leygardagur 10. januar 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 6 - 10. januar 2004
Nr. 6 - 10. januar 2004
35
VALGREINAR
Fosturtøka
Reimund
Langgaard
valevni Sambands-
floksins í Eysturoy
Fosturtøka er eitt sera
eldfimt evni, sum nógv
hava sína greiðu meining
um. Eg gangi fast á møti
og trúgvi at Bíblian er
Guds sanna orð, so lætt
er at gita at eg eri ímóti
fríari fosturtøku - eins og
nógvir av mínum líkum.
Tó hevur tað undrað meg
nógv, at fosturtøka er
blivið eitt stríð millum
"fanatisk trúgvandi" og
"restina".
Um fostrið er eitt
menniskja, so burdu øll
verið ímóti - aktiv sum
minni aktiv kristin - og er
fostrið ein slímklumpur,
ja men so er einki at
kjakast um. Tí so skuldi
fosturtøka sjálvsagt verið
loyvd. Ja tað skuldi verið
ein rættur hjá einihvørji
kvinnu.
Tískil er spurningurin í
mínari verð, um fostrið
er eitt menniskja ella um
tað er ein slímklumpur.
Ella sagt uppá ein annan
máta, so er spurningurin
nær barnið gerst menn-
iskja - við giting ella
føðing. Ella kanska tá ið
tað er 12 vikur gamalt,
hóast tað í mínari verð
virkar púra ólogiskt.
Eg eri ikki serfrøðing-
ur innan læknavísindi, og
tí kanska ikki tann rætti
at taka støðu til hvat eitt
fostur er, men vil her
endurgeva nøkur lækna-
vísundalig fakta, sum
kunna hjálpa til at fáa
tikið hesa altavgerandi
støðuna.
Hjartað hjá fostrinum
byrjar at sláa, tá ið tað er
millum
18-25
dagar
gamalt (um 3 vikur).
Heilin hjá tí byrjar at
virka, tá ið tað er um 40
dagar gamalt (um 6
vikur).
Tá fostrið er 12 vikur
gamalt er tað 9cm langt.
Hevur eygu, oyru, nøs,
munn, armar, bein, fing-
rar og tær - ja tað hevur
enntá fingið negl.
Móður Teresa, sum
flestu okkara helst høvdu
sera stóra virðing fyri,
brúkti nógva orku fyri at
verja tey óføddu (børnini
ella
slímklumparnir).
Hon segði eisini "if you
do not want your unborn
child, bring it to us and
we will raise it" (um tú
ikki ynskir títt ófødda
barn, so gev okkum tað
og vit vilja taka okkum
av tí). Hesi boðini hevur
hon givið til nógv sjúkra-
hús, stovnar og fólk runt
um allan heim, og hevur
hennara hjálparfelags-
skapur bjarga meir enn
3.000 børnum í Calcutta,
India á henda hátt - um-
framt øll tey, sum eru
bjargað í øllum hinum
londinum, har hennara
systrar eru virknar. Tær
geva síðan hesi børnini
víðari til familjur, har
børnini eru ynskt. Tað
týdningarmesta er at
børnini fáa lívið - gáv-
una, sum flest okkara eru
glað fyri og halda fast í,
men harumframt eru tær
eisini við til at breiða
gleði í nógvar barnleysar
familjur.
Móður Teresa segði
eisini: "Um fólk velja at
hava samlegu, so skulu
tey vita, at tað er ein
møguleiki fyri at eitt
barn verður fødd vegna
hetta. Vaksin eru vaksin,
tí at tey vita um møgu-
leikan fyri avleiðingar av
teirra handlingum. Tey
kunna rokna út vinning
og skaða og síðan handla
eftir normum og reglum.
Vaksin eru før fyri at taka
hesa ábyrgdina, av tí at
tey kunna halda eftir,
stýra og útseta... Um eg
veit at eitt flogfar fer at
detta niður, so fari eg ikki
umborð. Um eg veit at
veturin verður kaldur, so
keypi eg heit klæði, og
um eg veit at vegurin er
hálur, so koyri eg spaku-
liga. Í hesum førunum
virkar tað so sjálvsagt.
Men tá ið talan er um
okkara kynslív, so føla
vit fullkomna fríheit og
ongin avmarking skal
stríða ímóti fríheitini"
(leysliga umsett).
Eg eri persónliga sann-
førdur um, at fostur eru
menniskju frá tí tey eru
gitin, og at eisini tey eiga
rættin til lív. Eg takki
Guði fyri, at hann skapti
meg í móðurlívi, og
mammu míni fyri, at hon
ikki drap meg har, men
gekk við mær í 9 mán-
aðir og síðan setti meg
inn í heimin.
Eg vil enda við at
endurgeva Kim Larsen,
tá ið hann syngur: "Det
er godt, at vi blev født før
aborten den blev fri."
Annfinn Brekkstein
valevni sambandsflokksins
í Suðurstreymoy
Í svárari fíggjarneyð ætlaði
fullveldissamgongan
at
leggja enn meira byrðar og
skattir á fólki. Felagsnevn-
arin hevur verið vánalig
fíggjarlig
stýring
við
galoperandi útreiðslum á
almenna
sektorin
og
manglandi
inntøkum
á
fíggjarløgtingslógini.
Løgmansskrivstovan
hevði fyri neyðini at biðja
tingið um eina eykajáttan
upp á uml. 700 tús. kr., tí
tey høvdu staðfest eina
meirnýtslu. Tá Løgmaður
ikki kann stýrað sínum
egnu fyrisiting, hvussu
kann hann so stýrað land-
inum? Eitt sera eitt vána-
ligt signal at senda út.
Men ikki bara Kalsberg
hevði yvirforbrúk, men so
sannilga
eisini
Høgni
Hoydal mátti biðja tingið
um eina eykajáttan. Hesin
rættvísi leiðarin sum ong-
antíð ger nakað galið, sigur
hann, hevði eisini fyri
neyðini at biðið tingið um
meir pening. Biðið varð um
eykajáttan áljóðandi 627
tús. Kr. Hesin peningur
varð brúktur til, m. a., at
stuðla einum filmi; - um
sjálvan
varaløgmann
á
fullveldisleið. Eisini hetta
skal skattgjaldarin rinda
fyri.
Eisini her eru vánalig
signal sum fullveldisleið-
ararnir senda út. Felags-
nevnarin er at teir hava ikki
nakra stýring á teirra egnu
fyrisitng og so bjóða teir
seg fram at stýra landinum.
Hesin órøkinskapur má
steðgast. Sambandsflokk-
urin er einasta alternativ til
eina stabila fíggjarstýring,
vit eru klárir at taka við
landsins leiðslu og tryggja
tína framtíð.
Kallsberg og Hoydal høvdu yvirforbrúk
Kaj Leo Johannesen
valevni Sambandsfloksins í
Surðurstreymoy
Henda spurningin skulu vit
taka støðu til komandi
Løgtingsval, tað kemur at
ávirka, í einum samfelagi,
sum hevur sjógvin á at líta,
tað er eingin ivi, at kom-
andi Løgtingsval verður ein
fólkaatkvøða um Loysing
frá Danmark við verri um-
støðum, ella Samband við
Danmark við tryggari um-
støðum.
Eg fari við nøkrum regl-
um at siga hvat undiritaði
hugsar um, ella meinar við,
tá
frælsishugtøk
verða
nevnd millum manna, og
hvat heilt konkret "frælsið"
hevur at siga, lata meg sláa
fast beinaveg.
Eg eri ikki ein av teimum
sum haldi, at tey sum ikki
hava somu meining sum eg,
ikki skilja hvat frælsið
veruliga merkir.
Persónligt frælsi fyri
meg, er at búgva undir taki,
uttan at fara svangur til
songar.
Persónligt frælsi fyri meg
er at verða raskur, og at
kunna stríðast fyri landi og
fólki.
Persónligt frælsi fyri meg
er at síggja børn míni vaksa
upp, uttan hóttanir um yvir-
gang og harðskap.
Persónligt frælsi fyri meg
er at taka ábyrgd av egnum
gerðum, uttan mun til hvat
onnur siga.
Persónligt frælsi fyri meg
er at taka ábyrgd av skeiv-
um og røttum avgerðum
Persónligt frælsi fyri meg
er at ganga tryggur úti,
uttan at verða álopin.
Persónligt frælsi fyri meg
er at anda reina luft niður í
lungini
Persónligt frælsi fyri meg
er at koma undir lækna-
hond, um eg gerðist sjúkur
Persónligt frælsi fyri meg
er at vita at okkara børn,
hava rættindi at mennast í
lívinum.
Persónligt frælsi fyri meg
er at sleppa at virða onnur
menniskju uttan at verða
dømdur ella fordømdur av
mínum landsmonnum.
Tá eg nevni meg sjálvan,
er tað tí, at tað sum eg skilji
við frælsi, helst ikki er tað
sama, sum onnur halda
verða frælsi.
Eg vil at enda takka fyri,
at tað er víst mær tað álit at
koma uppá Sambandslistan
til komandi Løgtingsval, og
fari eg at berjast fyri
Føroyar, soleiðis at tað ikki
kemur uppá tal at hótta
vælferðina
hjá
okkara
stoltu tjóð.
Eitt gott val
Frælsi fyri meg sum velji Sambandsflokkin
Heðin Dánialsson
Poulsen
valevni Fólkafloksins í
Suðurstreymoy
www.hedindp.com
"Óðalsjørðin og seyðahald
sum ítriv verða raðfest
hægri enn higartil". Brot úr
valskránni hjá Folkaflokk-
inum.
Í alt ov langa tíð hava
flokkarnir givið óðalsjørð-
ini ov lítlan ans, nú hevur
fólkaflokkurin
fingið
óðalsjørðina á breddan í
síni valskrá, og nógv er at
gera innan øki, millum
annað viðvíkjandi matrik-
ullóggávuni.
Matrikullóggávan er alt
ov tvørlig at umsita og
láturliga dýr fyri brúkaran.
Matrikullógávan
verður
broytt tá fólkaflokkurin
eftir næsta val aftur kemur í
landsstýrið.
Sjálvandi er tað ikki rætt,
at myndugleikin skal seta
seg ímóti um svágur mín og
eg ynskja at býta felags utt-
angarðsjørðina hjá okkum í
tvey sjálvstøðug matrikul-
nummur, ella um vit ynskja
at selja tað innangarðs til
ein
áhugaðan
keypara.
Hvussu kunnu vit verja
eina rættarstøðu, har mest
sum alt valdið at ráða yvir
privatari ognarjørð liggur
hjá einum myndugleika, tá
vit samstundis siga at ogn-
arrætturin er friðhalgaður?
Sjónarmiðið fyri at hava
eina
stranga
matrikul-
lóggávu er, at eingin ynskir
tað ólukkuligu støðu, ið vit
høvdu áðrenn jørðin var
samlað, tá jørðin bleiv petta
sundur í ónýtuligar smáar
lutir. Hesa støðu vil eingin
hava aftur, tað sum vit vilja
er eina meira lagaliga lóg-
gávu, ið loyvir at býta inn-
angarðs frá uttangarðs og
sum loyvir innangarðsjørð
at verða býtt sundur í
hóskandi eindir, eitt nú til
minimum 5000 m2.
Áðrenn val varð útskriv-
að, avgjørdi landsstýris-
maðurin í búnaðarmálum,
at øll jarðarlóggávan skuldi
endurskoðast, harímillum
skuldi
matrikullógávan
dagførast, og tað er bara at
vóna, at komandi lands-
stýrismaðurin fer at fylgja
áðurnevndu avgerð.
Broytingar eru á veg og
tað er at frøðast um, serliga
er at frøðast um orðini í
valskránni hjá fólkaflokk-
inum um, at "Óðalsjørðin
og seyðahald sum ítriv
verða raðfest hægri enn
higartil".
Við ávirkan fólkaflokk-
sins heldur arbeiðið fram at
dagføra jarðarlóggávuna,
harímillum
matrikullóg-
gávuna, ið vit harðliga hava
brúk fyri, til tess at forða
fyri at alt tað sum eitur
frítiðarjarðarbrúk ikki ein-
ans gerst eitt minni frá
einari farnari tíð.
Matrikullóggávuna verður dagførd
VALGREINAR
Frá heimahjálp til
onga hjálp
Eddie Joensen
Valevni Javnaðarfloksins
í Norðurstreymoy
Fyri fyrstu ferð síðani
heimahjálparaskipanin
varð innførd av Javn-
aðarflokkinum í 1973,
hava vit fingið bíðilistar
til heimahjálp í Føroyum.
Heimahjálparaskipan-
in hevur riggað væl í 30
ár. Sjálvt í ringastu
kreppuárum
syrgdi
Javnaðarflokkurin fyri, at
heimahjálp var ein rættur
til tey, ið hava lagt lunnar
undir hetta land. Í allar-
bestu tíðum hava vit nú
fingið
bíðilistar
til
heimahjálp av berari van-
stýring.
Hetta líkist snøgt sagt
ongum, og serliga, tá
hugsað verður um, at vit
hava havt ein fíggjar-
málaráðharra, ið hevur
latið umsitingarútreiðsl-
urnar í miðfyristingini
vaksið við 220 millión-
um, samstundis sum man
hevur spart í almennu
tænastunum,
sum
til
dømis í heimahjálpini.
Okkurt tjóðveldisval-
evni í Norðstreymoy
tosar um at seta kós. Nú
hava vit sæð kósina hjá
Tjóðveldisflokkinum á
hesum økinum, og er hon
so skeiv, sum hon kann
verða. Vit hava eisini sæð
hvussu byrðarnar hava
verið lagdar á tey gomlu
og barnafamiljur, meðan
umsitingin bert er bólgn-
að.
Javnaðarflokkurin
tryggjar, nú sum altíð, at
heimahjálp er ein rættur.
Skal sparast, so má tað
verða aðrastaðni. Tað
hava vit klárað fyrr, og
standa klarir at taka við
aftur fyri at vísa, hvar
skápið skal standa. Heta
tryggjar ein atkvøða til
lista C
Fólkafloksveljarar
í tvístøðu
Høgni Mikkelsen
Valevni Sambands-
floksins í Suðurstreymoy
20. januar verður ein
trupul dagur hjá fólka-
flóksveljarum. Tí hvønn
vong í flokkinum skulu
tey velja? Skulu tey velja
tann borgarliga-loysing-
arvongin ella skulu tey
velja tann borgarliga-
sambandsvongin?
Tit fólkaflóksveljarar
ið ikki taka undir við
loysingarpolitikkinum
eru absolut í einari tví-
støðu tí, at tit vita ikki
hvat tit velja!
Sjálvandi siga tit, at tit
hoyra til tann borgarliga-
sambandsvongin,
men
hvussu kunnu tit verða
vís í, at atkvøða tykkara
ikki verður brúkt til tann
borgarliga-loysingar-
vongin og harvið eisini
stuðla Tjóveldisflokkin-
um???
Tí vil eg heita á tykk-
um um at velja Sam-
bandsflokkin, tí har er
eingin tvístøða!!!
Sjálvur eri eg ein borg-
arligur sambandsmaður.
Høgni Hoydal
valevni Tjóðveldisfloksins í
Suðurstreymoy
Sambandsleiðin
Ímynda tær eina framtíð,
har
fullveldisgongdin
støðgar upp í Føroyum.
Politikkurin fer at snúgva
seg um grønar keks og
bomm. Um at lova studning
til vinnuna og skattalættar
til tey ríkastu. Hetta fer við
vissu at leiða Føroyar í
fíggjarligt óføri og aftur í
fortíðina til biddaragongd á
Christiansborg.
Føroyar verða endaliga
limaðar inn í danska ríkið.
Danmark fer undir eina ES-
grundlóg. Okkara uttan-
ríkismál, verjumál, rættar-
mál og annað, verða flutt til
Brússel at umsita.
Føroyar gerast ein dup-
ultur útjaðari. Ein landslut-
ur í Danmark og ein enn
minni lutur í ES.
Sambandsflokkurin hev-
ur longu boðað frá, at hetta
verður leiðin, um hann
vinnur valið. Og ger hann
tað, dregur hann allar hinar
flokkarnar, ið eru spjaddir
millum sjálvstýri og sam-
band, við sær.
Fullveldisleiðin
Ímynda tær hinumegin eina
framtíð, har vit halda fram
á fullveldisleiðini.
Vit
leggja
føroysku
grundlógina til viðgerðar
hjá øllum føroyingum. Har
kunnu vit sjálvi staðfesta
rættindini hjá føroysku
tjóðini. Har kunnu vit
áseta, hvørji rættindi og
hvørjar skyldur, vit øll
skulu hava í Føroyum.
Vit halda fólkaatkvøðu
um grundlógina. Tá hevur
føroyska fólkið sjálvt gjørt
av, hvussu okkara samfelag
skal skipast. Tá kann ongin
donsk stjórn seta spurnar-
tekin við okkara rættindi
uttan at seta seg beinleiðis
ímóti fólkaræðinum.
Vit fáa øll mál á føroysk-
ar hendur, sum í dag verða
umsitin í Danmark.
Vit halda fast um ein
sjálvberandi búskap og eina
studningsfría vinnu.
Vit halda fast um tey
sosialu frambrotini.
Vit halda fast um ta mið-
vísu útbyggingina av okk-
ara samfelag.
Vit halda fast um at
styrkja ta skapandi mentan-
ina í Føroyum og at menna
útbúgving og gransking.
Vit byggja eitt sterkt
samstarv
við
okkara
grannatjóðir í Norðurat-
lantshavi. Vit skapa eitt
slag av "OPEC" fyri fiski-
vinnu í Norðuratlantshavi.
Vit seta okkum í miðjuna
heldur enn at enda sum
útjaðari, har onnur seta
allar treytir.
Okkara vinnulív, okkara
mentanarlív og okkara ung-
dómur kann traðka út í
heim á jøvnum føti.
Føroyar kunnu vaksa,
mennast og búnast.
Tú eigur avgerðina
Svart samband ella fræls
framtíð?
Bara ein sterkur Tjóð-
veldisflokkur kann halda
fast um fullveldisleiðina.
Avgerðin liggur í tínum
hondum 20. januar 2004.
Rúna Sivertsen
Valevni Fólkafloksins í
Norðoyggjum
runas@post.olivant.fo
Tað skal loysa seg betur at
arbeiða og meiri skal verða
eftir av lønini
At stuðulin fyri barnaans-
ing skal fylgja barninum,
so mammur, sum ynskja at
vera heima, fáa stuðulin
útgoldnan
Pensjónirnar skulu hækka,
og eldri skulu kunnu búgva
heima sum longst
Gomul, sum ikki orka at
røkja egin hús, skulu hava
aðrar bústaðarmøguleikar
Tey, ið bera brek skulu eftir
førimuni hava frælsi til
sjálvi at leggja egin viður-
skifti til rættis - og hava
umstøður, sum ger tey før
fyri at hava arbeiði og
trívast
Fólk við breki skulu hava
møguleika til útbúgving
Tunnils- og vegasambandið
til bygdirnar norðanfyri
skal bøtast, so farleiðin
gerst trygg. Somuleiðis
skal ferðasambandið til
útoyggjarnar gerast betur
Akutti tørvurin um Leir-
víksfjørð skal loystast, so
vinnan kann virka uttan
forðingar
Klaksvíkar Sjúkrahús skal
útbyggjast og gerast til
reiðar til øktu tilgongdina
av sjúklingum, sum verður,
tá koyrandi er til meginøkið
Sjúkrahúsið skal viður-
kennast sum sersjúkrahús
innan liðútskiftingar
Fiskiloyvini skulu vera ogn
hjá
fiskimanninum
og
smábátar skulu kunna fiska
frítt
Trygdin á sjógvi og landi
skal økjast - Nullhugsjónin
um, at vit ongan skulu
missa í ferðsluni - skal
eisini galda á sjónum
Lóggávuarbeiðið á tingi
skal vera í samsvar við
bíbilsku meginreglurnar
Fólkaflokkurin vil næstu 4
árini veita tær og tínum
bestu umstøður at skapa
eina trygga tilveru.
Far á val 20. januar og set
kross við lista A
Erikka Elttør
valevni Sambandsfloksins í
Norðoyggjum
Kæri veljari! Ynskja tyg-
um at Føroyar aftur fáa eina
stjórn og eitt ting, sum
riggar, og sum nýtir orku og
pening til annað enn at
keglast og fyrigykla fólkin-
um eina framtíð, ið ikki
hevur hald í veruleikanum,
so kann eg vissa tygum um,
at rættasta loysnin er at
velja Sambandsflokkin 20.
januar.
Tá tygum so hava valt
klókt, fer Sambandsflokk-
urin eisini at virka fyri at
fammiljan, sum er sjálv
hjarnan í samfelagnum, fær
so góðar fortreytir og so
góðar umstøður at virka
undir, sum til ber. Millum
annað skal barsilsskipanin
bøtast, soleiðis at hon
samsvarðar við endamálið,
sum er, at geva foreldrum
høvi til at verða við hús
fyrsta árið í lívinum hjá
teimum nýføddu.
Sum lið í familjupolitikki
sínum, ynskir Sambands-
flokkurin
at
varðverita
gamlan føroyska sið, sum
er, at øll ið ynskja tað, fáa
høvið og umstøður til at
seta føtur undir egið borð,
og útvega sær egin hús ella
egna íbúð. Tí er tað eisini
neyðugt, at rentustuðulin
verður varðveittur á sama
støði, sum nú.
Aðalendamálið hjá Sam-
bandsflokkinum
er
at
tryggja grundarsteinin und-
ir føroyska samfelagnum,
føroyska húski, føroysku
familjuna!
Svart samband ella fræls framtíð?
Eg vil virka fyri...
Vel klókt 20. januar, vel realismu
fram um fantasi!
C
M
Y
K
35
34