Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. januar 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 24. januar 2011 · Nr. 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Eyðfinnur Jacobsen, sum bæði er bústjóri í trota­bú­ num eftir Faroe Seafood og Faroe Fish 2, væntar, at freistin at bjóða upp á ognir­ nar fer at verða longd nakr­ ar dagar. Freistin er sett til 31. januar, men bústjórin vænt­ ar, at freistin helst verður longd einar 10 dagar ella so. Orsøkin er, at tað tekur longri tíð enn væntað at virðis­meta virkini, sum eru í trotabúnum. Tað er Skifti­ rætt­urin, ið hevur sett fólk til at virðismeta ognirnar kring landið. Hinvegin eru tey seks skip­ini í Faroe Fish 2, Heykur, Falk­ur, Stelkur, Bakur, Rókur og Lerkur virðismett til 170 miljó­nir krónur. Umframt tey seks skip­ ini í Faroe Fish 2, eigur trota­búgvið umleið 2/3 av ís­fiska­trolar­unum, Jaspis og Ametyst og helmingin í felag­num sum eigur djúp­ vatns­trolaran, Ednu. Alt kann seljast Eyðfinnur Jacobsen sigur, at Jaspis og Ametyst eru lýstir til at verða seldir á tvingsil­ ssølu hin 12. apríl, og í hesum førinum er tað ein kreditt­or­ ur, sum hevur kravt skipini seld. Ognirnar hjá Faroe Fish 2, sum altso eru teir seks nevn­du ísfiskatrolararnir, eru lýstar at verða seldar á tvingsilssølu hin 11. apríl. Eyðfinnur Jacobsen sigur, at allar ognirnar kunnu keyp­ast, um avtalur eru gjørd­ar um sølu, áðrenn freist­ir­nar renna út, men er eing­in avtala, sum partarnir eru nøgdir við, fara ognirnar á tvingsilssølu. Stórur áhugi Eyðfinnur Jacobsen sigur, at stór­ur áhugi er fyri ognunum hjá trotabúnum, bæði fyri skip­um og virkjum. Nógv hava spurt seg fyri, bæði úr Før­oyum og uttanlands, og onk­ur boð eru longu komin. - Málið hjá okkum sum bú­stjór­um er at fáa so nógv fyri ognirnar sum gjørligt – uttan mun til, um tær verða seld­ar undir einum ella í fleiri pørtum. Hann sigur, at ognirnar skulu seljast innan hálvan trið­ja mánaða, men eydn­ast tað ikki, fara tær á tvingsils­ sølu, sigur Eyð­finn­ur Jacob­ sen, bústjóri. vilmund@sosialurin.fo Tekur tíð at virðismeta fiskavirkini FREIST Freistin at bjóða upp á ognirnar í búnum eftir Faroe Seafood og Faroe Fish 2, sum annars er úti 31. januar, verður helst longd í einar 10 dagar, tí virðismetingin av fiskavirkjunum hevur tikið longri tíð enn væntað Vilmund Jacobsen - Vártíðin er tann tíðin, sum vanliga roynist best hjá heima­flotanum, og hetta er eisini tíðin, tá skipini eystan­fyri plaga at hava bestu veiði. Tað sigur Mortan Jo­han­ ne­sen, reiðari á flaka­trolar­ a­num, Ennibergi. Hann heldur, at sam­ráð­ ing­ar­nar millum reiðarar og manningarfeløg heldur skul­du ligið, tá vártíðin er av, og summ­arið stundar til. - Tað hevur verið vánaligt við upsa í seinnu hálvu av 2010. Nú fingu skipini endi­liga nakrar fiskar aftur, og sam­stund­is endaðu vit í sátt­mála­loys­i, og flotin ligg­ur. Hann vísir á, at tað er veturin og vártíðin, sum heimaflotin skal liva av, samstundis sum hetta er besta tíðin hjá flaka­trolar­u­ num eystanfyri. Mortan Johannesen held­ur, at samráðingar og sátt­mála­loysi rundan um árs­skift­ið er galopperandi ør­skap­ur, sum hann tekur til. Ikki klárir -Vit eru ikki raktir av verk­ banni­num enn, tí vit hava ikki verið klárir at loysa. Ym­iskt er gjørt umborð, nú skip­ið hevur ligið. Alt skipið er vaskað, ymiskar ábøtur eru gjørdar, og vit hava eisini fing­ið ein nýggjan ljósmotor. Mortan Johannesen sig­ ur, at Enniberg helst verð­ur klárur at loysa um mánað­ ar­skift­ið januar/ februar. - Vit plagdu at fara vár­ túr­in beint eftir nýggjár, men nú hava vit so valt at gera ym­iskt við skipið. Viberg Sørensen, for­mað­ ur í Føroya Reiðarafelag, hev­ur ikki valt at kalla skip­ ini heim, sum eru á lang­ fara­veiði, men bara tey, sum royna undir Føroyum. Tískil eru eitt nú Gadus hjá JFK-Troli og Vesturvón hjá Framherja til fiskiskap, eins og rækjuskip, sum eisini fiska á fjarleiðum, heldur ikki eru biðin um at koma heim. Nú tvey skip í sama bólki sum Enniberg longu eru til fiski­skap, spurdi vit Mortan J­o­han­ne­s­ en, hvat teir fara at gera, tá Enniberg er klárur at loysa. - Tað havi eg ikki hugsað ítøki­liga um enn. So, tað veit eg faktiskt ikki í løtuni, er svar­ið hjá reiðaranum. vilmund@sosialurin.fo Ørskapur at samráðast um sáttmálar í bestu tíð - Eg haldi, at tað er galopperandi ørskapur at samráðast um sáttmálar rundan um ársskiftið, ið er besta fiskitíð, sigur Mortan Johannesen, reiðari á Ennibergi - Vit plagdu at fara vártúrin beint eftir nýggjár, men nú hava vit so valt at gera ymiskt við skipið, sigur Mortan Johannesen, reiðari á Ennibergi ... allar ognirnar kunnu keypast, um avtalur eru gjørdar, áðrenn freistirnar renna út... EYÐFINNUR JACOBSEN Tað tekur longri tíð enn væntað at virðismeta virkini í trotabúnum, men tey seks skipini í Faroe Fish 2, eru virðismett til 170 miljónir krónur Mynd: Vilmund Jacobsen - Málið hjá okkum sum bústjórum er at fáa so nógv fyri ognirnar sum gjørligt – antin tær verða seldar undir einum ella í fleiri pørtum, sigur Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri