Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6 Sosialurin Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður Seinastu tíðina hava tos og gitingar verið í fjølmiðlunum um, nær løgtingsval verður útskrivað. Eg vil tí gera heilt greitt, at eg havi ongar ætlanir um at skriva út val í úr­tíð, og at næsta løgtingsval verður eftir ætlan 19. januar 2012. Mín meining er, at eitt val­­skeið eigur at vera fýra ár. Stýris­skipanin ásetur, at eitt val­skeið er fýra ár, og tey fólka­valdu hava fing­ ið heimild frá fólkinum at út­­inna sítt starv hetta tíðarskeið. Ein og hvør skipan og samfelag tørvar støðugar karmar. Val í úrtíð skapar ótryggleika, darvar politiska arbeiðið og forðar fyri lang­ tíðarætlanum. Um politiska skipanin hevur eina óvissu um val hangandi yvir sær, hevur hon ikki hóskandi umstøður at virka undir. Politska arbeiðið kemur at liggja í dvala, og illa ber til at leggja ætlanir tilrættis. Ofta verður sagt, at størri mál og broytingar bert kunnu fremjast fyrstu tvey árini av einum valskeiði. Hesum eri eg ósamdur í. Tað velst um, hvør myndar politisku skipanina. At gera tað til meginreglu, at politiska skipanin ikki skal fremja størri mál seinnu helvt av einum valskeiði er at halda borgaran fyri gjøld­ ur. Eg trúgvi ikki, at nakar arbeiðsgevari hevði sett nakran í starv fyri eitt fýra ára skeið, um hesin bert ætlaði at arbeiða helvtina av tíðini. Fíggjarlógin Samgongan, sum eftir ætlan fer at taka við í 2012, kemur at leggja fíggjarkarmar fyri 2013, sambært nýggju játtanar­skipanini. Við nýggju játtanarskipanini er fíggjar­lógararbeiðið broytt munandi og hevur fingið betri hósk­andi karmar. Endamálið er at skapa meira støðugar karmar, fyrst og fremst við at geva landsstýrinum longri tíð at leggja fíggjar­ætlanina til rættis. Longu 1. apríl skal uppskot til játtanarkarm leggjast fyri Løgtingið. Játtanarkarmurin er grundarlagið undir fíggjar­ lógini, og lands­stýrisfólk og stjórnarráð fáa at vita samlaðu játtanina, tey skulu halda seg innanfyri. ABC samgongan eigur ábyrgdina av fíggjarlógini fyri 2012 við húð og hár, men eg vóni og vænti, at vit megna at fáa eina breiða semju. Fíggjarlógin fyri 2011 er úrslit av einari semju við andstøðuna, og so at siga alt Løgtingið atkvøddi fyri henni. Um vit megna at halda fast við hesi gongd og fáa skapt breiðar semjur um okkara fíggjarpolitikk, fáa vit skapt støðugar karmar fyri okkara búskap. Arbeiðið er ikki liðugt Ætlanin er ikki, at landsstýrið skal sita, bara fyri at sita, tí arbeiðið, sum vit hava sett okkum fyri, er ikki liðugt enn. Vit hava týdningarmiklar bygnaðarligar broytingar eftir at fremja, eitt nú pensjónsnýskipanina og umskipan av kommunum og skúlarøkinum. Hesar umskipanir hava ligið á láni alt ov leingi, og vit ætla at seta tær í verk, áðrenn hetta valskeiðið er runnið. Vit ætla ikki at niðurleggja arbeiðið, áðrenn arbeiðstíðin er av. Vit niður­leggja ikki arbeiði áðrenn arbeiðs­ tíðin er av Tummas Arabo var herfyri frammi við grein um almenna bygnaðin – og hvussu Javnaðarflokkurin bara ger ilt verri í hesum døg­um. Tummas umboðar javn­aðin sum vit kendu hann í gomlum døgum: tekno­krat­ar við greiðari visjón um betri sam­felag fyri øll, um vit bara gera soleiðis-og-soleiðis. Maðurin við reyðum lastbilum, um­ sett­ari stýris­skipan og skipa­pakkum hevur helst av lívs­­royndum mýkt fatan sína á fleiri punktum, m. a. at enda politisku stýringina av vinnu­lívinum og gevast at brandskatta allan vinning. Hetta er sera áhugavert, men hesuferð vil eg viðmerkja um almenna bygnaðin. Vinstra­ flokkar um allan heim gerast ofta flokkar hjá teimum, ið umsita vælferð heldur enn teimum, ið treingja vælferð. Í USA verjir demokratiski flokkurin serlig rættindi hjá skúlalærarum; í Fraklandi halda sosialistar fast um, at mong almenn starvsfólk skulu kunna leggja frá sær við full­ari pensjón 55 ára gomul. Tummas vil hava vinstra­ vong­in at gera neyðugar til­ lagingar í vælferðar­um­siting – bygnaðurin skal tæna, og aðalráðini mugu ikki friðast. Rætt er, at eisini Kitty May Ellefsen hevur verið nógv frammi, men júst hennara landsstýrismenn eru kjarnin í trupulleikanum, so hon má gera sum Poul Michelsen fyri at vera partur av loysnini. Góð ráð eru ikki altíð dýr Fyrstu landsstýrini eftir kríggið høvdu trý landsstýris­ fólk, men samstundis lá fyrisitingin í sera mongum stovnum uttan stórvegis ávirkan landsstýris. Síðani gjørdis landsstýrið sterkari men eisini smyldrað sundur í ov nógv ov lítið samskipaði ráð. Vit mugu sum Tummas taka støðu til bæði at fækka tey og skipa tey betur. Og ja! Hetta merkir, at onkur má leita sær nýggjar avbjóðingar, og summi mugu fáa løn í upp­ sagnartíð; men landið skal fáast at virka og skal ikki krevja meira í skatti enn neyð­ ugt. Landið skal ikki seta sær ov nógv fyri, men skal fremja tann valda setningin. Tilmæli mítt skal vera fylgjandi. Vit eiga at taka av løgmansskrivstovuna. Stovn­ ur, sum bara sendir papp­ír til ummælis aðra­staðni og hýsir landsins regenti, ið ikki vil dálka sær fingr­arnar politiskt, er ikki verdur útreiðslurnar og má avtak­ast saman við tí fjara, sveim­andi løgmanni. Løg­maður eigur í staðin at velja sær eitt av fakráðunum, helst fíggjar­ málaráðið, har virkandi forsætisráðharri nú situr. Síðani eiga vit at enda serstøðuna hjá fiski­vinn­uni, eins og miseydnaða uttan­ ríkisráðið má fara sín veg; og eftir grann­skoð­anargøluna kunnu vit líka gjarna niður­ leggja vinnu­málaráðið eisini. Á toftunum av hesum trim­um eiga vit at reisa nýtt tilfeingismálaráð, sum tekur á seg allar vinnur og tilfeingi, eisini uttanríkispolitikk, sum í landi okkara fyrst og fremst er tilfeingispolitikkur. Mentan eigur at halda fram sum ráð, men fígging og stýr­ing av skúlaskapi skal flyt­ast, so partvíst komm­ unur og partvíst stovnar sjálv­ir fáa fleiri heimildir. Tey bæði almanna- og heilsu­ mála­ráðini eru longu eitt ráð, sum letst at vera tvey. Eftir er løg­­mála­­ráðið, sum eigur at vera stjórn­­­andi ráðið, ið skarar framúr, sam­an­­sett av øll­um ver­­andi myndug­leika-, eftirlitis- og skrá­seting­ar­ stovn­um – faktisk fyri­­siting sum strand­ferðsla og lands­ verk eiga at flyta í til­feingi. Løg­mál eru mest for­sømdu mál okkara – sum ikki minst grann­­skoðaragate prógvar. Samanumtikið: fíggjar­ mál, løgmál, mentan, tilfeingi og almanna&heilsa. Nú er kjakið so byrjað. Kári á Rógvi løgtingsmaður, formaður Sjálvstýrisfloksins Yvirbygnaðurin – 5 aðalráð er rætta talið Nógv er talað og skrivað um almenna bygnaðin. Tíðin er komin at taka støðu. Nú vit í Sjálvstýrisflokkinum skulu orða ætlanir fyri komandi valskeið er tilmælið mítt: 5 aðalráð! Hevði eina lítla grein um »Deyðans blokkstuðul« frammi herfyri. Hilmar Simonsen hevði eitt jánkasligt og hálvfjákut aftursvar. Niðurstøðan av tí er, at hann als ikki hevur lisið nevndu bók, sum afrikanska Moyo hevur skrivað. So­statt skilir hann als ikki grund­­gevingarnar. Men svar hansara er eitt týðuligt NOY! Hann biðjur okkum koma í gongd (við frælsinum). Tað hava nógvir landsmenn verið í stórthundrað ár. Men ómegd og imperialisma (fólka­atkvøða og hervald) hevur higartil klárað at hildið tørn í sokallaða »ríkis­felagsskapinum«. Eisini samanber hann okkum, ið trúgva á eitt føroy­skt framtíðarlív – uttan blokk, við Erasmus Montanus. Ein skemtilig roynd. Men. Eru nakrir Erasmussar í Føroyum, so eru tað øll tey, ið dúva á danskar blokk­ mylnusteinar. Hjá stuðulsfjepparum er so onki flúgvandi vit! Einar frælsar Føroyar fara at gerast væl betri fyri fíggjarliga enn verandi støða er. Minnist til regluligu oyðandi bankakrakkini, tíggjunda hvørt ár. Lærið tykkum bara eitt lítið sindur um nasjonal­økonomi, og tit koma til somu niðurstøðu. Tit kunnu kanska byrja við at lesa bók­ina hjá Moyo á føroysk­um, men tað tora tit kanska ikki! Vit hava einans eitt sera avmarkað fólkaræði. Og tað er ikki í ordan. Hvørki so ella so. Bloksmjarr Hilmars og annara Hanus Vang