Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. januar 2011 · Nr. 9 22 Sosialurin Kjak Sum øllum kunnugt, yvirtók løgtingið/ landsstýrið skúla­ verkið og almenna for­­sorg 1. januar 2002, og ríkis­stjórnin strikaði tá blokkin til skúla­ verkið við 274 milliónum og blokkin til almenna for­sorg við 92,4 millión­um. Sam­ stundis kravdi lands­stýrið, munn­­liga ella skrivliga, at tann árliga dagføringin av blokki­num orsakað av prís­ tals­­­hækk­­ing­um v.m., sum hevði verið reglu­lig frá 1988 til 2001, skuldi niður­bindast í eitt ávíst ára­mál. Hesin rest­ blokkur, 615,5 milliónir, er oyra­­­­merktur til heilsuverkið og almanna­verkið. Hendan ólukku­­­liga niður­bindingin, sum fólk við vanligum viti og skili ikki for­standa ein stav av, og sum hevur kostað nevndu verkum 100-tals milli­ónir, hevur nú staðið við á 10. ári. Sjálvar yvirtøkurnar vórðu framdar við tveimum av­tal­­um undir­skrivaðar í desember mð. 2001, nevniliga: Aftale mellem den danske regering og Færøernes lands­ styre i forbindelse med hjemme­styrets beslutn­ing om over­tagelse af sags­om­ rådet skolevæsenet. Undirskrivað 21. dec. 2001 vegna stjórnina av Ulla Tør­ næs og 20. dec. 2001 vegna landsstýrið av Óla Holm. Og: Aftale mellem den danske regering og Færøernes lands­styre i forbindelse med hjemmestyrets beslutning om over­tagelse af sags­om­ rådet den offentlige forsorg. Undirskrivað 21. dec. 2001 vegna stjórnina av (?) og 19. dec. 2001 vegna landsstýrið av Sámal P. í Grund. Í báðum avtalunum er tilskilað: ”Under forud­sætn­ ing af de bevilgende myndig­ heders tilslutning over­drages statens rettig­hed­er i henhold til nedenstående statslån vederlagsfrit til Færøernes hjemmestyre. Der er for lånene udstedt pantebrev og deklaration: Klaksvig Tekniske Skole, 3 statslån med en samlet saldo på 12.265.000 kr. Thorshavns Tekniske Skole, 3 statslån med en samlet saldo på 7.100.000 kr. Færøernes Handelsskole, 2 statslån med en samlet saldo på 15.250.000 kr. Dronning Ingrids Menig­ heds Børnehave, 1 statslån med en saldo på 50.000 kr. Færøernes Børnehjem, 1 stats­lån op­rindelig på 30.000 kr. Í lógini um stýrisskipan Føroya, Fl. nr. 103 frá 26.07 1994, § 42, er tilskilað, at ”Lán ella borgan o.a.m, ið skuldbindur løgting, lands­ stýri ella stovnar undir landinum, kann ikki verða tikið ella veitt uttan við heimild í løgtingslóg.” Í báðum avtalunum er tilskilað, at 10 statslán upp á samanlagt 35 milliónir skulu ”overdrages … til Færøernes hjemmestyre…” Hetta má innibera, at við yvirtøkuni av skúlaverkinum og almennari forsorg vórðu stórar, kostnaðarmiklar stats­ognir latnar landinum til ognar: Tekniskir skúlar, skúlaheim, Føroya Handils­ skúli, ein barnagarður, Føroya Barnaheim og óivað aðrar ognir við ongum statslánum, eitt nú Føroya læraraskúli. Minnist meg rætt, rindaði staturin 60 % og Havnar kommuna 40 % (Venjingarskúlin), tá ið læraraskúlin varð bygdur. Eingi av nevndu 10 lánum eru skrásett í landskassans ársroknskapum 2002-2010. Hevur landsstýrið við hes­um brotið § 42 í stýris­skip­anar­ lógini, kann verða spurt. Í landskassans ársrokn­ skapum 2006-2010 undir Ognaryvirlit er tilskilað: ”20. desember 2002 boðaði Fíggjar­málaráðið frá, at nú skuldu stovnarnir fara undir at skráseta ognir landsins. Í veg­leið­ingarskrivi 30. november 2004 greiddi Føroya Gjaldstova frá, hvussu skrásetingin skal fara fram. (….) Gjaldstovan kann bara staðfesta, at hetta kravið – sum ásett í rokn­­­skapar­kunn­ gerðini – ikki verður fylgt, tí er ognar­yvir­litið eins mangul­ fult sum undanfarnu ár.” Ongar av oman fyri nevndu ognum eru skrá­ settar í landskassans árs­ roknskapum. Hví verða slík stórmál, sum her umrødd, duld fyri Føroya fólki? Hvør er tað, ið ikki dugir at um­sita landsins lógir og skipan­ir? Og hví vórðu góðir, royndir fyrisitingarsiðir degraderaðir? Í fíggjarlógini 2010, § 11.20.2.01, er stuðulsjáttanin til (11) sjúkrakassar niðurløgd. Heilsutrygdarveitingar eru komnar í staðin fyri sjúkra­ kassarnar. Í ríkis­blokkinum, 615,5 milliónir, eru 17,2 milliónir oyra­merktar til sjúkra­­­kass­arnar. Sveima nú hesar 17 milliónirnar fyri vág og vind í blokkinum við ongari oyra­merking? Enda­­málið, ríkisstuðul til sjúkrakassar, er jú niðurlagt. Meira innlit, segði kellingin, – hon fletti skjúrtið upp um seg. Moralur: Størsta hóttan ímóti manna­ sálini er eitt evarska lítið lygn- virus. Sleppur eitt slíkt virus í mannaheilan, og vit ikki fáa bast og niðurbundið tað, verður sum frá líður ógjørligt at skilja ímillum satt og ósatt, rangt og rætt. Í politikki kann eitt slíkt virus gera óbótaligan skaða. Somuleiðis í skúlunum. Í hesum døgum er komið í ljósmála, at Føroya Skúlabókagrunnur fyrireikar seg til at geva út nýtt atlas, sum, um tað gerst veruleiki, í tápuligheit fer eina bátslongd fram um Heimsatlasið, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1993. Líkasæla og dølskni í mentalum, politiskum spurningum degenererar sálina. Hon fer í mutatión. Heri Mohr Almennar ognir v. m. Sum avvarandi kommuna kunnu vit als ikki liva við, at landsmyndugleikarnir ikki beinanvegin umvæla Rituna og seta hana aftur í sigling, tí drál við hesum kann elva til óbótaligan miss fyri hesar útoyggjar Týdningin av reglusemi í ferðasambandinum millum oyggjarnar kenna tey best, ið sjálvi búgva á plássum, har fólkið dagliga má brúka hesar farleiðir fyri at kunna útinna sítt virksemi. Ikki minst eru útoyggj­ar­ nar sárbærar á hesum øki, tí hesar eru framman­undan sera illa fyri av sentrali­ ser­ings­gongdini annars í samfelagnum. Tí er tað ómetaliga umráð­ andi, at tey skip, ið røkja farleiðirnar millum oyggj­ arnar, beinanvegin verða umvæld og sett aftur í sigling, tá ið skaðar ella brek verða staðfest við teimum. Ritan var eitt stórt framstig Eingin ivi er um, at tað var eitt stór og gleðiligt framstig fyri Fugloynna og fyri Svínoynna, sum er partur av Klaks­víkar Kommunu, tá ið strand­faraskipið Ritan fyri hálvum ári síðan varð sett í sigling á Fugloyar- og Svínoyarleiðini. Ikki minst varð mett tá, at hetta framstigið fór at geva nýggjar møguleikar fyri virksemi av ymiskum slag og harvið eisini arbeiðsplássum í hesum báðum oyggjum, sum eru fyrsta fortreytin fyri lívi og framburði. Tað hevur eisini longu víst seg hesa stuttu tíð, síðan Ritan kom í hesa sigling, at virkin vinnulívsfólk hava sett á stovn eina smoltstøð í Svínoy, sum gevur fleiri arbeiðspláss til oynna. Óneyðugt er at siga, at henda júst stovnaða smolt­ støð hevur ein ómetaligan týdning fyri Svínoy. Arbeiðspláss í stórum vanda Stigtakararnir til smolt­støð­ ina vístu beinleiðis á, at Ritan hevði avgerandi týdning fyri avgerðina at lata smoltstøðina upp í Svínoy, og nú Ritan so brád­liga verður tikin úr hesi sigling aftur vegna ein leka, er boðskapurin aftur líka greiður, at skal Ritan liggja í vikur og mánaðar, áðrenn hon verður umvæld, so umhugsa teir at flyta støðina inn á fastlandið! Hetta er ein sera álvarsom støða fyri Svínoy, sum undir ongum umstøðum hevur ráð til at missa hesi arbeiðs­ pláss, og tí mugu lands­ myndugleikarnir í stundini taka tey neyðugu stigini, so Strandferðslan fær heimild og møguleikar at umvæla Rituna her og nú. Hetta er eitt álvarsmál fyri yvirlivingarmøguleika rnar og trivnaðin á hesum útoyggjum. Tí vil eg heita staðiliga á avvarðandi landsstýrismann, Jóhan Dahl – sum eisini tók stig til at fáa Rituna í sigling á hesi farleið – um at taka hetta málið í størsta álvara og beinanvegin útvega Strandferðsluni tær neyðugu heimildirnar, so Ritan verður umvæld og kemur aftur í sigling beinanvegin. Opið bræv til landsmyndugleikarnar: Ritan má umvælast og í sigling aftur beinanvegin Gunvá við Keldu Borgarstjóri