Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 6 - 10. januar 2004 Nr. 6 - 10. januar 2004 39 VALGREINAR Viðmerking til valevni hjá Fólka- flokkinum í Suðuroy Finnleif Guttesen Valevni Sambands- floksins í Suðuroy Eg vóni veruliga ikki, at øll valevni hjá Fólka- flokkinum siga ósatt, tí tað hevði verði stórt spell fyri allar Føroyar. Eitt valevni hjá Fólka- flokkinum hevur eitt aftursvar til valevni hjá Sambandsflokkinum, sum vit yvirhøvur ikki hava biði um, men tað kann vera, at valevni svarar sum landsstýris- maður, tí har hevur tað mangla nakað í. Annars er tað heilt ótrúliga skuffandi at síggja, at eitt valevni sum av útbúgving og sum landsstýrismaður skal skriva so nógv ósatt, sum hann ger. Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga.- lat okkum tí heldur arbeiða fyri einari menning av Suðuroy saman. Vel tí Sambandsflokk- in. Gullegg Sambands- floksins: Skattalækking Marjus Dam valevni Sambands- floksins í Vágum Vit vilja og tora at lækka skattin. Vit vísa leið. Sambandsflokkurin vil hava hægsta skatt frá 60% niður á 40% av síðst vunnu krónu. Tað skal loysa seg at arbeiða fyri tann, ið arbeiðir - og ikki bert loysa seg fyri landskassan at fólk ar- beiða. Hvørki føroyingar ella vinna orka meira lemjandi og køvandi skattin. Tí fara 60 - 70 % av okkara tilfeingi óvið- gjørt av landinum. Á vestfallið við bæði loys- ing og fullveldi, tí tað merkir eina skattaøking í meðal uppá 54000 krón- ur ella knappar 4500 kr afturat um mánaðin, umframt mist rættindir. • Hinir vilja nýta pening til loysing - og hava økt skattatrekki og minka reallønina.. • Okkara gullegg økir reallønina og vælferð hjá øllum bólkum, ið arbeiða her á landi. • Okkara uppskot økir arbeiðsgleðina • Stimbrar vinnuna • Skapar fleiri arbeiðs- pláss og møguleikar • Lívgar arbeiðandi fólki, familjuna og børnini • Okkara uppskot er eitt ítøkiligt gullegg bæði fyri vinnu og allar før- oyingar. • Vit vilja nýta pening til at bøta um vælferð før- oyinga • Men vit hava ikki ráð at loysa - m.a tí væl- ferðin skal økjast í verki. • Koma vit í samgongu - so verður gulleggið lagt - tí vit tora og hava loysnirnar. • X -lista B - vælferð, framburð og ... gull- egg Svenning Borg valevni Sambandsfloksins í Suðuroy At jólaheilsan mín til allar suðringar skuldi vekja Jacob Vastergaard ur svøvni í fiskimálaráðnum, eri eg bert glaður fyri, men meira glaður eri eg fyri, at eg ikki vakti hann fyrr, hugsandi um, hvat óbóta- ligan skaða, maðurin kundi gjørt. At nýggjur Smyril verður bygdur nú, kom bert av tí,at hesin gamli Smyril hevur siglingarloyvi til 2005, eitt samt løgting tók undir við at byggja tann nýggja smyr- il, men serliga glaður eri eg fyri, at uppskotið hjá vinnumálaráðharranum hjá fólkaflokkinum um, at gamla Nørruna skuldi røkja suðuroyarsiglingina, bleiv til onkisgjørt. At ferðaseðlaprísurin á smyrli er farin upp, er eisini fráfarandi samgongu fyri at takka,Sambandsflokkurin heví uppskot á tingi um sama ferðaseðlaprís á øllum rutum hjá strand- ferðsluni, men bleiv tað felt. Ein smeitur fyri vinn- una í Suðuroynni At djúphavnin í Vági verður bygd, er mest virkis- fúsnum sambandsmonnum fyri at takka, sjálvur havi eg roynt eftir førimuni at vera við og stuðla vinnuni í Suðuroynni, nú Harra Vest- ergaard so forhánilsliga nevnir virkisfýsnar sam- bandsmenn, kundi verði áhugavert at frætt um hans- ara virkisfýsni, hvar tað er. Støðan á havnalagnum í Vági er sera ring,mest sum onki arbeiði er har, hetta sær sambandsflokkurin og hevur sínar ætlarnir á hesum øki, hevur Jacob ikki sæð hettar, ella ger hann sum Nelson,setur kikaran fyri blinda eyga. Miðnamsskúla hava okur havt í Suðuroynni nú í nógv ár,at okur fáa nýggjan bygning at hava skúlan í ,er bert gleðiligt,men syrgiligt er tað,at tey sum koma út av hesum skúla,ikki kunnu fáa arbeiði í oynni,sitandi samgonga hevur sett yvir hundrað almenn størv um árið í miðstaðarøkinum, ikki eitt starv til okur Suðr- ingar,hettar er økismenning við lít, bert spell at Suður- oyggin ikki kundi fáa part av hesi økismenning. Kanska veksa trøini hjá Vestergaard inn í himmalin, tað gera míni so ikki, vinnupolitikkurin hjá fólkaflokkinum er við at avtofta oynna. Tað er hin nakni veruleikin. At undirrittaði býr í Vági er hann bert stoltur av, vónandi kann eg halda áfram at búgva her til síðsta andadrátt,í vónini um, at yngra ættarligi tekur við, har í ein sjálvur slepti. Ragnar S. Olsen valevni Fólkafloksins í Eysturoy Einaferð var tað ein maður. Hann hevði bæði konu og børn, og megnaði væl at syrgja fyri sær og sínum í allar mátar. Ein dagin er hann só óheppin, at hann dettur og brýtur bæði beinini so illa, at leggirnir stinga út. Hann liggur og rópar um hjálp. Dømi 1 (tey "heiløgu") Nei, hann má klára seg sjálvur. Vit mugu í øllum førum fyrst síggja tíðina an, hvussu hetta fer at taka seg upp. Stakkalin liggur og fær einki gjørt, bruni kemur í sárini, og endin er at eisini rot kemur í. Jú, nú doyr hann um vit ikki taka okkum av honum, men nú er ov seint, beinini mugu takast, og persónurin kemur ongantíð aftur at ganga. Hann má fáa av- lamishjálp restina av lívin- um. Dømi 2 (tey konstruktivu) Jú, lat okkum fáa hann á sjúkrahúsið, fyri at leggja beinini undir skurð og seta tey saman aftur. Hann kemur ikki at ganga sjálvur fyrstu tíðina, men geva vit honum røttu viðgerðina og røttu hjálpi- amboðini, verður hann full- førur aftur um ikki so langa tíð. Tá kann hann halda áfram við sínum dagliga lívi, og familjan fær sín for- syrgjara aftur. Nú siga vit at maðurin í søguni omanfyri er rækju- vinnan. Dømi 1: (tey "heiløgu") Tað ljóðar frá flestu flokk- um og búskaparfrøðingum, at tað ongantíð skal koma upp á tal at stuðula vinnu- lívinum. Heldur ikki um vinnan er í svárari kreppu. Sagt verður beinleiðis, at um rækjuvinnan ikki klárar seg, ja, so má hon heldur bara fara fyri bakka. Okk- urt skip verður kanska eftir til at fiska kvotuna í Eyst- urgrønlandi. Tað eru kanska 300 árs- verk í rækjuvinnuni, men tey finna helst okkurt annað at gera, í hvussu so er yvirmennirnir, verður sagt. Restin fáa kanska okkurt frá ALS sum frá- líður. Føroyska samfelagið hevur ikki tørv á tí, sum rækjuvinnan gevur til sam- felagið, siga tey. Dømi 2: (tey konstruktivu) Her er talan um at veita hjálp, skjóta hjálp. Men umráðandi er, at tað er tann rætta hjálpin, ið verður veitt. Tað skal takast hond um har tað er neyðugt, og bert so leingi tað er neyðugt. Vit vita at rækjuvinnan hevur klárað seg og síni fyrr, og verður tað helst aftur. Og tað er júst tað, ið vit skulu finna útav. Vísir tað seg at eingin glotti er at hóma, heldur ikki um nøkur fá ár, er støðan ein heilt onnur, men tað er einki sum týðir uppá, at man er komin niður á eitt støði, ið man ikki kemur uppúr aftur. Vit ynskja ikki at rækju- vinnan skal fáa hjálpast restina av ævini, men at hon fær hjálp til sjálvhjálp, fyri at hon aftur kann gerast eitt av beinunum, sum hetta samfelagið hevur at standa á. ES. Tann ið einki ger, ger einki skeivt, verður sagt. Stundum er tað skeivt einki at gera. Aftursvar til Jacob Vestergaard, landsstýrismann Fólkfloksins Skal rækjuvinnan stuðlast?? Edva Jacobsen vælevni sambandsfloksins í Eysturoy Eitt av hjartamálinum hjá sambandsflokkinum er at raðfesta eldraøki í fremstu røð. Vit vilja virka fyri framhaldandi menning og útbygging av heimarøktini, so tit eldru kunnu vera longst møguligt heima hjá tykkum sjálvum. Tað vera tó altíð nógv sum als ikki kunnu vera heima, og tí má skipast soleiðis fyri at hildi verður fram við útbygging- um á eldraøkinum, tað veri seg at byggja ellis- og røktarheim, sambýli og íbúðir hóskandi serliga til eldri fólk. Framrokningar vísa at talið av pensionistum fer at økjast tey komandi árini og tí er tað sera týdningar- mikið at eldraøki verður raðfest høgt soleiðis at tit eldru ikki skulu føla tykk- um sum eina byrðu fyri samfelagið, men sum ein samfelagsbólk ið far nøkur natúrlig givin rættindi, tað eru jú tit sum hava syrgt fyri at samfelagshjólini hava mali, soleiðis at Før- oyar í dag eru at rokna sum eitt valferðarsamfelag, sum vit mugu gera alt fyri at varðveita. Vælferðin verður best varveitt við at velja ein sterkan sambandsflokk inn á ting. Vel tryggleika - vel samband Eldraøkið GSM telefonir Tráðleysar Til skip og bátar Nokia - Siemens - Motorola Ericsson - Panasonic Siemens Dect. Kunnu ikki avlurtast NMT 450 - VHF telefonir v.m. SØLA & TÆNASTA Frá Havnar Bóltfelag Ársaðalfundur felagsins verður mánadagin 26. januar 2004 kl. 19.00 í HB-húsinum. Skrá sambært lógum felagsins. Havnar Bóltfelag Goymsluhøll til sølu Goymsluhøll, partvíst við tveimum dekkum, uml. 630 m2, kann møguliga ognast við sjálvi at taka høllina niður. Høllin stendur á økinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Vegna byggivirksemi á økinum er tað av stórum týdningi at høllin verður tikin niður sum skjótast. Meira fæst at vita við at venda sær til Kára Dal-Christiansen á tlf. 243341 Føroya Tele Boks 27 110 Tórshavn Bilur til sølu Peugeot 206 cc árgangur 2001, koyrt 25.000 km. Prísur 128.000 kr. Tlf. 372737 Bilur til sølu Ford Escort 1.3 CL,árg.95 í góðum standi til sølu fyri 45.000 kr. Bilur við virði á 10-15.000 kr. kann ganga inn í keypið. Tlf. 543066 Frá P/f Havnar Fótbóltur Ársaðalfundur felagsins verður mánadagin 26. januar 2004 kl.20.30 í HB-húsinum.Skrá sambært lógum felagsins. P/f Havnar Fótbóltur www.sosialurin.fo C M Y K 39 38