Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-26, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. januar 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. januar 2011 · Nr. 11 40 Sosialurin VESTFALLSKYRRINDI 22. jan. Mánin næstur jørðini 26. jan. Seinna kvarter 6. feb. Mánin longst frá jørðini Kelda. Álmanakkin 2011 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og um middagsleitið regn. Seinnapartin sama vindferð av vestri og sólglottar, men eisini ælingur, partvis kavi. Hitin millum 1 og 4 stig. Gul til stívt andøvsgul av vestri, seinnapartin meiri vindur av útsynningi. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind millum útsynning og útnyrðing og sólglottar, men eisini ælingur. Hitin millum 3 og 7 stig 26. jan. 11:44 - 10:44 23:24 10:59 23:39 01:17 13:44 02:17 14:44 09:59 22:39 08:59 21:39 11:59 - 00:32 12:59 11:29 - 00:17 12:44 27. jan. 00:24 13:04 - 12:04 - 12:19 02:24 15:04 03:24 16:04 11:19 23:59 10:19 22:59 00:39 13:19 01:39 14:19 00:09 12:49 01:24 14:04 28. jan. 01:44 14:25 00:44 13:25 00:59 13:40 03:44 16:25 04:44 17:25 - 12:40 11:40 - 01:59 14:40 02:59 15:40 01:29 14:10 02:44 15:25 29. jan. 03:05 15:19 02:05 14:19 02:20 14:34 05:05 17:19 06:05 18:19 01:20 13:34 00:20 12:34 03:20 15:34 04:20 16:34 02:50 15:04 04:05 16:19 30. jan. 03:46 16:12 02:46 15:12 03:01 15:27 05:46 18:12 06:46 19:12 02:01 14:27 01:01 13:27 04:01 16:27 05:01 17:27 03:31 15:57 04:46 17:12 Í morgin fríggjadagin leygardagin HITalag avfall Hitalagið kring knøttin Nuuk Reykjavík Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Paris Madrid Róm Malorca Athen Beijing New Dehli Bangkok Sydney New York -5 2 4 3 4 13 -- 0 -9 -4 0 -6 0 5 13 8 13 16 14 0 19 31 -- 0 6-11 m/s 9-14 m/s 5-10 m/s 11-16 m/s 8-13 m/s 7/10 °C 1/4 °C 4/7 °C -5° 0° 5° 10° 15° 20° Mesti hiti máldur 7,2° 3° Hitin í dag Minsti hiti máldur -0,6° fyri januar fyri januar lufttrýstið ––––––– 20 ––––––– ––––––– 40 ––––––– ––––––– 60 ––––––– ––––––– 80 ––––––– ––––––– 100 ––––––– ––––––– 120 ––––––– ––––––– 140 ––––––– ––––––– 160 ––––––– ––––––– 180 ––––––– 6 mm higartil Miðal: 133 mm Miðal: 3,6° Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Síðstu nátt: Eitt hátrýst, 1031 hPa. vestan fyri Írland fer í landnyrðing og viknar. Ein hitabrúgv vestan fyri Føroyar fer eystureftir. Komandi nátt: Hátrýstið í útsynning úr Føroyum fer spakuliga eystureftir. 5-10 m/s B71-hópurin tek­ur skap Áðrenn jól gjørdi B71 sátt­ mála við málmannin Símun Róg­va Hansen og nakrar vik­ur seinni varð kunngjørt, at Piotr Krakowski skul­di verða venjara hjá 1. lið­num í 2011. Umframt hetta kunngjørdi felagið, at Høgni Midjord, Allan Tung­á, Tummas Clement­ sen og Finn Erik Thomsen høvdu valt at halda fram í felag­num. Harafturat vóru Han­us Hentze, Gunnar Lyd­er­sen og Markus Clem­ ent­sen tengdir at hópi­num. Fyri fáum døgum síðani gjørdi B71 sáttmálar við nakrar heimligar leik­ar­ar aftur­at. Fryntligi mið­valla­ leik­arin Bogi Hermansen, sum seinasta ár kom til felag­ið frá FC Hoyvík, verð­ur aftur at síggja á Sandoynni komandi kapp­ing­ar­á­r, eins og Ebbe Krist­inn Thomsen og Rúni Joen­sen hava meldað seg klárar at tørna út fyri barn­dómsfelagið í summar. Har­aftur­at verða René Cle­ment­sen og Bjørgfinnur Winth­er tengdir at hópi­ num. - Ivaleyst er hetta gleði­lig tíðindi fyri teir mongu dyggu stuðlarnar, ið hava bíðað eftir einum út­spæli, skrivar B71 á heima­síðu sínari. Dentur verður lagdur á, at alt er tó ikki fingið upp á pláss, men hetta má sigast at verða eitt stórt stig á veg­num. (kelda: b71-sandoy.com) Jan Müller Um somu tíð sum norska Stat­oil fyrireikar at bora tann áttanda brunnin á før­oyska landgrunninum møgu­liga longu komandi summ­ar, so standa eisini áhuga­verdar boriætlanir beint hinumegin markið fyri framman. Amerikanska olju­felag­ið Amerada Hess, sum í 2002 gjørdi eitt fund á Cambo leiðini, einans tríggj­ar kilometrar frá før­ oyska markinum, hevur nú gjørt av at venda aftur til Cambo­kelduna og bora ein avmark­ingar­brunn í mars mánað. Hetta verður gjørt fyri at vita, um Cambo er nóg stórt til at byggja út til fram­leiðslu. Frammanundan eru boraðir tríggir brunnar á hesi oljukelduni. Tað er greitt, at Cambokeldan eisini hev­ur stóran týdning fyri fram­tíðar leiting á føroyska land­grunninum, nú hon er tann oljukeldan vestan fyri Het­land, sum liggur tættast upp at føroyska markinum. Oljublaðið Uppstream skriv­ar, at boringin, sum byrjar 26. mars og er mett at taka 120 dagar, er tann fjórði brunnurin, sum verður bor­ aður á Camboøkinum. Tað verð­ur boriskipið Stena Carron, sum fer at bora brunn­in. Hóast Hess er fyri­ støðu­felag, so verður tað Chevron, sum fer at stan­da fyri boringini. Felag­ið er eitt tað mest virkna vest­an fyri Hetland, tá tað ræð­ur um at finna nýggjar olju­leiðir. Í løtuni stendur felagið fyri eini boring á Laga­vullin­leið­ ini, ið liggur meira norðaliga. Stór­ur áhugi er um úrslitið av hesum brunninum, har eisini Faroe Petroleum er við. Stena Carron borar á hesi leið­ini og fer víðari til Cambo, tá henda boring er liðug. Enn er einki komið fram um hesa boringina, ið sum skilst hev­ur verið ómetaliga kost­ naðar­mikil eitt nú vegna roynd­ir hjá Greenpeace at steðga boringini. Umframt Hess og Chev­ ron, sum eiga 32,5% hvør í Cambo, eru eisini Dong við 20% og OMV við 10% við í Cambokelduni, sum ligg­ ur longur syðri og tætt við Rosebankfundið, sum Chev­ ron umhugsar at byggja út. Um hesin fjórði brunnurin á Camboleiðini hevur við sær, at avgerð verður tikin um at útbyggja fundið, so verður tað tann framleiðandi olju­ keldan, sum liggur næst før­oyska markinum. Fyrstu ferð borað varð á leiðini var í 2002. Í 2004 og 2009 vórðu bor­aðir avmarkingar- og met­ingar­brunnar. Nú farið verð­ur aftur at bora verður mett, at oljufeløgini eru nærri eini avgerð at byggja út fundið. Fyri Føroyar er tað al­tíð áhugavert, tá olju­ feløg bora so nær markið, og verða útbyggingar gjørdar skamt frá markinum, so vilja slíkar eisini kunna fáa stór­an týdning fyri fram­tíð­ar út­bygg­ing­ar á før­oyska land­grunni­num. Verða fund gjørd á land­grunni­num, sum ikki einsamøll kunnu bera eina útbygging, so vil­ ja framleiðandi oljufelt í granna­lag­num vera hent fyri eina føroyska útbygging, tí man tá hevur møguleikan at bin­da í infrastrukturin hinu­ meg­in markið, og harvið gera eina útbygging bíligari. Oljuboring. Oljufelagið Hess, ein gamal kenningur frá føroyska landgrunninum, hevur gjørt av at bora enn ein avmarkingarbrunn á Cambokelduni, einans tríggjar kilometrar frá føroyska markinum 205 207 206 176 204 175 174 208 214 213 216 217 218 203 202 StatoilHydro StatoilHydro StatoilHydro ENI StatoilHydro Sagex Faroe Petroleum Sagex Faroe Petroleum StatoilHydro Chevron Sagex Faroe Petroleum 6105 6106 6107 6104 6203 6204 6205 6206 6207 6007 6006 6008 6108 6005 6208 6202 6103 6004 6307 6306 6305 6304 6303 6308 6302 6301 6201 5908 Tobermory Cambo Rosebank/Lochnagar Clair Loyal Foinaven Victory Schiehallion Torridon Solan Alligin Strathmore Conival Suilven Laxford Laggan 2°W 3°W 4°W 5°W 6°W 7°W 8°W 63°N 63°N 62°N 62°N 61°N 61°N 60°N 60°N 0 50 100 25 Kilometers L017 L012 L002 L005 L009 L006 L008 L013 L014 L015 L011 L010 L016 October 2009 6005/13-1 6005/15-1 6004/16-1z 6004/17-1 6004/12-1z 6104/21-1 Fa r o e Is la n d s Fara at bora aftur á Camboleiðini við markið Cambooljukeldan, ið varð funnin fyri skjótt 10 árum síðani, er tað oljufundið, sum liggur næst føroyska markinum, einans tríggjar kilometrar eystanfyri. Onkur vil vera við, at hon gongur inn á føroyskt øki. Oljufeløgini Hess og Chevron halda fundið vera so mikið áhugavert, at tey hava gjørt av at bora fjórða brunnin á leiðini. Verður úrslitið positivt kann tað hava við sær eina úbygging, og tá verður Cambo tann framleiðandi oljukeldan, sum liggur næst føroyska landgrunninum. Tað er tí greitt, at føroyskir myndugleikar fylgja sera væl við, hvat hendir á Camboleiðini.