mikudagur 19. januar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tað eydnaðist ikki semings
monnunum at fáa semju í
lag millum Føroya Reiðara
felag og manningarfeløgini.
Freistin, sum semingsmenn
inir høvdu sett, var til á mid
degi týsdagin, men longu
seinnapartin
mánadagin
noyddust semingsmenninir
at ásanna, at so langt var
millum partarnar, at eingin
semja var í ljósmála. Tí komu
teir heldur ikki við nøkrum
semingsuppskoti.
Terji Sigurðsson, sum er
annar av semingsmonnunum,
segði seg ikki duga at síggja,
at nøkur nyttar var í einum
semingsuppskoti, sum teir
frammanundan vistu fór at
verða vrakað.
So skjótt tað gjørdist
greitt, at eingin semja fekst
millum partarnar, heitti Før
oya Reiðarafelag á skip, sum
fiska undir Føroyum, um at
koma til lands.
Loystu kortini
Hóast verkbannið, vistu fjøl
miðlar í gjár at siga, at systir
skipini úr Hvalba, Steintór
og Niels Pauli, kortini høvdu
loyst.
Hetta skapti nógv fund
arvirksemi í Føroya Reiðara
felag
í
gjár,
og
Viberg
Sørensen, formaður í felag
num heitti á skipini um at
gevast og koma aftur til
lands.
Sum skilst, hava hvalbing
ar aktað boðini hjá tí felag,
teir eru limir í og eru givnir
at fiska.
Í morgun ljóðaði eisini, at
onnur skip enn djúpvatns
trolararnir í Hvalba ætlaðu at
loysa, og í hesum sambandi
var verksmiðjuskipið Norð
borg nevnt.
Men í grein á blaðsíðu
10 í dag, sigur skiparin, Jón
Rasmussen, at teir ætla sær
ikki at bróta verkbannið,
sum
Føroya
Reiðarafelag
hevur lýst.
– Vit hava verið í dokk og
hava útlendskan teknikara
her heima. Tí noyðast vit, nú
arbeitt verður við at finna
út
av,
hvør
trupulleikin
er, at gera ein tekniskan
royndartúr. Vit stuðla kort
ini Føroya Reiðarafelag og
vilja
í
útgangsstøðinum
vera solidariskir, sigur Jón
Rasmussen.
Løgin støða
Tað var serliga spurningurin
um, hvørt manningin skal
luttaka í oljuútreiðslunum
ella ikki, sum skilti reiðarar
og manningarfeløg.
Reiðarar meta, at oljan nú
er vorðin so dýr, at manningin
eigur at bera sín part av øktu
oljuútreiðslunum, men hetta
vilja manningarfeløgini, sum
hava staðið væl saman undir
samráðingunum, ikki hoyra
talan um.
Av
átta
skipabólkum,
luttekur manningin í olju
útreiðslunum
í
tveimum
skipabólkum, nevniliga hjá
línuskipum
og
flakatrol
arum.
Teir, sum eiga hesi skip,
har oljan longu er felagsút
reiðsla, eru tí í eini eitt sindur
undarligari støðu.
Línuskip eru løgd, har
manningin longu luttekur
í oljuútreiðslunum, og við
Vestaru bryggju í Havn liggur
flakatrolarin Enniberg, har
manningin eisini luttekur í
oljuútreiðslunum.
Men bæði teir, sum eiga
línuskipini og teir, sum eiga
flakatrolararnar, hava valt
at vera solidariskir og vilja
standa saman við Føroya
Reiðarafelagnum
um,
at
oljan skal vera partur av
felagsútreiðslu hjá øllum
skipabólkum.
vilmund@sosialurin.fo
Fiskiflotin liggur
VERKBANN Hóast manningarnar á línuskipum og flakatrolarum longu
luttaka í oljuútreiðslunum, liggja hesi skipini eisini, nú verkbann er í
føroyska fiskiskipaflotanum. Føroya Reiðarafelag hevur biðið øll skip,
sum fiska undir Føroyum, um koma til lands og akta verkbannið
línuskip eru løgd, har manningin longu luttekur
í oljuútreiðslunum, og við Vestaru bryggju í Havn
liggur flakatrolarin Enniberg, har manningin eisini
luttekur í oljuútreiðslunum
Partrolarar við bryggju í
Runavík, nú verkbann er.
Millum ísfiskatrolararnar,
sum eru lagdir, eru
leirvíkistrolararnir,
Polarhav og Stjørnan
Mynd: Vilmund Jacobsen