Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9 Sosialurin ÚTSØLAN BYRJAR MÁNAMORGUN KL. 9 Johan Samuelsen Javnaðarflokkurin er fyri ógvisligum ágangi í løtuni. Hann hevur ongan góðan. Tað verður skotið bæði frá høgru og vinstru, frá tjóð­ veldi til samband. Prísin ber kommunalt fíggjaða anti­herferðin í Norðlýsinum móti javanaðarflokkinum og “Landssjúkrahúsinum í Havn”. Har síggja vit allar garpar­nar sum eru farnir í politiskt parlag, Jákup M, Bjørn K saman við Jákup J, hvørs hægsta ynski er at gerast komandi lokal­ politikkari, breiða seg út, saman við frúgvunum Gunnvá K, Óluvu K og Else­ beth M. Hetta er langt úti, at senda eitt antijavn­aðar­ blað í hvørt hús í landinum, gratis, við einum enda­máli, at knúsa Axel Johannesen sum politikkara, goldið av Klaksvíkar býráði við 6 heilsíðulýsingum og harvið fíggjað av øllum klaks­vík­ ingum, eisini trúgvu javanaðr­ veljaranum har norðuri – og sum als ikki tænir nøkr­um endamáli. Gunvá við Keldu borgarstjóri (fyri allar borgarar í Klaksvík!!??) mátti hildið seg verið ov góða, at latið seg misbrúkt til sovorðið svínskt og ljótt antidemokratiskt bakbit. So tosar hon um at branda Klaksvíkina positivt – hetta er primitivt út um alt sømu­ ligt mark, brúka hart vunnar skattakrónur, til niðurgerð av Axeli og javnaðarflokkinum. Nógv hent í Klaksvík hetta valskeiðið Vita tit ikki, at t.d. Heilsutrygd er skipað í Klaksvík umframt nýggj matvøruútbúgving er skipað har norðuri, skipað­ur er maritimur depil, upp­­fest endurvenjing og játt­aður peningur til rygg­ambala­ tori­num og útbyggjan av Tekniska skúla – alt komið hetta valskeiðið, meðan garp­ ar­nir á tingi, Bjørn og Jákup, hava kapprøtt á tingi, um tað neyðuga at spara hjá tí almenna (hvar skul vit ítøki­ liga spara??), og í veru­leika­ num eigur javnað­ar­­flokkurin æruna fyri, at heilsuverkið, og har m.a. Klaksvíkar sjúkrahús, ikki liggja í andaleypi hetta komandi árið av kravdu spar­ingum, ið hesir báðir fegnir vildu hava - teir eru júst ikki kendir sum verjar av nøkrum sum luktar av almennum verk­ um, tað veri seg skúli, sjúkra­ hús ella almannaverk!! Men nú látast teir sum... Stutt­ligt hevði verið at frætt frá Norð­ lýsi­num, hvat Sam­bands- og Fólka­flokkurin hava lagt lunnar undir har norð­uri sein­astu mongu árini? Royndarstund Stolta norðurlendska javn­ að­arleiðin, sum hevur skapt fyrimyndarligu væl­ferðar­ sam­feløgini her á okkara leiðum, (og sum sjálvandi ikki eru nøkur sjálvfylgja!) fær ákoyringarnar, nú fíggjar­ kreppan valdar, og roynt verður at siga fólki frá, at ikki er brúk fyri javnaðarflokkum meiri, tí komið er á mál. Skilji væl fólk, at tey eru ikki sørt skuffaði av gongdini í løtuni á fleiri økjum í sam­felagnum, tí neyðugt er at spara. Og flokk­urin, sum situr við sjálv­ um fíggjar­mála­ráð­harra­­num, er javn­aðar­flokk­urin, sum má taka neyð­ugu stig­ini, og hava hárfinu javn­­vágina millum játtan­ir og sparingar fyri eyga fyri at hóra undan, sum frægast, so vit um nøkur fá ár sleppa burtur úr skuldar­kreppuni, og aftur kunnu líta framá. Tað kostar í veljara­undirtøku í løtuni, men at latið staðið til eini tvey ár afturat, og so farið undir upptakið í milli­arda­ klassanum, dikter­að av út­ lend­sk­um bank­kredi­torum? Ja, tá skal ongin ivast í, at nú­ ver­andi støðan er sum tann reini sunnu­dags­skúli aftur­ ímóti teimum krøv­­­um, sum tá høvdu verið sett! Hetta er tíverri neyðugt arbeiði. Hvat er alternativið til javnaðarflokkin? Men javnaðarflokkurin er samstundis garanturin fyri, at grundleggjandi sosialu virðini í samfelagnum, so sum almanna- og heilsumálini, skúlaverkið o.s.fr. altíð verða best vard og varðveitt, tá javn­aðar­flokkurin situr við ræðið, og tað er ikki minst galdandi í hesum hørðu peningatíðum, sum vit beint nú uppliva – javnaðar­ flokk­urin hevur skapt hesi grund­leggjandi virðini fyri trivnaði og vælveru hjá tí einstaka borgar­anum, og hesum hjartablóði sleppur flokkurin ikki av hondum so uttan víðari! Og tí verður skuffilsi millum javnaðarfólk tess størri, tá hesi øki verða rakt - tað er líkasum sáttmálabrot onkursvegna millum borgara og samfelag. Men hvørt mansbarn í hesum landi veit, at fíggjarkreppan, sum valda hevur síðani 2008 i øllum vesturheiminum, er ikki íkomin av javnaðar­ ávum, men av ómettiligum kapitalist­iskum penganym­ fomanum, sum ongantíð fingu nokk í einum púra fríum liberalistiskum bú­ skapi, har sloganini hjá Jørgini Niclasen um fríu marknaðarkreftirnar og borgarligu idealini vóru í hásæti!! Eg meini tað, fram­ tíðin er borgarlig! Uttan­ ríkisráðharrin við ongum ríki, hann er bara skemtiligur! Besta dømi er Ísland, har vinir Jørgins válkaðu sær í borgarligheitini – og upptakið eigur sjálvandi palliba. Jóhanna Sigurdardóttir, for­ sætisráðharri, mátti taka yvir eftir kammiratarnar hjá Jørgini vóru flýddir við pengaposanum á bakinum, og nú er skemtiligi Jørgin farin at breggja sær av nøkrum um Eik banka, sum hann lítlan og ongan leiklut hevur átt í (kanska líka “nógv” sum í Skálabergsmálinum í Murmansk á sinni, nevni­ liga= null!!) – hvussu stutt­ ligur, yvirfladiskur og skemt­ ingar­samur kann man verða Jørgin, við ella uttan embætis­ rukkum á andlitinum!?? Var ein dagin í FK undan jólum, og har møtti eg manni, sum segði, at nú hevði staðið illa til, um ikki hann og familjan fingu pening úr Als og Samhaldsfasta, inn­ keypsvognurin hevði verið tómur! Hevur man ikki nógv at takka javnaðinum fyri? Tók sanniliga undir við manninum og ynskti honum gleðilig jól! Pravda endurfødd í Klaksvík!