fríggjadagur 16. juli 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 109 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Fólk flest gleða seg til sum
marið, at njóta ta ljósu tíðina,
halda frí frá arbeiði og hvíla
seg.
Men fyri Bodil Joensen í
Klaksvík er summarið lítið
at gleða seg til.
Bodil og maðurin eiga trý
børn, ein sonur er hálvt ann
að ára gamal, dótturin er fýra
ára gomul, og so er tað níggju
ára gamli Kjartan, sum er
fjølbrekaður.
Dagliga lívið hjá teimum
er, at tey smáu eru heima hjá
mammuni, og Kjartan er í
skúla um dagin. Eftir skula
tíð, og tá feria er, hevur hann
stuðul.
Sama søga hvørt ár
Men nú er fasti stuðul hans
ara farin í summarfrí út í eitt
í fýra vikur.
- Tað sama hendir hvørt
summar. Tá ið fasti stuðulin
fer í summarfrí, standa vit
við ongum stuðli, sigur Bodil.
Hendan
trupulleikan
hava tey rent seg í sjey
summar á rað, líka síðan tey
fluttu úr Danmark aftur til
Føroya.
- Tey fyrstu summarini
vóru ikki so strævin, tí tá áttu
vit bara Kjartan, og hann var
lítil og lættur. Nú hava vit
fingið tvey børn aftrat, og
Kjartan, sum annars er lætt
ur, vigar 17 kilo. Eg orki ikki
longur so væl at lyfta hann,
sigur Bodil, sum leggur aftr
at, at Kjartan annars er lætt
ur at fáast við.
Kjartan er so mikið fjøl
brekaður, at hann skal hava
hjálp til alt.
Bodil er tí bundin inni all
an dagin, meðan maðurin er
til arbeiðis. Hon sleppur ikki
so frægt sum til handils og
má tí senda onnur fyri seg.
Hevði tað ikki verið fyri tað,
at skyldfólk og vinfólk vóru
so fitt at hjálpt henni, hevði
staðið illa til, sigur hon.
Bodil sigur, at Kjartan
skilir alt og er harmur um
skilið.
Skipanin er
trupulleikin
- Men tað er ikki hann, sum
er trupulleikin. Trupulleikin
er skipanin, ið ikki virkar. Tað
kann heldur ikki vera rætt, at
stuðulin fer í summarfrí við
ringari samvitsku, tí stuðulin
hevur sum øll onnur rætt til
summarfrí, sigur Bodil.
Bodil hevði verið nøgd,
um Kjartan bara fekk stuðul í
fýra tímar um dagin í summ
ar, tí so hevði hon fingið í
hvussu er eina løtu at gjørt
síni ørindini ella at hvílt
seg. Mangan treingir hon til
hvíld, serliga tá ið Kjartan
hevur verið vakin um nátt
ina.
Bodil fekk at vita frá
stuðulstænastuni, at hon
kundi sjálv royna at finna
ein avloysara fyri stuðulin í
summar. Tað var ikki lætt á
hægstu summartíð, og ein
stuðul skal eisini veruliga
tíma hetta serliga arbeiði.
Tað eydnðist henni at
finna ein avloysara, og tá ið
hon so spurdi stuðulstæn
astuna, um stuðulin bara
kundi senda rokning, fekk
hon at vita, at tað gekk ikki.
Skil skuldi vera í, søgdu tey.
Bodil veit, at fleiri foreld
ur at fjølbrekaðum børnum
eru í somu støðu, sum tey
eru í. Hon vónar, at hetta er
seinasta summarið, tey verða
slept upp á fjall.
Ringast í Norðoyggjum
Bara Mary í Garði, stjóri
hevur loyvi at úttala seg veg
na stovnin. Hon er í summar
frí, men gjøgnum onnur
starvsfólk í stovninum er
eydnast at fáa nakrar skriv
ligar viðmerkingar frá stjóra
num.
Mary í Garði skrivar m.a.
“Júst nú er feriutíð, og
ávísir
trupulleikar
hava
staðist av at finna summar
feriu-avloysarar. Hetta ger
seg serliga galdandi fyri tey
børn og ung, har ið stuðul
verður veittur ein til ein, tvs.
har børnini og tey ungu ikki
eru partur av einum toymi.
Trupulleikar eru at finna fólk
til hesar uppgávur, serliga í
Norðoyggjum. Tíverri hevur
Stuðulsfólkaskipanin
onki
dagtoymi í Norðoyggjum,
tvs. at allar uppgávur eru
einmannsuppgávur.
Talan
er her um børn og ung við
fjølbreki, autismu, ADHD
og
menningartarni.
Um
Stuðulsfólkaskipanin kundi
haft eitt dagtoymi í Norð
oyggjum høvdu einmans
uppgávurnar fallið burtur,
og arbeitt hevði verið í
toymi. Stuðulsfólka-skipanin
ásannar, at toymini eru nógv
minni viðkvom viðv. fráveru
hjá starvsfólkum enn ein
mansuppgávurnar”.
Stjórin nevnir eisini, at
Stuðulsfólkaskipanin
hev
ur mælt foreldrum til at
søkja um og nýta teir um
lættingarmøguleikarnar,
i
annars eru í Nærverkinum,
eitt nú umlættingarheimið
í Skrivaragøtu og Dáan í
Klaksvík.
Ógreitt er, hví avloysarin,
sum Bodil og tey sjálv funnu
at vera stuðul, ikki kundi
átaka sær uppgávuna.
Bundin inni alt summarið
Í fýra vikur sleppur Bodil Joensen í Klaksvík ikki av fetanum. Stuðulin hjá fjølbrekaða Kjartani er í
summarfrí, og Stuðulsfólkaskipaninan fyri børn og ung hevur heldur ikki í ár funnið nakran avloysara
Gjáramorgunin vóru Bodil, maðurin Jákup, Kjartan og lítli Benjamin ørindi á Hjálpartólamiðstøðini í Havn. Tað er
ein stovnur, sum altíð veitir góða tænastu, sigur Bodil. Dóttirin Sonja var eftir í Klaksvík
Mynd: Jens Kristian Vang