fríggjadagur 16. juli 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 109 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108
12
Sosialurin
Kjak
Havi verið burturstaddur
í nakrar vikur, og havi
hvørki sæð tíðindi ella ver
ið á internetinum. Og tað
er altíð við eini lítlari vón
um, at onkur bati man hóm
ast í politikkinum og orða
skiftinum, tá tú so roynir at
fara ígjøgnum tíðindini, ið
verið hava heima.
Men gakk. Niðurbræðingin
av allari politiskari meining
og ábyrgd, sum vit hava ávar
að um, síðani ABC-flokkarnir
tóku sær valdið í Føroyum, er
eftirhondini fullkomin – og
farin langt niður um abso
lutta nullpunktið.
Ikki bara liggja vit í
fullkomnum
leiðsluloysi,
har nærum øll mál verða
tilvildarliga
og
ússaliga
handfarin. Vina- og kenn
ingarpolitikkurin og rossa
handilsmoralurin
breiðir
seg í allari skipanini. Starvs
setanir og nevndarval og
stovnsflytingar fara fram
sum eitt absurd teatur. Og
allar grundreglur í einum
fólkaræði standa og riða
leysar í málloysinum hjá sit
andi samgongustjórn.
Andstygd og
meiningsloysi
Tað skapar andstygd og upp
gávulyndi millum fólk – og
øll politiska skipanin verður
koyrd í sama pott: “Tað eru
politikararnir, sum eru so og
so...” hoyra vit javnan. Men
tað passar ikki. Eins lítið og
tað ber til at siga, at “allir
fiskimenn eru so og so...” ella
“allir læknar eru so og so...”
ella “allar flakakvinnur eru
so og so...”. Eins skeivt er tað
at koyra allar politikarar og
flokkar í sama posa at blaka
burtur.
Tí sanniliga eru øll am
boð brúkt til tess at vísa
á alternativar loysnir, at
steðga
niðurbræðingini,
mótmæla og kæra. Men tað
verður oftast lagt út sum
“andstøðugrenj”,
vantandi
samstarvsvilji ella “hatta eru
bara tey”.
Ein hin fremsta avleiðing
in er, at ongin verður settur
til svars ella til ábyrgdar
fyri nakað. Ístaðin sleppa
tey, ið hava kravt seg fram í
álitisstørv, í almenninginum
at spæla óskyldugir and
støðingar til sínar egnu gerð
ir og vantandi avgerðir.
Hykl á hægsta stigi
Bara nøkur dømir seinasta
mánaðin úr fjølmiðlunum:
• Ein
landsstýriskvinna,
ið hevur ábyrgd av økis
menning, sleppur at skelda
inn á avgerðirnar hjá
sínum egna landsstýri um
at flyta stovnar og starvs
fólk. Avleiðingar? Ongar!
• Ein landsstýriskvinna í
lógarmálum hevur staðfest
at
rættargangslógin
er
brotin, tá øll løgreglan í
Føroyum varð umskipað
og hevur óteljandi ferðir
verið í fjølmiðlunum og
sagt seg vilja gera nakað
við tað. Avleiðingar? Nei,
nú biður hon danskar
myndugleikar
um
at
broyta lógina frameftir.
• Ein løgmaður sleppur at
gera okkum øll til teitis við
at hava formliga heitið sum
landsins politiski leiðari
og blakar burtur rættindi
hjá føroysku tjóðini uttan
lands. Avleiðingar? Ikki
nær námind!
• Ein
fiskimálaráðharri
fer í juli mánaða 2010 at
samráðast
um
makrel
kvotuna fyri 2010. Hvat
hevur hann gjørt seinasta
árið – og hevur hann gjørt
nakað sum helst undan
hesum við at samráðast
ella tryggja rættindi? Av
leiðingar? Nei, gavekk!
• Ein landsstýriskvinna í
almannamálum
sleppur
í fjølmiðlunum at geva
blokkstuðlinum
fyri
8
árum síðani skyldina fyri
sínar asosialu avgerðir
í dag mótvegis teimum
eldru, ið hava størsta
tørvin á hjálp. Avleiðingar?
Gloym tað!
• Ein
fyrrverandi
lands
stýrismaður í almanna
málum, sum hevur latið
alla fíggjarstýring fara og
yvirtrekt fyri 170 mió. á
økinum, sleppur at vaska
hendur í fjølmiðlunum
vegna
javnaðarflokkin.
Og letst nú vera ímóti
teimum avleiðingum, ið
hann sjálvur hevur sam
tykt á løgtingi, hóast tað
var væl og virðiliga víst á
frammanundan, at tiltøk
landsstýrisins fóru bert
at raka veikastu sam
felagsbólkarnar og eldra
røktina.
Fíggjarmálaráðharrin
og bankarnir
Og
fíggjarmálaráðharrin
stendur knappliga fram í
fjølmiðlunum og letst aftur
vera atfinningarsamur mót
vegis bankunum og teirri
ófatiligu gerðini at flyta allar
okkara peningaskipanir av
landinum. (Í heyst var hann
eisini í fjømiðlunum og lovaði
at geva bankunum kapping
umvegis Húsalánsgrunnin.
Beint eftir avhøvdaði hann
allar møguleikar hjá Húsa
lánsgrunninum
at
fíggja
sethús).
Men hann hevur havt
allar møguleikar at gera
nakað við elektronisku pen
ingaskipanirnar í bankunum,
og hann hevur kent til avleið
ingarnar í fleiri ár. Tvær ferðir
hevur hann mælt til at fella
lógaruppskot frá Tjóðveldi,
ið kundu seta bankarnar
uppá pláss í hesum máli
og tryggjað føroyska brúk
aran og samfelagið móti
teimum tapum og teirri
vantandi ávirkan á egin við
urskifti, ið nú eru alkend
fyri øll. Allar avleiðingar,
sum føroyska vinnan og
brúkarin nú liva við, vóru
væl og virðiliga útgreinaðar
í lógaruppskotum og fyri
spurningum.
Hvat vantandi dirvi og
vantandi avgerðir hjá fíggj
armálaráðharranum
og
hansara
samgongu
hev
ur kostað føroyska sam
felagnum og vanliga brúk
aranum bara í hesum máli,
eru fleiri 100-tals milliónir
krónur.
Men hann gjørdi onki –
hóast hann í fjølmiðlunum
lovaði at gera nakað við
tað. Og bæði sum løgmaður
og
seinni
sum
fíggjar
málaráðharri hevur hann
tikið avgerð um at broyta
lóggávuna til frama fyri
ætlanunum hjá bankunum
– hóast staðilig mótmæli og
mótuppskot.
Tað tekur ikki fáar minutt
ir at finna fram skjøl og bond,
sum prógva, hvat fyrr er sagt
og gjørt í hesum máli.
Renna undan
sær sjálvum
Men sitandi valdshavarar í
Føroyum tykjast so vísir í,
at teir ongantíð verða settir
til svars fyri nakað, at teir
gleðiliga nýta hvørt høvi
at hykla á hægsta stigi, so
skjótt teir sleppa fram at eini
mikrofon.
Onkuntíð hevur ein bara
hug at smírast at sjónleik
inum. Men tað er í veru
leikanum onki stuttligt fyri
fólkaræðið og framtíðina at
uppliva, at fremstu ábyrgd
arpersónar í landinum dag
liga nýta orku sína at renna
skríggjandi burtur frá sær
sjálvum. Og sleppa at gera
tað uttan at verða settir til
svars.
Opið bræv til Føroya
Løgting 13. juli 2010
Eg bað um innlit í arbeiði
í lógararbeiði viðvíkjandi
uppskoti
til
løgtingslóg
um setanarviðurskifti hjá
prestum. Eg fekk noktandi
svar frá Mentamálaráðnum,
so kærdi eg til Løgtingsins
umboðmann, men umboðs
maðurin meinti, at ikki var
grundarlag fyri at taka mál
ið upp til viðgerðar. Í svarin
um, eg fekk frá Mentamála
ráðnum 20. mai 2010, stóð
millum annað: ”Annars skal
Mentamálaráðið upplýsa,
at uppskotið til løgtingslóg
um størv í fólkakirkjuni
kemur til almenna hoyring
á heimasíðuni Mentamála
ráðsins mmr@mmr.fo, tá tað
verður liðugt til hoyringar.
Mentamálaráðið fer síðani
at viðgera hoyringarsvarini,
áðrenn endaligt uppskot
verður orðað og lagt fyri
løgtingið. Tygum fá sostatt
ríkiligt høvi at úttala tygum
um løgtingslógaruppskotið,
áðrenn tað verður enda
liga liðugt og lagt fyri løg
tingið.”
Eg gleði meg til at síggja
uppskotið til løgtingslóg
um størv í fólkakirkjuni,
samstundis gleði eg meg
til, at fáa ríkiligt høvi til
at úttala meg um løgtings
lógaruppskotið.
Eg fari at heita á tykkum,
sum sita á Føroya Løgtingi,
at taka í álvara, at tit hava
biðið Føroya ungdóm um
at fara út um danska ríkið
at útbúgva seg. Eg taki tað
fyri givið, at tit tá eisini vilja
geva okkum, sum fylgdu
tykkara ynski, møguleika
at koma heim aftur at
starvast. Tí Føroyar hava
brúk fyri øllum, sum eru
uttanlands og útbúgva seg.
Tí mugu tit eisini leggja til
rættis, at vit fáa møguleika
at koma heim aftur.
Eg fari tí at heita á tykk
um um at broyta lógina
soleiðis, at vit, sum hava
guðfrøðisútbúgving
okk
ara aðrastaðni frá enn úr
danska ríkinum, kunnu fáa
prestastarv í Føroyum. Vit
kunnu vera við til at ríka
enn meira um føroysku
fólkakirkjuna. Tí føroyska
fólkakirkjan hevði verið
munandi fátækari, um teir
prestarnir, sum eru út
búgvnir uttan fyri danska
ríkið, ikki vóru prestar í
kirkjuni. Føroyska fólka
kirkjan hevur brúk fyri
okkum, tí vit kunnu vera
við til at gera kirkjuna enn
betri.
Fríðleif Lydersen
Prestar í føroysku
fólkakirkjuni
Finnleif Guttesen
Suðuroy
Grátur og tanna
grísl úr Havnini!
Nú okkurt hissini starv
skal flytast úr Havnini
og til Suðuroyar, hoyrist
grátur og tannagrísl frá
landsstýriskvinnuni, borg
arstjóra, fakfeløgum og ar
beiðsgevarafelagið í Havn.
Nær fara hesi á barri
kadurnar, tá ið størv verða
løgd í Havnini og ikki í út
jaðaranum?
Vónandi eru Jóhan og
Jóannes so mikið at sær
komnir, at teir ikki bakka
fyri
hesum
áganginum
ímóti útjaðaranum.
Hyklið hækkar í hvørjum
Høgni Hoydal
Tey, ið eru sett í ábyrgdarstørv at stjórna landinum, ganga ikki
undan. Tey renna undan avgerðum og síni ábyrgd. Og sleppa
í staðin at nýta tíðina í fjølmiðlunum at hykla og látast vera
ímóti avleiðingunum av sínum egnu (vantandi) gerðum