Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9 20 Sosialurin U m dagarnar er umrøða av nýggja atlassi­num í bløðunum. Ikki løgið, nú tað liggur á ljóði, at ætlanina er at halda fram eftir sama leisti sum gjørt varð fyri smáum 20 árum síðani, at geva út atlas, sum kann gerast ein trongi fyri vitan heldur enn kelda til víðskygni, lærdómi og kunnleika. Í fjør bjóðaði ritstjórnin hugað­um og almenninginum annars at gera viðmerkingar til nýggja heimsatlassið við teirri staðfesting, at ætlanina var at geva út verk, sum m.a. máls­liga og landafrøðiliga fór at vera í samljóði við veruleikan vit øll liva í og eru partur av. Hetta sýntist skilagott, men sum fráleið kendist rákin aftur av málfatanini, sum var vøllurin undir fyrru útgávuni - at ávísur hug­ burður aftur fór at mynda nýggju útgávuna. Trupulleikar og ikki møguleikar Tikið verður uppí saman, at tað eru eini 5-6 nøvn, sum orsaka ivan um gamla atlassið. Tað er ikki rætt og er at undirmeta kritikkin av verandi atlassi. Eisini er komið undan kavi, at rit­ stjórn­ in (politiskt?) hevur valt at gera raðfylgju, har grannar­ nir fyri vestan eiga fremstu plássini, meðan hini norður­ londini, íroknað Dan­­mark, verða javntstillað og verða sýnd í minni enn hálv­ari stødd enn Ísland og 2/3-stødd av Stóra­Bretlandi og øðrum europeisk­um londum?! Eisini tykist greitt, at ætlanin bert lutvíst er at nýta latínska alfabetið hóast Løgtingið fyri góðum ári síðani samtykti, at framyvir skuldu burturgoymdu bók­ stavirnir c,q,w,x og z aftur fáa síni sjálvsøgdu pláss í alfabetinum. Síðani almenna føroyska stav­raðið gjørdist kjølfestið undir stavsetingini, hevur tað í vaks­andi mun verið ein trongi fyri skil­ vísari málrøkt, ein forðan fyri gerandisvitan og ein fótongul í altjóða­ gerðini.Úrslitið er, at vit í mongum viðurskiftum eru endað í stavseting, sum fyri flestu gevur trupul­leikar heldur enn møgu­leikar. Har føroyska stavraðið ikki er lykilin til vitan, men heldur til centripala nalvaskoðan. Reinskan og vreingjan Í verandi atlassi er soldað í bók­stavunum í ólukkumát. Í reinskanini vóru staðarnøvn broytt og onnur hava mistu sín uppruna­týdning. Og dømini eru ótald. Sicilia gjørdist til Sikiloy, Scillyoyggjarnar til Sillingar­ oyggjar, Chile - Kili, New Zealand til Nýsæland, Zaire til Sair, Zimbabwe til Simbabvi, Chad til Kjad, Mozambique til Mosambik, Cape Town til Høvdastaður, Cap Verde til Grønhøvdaoyggjar, Schweiz til Sveis, Costa Rica til Kosta Rika o.s.fr. Hópin av heitum, sum antin eru villeiðandi ella í ósamsvari við veruleikan. Samstundis bleiv Dan­mark til Danmørk, Hebrid­ ur­nar til Suður­oyggj­ar, Bornholm til Burg­undar­­hólm­ur, Sjælland til Sæ­land, Thailand til Teiland, Mauritius til Móriti­ us, Bergen til Bjørgvin, Nord­­ kap til Norður­høvdi, o.s.fr. Orðið hálvoyggj varð eisini strikað. Tað er heilt vist skeivt, tá orðið umboðar ávíst geo­ graf­iskt heiti. Tað kann ikki eita Korea­nesið, Kolanesið ella Árabia­ nesið. Tað er hóast alt sjónligur støddarmunur millum Tinga­nes, Eystnes og Lindesnes (Líðandisnes í atlassinum) og so t.d. Kola­ hálvoynna, sum Ísland til støddar, Koreahálvoynna, sum er útvið ¼ mio km2 og so Arabisku hálvoynni, sum er 2,5 mio km2. Harafturat er a skift út við á, o við ó, y við ý og u við v. Hví skal tað eita Ásia, Arábia, Róm, Kýpros, Jerúsalem, Makedónia, Avstralia, Bogotá, Perú, Móritania o.s.fr.? Kann tað hava nakað við íslend­sku stav­set­ingina at gera? Spurn­­ingurin er sjálv­­sagdur, tí Vest­­manna­ oyggjarnar eita Vest­manna­ eyar í atlassinum! Í miðlunum er farið enn longur. Har verður vanliga sagt, at okkurt er áfatt í Spaniu, Albaniu, Australiu o.s.fr. Tað eitur Spania, Albania, Australia. Hvør er tann logiska frágreiðingin? Eftir sama leisti? So tá tað verður hildið uppá, at tað bert eru eini fimm, seks heiti, sum lýta verandi atlass, so er tað ein sann­leiki við viðfevndum modi­fikationum, og gevur frænir av, at ætlanin er at halda fram eftir sama leisti í nýggja atlassinum. Øll hesi konstrueraði nýyrði, frá gerandis­ hug­ tøkum til staðarnøvn, har upp­runin tykist at vera at sleppa av við partar av latínska alfabetinum og smíða nýgg orð og hugtøk, tarna smidligari innlæring, eru ein fótongul í leitingini á internetinum og forðan fyri optimalari fatan av tíðindum, sum áhaldandi floyma úr alheiminum umvegis elektronisku miðlarnar. Tað má tí vera minstakrav, nú tað almenna aftur fíggjar útgávu av nýggjum atlassi, at bókaverkið livir upp til vanligt skilvísi, har úrslitið er eitt verk, sum ikki gerst ein trongi fyri vitan, men harafturímóti verður ein kelda til víðskygni, lærdóm og kunnleika. Tíðargrein Bjarni Djurholm løgtingsmaður Nýggja atlassið, ein trongi ella vitan til lærdóm? Minstakrav, nú tað almenna aftur fíggjar útgávu av nýggjum atlassi, at bókaverkið livir upp til vanligt skilvísi