Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 6 - 10. januar 2004 Vilja vinna á toppliði Føroyska talvfelagið í Keypmannahavn er vælmannað til dystin sunnudagin í 4. um- fari móti næstfremsta liðnum í Danmark. Norski stórmeistarin á føroyska liðnum, Einar Gausel, er aftur tøkur og vónirnar eru tí góðar. Málið er eirindaleyst: Ein sigur UPPTAKT Talvfelagið Føroyar Hóast mótstulið okkara í 4. umfari er á einum øðrum plássi í bestu donsku deild- ini, vænta vit at kunna standa K 41 kurl. Farið verður eftir sigrinum, og hví ikki; liðini bæði eru styrkismett nøkunlunda jøvn og hava vit tí mann- ingina at vinna á næst- fremsta danska liðinum í løtuni. Ein sigur sunnudagin tryggjar, at vit ikki bert leika fyri at sleppa undan niðurflyting í okkara fyrsta ári í donsku elituni. Fýra umfør eru eftir at leika og støðan eftir trý umfør í 1. deild er hendan: 1 Helsinge 20,0 stig 2 K 41 15,0 3 Skolerne 14,5 4 Brønshøj 12,5 5 Talvfelagið Føroyar 10,5 6 SK 1968 9,0 7 Århus 7,5 8 Nørresundby 7,5 (Tey bæði niðastu liðini flyta niður) K 41, ið heldur til í Valby, Keypmannahavn, hevur eft- ir fyrstu trimum umførun- um tikið flest øll á bóli við teirra væl uppiborna øðrum plássi. Ikki hava teir hitt Helsinge enn, sum vit reiði- liga taptu ímóti í 3. umfari. Hinvegin hava teir longu leikt móti Skolerne og Brønshøj á ávíkavist triðja og fjórða plássi, og kunnu tí røkka langt í ár. Eingin steðgar Helsinge, men møguliga eru K 41 eitt gott boð uppá annað plássið. Vit hava sjálvir ætlanir um at enda í ovari helvt, og sunnudagin muga vit leggja væl frá landi um málið skal røkkast. Tapa vit dystin, eiga vit at gloyma ætlanina um eitt møguligt sensation- elt triðja pláss, og heldur gera alt fyri at ikki flyta niður aftur í 2. deild. Tvey lið flyta niður. Sum tað sæst aðrastaðnis á síðuni, eru vit styrkis- mettir eitt vet sterkari enn K 41. Munurin er tó somik- ið lítil, at talan er um ein framanundan mettan javn- an dyst. Okkara samlaða væntaða skora er beint om- anfyri 50% (sambært al- menna útrokningarháttin- um, ELO-skipanin). K 41 hevur viðvind í løt- uni, og at kalla allir á liðn- um hava yvirraskað posit- ivt. Tað er altíð vandi á ferð, tá mótstøðan er full av sjálvsáliti. Ovaru borðini Tað verður stórmeistaratelv- ing á fyrsta borði. Danski stórmeistarin hjá K 41, Henrik Danielsen, hevur vunnið øll síni trý talv í liðkappingini, og við hvíta fólkinum móti okkara Gaus- el fer hann ivaleyst eftir sigrinum. Danielsen vann herfyri eina kapping í Ís- landi, og við sínari góðu byrjan í 1. deild, verður hann tungur at syfta hjá Gausel. Norðmaðurin tapir tó sjáldan, og tí er helst líkt til, at úrslitið verður javn- leikur. Danin á okkara liði, IM Nikolaj Borge, eigur at vinna við hvíta fólkinum á Esben Lund. Borge er greiður ratingfavorittur, og hevur eina 2500-styrki við hvíta fólkinum. John Arni Nilssen á triðja borði hittur ein gamlan kenning í danskari telving. Veteranurin Kresten Schmidt hevur royndir sum fáur. Hóast hetta vigar nógv, er vælhugsandi at John Arni dregur longra stráðið við. Torført verður tað kortini. Okkara maður á fjórða borði, Flóvin Tór Næs, fær vandamikla mótstøðu. Rol- and Greger er kendur fyri ágangandi telving, og nakr- ar ferðir hevur hann verið tætt við IM-normar. Eitt púra opið talv. John Rødgaard, sum mannaði fjórða borð í dystinum 7. desembur móti Helsinge, verður ikki við ímóti K 41. Tá kundi Gaus- el ikki telva, og tí vórðu boð send eftir tvøramann- inum. John hjálpir okkum í neyðstøðum, sum t.d. tá Gausel mátti geva avboð. Felagið hevur tíverri ikki ein breiðan hóp. Niðaru borðini Heini Olsen á fimta borði hevur fingið eina góða byrjan í liðkappingini. Ein sigur og tveir javnleikir er flott tá talan er um 1. deild. Álitismaðurin á liðnum hevur svarta fólkið sunnu- dagin, og spurningurin er um hann kompromileyst ætlar sær eftir sigrinum, ella um hann tryggjar liðn- um ein góðan javnleik. Eingin ivi er nevnliga um, at Heini eigur at fáa okkurt stig burturúr talvinum. Eingin trongir meir til okkurt stigið enn Eyðun Nolsøe. Hann hevur tapt síni trý fyrstu talv. Eyðun hevur havt støður til eini tvey stig, men tíverri hevur hann leikt skeivt í avger- andi løtum. Við hvíta fólk- inum móti einum 2200- manni, er møguleikin góð- ur fyri fullari úrtøku. Vónandi so verður. Carl Eli N. Samuelsen hevur eins og Heini Olsen, skavað sær tvey stig saman eftir fyrstu trý umførini. Carl Eli hittur við svarta fólkinum ein støðugan telvara. Sterkur er danin við hvíta fólkinum, og sam- stundis er hann ratingfavor- ittur móti føroyinginum. Eitt hálvt stig á sjeynda borði til føroyska liðið, vildi verið kærkomið. Áttanda borð mannar Heini Danielsen. Mót- støðumaðurin hevur fingið eina betri kappingarbyrjan enn Heini, men havnar- maðurin hevur hvíta fólkið og eins nógv rating sum danin. Tískil eitt púra opið talv á 8. borði sunnudagin. Samanumtikið ein opin dystur. Vit fara eftir sigr- inum og kenna at vit hava góðar møguleikar til tess. Væntaðu liðuppstillingarnar: Talvfelagið Føroyar Rating K 41 Rating Væntað skora hjá TF 1 GM Einar Gausel 2525 GM Henrik Danielsen 2496 0,54 2 IM Nikolaj Borge 2408 Esben Lund 2283 0,67 3 John Arni Nilssen 2426 Kresten Schmidt 2339 0,62 4 Flóvin Tór Næs 2337 Roland Reinhard Greger 2327 0,51 5 Heini Olsen 2264 Jens Hartung-Nielsen 2209 0,58 6 Eyðun Nolsøe 2227 Eric Brøndum 2214 0,52 7 Carl Eli N. Samuelsen 2194 Brian Jørgensen 2240 0,44 8 Heini Danielsen 2165 Peter Ulrik Röder 2157 0,51 :4,39 stig Ragnar Í Haralds- sstovu átti avgerandi bóltarnar, tá Holte byrjaði danska endaspælið við sigri FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tveir av føroysku lands- liðsleikarunum í mans- flogbólti, Bárður B. Mikk- elsen og Ragnar í Haralds- stovu, fóru aftur í eldin fyri felag sítt, tá Holte mikukvøldið vitjaði Amager VK. Holte, sum akkurát var ov stutt at røkka elitu- endaspælinum, telist mill- um favorittarnar í elitu- kval-røðini, og tað eydn- aðist eisini liðnum at vinna dystin á Amager, har Jóhann Nielsen annars eisini er á liðnum. Endaliga úrslitið gjørd- ist ein 3-1 sigur til Holte, sum tó mátti vera Bárð fyriuttan tey bæði seinastu settini. Bárður hevur síðani Skotlands-ferðina hjá landsliðnum verið darvaður av einum skaða í alboganum, og tí valdi hann at gevast, áðrenn skaðin versnaði enn meira. Men fyri hetta gavst Holte ikki á hondum, og teir vóru so sanniliga heldur ikki fyriuttan eitt føroyskt ískoyti. Ragnar hevur so við og við ment seg til ein alt meira týð- andi lut á liðnum hjá Holte, og hesaferð slapp hann so eisini at royna seg sum match-vinnara. Hetta, tá hann við tveimum smashum á rað setti enda- ligt punktum fyri dystin- um. Í hinum bólkinum í elitukval-røðini vóru før- oyskir leikarar eisini í dystin. PVC Lyngby við Suna Juul og Steinari Eirikstoft á liðnum vann 3-1 á Lyngby Volley, og soleiðis er tvey av før- oysku útisetaliðunum í løtuni á odda í kappingini um at spæla í eliturøðini næsta ár. Men enn er so bara ein dystur farin av endaspælinum, so talan er framvegis um nógv ar- beiði, sum skal gerast, um tey skulu halda fast um plássini. Holte byrjaði við sigri C M Y K 24 Nr. 1 • leygardagur • 10. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Eftir Trans- sibirisku jarnbreytini Lesið síðu 2 Frits Johannesen Roykur, luktur og angi hava altíð ávirkað okkum bæði í skald- skapi, í átrúna og í dagligari tilveru. Vit syngja í sanginum: Land mítt har grasið í líðum grør.... og roykur upp yvir tekju fer. Klókir menn hava sagt um roykin, at ikki ber til at gera eina støddfrøðisliga loysn – ein frymil, sum tulkar royk, ið fer upp frá t. d. ein góðvegursdag. Hjá Hans Andriasi er roykurin vorðin ein skaldamynd, eitt bygdalag, har torvroykurin vesar so heimliga úr skorsteinum. Hesa mynd ynda vit, og okkum dámar væl at fara aftur til ta tíðina, tá ið torvið neistaði í komfýrum og á eldstøðum. Roykurin fer allar vegir, tí er kanska ógjørligt at ímynda sær, at roykur kann latast í eitt støddfrøðisligt skap. Roykur kann eisini merkja luktur. Í sanginum hjá Chr. Matras: Nú ferðast fólk fyri nesini stendur skrivað í øðrum ørindi: Ymiskur er tann hús- roykur, ið hongur uppi við fólk. Ikki er so langt frá monnum, at hetta er kanska galdandi enn tann dag í dag. Simon Spies segði einaferð, - Kvinder skal lugte af sig selv, so óivað hava Chr. Matras og Simon Spies verið samdir. Onkuntíð verður sagt, at hvørt mansbarn hevur sín likamsroyk. Henda royk – lukt, royna vit at doyva við alskins luktilsi, og tá ið tú ert t.d. í brúdleypi, kennist hesin angi standa í næsarnar. Tað rýkur av ymiskari parfumu, hóast títt egna hold hevur hevur sín lukt, sum dampar og setir seg í klæðini, men sum vit royna at køva, doyva av heimskendum "kamfur- anga". Nei, eg gevi Simon Spies rætt, at kvinder skal lugte af sig selv. Í bíbilskari merking er menniskjalívið líkna saman við roykin, sum er til sjóndar eina skamma stund. Hesa myndatalu skilja øll fólk. Hyggja vit upp í loft, síggja vit hvussu skýggini hátta sær, hvussu skýbøklanir fara um tindarnar, hvussu skúlv- urin hongur niður yvir fjallatopp- arnar, myrkur og hóttandi, men næstu løtu kann alt hvørva sum døgg fyri sól. Sagt verður um mjørkan, at hann er ikki árligur fyrr enn á Mariumessu á várið (25. mars). Tað er eitt sindur ódámligt við mjørka á hávetri, men tað kemur meira enn so fyri, ofta upp undir kulda. Einki er so frískligt sum um summarið, tá ið hann hevur ligið við mjørka í fleiri dagar og knappliga lættir í við brennandi sól. Skaddan fer so líðandi um fjallagreinir, dettur um skørð og eið og hvørvur sum eitt mannalív, ella tá ið stormur er, og tað rýkur um hamrar og gjáir - himmal og hav stendur í einum, men so tá ið veðrið blíðkar aftur, og hesin vatnroykur hevur lagt seg, er hann farin sum eitt mannalív undir heilt. Ja, ja, myndirnar eru nógvar. Guði líkaði betur tað, sum Ábal offraði enn tað, sum Káin offraði, tí síggjast ofta myndir, ið eru málaðar av brennioffur brøðranna, at roykurin frá offur Káins fara fram eftir jørðini, meðan roykurin frá offur Ábals stíga beint upp í loft. Í roykinum er kanska eisini "Káin- syndromið". Hvar skal eg flýggja frá ásjón tíni? Tey gomlu plagdu at taka til á donskum, tá ið ikki væl gekst í hond: Hvor skal jeg fly fra dit åsyn (ansigt)? Í royk- inum er kanska eisini rødd Ábals, sum er í blóðinum. - Hvat hevur tú gjørt? Hoyr, blóð bróðir tíns rópar til mín frá jørðini! Her er blóð og roykur í einum. Hugsi um templini, har dýr vórðu offrað. Mong kenna hvussu heskið rotið blóð kann vera, men so høvdu jødarnir í templunum roykilsi, sum jú angaði væl, at køva rotroykin við, og í heidn- ingatíðini skuldi roykurin blíðka gudarnar. Í kirkjunum í dag er roykurin symbol upp á reinskan. Vit kenna esini orðini: her er roykur og eingin grind. Hetta verður sagt, tá ið nógv hóvasták er av ongum, men sjálvan roykin kenna vit frá glaðingarstøðunum í Føroyum. Í Fuglafirði var einki glaðingarstað. Hetta skrivar Robert Joensen um í bók síni, Glaðingarstøð í Føroyum. Tá ið glaðað varð, vórðu jú grindaboð borin frá bygd til bygd. Har, sum einki glaðingarstað var, fóru grindaboðarar av stað við grinda- boðunum. Ì Fuglafirði, sigur Robert, at eystangrindirnar vórðu boðaðar við grindaboðara úr Leirvík, sunnangrindir úr Gøtu og norðangrindir úr Oyndarfirði ella av Hellunum. Gøtumenn og leirvíkingar komu inn á Árnanes (niðanvert Kambs- dal) at rópa grindaboð, og oynd- firðingar ella hellumen komu oman á Rossarygg ( niðan fyri Skarðið) at rópa. Somuleiðis høvdu fuglfirðingar skyldu at boða hinum frá grind. Skuldu leirvíkingar fáa grindaboðini, rópti grindaboðari, tá ið hann kom á Leirvíksboðan, og gøtu- menn hoyrdu grindaboðini, tá ið komið varð á Leitið, sum er um hálvan Gøtudalin. Grindaboðari, ið fór um Skarðið, rópti, tá ið hann var komin á Klivuna og á Rættarhamar. Hetta er beint oman fyr Hellurnar. Lættari hevur tað verið í teimum bygd- unum, har glaðingarstøð vóru. Í Oyndarfirði og Gøtu vóru eingi glaðingarstøð, men í Leirvík og somuleiðis í Elduvík. Elduvík var eisini stað Heimi á bø, har messuboð vórðu glaðað til Funn- ings, tá prestur kom sunnaneftir; fyri at funningsmenn kundu fáa stundir til at bera messuboð til Gjáar. Vit kundu lagt longri út á vatnið í hesi gongd um roykin, men lat hetta liggja. Einki er sum ein nývaskað gomul føroysk kirkja, ið er vaskað við grønsápu. Tá ið tú ert setstur í einari slíkari kirkju, stendur roykurin í næsarnar av reinum anga úr sápu og viði. Ikki nýtist okkum roykilsi í so máta, tá lukturin av hesum fjalum fær okkum at kenna okkum væl til sálar og likams. Tankarnir leita uppeftir og ikki fram eftir jørðini. Eingin ivi um tað. Tá ið angin av kókaðum kleynum og reyttkáli fer um gólvið, setir seg í klæðini, hárið, holdið og gardinur, eru jólini komin at gørðunum. Hetta er eitt sindur skaldakent, men upp- runaliga varð hetta sagt, tá ið jólini vórðu ringd inn jólaaftan. Roykur reinsar, so er at seta seg í kurvastólin við einari feitari serutt, so hesin roykur rennur saman við reyttkálsroykinum og kleynuroykinum, og so er bert eftir at snáka sær eitt sindur. Hesin "angin" ger teg kláran at taka ímóti jólunum, sum nú pikkar uppá. Hann reinsar sinni og ikki at tala um, situr tú við einari góðari bók ella Sosial- inum, so er reinskanin fullkomin, og so er best at fara at snáka sær eitt sindur.... og kanska fært tú barberspritt við góðum anga í jólagávu. Hvør veit? Rætt er tað, eftir bakidagar koma snákidagar. Eitt sindur um royk Klókir menn hava sagt um roykin, at ikki ber til at gera eina støddfrøðisliga loysn – ein frymil, sum tulkar royk, ið fer upp frá t. d. ein góðveðursdag, skrivar Frits Johannesen m. a. í hesum hugleiðinum um royk 25