Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. januar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7 8 Sosialurin Vimund Jacobsen Meðan Noreg hevur vent sær til Føroya um nýggjar sam­ráðingar um sínámillum fiski­veiði­avtalu fyri 2011, hev­ur Fiskimálaráðið einki hoyrt úr ES, sum Føroyar eisi­ni hava havt sáttmála við. Jacob Vestergaard sigur, at Noreg beinleiðis hevur vent sær til Fiskimálaráðið við ynski um nýggjar sam­ ráð­ing­ar og í brævi, sum kom­ið er úr Noreg, er einki nevnt um makrelstríðið, sum er millum londini. Tískil vænt­ar landsstýrismaðurin ikki, at Noreg enn einaferð fer at brúka makrelin sum jarn­brot í eini nýggjari síná­ mill­um fiskiveiðiavtalu mill­ um londini. - Eg trúgvi, at ES-app­arat­ ið er tyngri og tekur long­ ri tíð, og hetta kann vera orsøkin til, at vit enn einki hava hoyrt haðani um møgu­ ligar nýggjar sam­ráð­ing­ar. Jacob Vestergaard sigur, at føroyska sam­ráð­ing­ar­ nevndin, sum fer at sam­ ráðast við Noreg um nýggja fiskiveiðiavtalu, fer ikki at lata stríðið um makrel­in avgera úrslitið av sam­ráð­ ing­unum. - Um norðmenn vilja hava enn eina kunning um okkara støðu í spurninginum, fáa teir tað, men vit fara ikki at samráðast um hesi viður­ skifti yvirhøvur, tí makrelur er ein spurningur, sum ei­g­ur at ganga fyri seg í stranda­ landa­høpi. Vit spurdu eisini Jacob Vester­gaard, hví ES hóttir við at steingja sínar havnir fyri íslendskum skipum, sum hava makrel í lastini, tá einki ítøki­ligt hevur verið at hoyrt um, at ES møguliga ætlar at seta somu tiltøk í verk móti føroyskum skipum, nú Før­oyar heldur ikki kundu semj­ast við ES og Noreg um makrel­in. - Sum eg nevndi, hava vit einki hoyrt úr ES, síðan Fiskimálaráðið einki hoyrt STRÍÐ – Vit hava einki hoyrt úr ES, síðan samráðingarnar um fiskiveiðiavtalu fyri 2011 slitnaðu. Tað einasta, vit hoyra, er tað, sum sagt verður í fjølmiðlunum, og hetta eru mest viðurskifti, sum skotar føra fram, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður Vilmund Jacobsen Longu klokkan 17 í dag fara semingsmenninir í sam­ráð­ ing­unum millum reiðarar og fiskimenn at taka støðu til, um tað yvirhøvur loysir seg at koma við nøkrum sem­ ings­uppskoti millum partar­ nar. Tað var fríggjadagin klokkan 13, at semingin byrj­aði, men sum skilst á sem­ings­manninum, Terja Sigurðs­son, var beint fyri mid­dag í dag rættiliga langt mill­um partarnar, og vánalig út­lit vóru til semju. - Vit hava aftur verið sam­ an við pørtunum í mongun, og nú er ein steðgur í sam­ ráð­ing­unum til klokkan 17 í dag. Tá fara vit at meta um, hvørt tað yvirhøvur loys­ir seg at koma við einum sem­ ings­uppskoti millum part­ar­ nar ella ikki. Terji Sigurðsson sigur, at hann slett ikki dugir at meta um, hvat fer at spyrjast burt­ur úr, tá partarnir fara at fundast aftur klokkan 17 í dag. Hann vísir á, at freistin, sum er sett til á middegi í morg­in, er bara galdandi, um partarnir eru saman, og sem­ings­menninir meta, at nak­a­ð yvirhøvur er at sam­ ráð­ast um. - Stutt er at siga, at semings­royndin, sum nú hevur vart síðan fríggjadagin klokkan 13, ikki hevur gingið væl, sigur Terji Sigurðsson, sem­ings­maður, sum tóktist ikki serliga bjartskygdur, tá vit høvdu hann í telefonini. Oljan skilir - Fáa vit eina avtalu í lag, har manningin luttekur í olj­u­út­ reiðslunum, sleppa vit undan órógvi um hesi viðurskifti, tá oljuprísirnir broytast, segði Vi­berg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, við út­ varp­ið hjá Kringvarpinum fríggja­dagin, beint áðrenn sem­ing­in byrjaði. Hann vísti á, at tá ið mann­ing og reiðarar eru felags um inntøkurnar, sum skipa­vinnan gevur, er eisini rími­ligt, at partarnir eru felags um útreiðslurnar. - Tað kostar at skapa virð­ ini, og í løtuni er javnvágin mill­um tað, sum liggur eftir hjá skipunum og tað, sum mann­ingin fær í sín part, farin av lagi. Hann vísti á, at hvørt húsar­hald kennur sviðan av dýrk­aðu oljuni, og soleiðis er eisini hjá fiskiskipaflotanum. - Greiningin, sum grann­ skoðara­felagið NOTA ger á hvørj­um ári, og sum seinast varð løgd fram seint í heyst, sigur alt um støðuna hjá heima­flotanum. Viberg Sørensen segði, at tá talan er um tilsamans átta skipabólkar, er sjálvandi ymiskt, hvussu gongdin er. - Í løtuni hava nøkur skip tað veruliga trupult, meðan onn­ur hava tað betri – og so broytist aftur, sum tíðin gong­ur. Hann endurtók, at felagið ynsk­ir eina og somu skipan fyri allar fiskiskipabólkarnar, har manningin luttekur í olju­út­reiðslu­num, tá bunkr­ ing­ar­liturin á olju fer upp um 2,90 krónur fyri liturin. Í dag liggur bunkring­ar­ prís­urin um 4 krónur fyri litur­in. - Fáa vit eina slíka skipan í lag, sleppa vit undan órógvi um hesi viðurskifti, tá olju­ prís­ir­nir broytast. Viberg Sørensen ásann­ aði, at eitt nú pelagiski flotin hev­ur havt tað gott seinnu ár­ini, men hann minti á, at tað eru bara tvey ár síðan, at nóta­skip lógu við bryggju, tí tað loysti seg ikki at loysa skip­ini. Hava rætt hond Páll Hansen, formaður í Maskin­meistara­felagnum, segði eisini fríggja­dagin, áðr­enn sem­ing­in byrjaði, at feløg­ini áð­ur hava verið við til at rætt reiðar­un­um eina hond, har tað hevur ging­ið ring­ast. - Í 2008 gingu vit við til at lækka hýruprosentið hjá lemmatrolarum úr 27% nið­ u­r í 25%. Men nú vilja reiðar­ ar­nir, at fiskimenn skulu luttaka í eitt nú olju­útreiðsl­ um í øllum skipabólkum. Páll Hansen segði við útvarpið, at mann­ing­ar­felø­ gunum ­dámar betri, tá tos­að verður um hvønn bólk sær – heldur enn allar undir ein­ um. - Eg haldi ikki, at vit skulu blanda eitt nú uppi­sjóv­ ar­skipini upp í hetta, men held­ur hyggja eftir bólkum, har tað virkuliga pínir, sum hann tók til. Páll Hansen vísti á, at held­ur ikki hjá línuskipum, har manningin luttekur í olju­ni, hevur gongdin verið na­k­að at reypa. Tvørturímóti. - Manningarnar hava víst, at tær luttaka. Tá egn­ing­ar­ maski­nurnar komu, fingu hes­ar ein part og eisini, tá skip­ini fingu kryvjimaskinur lut­tók manningin í íløgu­ni, segði formaðurin í Maskin­ meistara­felagnum. Hann legði aftrat, at um reiðar­ar­nir bara kunnu fara í lumman hjá manningini eft­ir pengunum, sum resta í, tá ið tað ikki gongur best, verð­ur skiparaksturin ov lítið eggj­ andi fyri teir, sum hann tók til. vilmund@sosialurin.fo Slitnar helst longu seinna­ partin í dag - Stutt er at siga, at semingsroyndin, sum nú hevur vart síðan fríggjadagin klokkan 13, ikki hevur gingið væl, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður, sum tóktist ikki serliga bjartskygdur fyrrapartin. Óvist er ikki, at tað slitnar millum partarnar longu seinnapartin í dag