Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11 8 Sosialurin Vilmund Jacobsen Sosialurin hevði fatur í Vibergi Sørensen seinna­part­ in í gjár, og vit høvdu aftur fat­ur í honum í morgun. Men bæði í gjár og í dag var hann upptikin á fundi, tá vit hittu hann. Viberg er tó altíð frynt­ ligur at tosa við, og tað er ikki tí, at hann ikki vil gera við­ merk­ingar, at vit ikki hava eina altuella viðmerking frá felag hansara í blaðnum í dag. Fleiri í trupulleikar Føroya Reiðarafelag met­ir annars, at høvuðs­trupull­eik­ in hjá fiskiflotanum er teir nógv hækkaðu oljuprísirnir. - Høgu oljuprísirnir gera, at raksturin hjá einum parti av flotanum gevur hall fyri rentur og avskrivingar. So hvørt sum oljuprísurin hækk­ar, koma støðugt fleiri skip í hesa støðuna, sigur felag­ið. Høvuðskravið hjá felag­ num til hesar sátt­mála­sam­ ráð­ing­arnar hevur tí verið, at hjá øllum skipabólkum skal ein partur av oljuútreiðsluni drag­ast frá søluinntøkuni, áðr­enn hýran verður roknað. - Partarnir gjørdu av­talu um hetta undir sátt­mála­ sam­ráð­ingunum í 2005, og felag­ið hevur kravt, at tað so­nevnda oljuprotokollatið, sum partarnir undirskrivaðu tá, verður sett í verk. Tá protokollatið varð gjørt, var oljuprísurin 2,20 krónur fyri liturin. Í avtaluni verður sagt: "Um listaprísurin á brenni­olju fer upp um 2,90 krónur fyri lit­urin í ein­um sam­an­hang­ andi tíðar­skeiði á 30 dagar í sátt­mála­skeið­num, skulu sátt­mála­part­ar­n­ir taka upp sam­ráð­ing­ar um møguligt býti mill­um manning og reiðarí av óvanliga høgu olju­ prís­unum." Føroya Reiðarafelag vísir á, at í dag er listaprísurin á olju 4,90 krónur. - Undir hesum sam­ ráðing­unum ha­va mann­ing­ ar­feløgini blankt avvíst at standa við hesa avtalu, og tí var ógjørligt at koma til eina semju um ein nýggjan sátt­ mála, sigur felagið. Løgdu skipini Føroya Reiðarafelag hevur víst á, at í teimum førum, har reið­ar­arnir eru vitandi um, at rakst­urin støðugt gevur hall fyri rentur og avskrivingar, hava teir skyldu til at gevast, so skuldin til kreditorarnar ikki økist. - Tí er eingin annar møgu­ leiki enn at leggja skip­ini, sig­ur felagið, sum so skjótt, sum samráðingarnar slit­n­ aðu næst seinasta mána­dag, kall­aðu annan heima­flotan, sum er limur í felagnum, til lands. Í løtuni er ikki líkt til, at nakar av pørtunum í sátt­mála­stríð­num hevur hug at venda aftur til samráðingarborðið, og tí er eisini púra óvist, hvussu drúgt sáttmálaloysi millum reið­ar­ar og manningarfeløg kann gerast. Fleiri og fleiri skip koma í trupulleikar Reiðarafelagsformaðurin, Viberg Sørensen, er nógv upptikin um dagarnar, og tíverri eydnaðist okkum heldur ikki í morgun at fáa eina aktuella viðmerking frá honum til støðuna millum reiðarar og manningarfeløg sum framvegis tykist rættiliga fastløst Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, er ein nógv upptikin maður í hesum døgum, nú fiskiflotin liggur, og ósemjan við manningarfeløgini ikki tykist helma í Mynd: Vilmund Jacobsen ... undir sam­ráð­ing­ unum hava mann­ing­ar­ feløgini blankt avvíst at standa við eina av­talu, og tí hevur verið ógjør­ ligt at koma til eina semju... VIBERG SØRENSEN Vilmund Jacobsen Í áheitan á limirnar, varð sagt, at nú sam­ ráð­i­n­g­ar­nar við mann­ ing­ar­feløg­ini um nýggj­ar sáttmálar eru end­að­ar úrslitaleysar, og sáttmálaloysi er mill­um partarnar, hev­ ur reiðarafelagið av­ gjørt, at biðja skip, sum eru limir í felagnum og eru til fiskiskap, um at koma til lands. Skipini skulu gera tov­ið ella setuna lidna og síðan sigla til lands. Hetta var stutta á­heit­an Føroya Reiðara­felags – og hon var ikki til at misskilja. Støðan millum reið­ ar­ar og man­n­ing­ar­ feløg tykist rættiliga fast­løst, og eingin er í løtuni førur fyri at meta um, hvussu drúgt verk­bann­ið kann ger­ ast. vilmund@sosialurin.fo Lýsingin sum kallaði flotan til lands Tað var hin 17. januar, at Før­ oya Reiðara­ felag kallaði all­an heima­ fotan, sum er lim­ur í felag­ num, til lands