Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6 20 Sosialurin Kjak Eg veit sjálvandi ikki, hvar borgarstjórin í Klaksvík hevur sína dagligu gongd, men hon kundi farið ein túr oman á Kósina, sum í fyrstu atløgu hevur fingið eina eykarokning upp á fýra­ hundrað­túsund krón­ur, men roknar við eini eyka­rokn­ing upp á miljónina bara í ár. Tað fer at síggjast aftur í sparing­ um, lægri fiska­­prísi og kanska færri arbeiðsplássum. Kanska onkur sær skrift­ ina á vegginum nú, tá stjórin á Havsbrún, eftir at hava staðfest eina eykarokning uppá hálvaaaðru miljón í ár, mælir SEV til at steðga við verandi útbyggingum, so ikki allur framburður verður køvdur. Ógvuliga rætt førir Bergur Poulsen fram, at SEV einki fær burtur úr verandi útbyggingum og bert eigur at gera tær íløgur, sum SEV hevur ráð og pengar til. Tað heilt løgna er, at meðan Gunvá við Keldu pástendur, at tað “ikki bar til at sleppa undan príshækkingum”, so sigur hon samstundis, at SEV nú fer til arbeiðis fyri “mest møguliga at umgangast fram­ haldandi príshækkingar av el-prísinum”. Hon tykist als ikki at skilja, at henda fyrsta hækkanin bara var byrj­anin av eini árliga afturvendandi príshækking, og at SEV á ongan hátt und­ an aðalfundinum hevði til endamáls at “um­gang­ ast framhaldandi prís­ hækkingar”. Tvørturímóti. Á aðalfundinum hoyrdi Gunvá við Keldu helst eisini starvsfelagan Kirstin Strøm Bech greiða frá fimm virkjum í Suðuroynni, sum valla fara at knógva undir komandi orkurokningunum. Fyri at síggja, hvat vit kunnu vænta næstu árini, so rindaði SEV 7,5 miljónir í avdráttum og 13 miljónir í rent­um í fjør. Sambært teirra egnu meting­um skal SEV um sjey ár gjalda 67,5 miljónir í av­drátt­um og 65,3 miljónir í rentum. So rokningin fer at vaksa ógvu­liga munandi hvørt ár. Tá nú tað stendur fast, at SEV álegði familjum og vinnufyritøkum í Klaksvík og um landið alt hesa eykarokning, so nyttar einki at renna undan hesum veruleika við undanførslum. Tí tað er beinleiðis ósatt, at “tað ikki bar til at sleppa undan príshækkingum”. Vit kommunur, sum eiga SEV, mugu sum skjót­ast kanna strategisku ætlan­inar hjá felagnum. Vit mugu stað­ festa, um SEV er á rættari leið við hesum miljarda­íløg­um. Kenna vit alterna­tivini? Fáa vit nóg mikið fyri pengar­nar? Er umhvørvisligi kostnað­ urin ov høgur? Og vit eiga at brúka møgu­leikan at steðga SEV í fyrilitaleyst at hækka kostn­aðin, meðan miljarda­ íløg­urnar bara halda fram? Sum áður nevnt, so má ein grundleggjandi fortreyt tí vera, at íløgan rindar seg aftur og gevur tað neyðuga íkastið til raksturin av SEV. Her greitt, at tað er ikki líkamikið, hvørjar grønar orkuverkætlanir eru mest áhugaverdar at satsa uppá í framtíðini. Sambært SEV kostar sum dømi íløgan í vindorku-útbygging minni enn 1/10 av íløguni í vatn­ orku frá Víkarvatni í Norð­ streymoy í mun til ta orku, sum fæst burturúr. Út frá einum reint fíggjarligum og samfelagsligum sjónar­miði má spurningurin tí reisast, um hetta yvirhøvur er rættur vegur at fara? Eg eri sannførdur um, at tað er tað ikki, og tað havi eg gjørt vart við. Á aðal­ fundinum havi eg kravt, at øll útbyggingarstrategiin verður endurskoðað bæði í mun til val av orkukeldum, kostnað og fígging. Hetta er mál av størsta álvara, tí strategiin á borðinum er ikki fíggjarliga haldbar, hvørki fyri SEV, borgarar, fyritøkur ella samfelagið sum heild. Tí hava kommunurnar sum eigarar av SEV serliga ábyrgd at tryggja, at skil er í langtíðaríløguætlanini og serliga tí kostnaði, sum borgarar og vinnulív skulu rinda. Annars verður trupult at fáa tað at bera til at liva og virka í Føroyum. Og í hesum sambandi er púra greitt, at landið skal inn at fíggja sín part av íløgunum eisini. Sum eigarar av SEV skulu kommunurnar eisini hyggja nærri at SEV, so at felagsskapurin bæði í mun til bygnað og virksemi er tíðarhóskandi. Tí skal eg endurtaka, at fyri tað, um tað hesaferð eydnaðist SEV at hækka prísirnar og tyngja byrðarnar hjá teimum nógvu í Føroyum, so er arbeiðið fyri skilabetri ætlanum og rímiligum streymprísi í Føroyum júst byrjað! Góða mamma, tað var ikki eg sum hækkaði elprísirnar… Heðin Mortensen borgarstjóri Tryggingin tykist hava megnað at keypa sær Eik Banka. Megnaravrik og øgi­ ligt áræði má sigast. Góða eydnu eiga vit øll at ynskja teimum við royndini at byggja framkomna føroyska fíggar­­fyri­tøku. (Sjálvur arbeiddi eg allar niðast í fyri­ tøk­uni á ungum árum og kenni meg ernan av gamla arbeiðs­plássi mínum). Serliga hugtakandi er avriki, tí loftingarpolitikkur og protektionisma reistu ljótu høvuðr síni, og fleiri royndu at trýsta skattgjaldaran við í hesa vinnufyritøku. Tíbetur var hetta av ongum. Fólk eru altíð ørkyml­aði av tilgongdini í marknaðar­ búskapi, tá ið fyritøkur ganga til grundar og so reisast úr øskuni aftur við nýggjum eigarum og tillagaðum bygnaði. Ringt er ofta at skilja, at fyritøkur mugu doyggja fyri at aftur at kunna liva – og ringt er at skilja, at vit saman­lagt vera verri fyri bæði í kappingarføri og vælferð, um vit lofta fyritøkum, og um vit lata leka ov nógv millum alment og privat. Men nú er vón fyri, at vit sleppa úr politiskari uppílegging í vinnulív. Sjálvstýrisflokkurin er alfegin um álit sítt á privata fyritakssemi, álit sítt á evnini hjá føroyskum fyritøkum at skapa búskap og vælferð. Sjálvt í ringum tíðum vísti hetta álit seg væl grundað. Vit mugu minnast til, at øll ið virka og virðismetast av øðrum skapa búskapin, eisini tey ið tryggja, fíggja og gera íløgur. Vit síggja nú fyri okkum sterka og óhefta fíggjarfyritøku – hjartaliga tillukku og góða eydnu við tí, sum tit duga best – nú mugu vit í almenna bygnaðinum gera okkara part líka so væl. Tillukku eisini við árræði og frælsi tykkara at reka fría og frælsa vinnu! Tillukku Tryggingin – við Eikini og við frælsinum Kári á Rógvi løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins Tað er helst torført at koma út í fjølmiðlarnar at umbera, at mann hevur lagt stór avgjøld á vanliga brúkaran. Og hóast borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu, hevði allar møguleikar at forða príshækkingini og at áleggja SEV at endurskoða sín íløgu- og rakstrarpolitikk, so valdi hon at atkvøða fyri – tí “tað ber ikki til at sleppa undan príshækkingum”, sum hon málber seg