Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Norðborg, sum er góðar 83 metr­ar long, fylti nógv upp í dokkini á Skála, har hon hev­ur staðið síðan 3. jóladag og kom avaftur seinasta leygar­dag. Men tað var ikki long­din á skipinum, sum kun­di verið ein trupulleiki, tí dokkin á Skála hevur havt skipi inni, sum eru meiri enn 100 metrar long. Norðborg er rætti­liga breið, og tá skipið stóð í dokkini, vóru bert 70 sentimetrar at geva av í hvørj­um borði sær. Jón Rasmussen, skipari, sig­u­r, at Norðborg hevur ikki verið uppi í tvey ár, og tí var neyðugt at taka skipið upp nú. - Vit hava havt ávís­ar trupulleikar við høvuðs­ motor­inum, sum tó ikki hava elvt til, at vit ikki hava kunnað fiskað. Leit­ið hevur verið eftir, hvørjir tru­pul­ leikarnir, eru og ymisk­ar still­ing­ar eru gjørd­a­r. Vit hava fólk frá mo­tor­verk­ smiðju­ni í Før­oy­um, og nú skipið er komið av aftur, er neyðugt at royna, hvussu mot­or­urin nú virkar. Jón Rasmussen sigur, at skip­ið loysti í nakrar tímar sun­nu­dagin, og nú verður loyst aftur til tekniskan roynd­ar­túr. Stuðla reiðarum Skiparin á Norðborg leggur dent á, at tað er ikki soleiðis, at teir ætla sær at bróta verk­ bannið, sum Føroya Reiðara­ felag hevur lýst. - Í útgangsstøðinum stuðla vit felagnum og stuðla av­gerð­ini um, at skipini ikki loy­sa, meðan ósemja er. Skiparin vísir á, at nú Norð­borg aftur loysir í nakr­ ar tímar, sum hann tekur til, er tað fyri at stilla høvuðs­ mot­or­in innaftur eftir tær roynd­ir, sum eru gjørdar at fin­na út av, hvør trupulleikin er. - Vit hava framvegis teknik­ara frá motor­verk­ smiðju­ni umborð og tað, sum vit nú noyðast at gera, meðan hetta arbeiði er í gongd, skal als ikki skiljast sum brot á verk­bannið, leggur Jón Ras­ muss­en dent á. Eisini trumlur Ymiskt er gjørt við Norðborg, nú hon hevur staðið uppi. - Nú hava vit eisini skift trol­truml­ur fyri aðru ferð, síðan vit fingu Norðborg til landið. Seinast, vit skiftu truml­ur, var um ársskiftið seinas­ta ár. Skiparin vísir á, at tilfarið dine­ma, sum er tóverkið, ið er á trumluni, hevur eina eina velduga kroystistyrki. - Eins og nøkur onn­ur skip í føroyska fiski­skipa­flota­ num, brúka vit ikki weir um­ borð á Norðborg, men dine­ ma, sum tilfarið verður rópt. Tað vísir seg, at hetta tilfar kroyst­ir trumlurnar sundur og saman, sum tíðin gongur. Eftir at vit høvdu skift truml­ur fyrstu ferð, byrjaði trupul­leikin nokso skjótt aft­ ur, og vit sóu, at heldur ikki tær seinnuu trumlurnar fóru at halda í longdini. Nú hava vit so skift trumlur fyri aðru ferð, leggur hann aftrat. Jón Rasmussen sigur, at tó­verm­ið dinema er eini 2-3 ára gamalt á marknaðinum. - Hetta er ikki hart tilfar sum weirur er, og tað vigar lutfals­liga lítið, sigur hann. 70 mans Gjøgnum eitt ár hava fleiri enn sjeyti mans verið knýttir at Norðborg sum manning. - Tá manningin, sum hev­ ur verið við skipinum í 2010, fekk jólapakkar seinast, vóru hes­ir fleiri enn 70 í tali. Jón Rasmussen leggur aftr­at, at tá eru sjálvandi nakr­ir, sum kanska bara hava verið ein, tveir ella tríggj­ar túrar við skipinum í far­na ári. Norðborg hevði eitt sera gott ár í fjør, og skip og mann­ing fiskaðu fyri stívliga 200 miljónir krónur. LOYSA – Skipið hjá okkum hevur verið í dokk á Skála seinastu tíðina, og nú Norðborg er komin úr aftur dokkini, samstundis vit hava útlendskar teknikarar her heima, fara vit tekniskan royndartúr. Útgangsstøðið hjá okkum er, at vit vilja vera solidariskir mótvegis Føroya Reiðarafelag og ætla okkum ikki at loysa til veruligan fiskiskap, meðan ósemja er um sáttmálaviðurskifti, sigur Jón Rasmussen, skipari ... í útgangsstøðinum stuðla vit Føroya Reiðarafelag og stuðla avgerðini um, at skipini ikki loysa, meðan ósemja er... JÓN RASMUSSEN Norðborg tekniskan royndartúr Jón Rasmussen er væl nøgdur við árið í fjør, tá Norðborg fiskaði fyri stívliga 200 miljónir krónur - Vit loysa til ein stuttan tekniskan royndartúr, nú vit hava teknikara her heima, men hetta merkir ikki, at vit ikki eru solidariskir og stuðla Føroya Reiðarafelag, sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg