leygardagur 10. januar 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 6 - 10. januar 2004
Nr. 6 - 10. januar 2004
41
Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin fevnir um alt landið, og hevur til endamáls at
veita sosialpedagogiska hjálp, fylgi, eftiransan og umsorgan. Málbólkurin er
heimabúgvandi fólk millum 18-66 ár, ið hava munandi skerdan kropsligan og
sálarliga virkisførleika, orsaka av sinnisligum brekum, heilaskaða, epilepsi,
rørslutarni, tvørrandi ella vánaligum tosingarlagi, eru blind, sjónveik, deyv ella
tunghoyrd.
Ætlanin við nýggja stuðulstoyminum, er at byggja upp ein tvørfakligan starvs-
fólkabólk,við pedagogum,ergoterapeutum,fysioterapeutum,sjúkrarøktarfrøð-
ingum, sosialráðgevum, sosial- og heilsuatstøðarum o.ø.
Endamálið við hjálparveitingunum er sum heild at fyribyrgja, at hin einstaki
verður verri fyri.Endamálið er eisini,at tann einstaki skal hava møguleikar at fáa
eitt betri lív.
Stuðulsfólkaskipanin fyri vaskin ynskir at stuðla, ið m.a.:
• Kunnu arbeiða sjálvstøðugt og einsamallir í heimi brúkarans og samstundis
eisini kunnu átaka sær at arbeiða í einum øki, har tað ræður um intutión
• Vísa áhuga og virðing og samstundis vera professionellur
• Eru stuðlandi og hjálpa brúkaranum uttan at taka ábyrgdina fyri lívinum frá
honum
• Hava eina positiva menniskjafatan
• Hava hug og hegni til at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi
• Eru opin, virkisfýsnir og menningarkunnaðir
• Kunnu handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, ið einki kann sigast um
frammanundan
Størvini verða sett 01.03. 2004 ella skjótast aftaná.
Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin kann bjóða:
• Eitt spennandi arbeiðspláss við møguleikum at menna seg bæði persónleiga
og fakliga
• Ein virkin tvørfakligur starvsfólkahópur
• Samávirkan á gerandisuppgávur
• Kunning í arbeiðinum og supervision
Lønar- og setanartreytir:
Talan er um 3 føst størv innan Heimarøktina og Serforsorgina og roknast má
við, at arbeiðstíðirnar av og á eru skiftandi, dag-, kvøld- og vikuskiftisarbeiði.
Løn sambært avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Fleiri upplýsingar um størvini eru at fáa hjá sosialráðgeva Odu M.Johannsdóttir,
pedagogi Fíu Jespersen og leiðaranum Regin Johansen, tlf. 354020.
Umsóknarfreistin er sett til fríggjadagin 23.01.2004, og umsóknir skulu sendast
til:
Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin
Att: Regin Johansen
Niels Finsensgøta 28 - 2. hædd
100 Tórshavn
Heimarøktin
3 føst størv til nýggja stuðuls-
toymið hjá Stuðulsfólkaskipanini
fyri vaksin í Suðurstreymoy
Vágs skúli
Lærarastarv
Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir lærara
26 tímar/viku.
Starvið er tíðaravmarkað frá 26. januar til 30. januar
2004.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúla-
stjóran tlf. 373192.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir við ljósriti av prógvi og møguligum við-
mælum skulu verða Skúlastýrinum í hendi seinast
fríggjadagin 16. januar 2004.
Skúlastýrið fyri Vágs skúla
v/ Eilen D. Simonsen
925 Nes - Vágur
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 3321,
P/F Flakavirkið í Hvalba,
850 Hvalba.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Jóhan
Páll joensen, Ryggsvegur 5,
700 Klaksvík.
Innkomin sum stjóri:
Mikkjal Hammer, 850
Hvalba.
Skráseting Føroya tann 9.
januar 2004.
Kristin Balle
_______________________
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100
Sjúkrarøktar-
frøðingur til
A2 føðideildina
Á føðideildini A2 er avloysarastarv sum sjúkrarøkt-
arfrøðingur á starvsbrøki 0,6 í náttarvaktum leyst
til setan skjótast gjørligt fram til 31. august 2004, tó
er møguleiki fyri, at starvið kann verða skiftandi
kvøld- og náttarvaktir.
A2 er ein deild við plássi fyri 12 mammum við
børnum, 4 barnakonum og einari neonatalari eind,
har vit royna, at hvørt einstaka barnið saman við
foreldrum fær so góða byrjan sum gjørligt í lívinum.
Deildin er spennandi við nógvum avbjóðingum,
tvørfakligum samstarvi, góðari upplæring, undir-
vísing, og hon hevur tilrættislagda innleiðsluætlan.
Á deildini eru royndir og virknir starvsfelagar.
Førleikakrøv:
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• faklig vitan og royndir
• góð samstarvsevni
• fleksibul og kreativ/ur
• røkjuskapur
• hug til tvørfakligt samstarv
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felag-
ið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmála-
ráðið.
Upplýsingar um starvið:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Sólfríðu Helmsdal, virkandi deildarleiðara, telefon
31 35 40, lokal 167 ella til Ceciliu Vestureið, leiðandi
sjúkrarøktarfrøðing, lokal/kallara 499 ella e-post
ceci@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 26. januar 2004 kl. 12.00.
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og við-
mælum e.l. skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Kunngerð
Sambært kunngerð nr. 32 av 18. mars 1998 fer
løgtingsval fram
Týsdagin tann 20. januar 2004
í fundarhølinum á Toftum
Atkvøðutíðin verður millum:
kl.10.00–kl.20.00 ella so leingi veljarar
møta uttan steg.
Brævatkvøður:
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, kunnu í
seinasta lagi dagin fyri valið greiða brævatkvøðu
við at venda sær til kommunuskrivstovuna.Bræv-
atkvøðurnar skulu vera valstýrinum í hendi innan
valið byrjar kl. 10.00 tann 20. januar 2004.
Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki
kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í
seinasta lagi dagin fyri valið við at boða frá til
kommunuskrivstovuna – helst innan kl. 17.00
mánadagin tann 19.januar 2004.
Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna og val-
kortini verða send út við postinum til allar løg-
tingsveljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur,
ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið
valkort,ella okkurt annað er komið skeivt fyri,skal
verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjót-
ast.
8.januar 2004
Valstýrið í Nes kommunu
Almennur
politiskur fundur verður í skúlagarðinum í Trongis-
vágs skúla sunnukvøldið 11. januar kl. 19.00.
Valevnini
Kunngerð
um løgtingsval
í Skopunar kommunu
Til veljarar til løgtingsvalið 20. januar 2004 í
Skopunar kommunu:
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at atkvøðu-
greiðslan fer fram á kommunuskrivstovuni týs-
dagin 20. januar 2004.
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram
til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan
støðg.
Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at nýta
brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskriv-
stovuni í vanligari avgreiðslutíð mánadag til og
við fríggjadag millum kl. 11.00 og 15.00.
Tey, ið vegna sjúku ikki kunnu koma á valstaðið,
kunnu velja heima við at venda sær til komm-
unuskrivstovuna á telefon 361349 ella til for-
mannin í valnevndini Sigurd Bærentsen á
tlf. 361189 innan kl. 15.00 tann 19. januar 2004.
Seinasti dagur fyri at greiða brævatkvøðu er
mánadagin tann 19. januar 2004.
Skopun,8.januar 2004
Valnevndin hjá Skopunar kommunu
Kunngerð
til løgtingsveljarar
í Skála kommunu
til løgtingsvalið 20. januar 2004
Brævatkvøður
Veljarar í Skála kommunu, ið sambært vallógina
lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu
atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini
til og við 19. januar 2004.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á val-
staðin og sum ynskja at greiða brævatkvøðu heima,
kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 441179
í seinasta lagi 19. januar 2004, kl. 15.00.
Valkort
Við hesum verður gjørt kunnugt,at til løgtingsvalið
verða valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur,ið heldur seg hava atkvøðurætt,ikki hev-
ur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt
fyri, skal vera sagt kommunuskrivstovuni frá í sein-
asta lagi 19. januar 2004 á tlf. 441179.
Valstøð
Løgtingsvalið fyri valstøðini í Skála kommunu fer
fram á hesum støðum:
Skála:
í Pensionistahúsinum
Skálafirði:
í skúlanum
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og
heldur fram til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta
uttan steðg.
Skála Kommuna
Reingerðarfólk/
avloysari
til barnaansingarstovnin
inni á Bakka
Vegna ov fáar umsøkjarar, søkir Vágs kommuna av
nýggjum eftir reingerðarfólki/avloysara til barna-
ansingarstovnin inni á Bakka at byrja skjótast til ber.
Starvið umfatar:
Reingering 2 tímar um dagin, og at verða avloysari
fyri starvsfólkið.
Lønarviðurskifti:
Starvið er lønt samsvarandi sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarð-
andi fakfeløg.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Unn Michelsen á
telefon 37 33 83.
Umsókn
saman við upplýsingum um útbúgving, royndum
og møguligum viðmælum skulu vera Vágs Komm-
unu í hendi í seinasta lagi 1. februar 2003.
Viðmerk á brævbjálvan »reingerðarfólk/avloysari«.
Vágs kommuna
Mentanarnevndin
C
M
Y
K
41
40