mikudagur 26. januar 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11
Sosialurin
Uni Arge
Í
Føroyum hava vit eina valds
skipan, sum er bygd á útinn
andi,
dømandi
og
lóggevandi
valdið, plaga vit at siga. Hesi trý
vøldini skáka hvørt annað, so sam
felagsskipanin ikki skal fara av
lagi. Hvussu gongst við hesi skák
ing millum vøldini, munnu ymsar
meiningar vera um, men ein gongd
hevur verið týðilig seinnu árini. Út
innandi valdið, landsstýrið, hevur
langt frá havt so stórt vald, sum
tað hevði, tá fíggjarlógirnar hava
verið viðgjørdar og samtyktar. Í
teirri valdsmiklu fíggjarnevndini í
løgtinginum hava nevndarlimir úr
bæði samgongu og andstøðu tikið
ræðið á landsins týdningarmiklastu
lóg og eru farnir at flyta runt við
pengunum eftir egnum høvdi. Á
Argjum hevur landsstýrismaðurin
við fíggjarmálum skúmað av av
makt um hesa gongd, tí hann er
vanur við, at landsstýrismeirilutar
ráða, men soleiðis er ikki nú, og tað
er ikki so løgið.
Hetta valskeiðið hava Føroyar í
roynd og veru havt tríggjar løg
menn, ein í Tinganesi, sum eitur
Kaj Leo Johannesen, ein í Fíggjar
málaráðnum, sum eitur Jóannes
Eidesgaard, og ein við borðendan í
fíggjarnevndini, ið æt Anfinn Kalls
berg. Anfinn og Jóannes kendu
søta rákan av valdi í Tinganesi,
tá teir vóru veruligir løgmenn, og
tá teir fóru til viks í minni sessir,
gjørdu teir nýggju sessirnar so
týdningarmiklar og sjónligar, at
teir nærum fingu støðu sum fram
haldandi løgmenn. Fleiri siga seg
halda, at Jóannes Eidesgaard enn
er løgmaður, tá hann tosar. Og
fáur hevur ivast í, hvør hevur verið
sterki maðurin á Føroya løgtingi
seinnu árini. Anfinn Kallsberg
hevur spentur bíðað eftir, at fíggj
arlógaruppskotini skuldu detta í
hansara hendur, og tá hann læt tey
frá sær aftur, vóru tey sum ham
skift.
Stórir og smáir pengar
Hvussu hetta valdsskiftið hevur
verið møguligt, er ikki trupult at
síggja. Stevið í ABC-samgonguni
hevur ofta verið sera ringt, og
trupult hevur verið at semjast um
nógvar raðfestingar. Magni Laksá
foss, ið var fíggjarmálaráðharri
undir
fyrru
ABC-samgonguni,
hevur eins og Anfinn Kallsberg
viljað sett síni týðiligu fingramerki
á fíggjarlógirnar, serliga fyri at
skáka Jóannes Eidesgaard, sum
alment hevur hartað Magna Laksá
foss fyri, at hann stútt og støðugt
hevur skotið í stumpar tað, sum
Jóannes Eidesgaard hevur latið úr
hondum. Og andstøðulimir sum
Annita á Fríðriksmørk og Tórbjørn
Jacobsen hava heldur ikki sitið
langt frá Anfinni Kallsberg, tá av
talur eru gjørdar. Játtanirnar til
tjóðleikpall og havrannsóknarskip
á fíggjarlógini fyri 2011 bera boð um
hetta og haraftrat tann veruleiki,
at Annita á Fríðriksmørk alment
hevur vart fíggjarlógina.
Meðan hetta er farið fram, hevur
Jørgen Niclasen sitið í Uttanríkis
ráðnum og sent út tíðindaskriv
um smápengar, ið vórðu sendir til
Liberia sum menningarhjálp. Hesi
tíðindaskrivini kundu ikki tryggja
honum ta ávirkan og umrøðu,
sum fíggjarnevndarlimirnir fingu.
Haraftrat var hann fløktur upp í
eina aðalstjórasetan, sum tyngdi
hansara umdømi nógv, og sum ikki
er farin aftur við borðinum enn, tí
málið er endað hjá umboðsmann
inum. Og so rýmdi Poul Michelsen
jú eisini úr Fólkaflokkinum og
sigst nú ætla at stovna ein nýggjan
borgarligan fullveldisflokk sum
mótvekt til tann slitna Fólkaflokkin,
ið Poul Michelsen kallaði bæði
óskipaðan og afturhaldandi. Jørgen
Niclasen mátti gera okkurt í hesi
støðu, og tað besta, sum kundi
henda fyri hann, var, at Anfinn
Kallsberg takkaði fyri seg og fór
til Viðareiðis aftur eftir 30 ár í
politikki.
Sleppur úr skugganum
Jørgen Niclasen hevur nevniliga
staðið í læru hjá bæði Anfinni Kalls
berg og Óla Breckmann, síðan hann
var tannáringur. Hóast hann nú var
vorðin formaður, sótu teir báðir
tungt á unga formanninum, og
trupult var hjá fólki at síggja Jørgen
sum ein leiðara við slagkraft, tá
Anfinn jú var sterki maðurin í
fíggjarnevndini, ið floytaði á, hvat
Kaj Leo Johannesen segði, og hvat
Jóannes Eidesgaard hevði at finn
ast at. Anfinn Kallsberg skilti nú,
at skuldi Fólkaflokkurin og Jørgen
Niclasen fáa arbeiðsnáðir, so Jørgen
kundi gerast tann veruligi leiðarin í
flokkinum, mátti Anfinn fara til viks
langt undan næsta vali. Nú varpar
hann so ongan skugga á Jørgen
Niclasen, og tá fíggjarkarmarnir
skulu leggjast í apríl, fáa øll at
síggja, hvussu listinlærdur Jørgen
Niclasen er í fjølmiðlaleiki, tí tá
fer hann av álvara at profilera seg
og flokkin við at seta hart ímóti
hørðum.
Hann fer at seta fram krav um, at
almennu útreiðslurnar skulu ikki
hækka eitt oyra og helst lækkast.
Javnaðarflokkurin, sum hótti við
at seta Eyðgunn Samuelsen í for
manssessin, men ikki gjørdi tað,
fer at mótmæla harðliga, men Jørg
en Niclasen fer við borgarligum
slagorðum, ið skulu blæsa nýtt lív
í Fólkaflokkin, at vísa á, at neyðugt
er við sterkum politiskum leiðarum,
ið tora at taka avgerðir, so almenni
sektorurin
ikki
koppar
øllum
samfelagnum. Eisini fer hann at
siga, at privata vinnulívið orkar ikki
at halda uppi einum alt ov tungum
almennum yvirbygnaði, og um hinir
flokkarnir ikki skilja hetta, eru teir
ábyrgdarleysir. Soleiðis fer Jørgen
Niclasen at standa sum tann sterki
maðurin, ið kann fara at geva sjálvt
Sambandsflokkinum kapping, tí
fær Jørgen formanspallin heilt til
jólar, kann tann savningarhugaði
Kaj Leo fara at tosa fyri stokk
deyvum oyrum eitt heilt valár,
tá ongin jú vil savnast um nakað
kortini.
Í fíggjarnevndini skal
Jørgen føra valstríð
Greining Jørgen Niclasen ásannaði, at hann sum landsstýrismaður við uttanríkismálum var vorðin ov
lættur sum politiskur leiðari. Tí vildi hann heldur vera formaður í fíggjarnevndini. Hetta var eitt heppið
val, tí seinastu árini eru allar týðandi politiskar raðfestingar gjørdar í júst hesi nevndini. Jørgen Niclasen
fer nú áhaldandi at reklamera fyri borgarligum politikki úr sínum nýggja sessi, og sleppur hann at hava
sessin í eitt heilt ár, kann hann við sínum retorikki bøta nógv um umdømið hjá sær og Fólkaflokkinum
Jørgen Niclasen boðar frá, at hann ætlar at gerast formaður í fíggjarnevndini. Tað bleiv hann eisini. Har sleppur hann úr
skugganum hjá Anfinni Kallsberg og kann fara at reklamera fyri sær og Fólkaflokkinum heilt til næsta val.