mikudagur 26. januar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Mánadagin vóru manningar
feløgini á fundi við sem
ingsmenninar í trætuni um
nýggjan sáttmála við Føroya
Reiðarafelag.
Hesin fundur var seinna
partin mánadagin. Hann vardi
í ein góðan tíma, og tað vóru
semingsmenninir, sum ynsktu
at vita, um partarnir høvdu
flutt seg.
Sum
skilst,
tók
Terji
Sigurðsson skemtandi til, at
partarnir høvdu flutt seg, men
at teir høvdu flutt seg longur
burtur frá hvørjum øðrum.
Eyðstein Djurhuus, for
maður í Føroya Skipara-og
Navigatørfelag (FSN), sigur,
at semingsmaðurin læt feløg
ini vita, at tey altíð kunnu
seta seg í samband við hann,
um mett verður, at partarnir
kunnu
nærkast
hvørjum
øðrum.
Flytingar eru
Formaðurin í FSN heldur tað
ikki vera rætt, tá ført hevur
verið fram, at ongar flytingar
hava verið millum partarnar,
síðan samráðingarnar byrj
aðu.
- Nei, tað er ikki heilt rætt.
Eg haldi, tað ikki vera rætt at
fara út í smálutir við teirri
semingsroynd,
sum
varð
gjørd.
Eyðstein Djurhuus vísir á,
at munurin millum manning
arfeløgini og reiðarafelagið
er, at reiðararnir vilja hava
manningina at luttaka í olju
útreiðslunum í øllum skipa
bólkum.
- Hinvegin hava mann
ingarfeløgini sagt, at tey
vilja hjálpa til í skipabólkum,
sum eru í kreppu. Tey, sum
halda, at allur fiskiflotin er
í kreppu, hava púrasta mis
skilt støðina. Tað eru skipa
bólkar, har bæði reiðarí og
manning gera tað væl.
Formaðurin
í
Føroya
Skipara-og
Navigatørfelag
heldur, at tað er forstáilsi í
pørtum av Føroya Reiðara
felag um, at broytingar ikki
eru neyðugar yvir ein kamb,
soleiðis sum felagið hevur
upp til.
- Men hesi sjónarmið hava
so ikki vunnið neyðugan
frama til at síggja, at trætan
kundi verið loyst, um vilji var
til tess, leggur hann aftrat.
Pøsast út
Manningarfeløgini, sum í
hesum samráðingum hava
staðið rættiliga væl saman,
tosa regluliga saman um,
hvussu feløgini skulu takla
støðuna, soleiðis sum gongd
in er og verður.
-
Føroya
Reiðarafelag
hevur sagt, at teir vilja pøsa
okkum út, til vit ganga við til
tað, sum teir leggja upp til.
Hetta meta vit vera rættiliga
álvarsamt. Vit hava onga
orsøk til at leypa fram av, tí
tá kunnu missirnir gerast
nógv størri enn fyrimunirnir,
nú trýstið er so stórt.
Formaðurin
í
Føroya
Skipara-og
Navigatørfelag
minnir á, at tað eru reiðarar
nir, sum hava sett verkbann
ið í og soleiðis, sum støðan er,
er tað ikki nógv, sum felløgini
kunnu gera.
- Í løtuni hava vit einki
annað val enn at standa
ímóti trýstinum, sum vit hal
da er órímiligt, sigur hann.
Stórar lækkingar
Eyðstein Djurhuus vísir á, at
umframt toganina, sum er
um oljuna, vilja reiðararnir
eisini hava broytingar við
eykapørtunum
hjá
yvir
monnunum.
- Tilsamans snúgva krøv
ini hjá Føroya Reiðarafelag
seg um stórar hýrulækk
ingar. Krøvini eru so ógvus
lig, at feløgini eru noydd
at standa saman, tí annars
koma allir at fáa ov lítið burt
urúr, leggur hann aftrat.
Eyðstein Djurhuus, for
maður í Føroya Skipara-og
Navigatørfelag,
sigur,
at
honum kunnugt er eingin
nýggjur fundur avtalaður
við semingsmenninar.
Soleiðis er heldur ikki
líkt til, at nøkur loysn er í
ljósmála í trætuni millum
reiðarar og manningarfeløg,
sum hevur vart síðan næst
seinasta mánadag.
Reiðararnir vilja
pøsa fiskimenn
- Føroya Reiðarafelag hevur sagt, at teir vilja pøsa okkum út, til
vit ganga við til tað, sum teir leggja upp til. Hetta meta vit vera
rættiliga álvarsamt. Vit hava onga orsøk til at leypa fram av, tí tá
kunnu missirnir gerast nógv størri enn fyrimunirnir, sigur Eyðstein
Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag
tað eru reiðararnir,
sum hava sett verk
bannið í og soleiðis, sum
støðan er, er ikki nógv
vit kunnu gera
EYÐSTEIN DJURHUUS
- Krøvini hjá reiðarum
eru so ógvuslig, at
manningarfeløgini eru
noydd at standa saman,
sigur Eyðstein Djurhuus,
formaður í Føroya Skipara-
og Navigatørfelag
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eftir lutfalsliga
fundin, sum
semingsmenninir høvdu
við manningarfeløgini
seinnapartin mánadagin,
er ikki líkt til, at nøkur
loysn er í ljósmála í
trætuni millum reiðarar
og manningarfeløg
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vegna Sp/f Urtagarðurin í konkurs, skrás. nr.
2976, verður vørulagrið hjá Urtagarðinum lýst
alment til sølu til hægstbjóðandi. Talan er í
høvuðsheitum um vørur til blómuhandil og
uttandura plantir.
Harumframt verða bilarnir hjá felagnum lýstir
til sølu:
Ford Focus C-Max GHIA TDCI, skrás. nr.
LE848, árg. 2004, hevur koyrt 89.700 km
Fiat Doblo Cargo 1,3, skrás. nr. RN403, árg.
2006, hevur koyrt 102.700 km
Ford Transit 280S Van 202, skrás. nr. KR779,
árg. 2007, hevur koyrt 130.500 km
Til ber at síggja myndir á heimasíðuni
www.jura.fo.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Biritu S.
Samuelsen, advokat fulltrúa, bss@jura.fo, ella
skrivaran Miriam Bjarnadóttir, mib@jura.fo
AdvokAtskrivstovAn
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Eyðbjørn Larsen, adv.
Birita Sandberg Samuelsen, adv. ft.
Frúutrøð 4 • Postboks 6 • Fo-110 tórshavn
tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo
Til sølu