leygardagur 10. januar 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 10. januar 2004
33
Gunnar Nolsøe,
útvarpsvertur
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Ja, mamma mín spælir urgu og
harmoniku og hevur eisini roynt
seg við ukulele, hevur sungið í
kóri og verið organistur í Klaks-
víkar Kirkju, eins og eitt nú abbi
mín eisini spældi urgu og
harmoniku, meðan mammu-
beiggi mín spælir harmoniku.
Spælir tú nakað ljóðføri?
– Nei.
Syngur tú undir brúsuni?
– Kanska viðhvørt, men oftast
havi eg útvarpið frá.
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
– Nei, men kundi gott hugsa
mær at duga at spælt upp á
klaver og annars eisini saxofon.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Alt er kanska í so nógv sagt,
men eitt lív uttan tónleik - tómt
og ræðuligt. Tónleikur er rúsevni
uttan timburmenn og er hóskandi
til so at siga øll lívsins viður-
skifti. Ella sum Gustav Winckler,
heldur naivt, men ikki minni
rætt, tók til í 1973: »Lidt go’
musik gør alle mennesker glade,
når jeg er træt, så spiller jeg en
plade...«
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
– Tað er rættuliga langt síðani,
eg taldi, men einar 6.000-7.000.
Hvat er tín yndisfløga?
– Sera, sera torført at siga, tí tær
eru nógvar, og harumframt
veldst um tíð, stað, hvussu lagið
er, umframt eina rúgvu av øðrum
faktorum, men yvirhøvur útgáv-
urnar hjá Abba, Bee Gees,
Creedence Clearwater Revivel,
Eagles, Lise Ekdahl, Enya,
Frændum, Hanusi G. Johansen,
Jean Michel Jarre, Jóannesi
Jakobsen, Kára P., Eivør Páls-
dóttir, Sade, Shakatak, Ingun
Simonsen, Veðraplátan við
Straight Ahead, Mit eget land við
Anniku Hoydal, Allar ættir við
Holger Laumann & Plúmm, tey
seinru árini við Leonard Cohen,
Quincy Jones framleidda Donna
Summer útgávan við somu
Donnu, A New World Record,
Out Of The Blue og Discovery
við ELO, Von og Lífið er ljúft
við Bubbi Morthens, Fires at
Midnight við Blackmore’s Night,
As times goes by - The
American Songbook Volume II
við Rod Stewart, har hann eitt nú
syngur duett saman við Lise
Ekdahl, og Swing við Robbie
Williams. Og so má eg nevna
spælimansútgávuna við Benny
Andersson Orkester.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
– Fløguna við hasum yvir-
sukraða ljósareyða fløtasang-
inum »Queen of my hearts« við
bólkinum Westlife.
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
– Tað er kanska í so arrogant at
seta orð á, onkur annar kann
dáma sangin, so eg lati vera.
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
– Veit ikki, um eg eigi nakra
pínliga plátu, men sum DJ hevur
tú verið noyddur at keypt nakað
av tónleiki, tú annars ikki hevði
keypt, og har eru tvær teirra
Whatever you want við Status
Quo og I wanna rock við Twisted
Sisters.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– »Lyckliga gatan« við Anna-
Lena Löfgren, »Long as I can
see the light« við Creedence
Clearwater Revivel, »Nattog«
við Anne Linnet ella »Abounded
love« við The Everly Brothers og
so kanska »Nummar« við Terja
Rasmussen.
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
– Veldst um kvøld ella "typu" av
kvøldi, hvørji fólkini eru o.s.fr.,
men yvirhøvur vil eg siga
jazzkendir tónar við klaveri,
saxofon og kanska einum góðum
chroonara afturat. Annars eisini
fólksligir og spælimanstónleikur,
og lættur poppur í breiðastu
merking...
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– 52 sunnumorgnar eru um árið,
so yndistónleikurin sunnu-
morgnar er skiftandi, men lættur
poppur, jazztónleikur ella eitt-
hvørt, ið ber á fólksliga bógvin.
Annars má eg viðganga, at
útvarpið sum oftast er frá.
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– Sum so er ongin tónleikur, ið
beinleiðis fær meg í ringt lag,
men onkissigandi og primitivir
hardrockur, innantómur
dansbandtónleikur, umframt
úttambað rap, hvørs einasta
endamál er at skora kassan, telist
millum luttakararnar á mínum
ikki-hitlista. Men treyðugt so,
eisini har finnast undantøk...
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– »Lay all your love on me« og
»The day before you came« við
Abba, »Born to be alive« við
Patrick Hernandez, fyrsta 12"
versiónin av Stars on 45 við
Starsound, og »Freight train« við
Nancy Whiskey & The Chas
McDave Skiffle Group (?)
umframt karaokesangirnir
omanfyri.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
– Veit ikki rættuliga, men Yellow
submarine, Obladi oblada og
Hey Jude hjá The Beatles munnu
teljast teirra millum.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
– Tá Olof Palme fór til gravar,
var tónleikurin jazzur, men leita
vit í reyðu sálmabókina og leita
fram nr. 522, finna vit ein av
mínum yndissálmum: »Og Jesus,
ger meg til eitt lítið ljós.«
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
– Á Tórshavnar Jazz, Fólka &
Bluesfestivali fyri góðum tíggju
árum síðani, luttók brasilianski
harmonikusnidlingurin Sivuca
við orkestri, og haldi eg hetta
vera bestu konsertina, eg havi
verið til.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– Her eru eisini fleiri, fyri ikki at
siga nógvir um boði, eitt nú
Barry Gibb úr Bee Gees og Jeff
Lynne úr ELO, men skal EIN
veljast burtur úr, má tað vera
manningin í svenska
superbólkinum Abba - og skal so
aftur EIN veljast - nú gerst tað
torført - hmm, so skal tað vera
Benny Andersson ella Bjørn
Ulvæus.
8
Sosialurin Nr. 1 - 10. januar 2004
Tá ið eg byrjaði at arbeiða
sum journalistur, var tað rár
hending, at Føroyar vóru
nevndar í útlendskum fjøl-
miðlum.
Tað hendi, tá ið onkur
ólukka var, ella tá ið okkurt
politiskt ella kongaligt var á
vási millum Føroyar og
Danmark. Sjálvandi hendi tað
eisini, at donsk vikubløð
søgdu søguna um einstakar
føroyingar.
Umframt donsku fjølmiðl-
arnir vóru tað helst bert teir
íslendsku, sum yvirhøvur
nevndu líttla oyggjaflokkin.
Tónleikin vendi eg aftur til.
Nú er vent í holuni. Í Dan-
mark er stórt sæð ikki dagur,
har Føroyar ikki verða nevndar
í onkrum sambandi. Heitu
viðurskiftini í ríkinum gjøg-
num níti-árini hava gjørt, at
danir generelt vita meira um
Føroyar, men at eisini tíðindini
úr Føroyum hava størri áhuga
her á landi.
Á Bornholm er eisini ein
gjøgnumgangandi áhugi fyri
Føroyum, og tað er ikki sjáld-
an, at víst verður til føroysku
ríkisrættarligu støðuna, tá ið
tosað verður politikk her.
Bornholmararnir hava stóra
virðing fyri, hvussu føroyingar
hava megnað at innrætta før-
oyska samfelagið. Áræði
verður mangan nevnt, og sett
upp ímóti neira tungu
skipanini her á Bornholm.
Bornholm er ein sonevnd
regiónskommuna í løtuni. Tað
vil siga, at øll oyggin er ein
kommuna. Fyrisitingarliga
loysir kommunan eisini tær
uppgávur, sum amt annars
hava í Danmark: tað vil fyrst
og fremst siga sjúkrahús og
miðnámsskúlar.
Tann sonevnda struktur-
kommisiónin kom í gjár við
einum tilmæli um, hvussu
kommunala Danmarkar-kortið
skal síggja út í framtíðini.
Tilmælini eru, at kommun-
urnar verða lagdar saman,
amtini tikin burtur, og í staðin
fyri tey verða gjørdar fýra til
átta regiónir, sum skulu loysa
tær milumkommunalu upp-
gávurnar.
Spennandi verður at síggja,
hvussu politikararnir fara at
fylgja tilmælunum, men tað
liggur klárt at vit her á Born-
holm eru eitt sindur framman
fyri menningina á hesum øki.
Politiski dysturin á Born-
holm fer at ganga út uppá at
varðveita Bornholm sum ein
sjálvstøðuga región ˆ ella í
øðrum lagi at ávirka, hvørjum
vit skulu vera saman við í
framtíðini.
Aftur til umrøðuna av
Føroyum. Á oynni her eru
mong vinarbond til Føroyar og
tað hendir meira enn so at
kanningarbólkar av Bornholm
vitja í Føroyum, og at føroy-
ingar vitja her. Seinast eg veit
um var í heyst, tá ið sosiala
nevnd løgtingins vitjaði á
Bornholm.
Og so til tónleikin. Umrøðan
av Føroyum í útlendskum fjøl-
miðlum er eisini nógv vaksin
av tónleikinum seinnu árini.
Undan aldarskiftinum var tað
fyrst og fremst fótbólturin,
sum setti Føroyar á landkorti. Í
løtuni er tað tónleikurin.
Teitur Lassen verður mang-
an nevndur. Vit hava sæð hann
á MTV og her í Danmark
hoyrist hann ofta í danska
útvarpinum.
Eivør hevur tikiið Ísland við
stormi, og í hinum norður-
londum eru tey nú eisini farin
at leggja til merkis, at her er
ein óvanlig rødd. Guðrun vann
sangkasppingina í Danmarks
Radio og hálvi føroyingurin
Gunnar gjørdu tað sama.
Og nú er aftur ein á veg.
Petsi Tvørfoss skal luttaka í
allarstørstu donsku sang-
kappingini, Meldodi Grand
Prix.
Jú alt gevur umrøðu og alt er
við til at gera Føroyar kendar.
Sjálvt um val stendur fyri
durðum, og hart leikar á, so
eiga føroyingar framvegis at
vita at gleðast um, at vit nú
eru meira enn ein gloymdur
oyggjaflokkur.
Gott nýggjár.
Føroyar, tónleikur og útheimurin
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Árni Gregersen, Bornholm, arni@gregersen.mail.dk
Til: post@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Rani Nolsøe
valevni Tjóðveldisfloksins í
Norðoyggjum
Tjóðveldisflokkurin fer í
komandi setu at tryggja, at
stóra menningin í okkara
samfelag síðani 1998 eisini
skal gerast ein rimmar
økismenning kring landið.
Fyrsta týðandi stigið er at
styrkja kommunurnar í
útjaðaranum.
Í dag liggja fleiri uppgáv-
ur hjá miðfyrisitingini, sum
nátúrliga hoyra heima í
kommununum. Her er talan
um fleiri viðurskiftini hjá
okkara
borgarum,
men
fyrst og fremst umsorganin
fyri teimum eldru og fólka-
skúlarnir.
Barnaansingin er besta
dømi um, hvussu nógv
betur kommunurnar eru
førar fyri at umsita slík
viðurskifti hjá sínum egnu
borgarum. Eftir bert 3-4
árum er tørvurin so at siga
nøktaður.
Men í dag hava vit ov
smáar og tískil ov veikar
kommunur, og so leingi tað
stendur við, fáa vit einki
gjørt við, at miðfyrisitingin
er so óhóskandi miðsavnað
og sterk.
Tí vil Tjóðveldisflokk-
urin, at kommunur við fyri-
muni finna saman í sam-
starv, so vit longu í kom-
andi setu gera tað møguligt
at leggja størri uppgávur
frá landinum út í komm-
unurnar. Tí er tað umráð-
andi,
at
kommunurnar
skjótast fyrireika seg at
taka í móti, við at ganga
saman í samstarv ella velja
samanlegging.
Men
fyrst
vilja
vit
tryggja, at hendan útlegg-
ing fer fram á ein hátt, sum
tænir kommununum best.
Tí vil Tjóðveldisflokkurin
garantera, at tað verða
kommunurnar, sum fáa
tann veruliga partin av
skattinum í sín kassa, sum
hesi øki kosta í dag.
Hetta fer komandi árini at
verða berandi mátturin
undir teirri veruligu økis-
menning, sum vit ynskja í
øllum landinum. Tað vil
skapa áhugaverd arbeiðs-
pláss uttanfyri miðstaðar-
økið og hartil fleiri vinnu-
møguleikar og størri trivna.
Tað vil eisini loysa úr
lagdi eina røð av nýggjum
møguleikum fyri veruligari
økismenning.
Tjóðveldisflokkurin setti
økismenningina á skránna
fyri seks árum síðani. Gev
okkum tín stuðul at fremja
eina menning av okkara
samfelagi í eini betur javn-
vág millum miðstaðarøki
og útjaðaran enn í dag.
Veljið framtíðina - veljið
Tjóðveldisflokkin
VALGREINAR
Felags foreldra-
rættur, javnstøða
og ráðgeving
Katrin Dahl
Jakobsen
løgtingskvinna og
valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
Galdandi lóg í Føroyum
um foreldramyndugleika
og samveru er avoldað og
kann snøgt sagt ikki
brúkast. Foreldur, og ser-
liga børnini, eru rætt og
slætt slept uppá fjall, tá
tey koma í ta støðu, at
hjúnaskilnaður er einasta
loysn. Eingin ráðgeving
og eingin møguleiki fyri
at taka málið uppaftur.
Hjá okkum ber heldur
ikki til at hava felags for-
eldramyndugleika
og
loyvt er eisini at nýta
harðskap móti egnum
børnum. Hetta er bein-
leiðis í andsøgn við ST -
sáttmálan frá 89 um
rættindi hjá børnum, og
sum
løgtingið
hevur
samtykt.
Sáttmálin
áleggur
luttakaralond-
unum at taka neyðug stig
til tess at verja børnini.
Javnaðarflokkurin
tók
málið upp í febr. 2003,
men tíverri komu vit ikki
ígjøgnum við tí. Felags
foreldrarættur
verður
aðrastaðni tengdur at
javnstøðu, og hugsast
kann, at tá foreldrini hava
eitt positivt útgangsstøði,
ein møguleika fyri bæði,
so eru betri líkindi fyri,
at børnini koma ikki í
klemmu. Í áravís hava vit
stríðst fyri javnstøðu,
men gloyma, at hon eigur
at virka báðar vegir.
Børnini
eru
púrasta
verjuleys. Tað má vera
okkara skylda at syrgja
fyri, at teirra rættindi
altíð standa fermst, og at
foreldrarættindi, ella vit
kundu heldur kalla tað
foreldraskyldan, verður
lagað eftir tí.
Nógv liggur á láni, nú
samgongan
stakk
í
sekkin. Hetta er bara eitt
av teimum. Eitt mál, sum
hevur ligið í dvala, sum
einki skuldi gerast við, tí
hetta skuldi yvirtakast!!!
Helst høvdu dagføringar
verið gjørdar, um sam-
gongan ikki hevði havt
lagt lok á tað við sínum
yvirtøkulyftum.
Heðin Mortensen
valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymoy
Í eini roynd at eggja sínum
fólki til at arbeiða fyri
flokkin, sleingir Høgni
Hoydal um seg við tí, ið
minnir ikki sørt um mis-
tonkiliggerð
av
øðrum
flokkum, tá hann setir
spurnartekin við, hvaðani
teir fáa pening til valstríðið.
Vit, sum ferð eftir ferð
hava hoyrt formann Tjóð-
veldisfloksins
tosa
um
runublaking, eru farin at
troyttast.
Sjálvrættvísið lýsir av
honum, tá hann við miklum
álvarsemi og hátíðardámi
roynir at læra politikarar -
úr øðrum flokkum, sjálv-
andi - hvat politiskt reinføri
er fyri nakað, og hvussu tú
eigur at uppføra teg.
"Vit mugu endurskapa
álitið aftur á politisku skip-
anina" er ein av aftur-
vendandi setningunum, tá
hann sum ein annar sálar-
hirði roynir at prædika ta
uppaling og siðiligheit,
hann eftir øllum at døma
krevur frá øllum uttan sær
sjálvum og sínum egnu.
Eitt av valfeløgum tjóð-
veldismanna hevur skotið
pappageykin og fingið sær
heimasíðu við donskum
navni. Tað er nú ikki tað
einasta áhugaverda við hesi
heimasíðu, tí hon hevur
eina tænastu, ið gongur út
um tað vanliga.
Millum annað kann á
hesi síðu lesast eitt bræv,
Høgni Hoydal fer at senda
limunum
í
Tjóðveldis-
flokkinum ein av komandi
døgunum. Og tað er vorðið
sum brævaskifti, víðopið á
internetinum!
Almenn runublaking
Áhugavert, má sigast, nú
vit svart upp á hvítt síggja
Høgna Hoydal í leikluti, ið
mest minnir um smádrong-
in, ið fyllir sær lógvarnar av
runu, áðrenn hann ger seg
kláran at tveita hana í allar
ættir.
Var tað ikki, tí hetta jú er
púrasta óhugsandi, hevði
eg næstan illtonkt hann fyri
at leggja aðrar flokkar
undir at fáa til vega pening
á ivasaman hátt, soleiðis
sum hann málber seg í tí
eina brotinum:
"Sum tit hava lagt til
merkis, hevur Tjóðveldis-
flokkurin higartil í valstríð-
num ikki verið so sjónligur
í almennu miðlunum, sum
aðrir flokkar. Og tað verð-
ur ikki øðrvísi. Orsøkin til
tess einføld: Vit hava ikki
ráð til at reka eitt dýrt val-
stríð. Aðrir flokkar brúka
millum tvær og tríggjar
ferðir so nógvar pengar
sum vit, og teir lýsa í hvørj-
um blað. Hvaðani teir fáa
peningin veit eg ikki - men
vit hava so ikki ráð til
slíkt."
Var tað ikki, tí Høgni
Hoydal jú er so fittur og
skikkiligur, hevði ein næst-
an trúð, at hetta var at ill-
tonkja hinar flokkarnar á
politiska vígvøllinum fyri
at fáa sær pengar til vega á
slíkan hátt, at tað næstan er
ódámligt.
Nei, Høgni Hoydal, tú
manst vita líka so væl sum
øll onnur, hvaðani politiskir
flokkar fáa sín pening. Tað
er væl úr sama staði, sum
Tjóðveldisflokkurin
fær
sín?
At tómligt er á kistubotn-
inum, kann hinvegin neyv-
an vera annað enn eitt
týðiligt og greitt tekin um,
at tá flokkurin ikki klárar at
stýra sínum egna fíggjar-
rensli, so vildi tað verið
ábyrgdarleyst av landsins
veljarum at latið sjálvan
landskassan og enntá land-
sins leiðslu upp í hendurnar
á Tjóðveldisflokkinum eina
ferð aftrat!
So hyggjuráðini munnu
vera, at veljararnir gera,
sum ein klókur maður eina
ferð segði: "Lær ikki av tí
sum eg sigi, men av tí sum
eg geri!"
Hin ósjónligi Tjóðveldisflokkurin
Tummas Frank
Joensen
Skúvoy, valevni
Javnaðarfloksins í
Sandoyar valdømi
Latið okkum nú velja Javn-
aðarflokkin, sum vil taka
sær av trupuleikunum hjá
útoyggjafólki
Skúvoyingar gleddust um
at fáa eina havn. Hetta settu
vit okkara størsta álit á, og
hevði hetta broytt alt hjá
okkum sum búleikast har.
Men ikki gekst sum
ætlað.
Havnarprosjektið
miseydnaðist. Havnin nær
um óbrúkilig. Hetta hjarta-
málið hjá okkum Skúvoy-
ingum má verða nakað,
sum tann politiski myndug-
leikin má gera nakað við.
Her er nokk bara eitt at
gerða og tað er, at landið
letur eina játtan, soleiðist at
okkara havnarviðurskifti
koma í rættlag.
Nú
ið
aldukanningar
verða gjørdar er møguleiki
at fáa eina samferðsluhavn.
Og hvat er meiri normalt
enn tað, at strandfaraskipið
kann koma inn í havnina og
ikki sum nú, at skipið
liggur við kajuna og koyrur
aftur og fram. Tað kann
verða ringt hjá fólki at
koma umborð og í land.
Øll vit, sum búgva á okk-
ara vøkru oyggj, vita
hvussu er við sjúkraflutn-
inginum. Tað er ikki sørt
vandamikið at fáa eina børu
umborð á Sildberan. Her
má nakað henda skjótt. Eitt
nýtt og vælhóskandi skip
má koma, sum siglur væl
skjótari og kann taka allan
vanligan farm, sum fólkið
nýtur. Eisini má hettar skip
taka fleira ferðafólk.
Framhaldandi skal játtast
peningur til bakkaverju, so
at hettar kann gerast liðugt.
Vinnan í Sandoynni má fáa
somu karmar til flutning av
vøru sum meginøki. Skúla-
møguleikar skulu betrast
saman við eini ítróttarhøll í
oynni.
Hetta gerst við meira
samarbeiði, og at lands-
myndugleikarnir hjálptu til
á hesum øki.
Forkanning skulu setast í
verk av tunli til Dals og má
hon setast í verk skjótast
møguligt.
Sandoyingar,
Skúvoy-
ingar og Dímuningar. Farið
á val 20. januar og setið ein
sterkan Javnaðarflokk á
ting.
Vit tryggja økismenningina!
Nú skal tað verða
C
M
Y
K
33
32