Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Nú heimaflotin liggur, tí reiðarar ikki fáa mann­ing­ ar­feløg­ini at luttaka í olju­ út­reiðsl­u­num hjá øll­um skipabólkum yvir ein kamb, hava vit hugt á heima­síðu­na www.oilnergy.com, har talva er, sum vísir brent­olju­prísir­ nar árini 1988 til 2010. Talvan vísir, at olju­prís­ ir­nir eru rættiliga høgir og hava verið hækkandi mest sum út í eitt síðan í 2009. Men tað er ikki rætt, tá ført verður fram, at prísirnir í dag eru teir hægstu nakran­ tíð. Talvan vísir nevniliga, at prís­urin fyri hvørja tunnu av olju eitt skifti í 2008 var væl hægri, enn hann er í dag. Tá brentoljuprísurin var hægst­ur í 2008, var prísurin fyri hvørja tunnu omanfyri 130 krónur. Í dag liggur hann sambært hesi talvu um 85 krón­ur fyri tunnuna. Talvan vísir eisini, at tað ser­liga er síðan ár 2000, at veru­ligur røringur er komin í oljuprísirnar. Onnur ár í tíðar­skeiðnum frá 1988 til ár 2000 hava eisini sveiggj verið í prísunum, men hesi hava ikki verið nær til so stór, sum eftir ár 2000. Vit minnast, at tá olju­prís­ irnir vóru hægstir fram ímóti sumri 2008, løgdu pelagisku skip­ini stilt, tí tað loysti seg ikki at loysa skipini. Tá sá rættiliga svart út hjá øðr­um skipabólkum eisini og serliga hjá trolarum, sum brúka nógva olju. Stúrt varð fyri, at allur trolaraflotin fór at liggja bundin við bryggju. Men tá farið varð um hálv­árið 2008, lækkaðu prísir­nir aftur, og við ársenda 2008 var prísurin fyri hvørja tun­nu sambært viðheftu tal­ vu aftur niðri á umleið 45 krón­um. Í 2009 byrjaðu prísirnir aftur at hækka, og í 2010 lógu teir støðugt um einar 75-85 krón­ur fyri tunnuna, sum eisi­ ni er brentoljuprísurin í dag. Meiri um oljuprísir kann les­ast á heimasíðuni www.oil­nergy.com vilmund@sosialurin.fo Oljuprísirnir hava verið væl hægri Ein talva á heimasíðuni www.oilnergy.com yvir brentoljuprísir vísir, at oljuprísirnir vóru væl hægri eitt skifti í 2008, enn teir eru í dag ...tá oljuprísirnir vóru hægstir fram ímóti sumri 2008 løgdu pelagisku skipini stilt, tí tað loysti seg ikki at loysa skipini... Talvan vísir prísir á brentolju fyri hvørja tunnu í tíðarskeiðnum 1988 til 2010 Kelda: www.oilnergy.com Á sumri í 2008 var brentoljuprísurin fyri hvørja tunnu omanfyri 130 krónur. Í dag liggur hann um slakar 90 krónur og er uppeftir gangandi