mánadagur 24. januar 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10
Sosialurin
- Í fjør vóru 39 fosturtøkur í
Føroyum.
Hetta vísir ein uppgerð,
sum heilsumyndugleikarnir
hava gjørt til landsstýris
mannin í heilsumálum.
Hetta eru 12 fosturtøkur
færri enn í 2009, tá ið 51
fosturtøkur vóru í Føroyum.
Jenis av Rana, tingmaður
fyri Miðflokkin, hevur spurt
landsstýrismannin í heilsu
málum um fosturtøkur.
Hann heldur, at talið á
fosturtøkum er alt ov høgt og
at gongdin er kanska enntá,
at fleiri og fleiri fosturtøkur
verða framdar.
Hesum
er
Aksel
V.
Johannesen, landsstýrismað
ur í heilsumálum, ikki samd
ur í.
Hann sigur, at upp ígjøg
num nítiárini var talið á fost
urtøkum í Føroyum lutfals
liga høgt, tí tá lá tað sum heild
ímillum 50 og 60 fosturtøkur
um árið, men so tók tað at
minka.
Men taka vit alt tíðarskeið
ið frá 1994 til í dag undir ein
um, er gongdin tann, at talið á
fosturtøkum lækkar.
Í miðal hava 47 fosturtøkur
verið í Føroyum hesi árini frá
1994 til í dag.
Annars vísir hann á, at í
1997 fingu vit ráðgevingina, ið
nevnist Sjálvhjálpin og síðani
er talið á fosturtøkum minkað.
Hesi seinastu trý árini
hevur talið á fosturtøkum
verið 42 í miðal, men árini.
frammanundan var miðal
talið 46 fosturtøkur um árið.
Sostatt hevur lóggávan
ikki alt at siga um talið á
fosturtøkum hækkar ella
lækkar, heldur hann.
Hann sigur, at onnur
viðurskifti, sum gera seg
galdandi, eru tær sosialu
skipanirnar, sum eru settar í
gildi og sum hjálpa teimum,
sum koma illa fyri.
Órættvís mynd
Hinvegin kann eisini stað
festast, at tað eru mong í Løg
tinginum, sum ikki eru so vís
í, at almennu tølini vísa eina
rættvísa mynd av, hvussu
fosturtøkur í veruleikanum
eru í Føroyum.
Tey vísa á, at fostur
tøkulógin er so mikið av
markandi, at tað er ikki óvan
ligt, at føroyskar kvinnur
fara til Danmarkar at fáa
fosturtøku og tí er tað ongin,
sum veruliga veit, hvussu
høgt talið í Føroyum er.
Tey vísa á, at fyri at ser
ligar orsøkir skulu til fyri
at fáa fosturtøku í Føroyum
og tí rópa kvinnur seg upp á
ymsar sálarligar ella sosialar
trupulleikar fyri at fáa lækn
an at góðtaka, at fostrið kann
takast.
Tað
merkir
so
eisini,
at tað verður viðmerkt í
sjúkradagbókini hjá kvinnu
ni, at hon hevur trupulleikar
og onkusvegna ikki er før
fyri at hava eitt barn, uttan
at hetta neyðturvuliga er so
og hendan viðmerkingin í
sjúkradagbókini forfylgir so
kvinnuni alt lívið.
Aksel V. Johannesen sigur,
at veruleikin er ongin veit
hetta við vissu, tí tað verður
ikki skrásett nakrastaðni
- Tølini, sum landsstýris
maðurin vartar upp við, er
eitt skuggatal, tí eg veit, at
tað eru kvinnur, sum fara
uttanlands at fáa fosturtøku,
staðfestir Bjørt Samuelsen,
løgtingskvinna fyri Tjóð
veldi.
Skal lógin um fosturtøku í
Føroyum broytast, má máls
økið fyrst yvirtakast frá døn
um.
Tað staðfestir Aksel V.
Johannesen, landsstýrismað
ur í heilsumálum.
Av tí, at fosturtøkulógin
er danskt málsøki, hava vit
sostatt ikki heimild at broyta
hana í Føroyum, hóast vit
vilja, leggur hann afturat.
- Antin má málsøkið yvir
takast, ella má Løgtingið
samtykkja at heita á danska
Fólkatingið, um at gera ávís
ar broytingar.
Annars vísir hann á, at
í Løgtinginum verður tað
tórført at semjast um nakrar
broytingar.
Ein partur av tinglimum,
bæði í samgongu og and
støðuni, vilja herða lógina
og ein annar partur, bæði
í samgongu og í andstøðu,
vilja
hava
eina
frælsari
fosturtøkulóg.
Má broytast
Jenis av Rana er ein tinglim
ur, sum heldur, at lógin er so
gomul, at hon eigur at verða
broytt.
Men hann vil ikki vera
við, at hann vil hava hana
strangari.
Hinvegin heldur hann,
at vit mugu koma burtur úr
teirri støðu, vit nú eru í, har
tað eru tvær læknar, altso
kommunulæknin og læknin,
sum fremur fosturtøkuna,
sum gera av um ein kvinna
kann fáa fosturtøku ella ikki.
Hann vísir á, at í Danmark
stendur tað øllum kvinnum
frítt at fáa fosturtøku fyri 12,
viku, men eftir 12, viku skal
hon til samráð hjá serkønari
nevnd.
Hann heldur, at tað skuldi
altíð verið galdandi í Føroyum,
so vit fingu eina nevnd, sum
minnur um ta donsku Mødre
hjælpen.
- Tað mugu ongantíð verða
sosialir trupulleikar, sum eru
orsøkin til at ein kvinna vil
hava fosturtøku.
- Er talan um sosialar tru
pulleikar, skulu teir loysast, so
at tað ikki verður ein grund
geving fyri at fáa fosturtøku.
Hinvegin vísa aðrir løg
tingslimir á, at vit mugu ansa
serstakliga væl eftir at vit ikki
gera lógina ov avmarkandi,
tí tað fer at birta upp undir
ólógligar fosturtøkur.
Tað er vælkent aðrastaðni
og tað er eisini vælkent, at tað
kostar nógvum kvinnum lív
og heilsu og eina slíka støðu
mugu vit ikki koma okkum í
Føroyum í.
Talið
fellur
Hesi seinastu árini
hevur talið á fosturtøk
um í Føroyum verið:
1994:
57
1995:
59
1996:
58
1997:
38
1998:
59
- - - - - -
2005:
29
2006:
41
2007:
46
2008:
37
2009:
51
2010:
39
Sera fáar
fostur
tøkur
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálumm,
staðfestir, at í Føroyum eru serstakliga fáar fosturtøkur
afturímóti hinum norðanlondunum.
Hann sigur, at frá 1994 til nú, hevur talið talið
á fosturtøkum í Føroyum verið 5-7% av øllum
barnsburðunum í hesum tíðarskeiði.
Í Danmark er talið
23-25%
Í Finnlandi er talið
18-19%
Í Álandi er tað
22-27%
Í Íslandi er tað
19-22%
Í Noregi er tað
25-26%
Í Svøríki er tað
34-35%
Og í Grønlandi eru fosturtøkurnar heilt upp ímóti 50% av
øllum barnsburðunum
Ósemja um at broyta
lógina um fosturtøku
39 fosturtøkur
í Føroyum í fjør
Hesi seinastu árini er talið
á fosturtøkum sum heild
verið fallandi, sigur Aksel V.
Johannesen, landsstýrismaður
í heilsumálum, men tað
skilst eisini, at ongar ætlanir
eru um at broyta lógina
Færri fosturtøkur