fríggjadagur 16. juli 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 108 · 16. juli 2010
4
SAMRØÐA
Uni Arge
Theodor Eli Olsen Dam er 33 ára gamal
og uppvaksin í Hoyvík. Hann er ungi
presturin, sum hvørt leygar kvøld
kl. 18.45 lesur Heilaga Evangeli ið í
útvarpinum. Theodor er væl dámdur
prestur, og hann tosar eitt mál, sum øll
skilja.
Um onkran av læru sveinunum hevur
hann sagt, at hann var hugfarsligur, og
tá hann giftir fólk, endurgevur hann
gleðiliga U2 og Leonard Cohen, um tað
kann gleða brúðar parið.
Stillisliga skemtiligur er hann
ofta og haraftrat filosofiskur, og í
Summarprátinum hesaferð spyrja
vit hann m.a. um veðrið, Jesus,
Kierkegaard, tolsemi og friðin í Kvívík,
har hann varð innsettur sum prestur
í vetur.
Tú hevur júst verið uttanlands.
Mást tú burtur viðhvørt fyri at
fylla teg við nýggjari orku?
Viðhvørt er gott at steðga á, og viðhvørt
er gott at síggja, hvussu onnur liva.
Men hesaferð fór eg fyrst og fremst
av stað fyri at fáa nakrar góðar dagar
í summarhúsi í Danmark saman við
dóttr ini og góðum vinfólki. Vit grillaðu,
vóru nógv á strondini og vitjaðu eisini
Lego land. Veðrið var avbera gott. Gott
er at ríða á bylgjum, men eg ásannaði
so, at heldur truplari er at ríða á hita-
bylgju. Tað var øgiliga heitt.
Fert tú uttanlands eftir heitari
veðri, broyting í gerandisdegnum
ella fyri at sleppa úr Føroyum?
Hóast Føroyar sum kunnugt eru punkt ið,
har øll verðin er løgd fyri teym, og har
træðrirnir á atlasinum eru surraðir fast ir,
sum Gunnar Hoydal yrkir, so er gott at
síggja, hvussu onnur fólk liva, at víðka
sær sjónarringin, sum tað so fínt kall ast.
Verður tú ávirkaður av
vetrarmyrkrinum?
Eg verði ikki tungur av myrkri, og eg
kann væl verða ávirkaður positivt av
myrku tíðini. Eins og summarið kann
vera lívsjáttandi og dragandi, kann
vet ur in vera hugnaligur og eggja til
um hugs an innandura. Og eins og tær
longu, ljósu næturnar eru tølandi,
kunnu eitt nú jólini vera fjálg og
sjarmerandi.
Tekur tú tað tungt, um
summarið ikki verður gott?
Nei, tað ávirkar meg ikki beinleiðis,
men eitt gott summar við nógvum sól-
døg um er fantastiskt. Ein gáva úr erva
bók stavi liga.
Heldur tú, at fólk í Føroyum eru
ávirkað av skiftandi veðrinum?
Ja, lyndið í føroyinginum er uttan iva
merkt av veðrinum. Vit taka tað nógv,
sum tað kemur, og vit eru kanska ikki
heimsmeistarar í at leggja lang tíðar-
ætlanir. Tað liggur uttan iva djúpt í
okk um, at veðrið má sær ráða. Hetta
er jú ”The Land Of Maybe,” sum bretsku
her menninir kallaðu Føroyar.
Umboðar myrkur altíð tað
tunga og ljósið tað lætta?
Tað ger tað helst í fluttum týdningi.
Sjálv ur fekk eg eitt ørindi at lesa, tá
eg varð konfirmeraður, har Jesus sigur,
at hann er ljós heimsins. Sama ørindið
fekk eg 20 ár seinni frá sama manni,
Bjar na Bæk, tá eg varð innsettur sum
prest ur í Kvívík. Jú, hasin súm bo lik k ur-
in hevur nógv at siga fyri meg.
Lærir tú nógv um menniskju
í tínum starvi sum prestur?
Ja, tað geri eg. Hóast vit øll eru menn isk-
ju, so eru vit ikki eins. Men grund kor ini
eru tey somu, hóast vit enn sum áður
ikki standa á sama stigi á samfelagsliga
tignarstiganum, og so si alu trupulleikarnir
- SUMMARIÐ KANN VERA DRAGANDI OG LÍVSJÁTTANDI, OG VETURIN KANN
EGGJA TIL HUGNA OG UMHUGSAN, SIGUR SÓKNARPRESTURIN Í KVÍVÍK,
THEODOR ELI OLSEN DAM, SUM Í SÍNUM PRÆDIKUM ONKUNTÍÐ ENDURGEVUR
SITAT Á GAJOL-PAKKUM. MIKKJAL Á RYGGI YRKTI, AT EYDNAN ER IKKI AT LÍTA
Á, MEN KANSKA ER EYDNAN BARA AT VERA NØGDUR, HELDUR HANN
PRÁT
P
Sosialurin nr. 108 · 16. juli 2010
KANSKA ER
EYDNAN BARA
AT VERA
NØGDUR