Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 2004síða 22

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 6 - 10. januar 2004 Nr. 6 - 10. januar 2004 43 Søkt verður eftir: Jarðfrøðingi / Jarðalisfrøðingi – avloysarastarv á Jarðfrøðisavninum Vegna barnsburðarfarloyvi er eitt tíðaravmarkað starv sum jarðfrøðingur/jarð- alisfrøðingur á Jarðfrøðisavninum leyst at seta frá 1. marts 2004 ella skjótast til ber. Starvið Jarðfrøðisavnið skipar fyri kanningararbeiðnum viðvíkjandi møguligum landgrunnskrøvum uttan fyri 200 fjórðingamarkið. Hetta arbeiði fór veruliga í gongd á vári 2003 í tøttum samstarvi við danska kanningarstovnin GEUS. Viðkomandi kemur at arbeiða í einum fjøltáttaðum og tvørfakligum umhvørvi við sambandi til heimligar og útlendskar myndugleikar og kanningarstovur.Upp- gávur fevna eitt nú um innsavning og tulking av seismiskum og geokemiskum kanningartilfari. Krøv til umsøkjaran Setanin krevur eina vísindaliga útbúgving á universitetsstøði. Fyrimun hava um- søkjarar við royndum innan nýtslu av teldutøkni í sambandi við loysn av jarð- frøðiligum spurningum, góðum samstarvsevnum og fakligum smidleika. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsókn Umsóknir skulu vera Jarðfrøðisavninum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2004. Adressan er: Jarðfrøðisavnið postsmoga 3169 110 Tórshavn. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu á tlf. 357000 ella við telduposti til sigurd.i.jakupsstovu@jfs.fo Jarðfrøðisavnið er vísindaligur kanningarstovnur undir Oljumálaráðnum. Jarðfrøðisavnið hevur til endamáls at savna,varðveita,handfara og breiða út kunnleika um viðurskifti av týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av landsins jarðfrøðiligu náttúruvirðum.Stovnurin skal virka fyri,at lóggáva og umsiting av jarðfrøðiligum náttúruvirðum verður grundað á framkomna og dagførda jarðfrøðiliga vitan. Avloysari fyri dagrøktara Dagrøktarskipanin í Klaksvíkar kommunu søkir eftir avloysara fyri dagrøktara í barnsburðarfar- loyvi at byrja tann 23. februar 2004. Vit ynskja, at tú • hevur hegni og áhuga, at arbeiða við børnum • kann geva børnunum ein tryggan og fjøl- broyttan gerandisdag • ert fyritakssamur og skapandi • hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum • kann samskifta við foreldrini • ert sinnaður at samstarva við starvsfelagar og sosialu deild. Í heiminum má vera rúm til børnini at spæla í, og økið við girðing uttanfyri. Vit kunnu bjóða eitt inspirerandi og lívsjáttandi starv við børnum. Dagrøktarskipanin er ein stovnur undir sosialu deild hjá Klaksvíkar kommunu. Í skipanini starvast 28 dagrøktarar og 2 námsfrøðingar.Talið av børnum í dagrøkt er 120. Ein fastan dag aðru hvørja viku eru 3 dagrøktarar saman viðbørnum í spælistovuni. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30-17.15. Lønin er sambært sáttmála við Starvsmannafelagið. Meir fæst at vita við at venda sær til Sigrun Vágstún, dagrøktarleiðara ella Jórun Niclasen, samskipara á telefon 41 00 00. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinsta lagi 28. januar 2004. Klaksvíkar kommuna Postboks 2 · 700 Klaksvík Fráboðan um umhvørvis- góðkenning Við hesum verður gjørt kunnugt, at Heilsu- frøðiliga starvsstovan tann 8.januar 2004, við heimild í grein 26 í løg- tingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um um- hvørvisvernd og kunn- gerð nr. 54 frá 3. mai 1994 grein 1, stk. 4, hevur góðkent: Reinsiverkið hjá Landssjúkrahúsinum Góðkenningin liggur alment frammi á Heilsufrøðiligu starvs- stovuni. Avgerðin kann kærast til landsstýris- mannin í umhvørvis- málum. Møgulig kæra skal sendast Heilsu- frøðiligu starvsstovuni, Falkavegur 6, 2. hædd, FO-100 Tórshavn, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato. Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvs- stovuni, www.hfs.fo Heilsufrøðiliga starvsstovan veitst tú ikki tað? Kunngerð Atkvøðugreiðslan í Vágs kommunu á løgtingsvalinum týsdagin 20. januar 2004 verður í samkomuhøll skúlans. Atkvøtt verður frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Veljarar, íð sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Býráðs- skrivstovuni til og við fríggjadagin 16. januar 2004. Tey, íð vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið,kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men má boðað verða frá til Býráðsskrivstovuna tlf. 373024 í seinasta lagi fríggjadagin 16. januar 2004 kl. 1600. Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øll- um veljarum, íð standa á vallistanum.Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til Býráðsskrivstovuna sum skjótast. 8.januar 2004 Valstýrið í Vági C M Y K 43 42