mikudagur 19. januar 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. januar 2011 · Nr. 8
22
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Kalsoyarfjørður:
Hóast
onkur
skuldi trúð, at tann skjótt 36 ára
gamli Sam hevði siglt fyri seg, so
prógvar hann hvønn einasta dag
sítt virði.
Einar 6-8 ferðir um dagin er hann
álitið hjá teimum kalsoyingum ið
ætla sær av oynni, ella hjá øðrum
sum hava einihvørji ørindi ella ar
beiði at gera í Kalsoynni við ella
uttan bil.
Onkur kann kanska seta spurn
artekin við komfortin umborð
á Sam, men líkt er til at fólk ikki
hava stundir at hugsa stórvegis um
hetta: Tað tekur ikki stórt meiri enn
18 minuttir at sigla tvørtur um Kals
oyarfjørð.
- Eg haldi, at Sam er sera væl
egnaður til hesa siglingina. Ein
kundi so ikki havt eitt minni skip
til hetta, slær Marius fast. Hann er
ættaður úr Hvannasundi, men er
búsitandi í Runavík.
- Sam er sera arbeiðsligur, og
kann brúkast til næstan allar
uppgávur á hesi leiðini og aðrastað
ni kring oyggjarnar. Jú, hetta er eitt
fínt skip.
Arbeiðsferðin er 9,7 míl, og tað er
bert ein løta so hevur stýrimaðurin
henda túrin ført skip, manning,
ferðafólk, bilar og tíðindafólk til
ferjuleguna á Syðradali ein kaldan
mikudag í farnu viku.
Tilkalling
Á Kalsoynni búgva í dag 109 fólk.
Her er talan um fólk í øllum aldrum,
og sum hava gagn av regluligu sig
lingini hjá Sam.
Møguleiki er hjá teimum virkis
føru og teimum lestrarhugaðu at
búgva í oynni, og fara til arbeiðis
ella í skúla á meginøkinum á morg
ni og heim aftur á kvøldi.
Sam fer tískil av Klaksvík klokk
an 6:40 hvønn gerandismorgun og
av Syðradali aftur klokkan 7. So
leiðis røkka øll hesi fólkini at koma
rættstundis til arbeiðis og í skúla
ein tíma seinni í Klaksvík og bygd
unum nærhendis.
Kalsoyarleiðin er haraftrat løgd
soleiðis til rættis, at ein túrur er
seint á kvøld - so seint, at oyggjar
fólkið kann luttaka við ymisk frí
tíðarítriv og líknandi í Klaksvík, og
kortini sleppa heim aftur sama dag.
- Vit hava ein túr kl. 22:15, sum í
roynd og veru er ein tilkallitúrur.
Men tað er næstan ikki dagur, at
hann ikki verður sigldur, staðfestir
Marius við einum brosi.
Akkurát
Kalsoyarfjørður er gott farvatn
at sigla í, men tað gevast kortini
umstøður og líkindi, tá ætt og rák
ganga ímóti hvørjum øðrum. Tá
kann verða heldur gjálvut í sjónum.
- Men tað gongur altíð. Hinvegin
so er ikki nógv út at geva, tá tú kem
ur inn um pierarnar her á Syðradali.
Har er í øllum førum ikki nógvir
metrar at spæla við millum teir
báðar.
- Tað hevði sjálvandi verið ynski
ligt, um tað var eitt sindur longri
millum pierarnar, men tað er sum al
tíð ein peningaligur spurningur, vísir
Marius á.
Hóast hetta, kemur tað nærum
ikki fyri, at Sam avlýsir ein túr.
Hetta kann verða gjørt síðsta túr á
kvøldi í ódnarveðri og myrkri á há
vetri, og talan kanska bert er um ein
einstakan persón sum skal til hús.
- So kunnu vit bara tosa við við
komandi, so hann tekur tann næst
seinasta túrin, heldur enn tann
seinasta. Jú, tað plagar eisini at
ganga, sigur stýrimaðurin.
snorri@sosialurin.fo
Flótandi lívsæðr
SAMFERÐSLA - Tað er eingin ivi um, at Sam er lívsæðrin hjá fólkinum í Kalsoynni. Uttan hetta
ferðasambandið, hevði neyvan verið væl vorðið her, sigur Marius Sørensen, sum er stýrimaður umborð
á strandfaraskipinum Sam, sum røkir siglingina úr Klaksvík til Syðradals á Kalsoynni. - Tey eru altíð
so blíð og fyrikomandi, og tí er tað ein stuttleiki hjá okkum umborð at røkja hesa farleiðina
Sam siglir upp í 8 túrar um
Kalsoyarfjørð
um
dagin.
Hetta ger sítt til, at fólk
trívist í oynni og framvegis
vilja verða búsitandi her.
- Ja, tá man tosar um
útoyggjapolitikk, so hevur
Kalsoyggin við hesum skipi
num og hesi farleiðini allar
møguleikar fyri at halda
stikk við fólkatali. Kann
Kalsoyggin ikki halda stikk,
so verður trupult hjá øðrum
útoyggjum at gera tað sama.
- Men sjálvandi alt veldst
um ungdómin. Hann vil jú
vera har sum aktivitetirnir
eru og har tað er høgligast at
sleppa til og frá, slær Marius
Sørensen fast.
Og hann leggur aftrat: -
Skal man liva á eini oyggj sum
hesari, so eru forteytirnar
avgjørt til staðar við hesum
sambandinum.
Halda
stikk
Var tað ikki fyri góða
ferðasambandið við Sam,
hevði neyvan verið sama
fólkatalið á Kalsoynni. -
Hetta er eitt fínt skip til
hesa farleiðina, og fólk eru
fegin um henda møguleikan
at sleppa fram og aftur við
bili, sigur Marius Sørensen,
stýrimaður sum situr við
róðurpinnin, saman við
Regin, maskinmeistara
SAMBAND
Tá man tosar um útoyggjapolitikk, so
hevur Kalsoyggin við hesum skipinum og hesi
farleiðini allar møguleikar fyri at halda stikk
við fólkatali. Kann Kalsoyggin ikki halda
stikk, so verður trupult hjá øðrum útoyggjum
at gera tað sama