Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 6 - 10. januar 2004 Nr. 6 - 10. januar 2004 37 VALGREINAR C-vitaminir til musikskúlan Góð útbúgving skapar dugnasemi. Soleiðis er eisini við tónleikinum. Tí hevur Javnaðarf- lokkurin samsundis sett sær sum endamál at styrkja musikskúlan. John Johannessen Valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi john@jokarin.com Ein góður musikskúli er fortreyt fyri einum góð- um tónleikalívi. Vit hava ein musikskúla, sum gjøgnum árini hevu verið ógvuliga mennandi fyri ungdómin, og harvið fyri tónleikalívið í Føroyum. Men eisini í musik- skúlanum er orkan av- markað. Millum annað av fíggjarligum ávum. Hetta vil Javnaðar- flokkurin gera nakað við, fyri at fáa pláss fyri so nógvum næmingum, sum gjørligt. Og eisini fyri at skapa ein so góðan musikkskúla, sum gjør- ligt.. Endamálið við ment- anarpolitikkinum á tón- leikaøkinum má vera at geva teimum ungu so góða tónleikaliga út- búgving, so góðan førn- ing, sum yvirhøvur gjør- ligt. Tað er hetta, sum Rógvi á Rógvi eisini eftirlýsir í grein í bløð- unum. Javnaðarflokkurin er samdur. Tí løgdu vit fram broytingaruppskot til fíggjarlógina fyri 2001, um at játta musikk-skúl- anum 950 túsund krónur eyka. Hetta uppskotið fingu vit samtykt. Og tað gjørdi stóran mun hjá musikskúlanum. Javnaðarflokkurin vil geva tónlistini muna- góðan stuðul til listarliga menning og dygd. Tí settu vit eisini uppskot fram á ting í 1999, um at stuðla tónleikarum at fáa møguleikan at vinna marknað uttanlands. Hetta fyri at breiðka føroyska vinnugrundar- lagið, til eisini at fevna um tónleik. Men tað bleiv felt av samgonguni millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Gev tónleikinum C- vitaminir. Atkvøð fyri lista C 20. januar. Eftirløn til øll Sámal Petur í Grund valevndi Sjálvstýris- floksinsí Suðurstreymoy. Vit føroyingar vilja gjarna kallast eitt fólk, og tað eru vit. Tó er tað so- leiðis sum skaldið sigur, at vit hava trupult við at standa saman. Ein grund til hetta er sikkurt tann ójavni sum altíð vil stinga seg fram í einum fólki. Hesin ójavnin kann ikki tileinkigerast, og hann skal tað heldur ikki. Men vit eiga øll at vera líka fyri lógini. Eisini teimum lógum sum áseta veitingar í teim førum har menniskjansliga ork- an ikki røkkur til. Sjálvstýrisflokkurin arbeiddi í tíðarskeiðnum 1998 til 2002 hart fyri at fáa eina skipan við eftir- løn til øll upp at standa. Lógaruppskotið lá klárt nakrar ferðir, men stundum var tað ójavnin í ideologiska baklandinum hjá samstarvspørtum okkara sum forðaði fyri eini loysn, og stundum var tað fakfelagsleiðsl- unar sum settust upp ímóti. Sjálvstýrisflokkurin fer aftur hesaferð at berj- ast fyri at øll skulu hava eina eftirlønarskipan. Eftirlønarskipanin skal vera fyri øll. Hon skal hava ein solidariskan part, sum er samansettur av núverandi fólkapen- sión og samhaldsfasta. Men hon skal eisini geva rúm fyri individuellum loysnum. Allir borgarar í Før- oyum hana rætt til eftir- løn. Fáa vit hendan rættin staðfestan, so verður tað kanska lættari at standa saman um onnur stór tøk. Set x vil lista D. Jaspur Vang valevni Sambandsfloksins í Suðuroy Formaður Tjóðveldisflok- sins og blað Tjóðveldis- floksins "Fregnir" leggja formannin í Fólkaflokkin- um og fyrrverandi løgman undir at hava verið krimi- nellan, í tveimum førum at hava misnýtt landsins hægsta embæti og saman við floksfeløgum sínum at hava verið við til at fremja ymiskt landsumsitingarligt óreglusemi. Nógv bendir á, at hesir ærumeiðandi på- standir hvørki verða prógvaðir ella afturvístir. Tí eru rættartrygdin og stýrisskipanin í vanda. Uttan mun til byrjaða valstríðið, eru skuldset- ingarnar frá formanninum í Tjóðveldisflokkinum og "Fregnir" móti formanni Fólkafloksins av so álv-ars- ligum slag, at tær í einum vælskipaðum rættarsam- felag og fólkaræði ikki vóru farnir aftur við borð- inum, uttan at fáa revsi- rættarligar avleiðingar. Um so er, at skuldsetingarnar eru settar fram við órøttum, átti tað at fingið fylgjur fyri tann/teir, ið settu skuldset- ingarnar fram. Eru skuld- setingarnar hinvegin settar fram við røttum, átti tað sjálvsagt at fingið fylgjur fyri tann/teir, ið eru skuld- settir. "Hensigten helliger midlet" Sum ávikavist løgmaður og varaløgmaður hava høvuðs- persónarnir í málinum nú gjøgnum 5 1/2 ár samstarv- að um landsins leiðslu. Tað er tí undrunarvert, at krimi- naliteturin, embætismis- nýtslan og umsitingarliga óreglusemið ikki vórðu almannakunngjørd av Tjóð- veldisflokkinum, fyrr enn vátt kom í reiðrið og Tjóð- veldisflokkurin varð settur frá valdinum. Við øðrum orðum kann tí sigast, at Tjóðveldisflokkurin - so leingi hann hevði vald - kundi góðtaka kriminalitet, embætismisnýtlsu og um- sitingarligt óreglusemi á løgtingi og í landsumsit- ingini. Løgregla og rættarskipan Vitandi um kriminalitet, embætismisnýtslu og um- sitingarligt óreglusemi í ovasta politiska stýri land- sins og ovastu landsumsit- ingini, hevur Tjóðveldis- flokkurin av øllum alvi virkað fyri, at sama polit- iska stýrið og landsumsit- ing skuldu yvirtaka løg- reglu og rættarskipan. Har- umframt sigur formaður Tjóðveldisfloksins seg vera til reiðar at samstarva við Fólkaflokkin eftir valið tann 20. januar. Hettar kann ikki skyljast øðrvísi, enn eitt greitt prógv um, at Tjóðveldisflokkurin rað- festir vald hægri enn rætt- artrygd og landsumsiting- arligt reglusemi. Tá borgarin soleiðis sær, at ávísir politikarar fáa loyvi til at "vera meira líka fyri lógini enn onnur" í samfelagnum, er ikki trup- ult at ímynda sær, hvussu lítið rættartrygd og stýris- skipanarlóg høvdu verið vird, um nýval ikki varð útskrivað, og hesir politik- arar fingu evstað vald á løgreglu og rættarskipan. Samanbering Fyri ikki meira enn uml. 10 árum síðani fekk stórur partur av landsumsitingini kollektivan dóm í sonevndu skipamálunum fyri at hava góðtikið váttanir um egin- pening, hóast landsumsit- ingin væl visti, at eginpen- ingurin ikki var til staðar. Talan var her við sonnum um óreglusemi, sum eftir tágaldandi stýrisskipan ikki kundi revsast. Tí kann staðfestast, at • óreglusemi í landsumsit- ingini, sum kostaði landskassanum ovurstór- ar milliónaupphæddir, ikki bleiv revsað fyri uml. 10 árum síðani, og at • embætismisnýtsla og umsitingarligt óreglu- semi í landsstýri og landsumsitingini, framt av kriminellum politikar- um, ár 2003 ikki verður kannað til fulnar. Ein og hvør kann so gera sær sína hugsan um, hvussu tað stendur til við rættar- trygd og rættarkenslu, og hvussu stóra virðing stórur partur av okkara lands- politikarum hevur fyri stýrisskipan og fólkaræði. Uttan rættarúrskurð er tað ikki møguligt at stað- festa, hvørt talan veruliga hevur verið um krimi- nalitet, embætismisnýtlsu og umsitingarligt óreglu- semi, ella um talan er um falskar skuldsetingar. Tað ber tó til at staðfesta, at so leingi nevndu álvar- somu skuldsetingar hanga í luftini, er rættartrygdin, stýrisskipanin og harvið fólkaræðið í vanda. Vónandi fellur veljarin dóm í málinum tann 20. januar 2003. Rættartrygdin og stýrisskipanin í vanda Kristina Háfoss Løgtingskvinna og valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoy www.hafoss.com Nýtt Landssjúkrahús. Nýggj lestrarstuðulsskipan. Nýggj Sandoyar- og Suður- oyarskip. Nýtt skúlatilboð fyri ung menningartarnað. Nýggir Tjóðpallur Føroya. Nýggjar pensjónshækk- ingar. Nýggjur sjódepil í Vestmanna. Nýggjir undir- sjóvartunnlar til Vágoy og Norðoyggjar. 123 nýggj ellis- og røktarheim runt landið. Nýggir miðnáms- skúladeplar í Havn og Suð- uroy. Nýggj vegastrekki, samferðsluhavnir og tunnl- ar. Nýggj barsilsskipan. Nýggir skattalættar á 350 mió. kr. Nýggjar gransk- ingarverkætlanir. Nýggjur politikkur, ið steðgar bein- leiðis vinnulívsstudningi. Nýggj sambýli til sinnis- veik og menningartarnað. Nýggjar handilsavtalur við ES og Russland. Nýggjar yvirtøkur. Nýggj... ja, hild- ið kundi verið áfram. Tí hetta eru bert nøkur av teimum ótalligu málum, ið eru framd ella skjøtul er settur á tey 6 árini, ið Tjóð- veldisflokkurin hevur verið stjórnarberandi flokkur í landinum. Hetta er hent samstundis sum yvirskot hava verið á fíggjarlógunum hvørt ár. Uttanlandsskuldin er hálverað og minkað úr 6,3 mia. kr. í 3,3 mia. kr. Upp- sparingin er økt munandi og er í dag nærum 2 mia. kr. Skúlamál, almenn for- sorg, skipasýn og onnur mál eru komin undir før- oyskt ræði, og føroyski bú- skapurin er vorðin 366 mió. kr. minni heft av donskum studningi. Eisini eru 24 mál liðugt fyrireikað og klár at yvirtaka, eins og Grundlóg Føroya nærum er klár at leggja til fólkaatkvøðu. Skulu vit steðga her ? Skal sigast farvæl til økt frælsi og framburð, og vendast aftur á gamlar leiðir ? - ella skal haldast áfram á sjálvbjargniskós, haldast áfram at taka ábyrgd og ganga nýggjar leiðir ? Valið er títt ! Aðrir flokkarnir lova at hol nú aftur skal setast á vinnulívs studningspoli- tikkin frá 80’inum. Aðrir flokkar lova harvið at ábyrgdarfullur búskap- arpolitikkur skal blakast fyri borð. Aðrir flokkarnir lova at skattalættar á fleiri 100 mió. kr. verða latnir til tey við hægst lønarinntøkum - og verða rindaðir av teim- um við lág- og miðalinn- tøkum. Aðrir flokkar lova at far- væl skal sigast til fullveldi - farvæl til økt sjálvbjargni og størri ábyrgd. Tjóðveldisflokkurin lov- ar framhaldandi sjálv- bjargniskós - frælst, studn- ingsfrítt vinnulív - sosial frambrot - avgjørda bú- skaparstýring og økt sam- band við allan heim. Tjóðveldisflokkurin tryggjar tær, at Føroyar støðugt ganga nýggjar, frælsar leiðir fram ímóti einum fult sjálvbjargnum Føroyum fyri øll. Vel framburð, frælsi og framtíðina ! Vel Tjóðveldisflokkin ! Vit ganga nýggjar, frælsar leiðir VALGREINAR Kvinnan eigur at ráða yvir egnum kroppi Elin Lindenskov valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi Í einum modernaðum norðurlendskum samfe- lag er menniskjan fræls. Fræls til sjálv at velja livihátt og lívsleið. Í Før- oyum hava vit eina 50 ára gamla lóg um fosturtøku. Eina lóg, sum skerjir frælsið hjá kvinnuni til sjálv at ráða yvir egnum kroppi. Hesa gomlu lóg ætlaði farandi samgonga at skerpa. Ein skerping hevði ført til, at kvinnur- nar høvdu farið av land- inum at fáa fosturtøku. Í øðrum lagi hevði tað ført við sær, at kvinnur ikki høvdu kent seg virdar í egnum landi - og tí høvdu valt at seta búgv aðrastaðni. Vit í Føroyum hava ofta lyndi til at útflyta okkara trupulleikar. Har- við er trupulleikin ikki okkara longur - hini eiga trupulleikan. Tí tosa vit ikki um hann. Men vilja vit lata eyg- uni upp fyri trupulleik- anum, so vita vit, at har fosturtøka ikki er loyvd, skaða kvinnur seg sjálvar á óhugnaligan hátt ella eitt nú seta børnini út. Í slíkum samfeløgum er ofta eisini bann ímóti fyribyrging. Hetta ger so trupulleikan uppaftur størri. Vit í Føroyum eiga at taka greiða støðu til fost- urtøku og fyribyrging. Vit eiga at lata kvinnuna ráða yvir egnum kroppi. Vit eiga at upplýsa um fyribyrging. Og vit eiga at eggja til nýtslu av fyribyrgjandi evnum. At taka ábyrgd frá fólki førir við sær ábyrgdar- loysi. At geva fólki ábyrgd, ger at fólk handla ábyrgdarfult. Soleiðis verður gjørt í øðrum Norðurlondum, og so- leiðis eiga vit eisini at gera. Vilt tú lesa meira, um hvat eg havi tikist við seinastu 4 árini, so vitja mína heimasíðu www.lindenskov.com. Har liggja hundrað tals greinar, røður o.a. frá hesum tíðarskeiði. Ílegugransking Sámal Petur í Grund valevndi Sjálvstýris- floksinsí Suðurstreymoy. Eitt av teimum stóru málunum sum steðgaði upp tá undirritaða gavst í landsstýrinum í juni mánað í 2002 var málið um ílegugransking. Hetta málið hevur víst seg at vera tíðarkrevjandi við tað at tryggleikin hjá einkulta persóninum í hesum føri er av alstór- um týdningi. Eingin ivi er um, at ílegugransking kann ger- ast eitt stórt íkast inn í føroyska búskapin. Vit eru sum fólk enn í eini serstøðu hvat hesi gransking viðvíkur og áhugin fyri okkum er stórur millum granskarar í allari verðini. Áðrenn nøkur gransk- ing fer fram, er alneyðugt at tryggja viðkvæmar spurningar, men vit mugu heldur ikki lata tíðina fara frá okkum. Um nøkur ár eru vit kanska ikki áhugaverd í hesum høpi longur. Vil tú hava at hetta ar- beiði verður tikið upp- aftur, set so kross við lista D. Birgir Mohr Sandur Tíbetur, vit fingu einki fullveldi her og nú – tann leiðin bar als ikki. Men vit velja tann trygga vegin fram til størri sjálvstýri, so má tað taka ta tíð tað skal – og vit hava góða tíð, tí eingin og einki hóttir okkum føroyingar sum fólk. »loysing« siga vit nei til. Fullveldisleiðin var ikki farbar, fullveldisskútan er sokkin og manningin er farin í land – avmynstrað í ótíð. Avleiðingin av tí í 51/1 ár førda politikkinum hjá full- veldisflokkunum er: • Sparing upp á reingerð til tey gomlu og óhjálpnu • Sparing upp á útreiðslur til serlæknahjálp í Dan- mark • Sparingar á Landssjúkra- húsinum – bíðitíð til læknahjálp • Sparingar upp á flutn- ingsstudning til skúla- børn • Sparingar upp á flutn- ingsstudning til flaka- virkir í útjaðaranum • Sparingar upp á fólka- pensjón og samhaldsfasta pensjón • Sparingar upp á røktar- heimspláss • Sparingar upp á hjálp til tey møguleikaskerdu • Skattur skal leggjast á sodavatn, bomm, sjoku- látakeks og plastposar • Strandferðsluna, Bygdar- leiðir og lastbilarnir hjá Strandferðsluni skulu spara – helst sparast burt- ur – til stóran skaða fyri øll uttanfyri høvuðsstað- in • Og higartil høvdu vit bert sæð ein brøkpart av uppskotunum til at fíggja fullveldi her og nú, og hetta er í góðum tíðum Hesum sigur Javnaðar- flokkurin korta nei til. Vit vilja seta fólkið fyrst – vit vilja varðveita og menna tað góða samfelagið fyri okkum øll. Styrkin av einum samfe- lag verður mett eftir, hvussu tey veikastu hava tað – og tey veikastu í Før- oyum hava tað ikki gott nokk – tíverri, hóast vit hava havt 7 feit ár. Men fullveldisflokkarnir rað- festu loysing fram um væl- ferð. Teirra politikkur er nú kollsigldur – Javnaðar- flokkurin fer at føra ein annan politik í eini nýggjari samgongu og einum nýggj- um landsstýri. Til tess biðja vit um tína atkvøðu tann 20. januar 2004. Gott val, veljið Javn- aðarflokkin! Finnleif Guttesen Valevni Sambandsfloksins í Suðuroy Vónandi kunnu løgtings - og kommunupolitikarnir síggja út um sín egna lítla dunnuhyl og samstarva um loysnir, sum gagnar allari oynni og ikki bert egnum dunnuhyli. Um tað er politiskur vilji og dirvi til, at leggja 100 almenn arbeiðspláss til Suðuroy, vil tað verða ein stór avbjóðing fyri komm- unurnar í oynni. Við øking av íbúgvara- talinum vil tað blíva stilla størri krøv til kommunur- nar um grundstykkir, ans- ingarpláss, barnagarðar, frítíðarvirksemi, ítrótt, kvøldskúlar, handlar og mangt annað og fer alt hetta, at skapa størri fram- burð og trivna í Suðuroy. Vel tí Sambandsflokkin. Einki fullveldi her og nú Suðuroy og dunnuhyljar Jacob Vestergaard Fleiri valevnir hjá Sam- bandsflokkinum í Suður- oynni hava í seinastuni gjørt viðmerkingar til støð- una í Suðuroynni. Sambandsmonnum líkt, verður alt málað svart upp. Onki er gott, alt er neyð og elendigheit, men ítøkilig boð uppá, hvussu framtíðin skal síggja út, hava teir ikki. Argumentatiónin hongur als ikki saman. Sambandstingmaðurin, sum, síðan hann varð vald- ur av suðringum, hevur búð í Havn, og havt sítt høvuðs- virksemi sum stjóri í Kolla- firði, er nú, uppundir val, farin at tosa um økismenn- ing. Hann hevur ikki nevnt økismenning ella Suður- oynna við einum orði, síðan hann varð valdur. Eitt valevni hjá Sam- bandsflokkinum í Vági ynskti øllum føringum til- lukku við teimum framstig- um, sum vóru hend í teirra øki, men hann hevði onki at siga suðringum tillukku við, tí har var onki hent. Orðatakið, at ein sær ikki skógina fyri berum trøum, má kunna brúkast um hetta valevnið hjá Sambands- flokkinum. Veruleikin er jú tann, at tað ongantíð áður eru lagdir so nógvir pengar í útbygg- ingar av Suðuroynni, sum nú, Fólkaflokkurin hevur umsitið vinnumál. Nýggi Smyril kemur í hesum árinum, og kemur at liggja í einari nýggjar sam- ferðsluhavn á Trongisvágs- fjørði. Ein samlað íløga uppá uml. 400 mill. kr. Nevnda valevnið átti eisini at havt lagt merki til, at Vágs Havn verður út- bygd, ein útbygging sum landið stuðlar, eins og nýggjur miðnámsskúli verður bygdur, stutt frá har hann býr. Eitt annað valevnið hjá Sambandsflokkinum, fyrr- verandi borgarstjórin á Tvøroyri, sum áður hevur verið talsmaður fyri at flyta uppgávur frá landinum til kommunurnar at umsita, hevur nú broytt støðu, og talar ímótið at flyta lands- uppgávur út til kommunur- nar. Hann tosar samstundis um at flyta almenn størv úr Havn til Suðuroynna. Hes- um seinast eri eg samdur við honum í, men man hann hava undirtøku frá floksformanninum, fyrr- verandi borgarstjóranum í Havn, fyri at fremja hetta. Tað hevði verið áhugavert at hoyrt. Høvdu kommunurnar í Suðuroynni, møguliga við einari felagskommunalari umsiting, sloppið at um- sitið tað, sum náttúrliga hoyrir Suðuroynni til, hevði tað havt alstóran týdning fyri Suðuroynna. Á tann hátt høvdu vit fingið okkara náttúrliga part av umsitingini til Suð- uroynna, og høvdu suðr- ingar sjálvir avgjørt, hvussu umsitingin skuldi skipast. Avgerðarætturin hevði fult og heit verið í Suðuroynni. At billa fólki inn, at vit í Suðuroynni ikki eru før fyri at umsita okkara egnu borgarar, er at undirmeta okkara egna førleika. Hetta er vanligur sambandshug- burður, slíkur hugburður ger, at vit ikki verða før fyri at menna okkum yvirhøvur. Hesum hugburður kemur eisini greitt til sjóndar frá einum øðrum valevni hjá Sambandsflokkinum á Tvøroyri. Staðfest verður, at vit ikki eru før fyri at umsita longu yvirtikin málsøkir, tíansheldur at hugsa um at yvirtaka fleiri. Reyði tráðurin er, at vit føringar als ikki duga til nakað sum helst. Hetta eru áhugaverd sjónarmið frá "virkis-fús- num" sambandsmonnum, sum bjóða seg fram at umboða okkum á Løgtingi. Slíkur hugburður er niðurbrótandi og førir ong- an framburð við sær. For- treytin fyri at fáa framburð í landinum er, at ein trýr uppá seg sjálvan og tað fólk, sum her býr. Suðringar, við Sam- bandsflokkinum koma vit ongan veg, tað er sjón fyri søgn. Fólkaflokkurin hevur seinastu árini staðið fyri menningini av Suðuroynni, og tal vilja vit halda áfram við. Veljið Fólkaflokkin 20. januar. Aftursvar til valevnir hjá Sambandsflokkinum C M Y K 37 36