leygardagur 10. januar 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 1 - 10. januar 2004
BÓKAÚTGÁVA
Jan Müller
Hóast hon ikki er heilt ókeypis,
so er hon kortini so mikið bílig,
at hon kann gerast ogn hjá øllum
føroyskum húskjum og arbeiðs-
plássum – so hent og týdningar-
mikil kann henda nýggja bók
gerast fyri okkum øll – at onkur
vil meina, at hon eigur at fáa
pláss á bókahyllini millum
Bíbliuna og kókibókina. Talan er
um tí fyrstu fyrstuhjálparhand-
bókina, sum er givin út á før-
oyskum. Hon kemur í bókabúð-
irnar seinast í mánaðinum og fer
einans at kosta 98 kr. Umframt
eina sera snotuliga og væl úr
hondum greidda handbók við
hópi av litmyndum fylgir eisini
við ein bóklingur um bráneyðuga
fyrstuhjálp.
Bókin er serstakliga áhuga-
verd, tí hon kann koma at gagna
okkum øllum og vera hent í
teimum mongum støðum, tá
óhapp henda og brúk er fyri at
hjálpa her og nú.
Hetta áhugaverda bókaverkið
er týtt úr enskum. Týðingina
hevur Richard Schwartson staðið
fyri. Útgevari er Bókadeild
Føroya Lærarafelags og hevur
Hestprent staðið fyri
prentgerðini.
Í formælinum í bókini fegnast
Høgni Djurhuus, serlækni og
yvirlækni í intensivari viðgerð og
narkosu um, at tað hevur eydnast
at geva hesa bók út á føroyskum
og vísir á, at hon upprunliga er
givin út á enskum í Bretlandi.
Hon er eisini týdd til fleiri onnur
mál, eitt nú íslendskt og norskt
og er hon sostatt grundarlagið
undir fyrstuhjálparveitingum í
næstu grannalondum okkara.
Høgni Djurhuus vísir á, at
mannagongdir og viðgerð á
hesum øki broytast so hvørt, sum
vísindi mennast. Henda bók er
dagførd til tær seinastu altjóða
leiðbeiningarnar. Tí er okkurt í
bókini óivað ókent fyri nógv, og
okkurt er enn ikki gjørligt at
útinna í Føroyum, men verður
tað vónandi skjótt skrivar hann í
formælinum.
Hann vísir víðari á, at tað er
ikki ofta, at bøkur í læknafrøði
koma út á føroyskum, tí verða
orðaval og málburður ikki
føroyskt gerandismál, hvørki hjá
leik- ella fakfólki. Ofta verður
málið ein blandingur av føroysk-
um, donskum, latíni og enskum
máli. Týðarin hevur lagt seg eftir
at brúka føroyskt orðaval og
vendingar. Har tey eru ókend,
verða tey sett á latíni í
klombrum.
Høgni Djurhuus sigur seg
vóna, at henda bók fer at verða
nýtt til undirvísing í fyrstuhjálp,
á skeiðum hjá Reyða Krossi,
ymsum yrkisskúlum, koyri-
kortsfrálæru og í fólkaskúlanum.
Eisini vónar hann, at bókin fer at
standa nógvastaðni á
arbeiðsplássum, umborð á
skipum, í skúlum og við hús hjá
fólki. Loksins vónar hann, at
bókin kann vera tøk í sambandi
við ymisk frítíðarítriv og at hon
fer at vera sjúklingum at gagni.
Gjøgnum nógvar hendur
Áhugavert er eisini at merkja
Nýggjársgávan til allar føroyingar:
Handbók í fyrstuhjálp
kemur út á føroyskum
Í heiminum, á arbeiðsplássinum, í bátinum og í bilinum. Har er ætlanin, at
hon skal liggja, fyrsta veruliga handbókin á føroyskum í fyrstuhjálp, sum
kemur út seinast í januar. Talan er um eina brúksbók, sum uttan iva fer at
kunna standa millum Bíbliuna og kókibókina í hvørjum heimi í Føroyum
Richard Schwartson, ið hevur týtt fyrstuhjálparhandbókina úr enskum til føroyskt – og til eitt føroyskt, sum er væl skiljandi av flest øllum føroyingum. Her við tí megnar brúksverkinum, sum
skjótt stendur øllum føroyingum í boði
Mynd Jens K Vang
Sosialurin Nr. 1 - 10. januar 2004
7
sær, at bókin hevur verið
gjøgnum nógvar kønar hendur,
áðrenn hon er farin til prentingar.
M.a. hevur Høgni Djurhuus, ser-
og yvirlækni lagt stórt arbeiði í
at gjøgnumganga alla bókina.
Høgni hevur við sínum
serkunnleika á økinum lagt
bókina á fakliga grundarlagið,
sum krevst av eini slíkari
handbók. Eyðbjørn Jacobsen,
portørur á Landssjúkrahúsinum,
ið hevur drúgvar royndir sum
fyrstuhjálparundirvísari, hevur
veitt dyggan stuðul við at lesa
stóran part av tekstinum og gera
viðmerkingar. Eisini hava fleiri
læknar gingið útgevara og týðara
til handa.
Men hvussu hevur borið til at
fáa týtt og givið út eitt slíkt
bókaverk og selja tað til ein so
lagaligan prís! Ein høvuðs-
orsøkin til, at bókaútgávan er
vorðin veruleiki er tann fíggjar-
ligi stuðulin, sum er latin
útgávuni. Hann er frá FOÍB, sum
er fakfelagið hjá oljufeløgunum,
ið eru virkin í Føroyum. Í hesum
sambandi kann nevnast, at ein av
stigtakarunum til ætlanina, Rúni
Hansen, stjóri í Statoil, hevur
lagt sera stóra orku í at fáa hesa
verkætlan framda. Saman við
starvsfeløgunum hjá hinum
oljufeløgunum hevur hann fingið
borið so í bandi, at 300.000 kr.
eru latnar í stuðuli til at prenta
tey fyrstu 5000 eintøkini.
Stutt um upprunan til hetta
sjáldsama bókaprojekt kann
sigast, at upprunaliga góvu
sjálvbodnu hjálparfelagssskap-
irnir, Voluntary Aid Societies í
Bretlandi út bókina. Hesir
felagsskapir eru St. John´s og St.
Andrew´s og bretski Reyði
Krossur. Teir hava lagt seg eftir
at brúka mannagongdir og
vegleiðingar úr keldum, sum eru
alment viðurkendar, og sum eru
dagførdar, tá ið bókin fór til
prentingar. Tilfarið í hesi bók er
kunning og vegleiðingar um
fyrstuhjálp, og eigur ikki at
verða brúkt ístaðin fyri læknaliga
ráðgeving.
Til gerandisbrúk
Richard Schwartson, sum hevur
staðið fyri tí stóra týðingar-
arbeiðinum sigur við Sosialin, at
hann er ómetaliga glaður, nú
bókin er farin til prentingar og
skjótt verður at fáa í bóka-
búðunum kring landið.
Sjálvur sigur hann, at enda-
málið við at geva eina handbók
út á føroyskum um fyrstuhjálp er
m.a. at hækka vitanarstøðið um
fyrstuhjálp millum føroyingar, og
harvið eisini at eggja fólki at fáa
sær praktiskan førleika á økinum
við at fara á fyrstuhjálparskeið.
Málbrúkið á hesum øki er í
dag eitt bland av føroyskum,
donskum og enskum. Tí er eitt
av endamálunum við bókini at
fáa ein føroyskan málbúna á
hesum øki.
Richard sigur, at bókin er
ætlað at verða brúkt í gerandis-
degnum. - Hóast tað besta var, at
bókin ikki varð brúkt, so vita vit
av royndum, at í gerandisdegnum
møta vit vanlukkum og heilsu-
brekum, bæði heima við hús, á
arbeiðsplássinum og í frítíðini.
Um hvussu henda verkætlan
kom í lag sigur Richard, at teir
vóru á ferð í Bretlandi fyri at
keypa fyrstuhjálparútgerð til
Apoteksverkið, tá teir komu fram
á bókina.
- Heimafturkomin helt eg tað
hevði verið gott at fingið nakað
líknandi í Føroyum og sendi eitt
teldubræv til St John´s Ambu-
lance, sum er tað felagið, ið
útvegar fyrstuhjálparútgerð í
Bretlandi. Teir settu okkum í
samband við røttu viðkomandi.
Og so koyrdi tað.
Bókadeild Føroya Lærarafelag
vísti alt fyri eitt áhuga fyri at
geva bókina út á føroyskum, men
teir høvdu ikki pengar til tað. Tá
var tað, at Richard kom á tal við
Rúna Joensen í Statoil og varð
umsókn send til felagið fyri at
fáa stuðul. Endin bleiv so, at øll
oljufeløgini vildu vera við til at
stuðla tiltakinum.
Tað var eisini so upplagt at
fara til oljufeløgini við hesum, tá
hugsað verður um, at hetta hevur
so nógv við trygd at gera, eisini
trygd í sambandi við eina
komandi oljuvinnu.
Tað bleiv so FOÍB, sum gav
stuðul til útgávuna. Uttan FOÍB
var bókin ikki komin út kunnu
vit lesa í bókini.
Tað finst eingin tilsvarandi
bók á føroyskum. Og tí er hon
einki minni enn ein kollvelting.
Seinast vit í Føroyum hava givið
nakað út sum líkist hesum er
læknabókin hjá gamla lands-
læknanum, har fyrstahjálpin
varð ein partur av verkinum.
Størri trygd
Richard Schwartson vónar, at alt
føroyska samfelagið kann fáa
gagn av bókini. Hon kann koma
at skapa størri trygd í heimum og
á arbeiðsplássum. Kemur t.d.
onkur í útoyggj út fyri óhappi
kann hugsast, at viðkomandi
kann fáa vegleiðing frá lækna
aðrastaðni, sum kann vísa til,
hvar í bókini viðkomandi skal
hyggja fyri at fáa góð ráð um,
hvussu berast skal at í tí og tí
førinum.
Í bókini, sum annars eisini er
sera upplýsandi, fæst eisini nógv
at vita um mannakroppin og alt
kropsvirkið, so bókin kann eisini
brúkast til undirvísing og skeið,
ja til skúlabrúks sum heild.
Roynt hevur so eisini verið at
brúka felags orðaval og manna-
gongdir, hvussu man ber seg at í
eini vandastøðu. Nógv er gjørt
burtur úr at fáa greiðar
mannagongdir, tá talan er um
ferðsluvanlukkur og aðrar
vanlukkur við.
Týðarin viðgongur, at hetta
hevur verið eitt tungt tak. Hevði
man vitað, hvussu stórt tað var,
so hevði man helst ivast, áðrenn
man fór í gongd. Hann helt
sjálvur, at vit áttu at havt eina
slíka bók á føroyskum, og tað er
tað, sum hevur drivið verkið.
Richard sigur, at mong fólk
hava verið sera beinasom, eitt nú
hava læknar lisið tekstin og gjørt
viðmerkingar og fyri at fáa stav-
seting og endaliga málbúnan
uppá pláss hava Svenning og
Amy Tausen rættlisið.
- Eg má siga, at bókin er úrslit
av einum ótrúliga góðum
toymarbeiði millum ymisk fólk
og sum eingin hevði kunnað
gjørt einsamallur.
Útgevari og týðari valdu at
bíða við at fáa útgávuna út til
eftir jól fyri ikki at oyðileggja
søluna hjá øðrum.
Richard Schwartson vónar, at
fólk fara at hava bókina liggjandi
í heiminum, í bilinum, í bátinum
og á arbeiðsplássinum.
Ikki til pynt
- Hetta er ikki ein bók til pynt.
Hon skal brúkast. Vónandi
verður hon ikki ov nógv brúkt,
men tíverri er tað soleiðis, at vit
hava óhapp, sum koma fyri
hvønn dag. Tí er hon sera hent.
Og vónandi verður bókin eisini
brúkt í fólkaskúlanum.
Roynt hevur verið at finna eina
góða legu málsliga. Richard
sigur, at hetta hevur borið til.
Men tað hevur tikið sína tíð. Eitt
nú brúktu teir fleiri vikur at blíva
samd um, at rætta orðið fyri
chok var at brúka orðið skelkur.
- Vit hava lagt dent á at skriva
á einum máli, sum øll skilja,
sigur tann ótroyttiliga týðarin í
samrøðu við blaðið.
Bókin er sera væl sett upp og prentað og er løtt at brúka. Myndirnar standa væl og stuðla sera væl undir tekstin
Ein rein forering
BÓKAÚTGÁVA
Jan Müller
- Útgávan var ikki komin í lag
uttan, at studningur fekst frá
FOÍB sigur Niels Jákup
Thomsen, á Bókadeild Føroya
Lærarafelags, sum hevur
givið bókina um fyrstuhjálp
út. –Hetta er ein sera óvanlig
útgáva fyri bókadeildina og
vit høvdu ikki havt
fíggjarligan møguleika uppá
nakran máta at givið hana
út, um ikki hesin
studningurin fylgdi við.
Stuðulin ger, at bókin
verður so mikið bílig í
mun til innihaldið, at hon
verður nærum rein forering.
Sum Sosialurn skilur tað, so var tað upprunaliga eitt ynski
frammi um at kunna geva bókina ókeypis til øll húski í
landinum, men tað rakk so studningurin ikki til hesaferð.
Prentað eru 5000 eintøk. Niels Jákup viðgongur, at tað røkkur
ikki langt, tá hugsað verður um, at tað eru 17.000 húski í
landinum. Men tað er lætt at prenta hana av nýggjum, so tað er
ikki óhugsandi, at ein nýggj dagførd útgáva verður prentað um
ikki so langa tíð. Niels Jákup sigur, at tað hendur so nógv á
hesum økinum, at tað vildi verið náttúrligt og rímuligt, at ein
dagførd útgáva kom út aftur um eina tíð tvs. um eini 2-3 ár. Tá
hevði tað eisini verið gott, um útgevarin kundi fingið
viðmerkingar frá fólki, so tær kundu verið tiknar við í næstu
útgávu.
C
M
Y
K
31
30