mánadagur 17. januar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Føroyar er einasta landið
í sonevnda strandalanda
samstarvinum um makr
el, sum enn ikki hevur
ásett, hvussu stór kvotan
skal vera í hesum árinum.
Fyrsta landið, sum tók
seg úr samráðingunum,
tá tað vísti seg, at ov lítið
fór at koma burtur úr, var
Ísland, sum ásetti sær
17% av eini heildarkvotu
á 646.000 tons, ið er tilráð
ingin hjá ICES.
Stutt eftir ásettu ES og
Noreg sær heili 90% av
heildarkvotuni.
Føroyar, sum heldur
ikki kundu semjast við
ES og Noreg í samráðing
unum um avtaluna fyri
2010, tillutaðu sær 15% av
heildarkvotuni í fjør.
Í løtuni er tað bara Før
oyar, sum ikki hevur ásett
sær sína makrelkvotu fyri
2011.
- Men tað verður gjørt
heilt skjótt – og helst
seinni í hesum mánaði
num, sigur landsstýris
maðurin í fiskivinnumál
um, Jacob Vestergaard.
Spurdur,
um
tað
kanska
er
taktikkur
frá føroyskari síðu, at
ásetingin bíðar til eft
ir samráðingarnar um
sínámillum
fiskiveiði
avtalu við Noreg, sigur
landsstýrismaðurin,
at
tað er tað ikki.
- Vit hava sum so ikki
nakað serligt at skunda
okkum til, tí mett verður,
at besta tíðin til makrel í
føroyskum sjógvi er ikki
fyrr enn nakað er liðið av
árinum.
Jacob
Vestergaard
sigur, at Fiskimálaráðið
í kunngerð fer at áseta,
hvussu stór kvotan verð
ur í 2011, og hvussu kvotan
skal lutast millum skipa
bólkar.
Støðan mýkjast
Landsstýrismaðurin
er sannførdur um, at
støðan, sum hevur tikið
seg upp í strandalanda
samstarvinum, má mýkj
ast, soleiðis at londini
skjótast gjørligt kunnu
finna semju um, hvussu
býtið skal verða frameftir.
- Tað kann ongantíð
vera rætt, at umsitingin
av hesum tilfeingi bara
hongur í leysum lofti. Tí
er umráðandi, at støðan
landanna millum verður
mýkt.
Jacob Vestergaard vís
ir á, at kvoturnar, sum ES,
Noreg og Ísland hava til
lutað sær, eru omanfyri
TAC’ið, ið ICES mælir til,
og tað er sjálvandi hvørki
skilagott ella haldbart í
longdini.
vilmund@sosialurin.fo
- Kvoturnar, sum ES, Noreg og Ísland hava
tillutað sær, eru omanfyri TAC’ið, ið ICES mælir
til, og tað er hvørki skilagott ella haldbart
í longdini, sigur Jacob Vestergaard
Fara nú at
áseta kvotu
Jacob Vestergaard ætlar sær
seinni í hesum mánaðinum
at áseta, hvussu stór
føroyska makrelkvotan
verður í hesum árinum
Tað hevur verið frammi, at ES møguliga fer at seta
tiltøk í verk móti íslendskum skipum. Hinvegin
hevur einki ítøkiligt verið at hoyrt um, at ES
ætlar sær at sekta Føroyar og føroysk skip
úr ES
samráðingarnar
slitnaðu.
Tað einasta, vit hoyra, er
tað, sum fjølmiðlarnir siga,
og tá eru tað serliga skotsk
áhugamál, sum eru at síggja
í miðlunum.
Jacob Vestergaard sigur,
at Fiskimálaráðið ongar frá
boðanir hevur fingið úr ES
um, at felagsskapurin ætlar
at sekta Føroyar ella føroysk
skip fyri, at vit – eins og øll
hini
standalondini
hava
gjørt – fara at áseta okkara
egnu makrelkvotu fyri 2011.
vilmund@sosialurin.fo
Mangt bendir á, at tað fer
at slitna millum reiðarar
og manningarfeløgini
í samráðingunum
seinnapartin í dag. –
Samráðingarnar hava ikki
gingið væl væl, sigur Terji
Sigurðsson, semingsmaður
Terji Sigurðsson,
semingsmaður, var ikki
bjartskygdur, tá Sosialurin
tosaði við hann beint
fyri middag í dag