mánadagur 24. januar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10
4
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað vindur alt meiri upp á
seg, at harðskapur kemur
upp í leikin. Fólk verða sligin
púra ómotiverað, og serliga
seinasta hálva árið hava
nógv slík mál verið fyri.
Leygarmorgunin
um
5-tíðina varð ein maður av
grønlendskum
uppruna
álopin av trimum ungum
monnum á vegamótinum
Tróndargøta-Kongagøta.
Hann var bæði sligin og
sparkaður og endaði á skaða
stovuni.
Álopni
maðurin
kendi ikki hesar tríggjar
ungu menninar, og løgreglan
vil fegin frætta frá fólki, sum
kunnu hava sæð hendingina.
Tríggjar ferðir var løgregl
an boðsend til húsaófrið, og í
trimum førum mátti løgregl
an upp í leikin tá boðað var
frá gøtuófriði. Í einum føri
koyrdi ein bilur á beinini á
einum manni, sum endaði á
skaðastovuni.
Í seks førum varð boðað
frá herverki á bilar, og løg
reglan tók tveir fullar per
sónar upp um vikuskifti.
Eitt innbrot var í Klaks
vík, har brotið var inn í ein
handil. Rúturin varð knústur,
og gerningsmeninir sluppu
avstað við nakað av peningi
frá kassanum.
Eisini var stuldur framdur
í einum skeinkistað í Havn,
har gerningsmenn sluppu
avstað við út við 2000 krón
um.
Tríggir bilførarar vórðu
tiknir fyri at koyra við
kenning í Havn, og í Suður
oy gjørdi løgreglan ferða
kanningar. Fýra fingu klipp í
koyrikortið umframt at fleiri
bøtur vórðu skrivaðar.
Løgreglan gjørdi eisini
kanningar í sambandi við at
Norröna kom á Havnina, og
har varð ein maður tikin fyri
at koyra bil í frákenningar
tíðini.
Løgreglan
nógv at gera
Tað hevur verið nógv at gjørt hjá løgregluni um vikuskiftið, og millum annað vil løgreglan
hava hjálp frá vitnum til eitt harðskapsmál klokkan 5 leygarmorgunin
Avreiðingartølini fyri 2010 vísa,
at samlaða nøgdin var áleið tann
sama sum í 2009 meðan avreiðing
arvirðið royndist væl betri– virðið
øktist góðar 130 milliónir ella 17%.
Hóast
avreiðingarvirðið
í
2010 var væl betri enn fyri ár
ið 2009, so var virðið í lægra lag
ið um samanborið verður við
undanfarin ár. Á myndini niðan
fyri sæst, at 2002 varð besta árið
tá avreiðingarvirðið nærkaðist
1,4 milliardum, tað er nærum 500
millónir hægri, enn avreitt varð
fyri í fjør.
Nøgd og virði 2010
í mun til 2009
Samlaða nøgdin av botnfiski
minkaði nakað í 2010. Hetta
komst av, at nærum ein fjóðring
minni av upsa kom uppá land í
2010. Tó var tað avreidda virðið
á upsanum á leið tað sama sum í
2009. Virðið á toskinum øktist um
40 % meðan nøgdin av toski vaks
30%. Hýsufiskiskapurin var nakað
lakari, meðan avreidda virðið á
hýsuni hækkaði 15%.
Fyri at síggja tær stórstu broyt
ingarnar í veiðuni í 2010 í mun
til 2009, so skal hyggjast eftir
nøkrum av fiskasløgunum, sum
í talvuni eru bólkað undir “annar
botnfiskur”. Fiskasløgini brosma,
longa og blálonga hava samantalt
nærum tvífalda sítt avreiðingar
virðið. Nøgdin á hesum fiskasløg
um vaks í 2010 við áleið einum
triðingi í mun til 2009.
Av flatfiski var nakað minni
avreitt í 2010, meðan virðið vaks
nakað. Serliga var væl minni av
svartkalva avreiddur í fjør í mun
til 2009, harafturímóti hækkaði
nøgd og virðið á havtaskuni,
skrivar Hagstova Føroya á sínari
heimasíðu.
Avreiðingarvirðið vaks í 2010