leygardagur 10. januar 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Katrin Einarson
Hensiudóttir
Eg havi ætlað mær
at ferðast fleiri
ferðir, men tað bleiv
ongantíð rættuliga til
nakað. Byrjaði eina-
ferð at samla pengar
saman til eina
uttanlandsferð - onki
ávíst stað, bara
eitthvørt eksotiskt
stað uttanlands -
men endaði í staðin
á Háskúlanum í
Havn. Tað er ikki
heilt tað sama sum
at ferðast, tá hugsað
verður um, at eg
flutti ikki eingongd
úr býnum. Ikki tí,
havi búð uttanlands
fyrr, men vildi fegin
ferðast, sum H. C.
Andersen so
romantiskt lýsti tað:
At ferðast er at liva.
Tað vil ikki siga,
at eg hevði tikið
pessimistisku
umskrivingina hjá
eksentriska ameriku-
manninum Woddy
Allen til mín: At liva
er at doyggja - tað
bleiv barasta ikki til
nakra uttanlandsferð á hasum
sinni.
Nú - eftir lokna HF-útbúgving
- havi eg umsíðir tikið meg
saman. Spurdi mína vinkonu,
Kristionnu Dahl Øster, um hon
eisini hevði áhuga í at koma við
mær, og lukkutíð hevði hon tað.
So var bert eftir at finna útav
hvagar vit skuldu fara og síðani
byrja at samla pening saman og
ikki minst leggja ætlanir fyri
ferðina. Tað er ikki bara at siga
tað - tí møguleikarnir eru óenda-
ligir og tað er nógv, sum ljóðar
tiltalandi og spennandi.
Vit hava gjørt av at royna tí
Trans-Sibirisku jarnbreytina - og
tilpassa ferðina eftir hesum. Tað
er ein myta, at tað er so frítt og
"flower power" at fjakka - ein er
bundin í allar endar; trygging,
planlegging av rutu, visum og
hotel, sum slett ikki eru so bílig,
sum vit ætlaðu. Og nú tá hettar
ikki er tann vanliga "Goa Goa"
rutan, eru heldur fá Hostel, fyri
ikki at siga nærum ongi, sum eru
okkum til taks. Læknin hjá mær
hevur prikað meg við langum og
tjúkkum sproytum, fyri nógvar
pengar. Undarligt at tað skal
kosta at fáa vaccinu, tí landið
burdi verið meira áhugað í at
ikki fingið ófrætta sjúkur inn í
landið.
Ein av okkara felags vinkonum
er farin til Japan at arbeiða á
einum grísafarmi, og hugsaðu
vit, at tað hevði verið stuttligt at
lagt leiðina framvið Japan, so vit
kunnu vitja hana har. Men vit fáa
at síggja hvat tað verða tíð og
pengar til. Tað sær lætt út, tá ein
stendur boygdur yvir einum
landakorti - sær út sum um tað er
eitt hanagleiv at ferðast í allar
ættir.
Eru Kina og Japan nú eru so
tætt við hvørt annað, sum vit
halda - altso fólkini sýnast líkjast
nógv, og so tosa tey næstan líka,
ella er tað nú so?
Tað kostar um 8000 kr. eyka
hjá okkum í part, um vit skulu
gera eitt legg úr Kina til Japan,
sigur konan á ferðaskrivstovuni -
men um vit finna ein bíligari
veg, so fara vit heilt sikkurt! Vit
hava fingið nøkur brøv frá vin-
konuni í Japan, og har er nógv
spennandi og stuttligt skrivað,
millum annað tað, at hon hevði
fingið ein beundrara, sum hevði
forvitnisliga navnið Jesus. Jú,
um tað liggur fyri, muga vit heilt
sikkurt fara yvir at vitja hana -
tað er hóast alt ikki hvønn dag
ein hevur høvið at síggja Jesus.
Vit vórðu báðar á einum máli
um, at vit vildu ferðast seint -
taka okkum góðar stundir, og
hvat var meira logiskt, enn at
fara við toki? Sum DSB siga í
einum slagorði; hvis tiden er
vigtig. Serliga í hesum Osama
bin Laden-tíðum, har flúgvarar í
tíð og ótíð verða sprongdir og
krasja í bygningar - jú, vit taka
tokið. Men serliga er tað tí, at vit
vilja veruliga kenna at vit ferðast
- ikki bara taka ein flúgvara og 2
vupti-tímar seinni vera mitt í
einum nýggjum og ókendum
umhvørvi. Og eg má erligt inn-
rømma, at eg kenni sera lítið til
summi av teimum londunum,
sum eg skal ferðast ígjøgnum: úr
Danmark til Svøríki, síðani
Finland, Russland, Mongollíið og
Kina (og kanska enda vit í
Japan.) Gamaní, ein hevur hoyrt
um londini í tíðindunum og
aðrastaðni, men tað er ov lítið til
at ein fær gjørt sær eina heildar-
mynd av londunum. Eg havi
nógvar fordómar, sum allarhelst
eru broyttir ella styrktir eftir
ferðina.
Vit hava valt at ferðast um
veturin, sum ger, at ferðin verður
merkt av nógvum kulda - ein
intensari kuldi enn tann vit eru
vanar við, men tað er heilt sikk-
urt við til at gera ferðina meira
avbjóðandi. Til dømis eru tað
vanliga 10 kuldastig í Mongo-
línum, so er tað eisini tað óvan-
liga, sum vit eisini kunna risikera
- kanska kavastorm og 35 kulda-
stig. Og so verdur tað fastlands-
klima, sum aftur skal vera
øðrvísi enn okkara. Har er ongin
sjógvur við heitum vindum og
streymum at verma okkum.
Sum útgangspunkt hava vit
ongar ætlanir. Vit koma til landið
og finna útav hvat vit skula gera.
Hava tosað um ikki at ganga á
museum allatíðina, tá tað er for
'turistasligt', men gjarna bara sita
á eini café og tosa við lokal.
Havi lisið í øllum mínum
"Turen går til" um religiónina í
teimum einstøku londunum og
sæð myndir av kirkjum - kundi
hugsa mær at farið til eina
buddistiska "gudstænastu" - um
tað yvirhøvir eitur so! Ella
kanska eina standandi russiska
ortodoksa gudstænastu. When in
Rome, sum maðurin segði.
Túrurin byrjar á hovedbane-
gården í Keypmannahavn 10.
Januar - hagani til Stokholm, har
ferjan "Silja" siglir til Finlands,
har vit vera verandi í eina viku.
Finland eri eg spent uppá. Tað er
eitt norðanland líka sum Føroyar,
men tó eitt land sum tykist
gloymt í turismuni. Tað sýnist
sum tann generelli holdningurin,
at Finland ikki er eitt land mann
ferðast til, tí landið er óáhugavert
- spell um tú spyr meg. Ikki tí,
eg veit ikki nógv um landið. Veit
teimum dámar væl sauna, Vodka,
hava eitt undarligt mál,
óskiljiliga skrift og túsindavís av
vøtnum. Men eg ivist ikki í, at
tað er nógv eg ikki veit, men
skal finna útav.
Úr Finlandi gongur leiðin til
Moskva í Russlandi. Tað verður
ordiliga spennandi, tí har er
mafia og NÓGV Vodka - ein
sera spennandi kombinatión. Í
hesum sambandi kann eg nevna,
at vit eru væl tryggjaðar til alla
ferðina, um nakað skuldi hent.
Vit hava báðar haft russiskt í HF,
men vit vóru ikki serliga raskar
at møta upp til tímarnar, tíverri!
Men við einum góðum vilja, so
minnast vit kanska bókstavirnir
og kunna gita okkum til orðini.
Havi hoyrt frá einum sum eg veit
hevur verið har, at mann ikki
skal líkjast einum turisti í Russ-
landi, tí so kann mann vera vísur
í at blíva offur fyri stulduri og
líknandi. Tað verður allarhelst
okkara størsti trupulleiki - vit
hava akkurát líka klæðir, "North
Face" jakkar og buksur, sum
kostaðu helvtina av ferðini, men
so eru vit í øllum førum vísar í
at halda hitanum.
Í Russlandi,
verður steðgað í eina
viku og næst á
skránni er so
Mongolíðið - landið,
sum ikki er til -Tað
finnist lítið tilfar um
hettar landið í
Føroyum. Ongin
sum eg havi spurt
veit nakað serligt
um landið. Har eru
nomadar, men
allíkavæl eru býir,
so øll liva ikki sum
nomadar. Klostrum
skuldi tað verið
nógv av og munkum
haldi eg. Ferða-
skrivstovan skuldi
royna at finna
okkum onkra
familju, so vit kunna
búgva 'home
hospitality' - vóni at
tað verður ein
ordiliga merkilig
ein, sum ger ferðina
ógloymandi. Hettar
skuldi annars vera
tað kaldasta landið
vit koma til, og ein
annar kuldi enn vit
kenna. Ljóðar
undarligt, men hettar
havi eg fingið at vita
frá ferðamanna-
skrivstovuni. Og tað nyttar einki
at hava ein heitan jakka, mann
má hava lag oman á lag av
heitum klæðum, so føroysku
ullintu undirklæðini sleppa við.
Næsta land er Kina, har vit
eftir ætlan skula vera longst. Eg
fyristilli mær, at tað er heitari
har, men ivist eitt sindur. Havi
fingið at vita, at ongin skilur
enskt, og at turistar vanliga
gjalda meir fyri alt. Men nú fáa
vit sjón fyri søgn. Havi sæð í
føroysku telefonbókini, at tað er
ein føroyingur í Bejing - hugsaði
kanska at kontakta hann áðrenn
fráferðina, so hann kanska kann
geva okkum nøkur "fiff" um
hvussu mann ber seg at í Kina. Í
mínari "Turen går til Kina"
stendur undir praktiskum ráðum,
at kinesarir eru serstakliga
høfligir, og hava ein heilt annan
sið enn vit eru von við. Til dømis
er tað høfligt at ropa og gera um
seg meðan ein etur, hettar fyri at
vísa vertinum, at ein heldur
matin smakka væl. Æra er eitt
nógv brúkt orð har, og tað er
skomm at missa hana, tú mást
altso ikki fáa ein kinesara at føla
seg illani. Fyri tað krevst
situatiónsfornemmilsi, og tað
havi eg fingið at vit at eg ikki
havi so nógv av. Tað verður so
ein annar stórur trupulleiki hjá
okkum.
Meðan eg havi skrivað grein-
ina er byrja at kava. Íbúðin hjá
mær er av teimum gomlu og her
er hundakalt. Havi ligið undir
dýnuni í tjúkkum klæðum, og
enn verið køld. Lá og hugsaði at
tað ivaleyst fór at blíva kaldari
enn hettar, á ferðini, og eg
brokki meg longu um kuldan,
bara her í Føroyum.
2
Sosialurin Nr. 1 - 10. januar 2004
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801,
teldupostur: post@sosialurin.fo
Við tokið gjøgnum eysturlond
Kristianna Dahl Øster og Katrin Einarsson Hensiudóttir eru farnar á ferð – eina langa ferð eftir Trans-Sibirisku jarnbreytini eystureftir –
kanska heilt til Japans…
Mynd: Jens Kristian Vang
Sosialurin Nr. 1 - 10. januar 2004
3
SAMRØÐA
Kim Simonsen
Eftir at hava roynt Noma fór eg
út á Norðuratlantisku Bryggjuna
at tosa við kenda tv-kokkin
Claus Meyer. Hesin er av teim
kendastu fólkunum í Danmark,
hann er helst eins kendur og
rokksangarar og politikarar.
Hann hevur skapt eina ørgrynnu
av matarstøðum í Danmark
gjøgnum tíðina. Hann hevur
útgivið bøkur sum selja eins væl
og Hanne Vibeke Holst og Jane
Aamund.
Eg møtti Claus Meyer og
køksstjóranum yvir ein kaffi-
munn á Noma mitt á degi. Teir
bjóðaðu vín, men hugur stóð ikki
at hesum. Men kaffi hjá Meyer
er eisini sera gott, tí hann er
kendur fyri at skipa fyri sjoko-
látu og kaffismakkingum og
hann er eisini kendur sum inn-
flytari av bæði kaffi og sjokolátu,
og nú eisini av føroyskum øðum
og hummarum.
Claus Meyer greiddi frá, at
hugskotið var at gera ein norður-
lendskan/norðuratlantiskan
fusiónskøk, og at Noma á henda
hátt kann fáa Norðanlond tættari
saman.
Spurdur um teir tordu at borð-
reiða við "veruligum" siðbund-
num føroyskum mati sum skerpi-
kjøti, ræstum kjøtið, grind, kópi
ella kendar íslendskum ella
grønlendskum kosti, sum (onnur)
fólk vanligani ikki dáma, helt
hann fyri, at tað hevði verið
sjálvmorð, tí meiningin var, at
fólk ikki skuldu ræðast at fara út
at eta á Noma. Meiningin er, at
fólk skuldu hava eitt ógloymandi
kvøld av øðrum ávum, enn at
maturin var etniskur ella serligur.
Vit vilja hin vegin punktera teir
fordómar fólk hava móti grøn-
lenskum, íslenskum og føroysk-
um mati, tey halda hetta vera
okkurt rátt sum stinkar og bløðir,
og at fólk drekka seg púra sansa-
leys full og píska seg við grein-
um. Nógvir kokkar hava arga
okkum við, at nú fara vit at gera
kópapizza og hvalafrikadellur.
Vit vilja skapa álit á, at maturin
er fyrsta floks og at Føroyar,
Ísland og Grønland kunnu gera
seg galdandi á eini gourmetsenu
í dag kring allan heimin.
Stóran stuðul úr Føroyum
Meyer legði dent á, at matarkort-
ið skiftir eftir árstíðini og seinni
vilja teir kanska hava fugl og
møguligani hval, men Meyer var
enn ikki nøgdur við smakkin av
lýsi bæði í fugli, kópi og hvali, tí
var hann í iva um hetta egnaði
seg sum mat á eini gourmet-
matarstaði á altjóða støði í
Keypmannahavn. Tað var tí betri
at gera grind, skerpikjøt og ræst
kjøt í Føroyahúsinum, tí hetta er
helst fyri tey innføddu tók Meyer
til.
Teir tosaðu báðir um, at teir
høvdu fingið stóra hjálp úr
Føroyum, og aftur og aftur kom
teir inná navnið Birgir Enni.
Hesin hevði givið teim øður, ið
teir hildu vera av heimsins besta
mati. Meyer meinti, at hesar
skuldu etast ráar sum oystrur.
Hann tók eisini til, at hann sum
kokkur smakkaði, at hummarar,
øða og krabbar liva á einum rein-
um, køldum og djúpum sjógvi í
Føroyum, har hesi vaksa spaku-
liga, ið ger hesi djór serligani
góð.
At eta í Føroyum
Meyer og teir frá Noma hava
verið í Føroyum, Íslandi og í
Grønlandi. Hann læt væl at
rávørunum í Føroyum, men helt
ikki at føroyskir kokkar og mat-
stovur vóru nógv betri enn teir
vóru í Danmark í sjeytiárunum.
Besti maturin hann fekk í Føroy-
um var tí frá privatfólki. Hann
var nógv meiri imponeraður av
teim Íslendsku kokkunum, ið
hann metti vera á heimsstøði. Eg
hugsaði mítt, at hetta er ein søga
sum endurtekur seg á nógvum
økjum, bert tí vit eru fá, sigur
eingin at vit ikki kunnu fylgja
við og av og á leggja okkum á
odda. Men fólk eru mangan trek
og konservativ í Føroyum. Fara
tey út at eta skal tað vera ein
búffur og ikki t.d. seafood ella
franskur matur, men hin vegin
verða fólk jú noydd at eta tað
sum føroyskir kokkar vilja hava
tey at eta. Seta teir sín vilja
ígjøgnum gerast fólk í seinasta
enda glaðari fyri hetta. Men hetta
fer eisini at merkja, at á teim
góðu støðunum fer at vera dýrari
enn tað er nú í Føroyum. Fólk
skulu vita, at um tey gjalda eitt
sindur meiri, fáa tey nógv meiri
og størri upplivingar.
Rúsdrekkalógin er ein stór
forðing
Føroysku fjølmiðlarnir kundu
kanska skriva meiri um mat,
gastronomi, vín og bjór, og á
henda hátt broytt og endurtulka
matarvanar og siðir. Eg rokni
við, at ikki nógv fólk í Føroyum
vita t.d. at belgiska ølin West-
malle Dubbel (ella um man vil
Triple), sum fæst í hvørjari Irma
handli niðri, er sum tikin úr
leikum til ræst kjøt, tað er
Chimay Bleu eisini. Hetta er ikki
øl man drekkur seg fullan av,
hesar eru gjørdar av belgiskum
munkum á heimskendum
bryggjaríum. At sterka ølin
Duvel og danska Brøckhouse
(Jóla, Weiss og IPA) smakka væl
við skerpikøti, drýli ella røstum
Føroyskur matur skal á heimskortið
– Føroysku rávørurnar eru í heimsklassa sigur Claus Meyer á nýggju
matstovuni Noma í Keypmannahavn
– Føroysku fjølmiðlarnir kundu kanska skrivað meira um met, gastronomi, vín og bjór og á henda hátt broytt og endurtulka matvanarnar, heldur Kim Simonsen, sum hevur hitt kenda
sjónvarpskokkin, Claus Meyer á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
27
26