóru at seta
meira á mikudagin, men
tíbetur hendi tað ikki, tí
sum var, so var tað ríkiliga
høg ferð til okkum.
– Men hetta kann við-
føra, at tað fer at verða
uppaftur truplari hjá okkum
leygardagin. Eg rokni í
øllum førum við, at spælar-
arnir nú fara at leggja meira
fyri, og so mugu vit bara
stríðast ímóti.
Hvussu ætla tit so at gera
tað?
– Enn hava vit so ikki
fingið nakað upplegg til
dystin, so eg fái ikki sagt
nakað um spæliætlanina.
Men sjálvur haldi eg, at vit
sleppa nokk so væl frá
bakk-plássunum, har teir
nokk ikki roknaðu við, at
vit vóru somikið væl fyri.
Sveinur og Sámal skjóta jú
ótrúliga væl, og sleppa teir
inn um tríggja-meturin, so
beri eg ongan ótta fyri, at
vit ikki skora eins nógv
sum mikudagin. Hinvegin
kann tað verða sera tungt,
um teir fara at verja meira
offensivt, soleiðis sum teir
gjørdu í seinna hálvleiki.
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
0
0
-
0
-
0
300
225
75
11
2 VÍF
0
0
-
0
-
0
304
255
49
9
3 VB
0
0
-
0
-
0
309
236
73
8
4 Neistin
0
0
-
0
-
0
316
272
44
8
5 StÍF
0
0
-
0
-
0
272
314
-42
5
6 Søljan
0
0
-
0
-
0
221
295
-74
2
7 Kyndil
0
0
-
0
-
0
192
317
-125
1
- Tað er so ikki á hvørjum
degi, at tú kanst standa
saman við Glen Solberg úr
Barcelona og velja bólt, og
hjá mær ráddi bara um at
njóta hetta, heldur Halgir
Brak í Vestmanna
Higartil hetta kappingarárið
hevur VB vunnið greitt í
innanhýsis uppgerðunum
móti VÍF
23
Nr. 6 • leygardagur • 10. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Ingi væntandi við
Líkt er til, at spæl-
skiparin er komin
somikið væl fyri seg,
at hann verður førur
fyri at taka lut í dyst-
inum leygardagin
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Jú, eg haldi tað gongur
rætta vegin. Eg havi vant í
kvøld, og sjálvt um eg ikki
koyrdi 100% á, so haldi –
og vóni eg – at eg nú eri
somikið frægur, at eg fái
verið við leygardagin.
Tað eru upplyftandi boð-
ini, sum Ingi Olsen hevði at
bera, tá vit hóskvøldið
ringdu til hansara at vita,
hvørt hann nú er komin
somikið fyri seg eftir
skaðasteðgin, at hann verð-
ur tøkur hjá landsliðnum,
nú seinni dysturin móti
norska landsliðnum stendur
fyri framman.
Skaðin gjørdi, at Ingi als
ikki var við í hópinum, sum
fór til Noregs, men sjálvur
heldur leikarin, at tað var
rætta avgerðin at verða eftir
í Føroyum.
– Nú havi eg fingið
viðgerð fyri skaðan hvønn
dag, og sjálvt um eg kanska
eisini hevði fingið tað á
ferðini, so vildi tað ikki
verið rætt, um eg skuldi
nýtt tíðina hjá fysiotera-
peutinum á ferðini. Tá eru
tað leikararnir, sum skulu
spæla, sum standa fremst í
røðini. Og hartil eru eisini
onnur geramál á skránni í
løtuni, sigur hann flennandi
og sipar helst til valstríðið,
har Ingi jú er ein av
teimum, sum hevur ætlanir
um at sleppa inn á ting.
Errin av liðnum
At sita heima og hyggja at,
meðan føroyska hondbólts-
landsliðið roynir seg í al-
tjóða dysti, man í øllum
førum vera ein nýggj upp-
living hjá Inga, men hóast
hetta helst mundi kennast
eitt sindur hugstoytt, so
tykist hann á ongan hátt
lata seg merkja av hesum.
– Eg má siga akkurát sum
er, at eg var stoltur av leik-
arunum. Høvdu vit kunna
valt áðrenn dystin, so
høvdu vit fegnir vilja selt
hann fyri 12 mál, so úrslita-
liga var hatta sera flott av
leikarunum. Og hóast eg
ikki var við, so var eg eisini
errin av, at hava verið ein
partur av tí landsliðnum,
sum nú er bygt upp.
– Og eg haldi eisini, at
normenn vóru eitt sindur
skakkir um, at teir hóast alt
fingið somikið frægt av
mótstøðu. Ikki minst haldi
eg, at skotsterku bakkarnir
hjá okkum órógvaðu teir
nógv, og tað var eisini sjón-
ligt í seinna hálvleiki, har
teir regulert fara út í mans-
verju av Sámali. Tað hevði
eg so í øllum førum ikki
vænta fór at henda.
Sjálvandi kann tað eisini
hjá slíkum spælarum vera
tungt at seta seg upp, tá
talan er um mótstøðu frá
slíkum pinkulingum, sum
vit jú eru. Men hinvegin er
her talan um leikarar, sum
spæla í eitt nú Flensburg og
Barcelona, og tá burdi talan
verið um eitt sera høgt
botn-niveau, men tíbetur
var tað ikki so høgt, sum
fryktandi var fyri.
Einastandandi
møguleiki
Tá tosið fellir inn á dystin
nú leygardagin, so er Ingi
eitt sindur í iva um, hvussu
hesin fer at spæla av. Men
spenningurin í røddini, er
tó ikki at fara skeivur av.
– Fyrst og fremst, so er
sjálvandi umráðandi, at vit
spæla upp til okkara besta.
Vit skulu spæla eins skila-
gott, sum liðið gjørdi tað í
Noreg, og so er at vóna, at
orkan aftur er til at koyra á
alla tíðina. Sjálvandi verður
neyðugt við útskiftingum,
tí eingin av okkara monn-
um hevur nakran møgu-
leika fyri at standa seg í 60
minuttir móti hasum monn-
unum.
– Spurningurin er so
sjálvandi eisini, hvussu
nógv normenn leggja fyri.
Onkur hevur nevnt, at teir
kunnu fáa tørv á einum
góðum málmuni, men tað
haldi eg vera tvætl. Teir vita
fullvæl, at vinna teir ikki á
Rumenia, so kann tað gera
tað sama allíkavæl. Hinveg-
in kann eisini vera, at
menninir nú vilja sleppa úr
skugganum á kvinnunum,
sum jú hava verið tað stóra
innan hondbóltin í Noreg,
so tað kann vera, at teir seta
fult trykk á. Men tað fáa vit
so at síggja, heldur Ingi,
sum at enda leggur afturat,
at hjá føroysku leikarunum
ræður tað einamest um eis-
ini at njóta upplivingina,
sum slíkir dystir eru.
– Tað er kanska bara eina
ferð í lívinum, at tú fært
møguleika at spæla móti
teimum stóru liðunum í
Europa. Her hava vit leikar-
ar, sum eru heintaðir úr
teimum allarbestu, og tað er
ein møguleiki, sum vit
kanska ikki fáa aftur. Tað er
ein uppliving, sum vit eiga
at njóta, og tað er sam-
stundis ein uppliving, sum
eigur at fáa allar leikarar at
stríðast fyri at koma á
landsliðið. Kann ein slík
gularót ikki fáa teir til tað,
so veit eg ikki, hvat tað
skuldi verið, sigur roynd-
asti maðurin í føroyska
hópinum at enda.
- Hóast eg ikki var við, so var
eg eisini errin av, at hava
verið ein partur av tí
landsliðnum, sum nú er bygt
upp, sigur Ingi Olsen millum
annað um dystin, sum
liðfelagarnir leiktu
mikukvøldið
C
M
Y
K
22