fríggjadagur 16. juli 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 108 · 16. juli 2010
13
Ein perla í Havn
Sí fleiri hús á inni.fo
PF inni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
– trygt og ómakaleyst til hús
Tú ert at kalla mitt býnum, men tá tú
ert inni á ognini kennir tú teg so at siga
burtur í øðrum heimi.
Fyrsta fatanin
Tú koyrir niðan til endan á Dalavegnum,
snarar til høgru inn í Dalastíg og sært
við tað sama, at hetta eru ein heilt
serstøk ogn, ið liggur sera væl fyri,
og sum er stór í mun til økið og hevur
sera gott útsýni yvir alla Havnina.
Húsini eru bygd til bústað og sum
eini marglætishús, og dygd, snið og
innrætting er hareftir. Innkoyringin
er opin og ljós og løgd við føroyskum
gróti. Alt signalerar við tað sama
góðsku og dygd.
Uttanfyri og uttanum
Grundøkið er plantað við høgum
gomlum trøðum, og arkitektteknaðu
húsini við flagtaki eru sett á stykkið,
so tey spæla sera væl saman við
umhvørvinum. Tað sært tú sera væl,
tá ið tú hyggur frá vegnum oman
yvir húsini. Samstundis sum fjálga
og hugnaliga umhvørvið gevur tær
ta besta úr føroysku náttúruni, gevur
dámligi urtagarðurin tær ein farra
og ein stemning av fjarskotnum
himnahválvum. Ognin kann nýtast
til mong ymisk endamál, og húsini
eru sera væl egnað til umboðandi
(repræsentativ) endamál, og sam-
stundis kann bústaður og arbeiðspláss
vera í sama húsi og umhvørvi. Húsini
standa sera væl fyri í hugnaligum,
náttúruvøkrum, veðurgóðum og barna-
vinaligum umhvørvi 8 min. til gongu
frá miðýnum, og stutt er til skúlar,
stovnar, handlar og ítróttarøki.
Ljós og luft – inni og úti
Stóru vindeyguni geva tær eitt frálíkt
samband við umhvørvið og við
náttúruna fyri ikki at tala um stóru
vindeyguni í ovast hædd, sum geva
tær eitt einastandandi vakurt útsýni
yvir Havnina og Nólsoynna, har tú
hevur samband við fjarumhvørvið
út yvir býin og fjørðin. Fleiri hurðar
eru, so tú skjótt og brátt kann koma
út á útigólvið og út í garðin, so tú
hevur samband við nærumhvørvi
í tínu egna garði. Takvindeyguni
senda ljósið úr erva og niður í stóra
miðsavnaða alrúmið, so høgu og stóru
konstruktiónirnar síggjast og koma
til sín rætt. Alt er gjørt úr allarbesta
tilfari og við allarbesta handverki, og
einki er spart, tá ið talan er um at gera
húsini til eitt livilig, fjálg, hugnalig
og repræsantivt. Alt gongur upp í
eina hægri arkitektoniska eind, tá
talan er um legu, innrætting, tilfar og
handverk.
Stílur og snið
Stílurin er eitt samanspæl av ljósum
og myrkum. Ljósu gólvini kasta ljósið
aftur úr erva og spæla saman við
reydliga dáminum frá Oregon Pine-
trænum í loftum og veggum. Húsini eru
innrættað, so tú hevur gott samband
við húsfólkini, men hinvegin kunnu
øll vera í friði og takast við sítt. Stóra
hugnaliga alrúmið er savningarstaðið
í húsinum, og so at siga alt virksemið
gongur út frá tí. Alt er sera væl gjøgn-
umhugsað og gjøgnumarbeitt og einki
er latið til tilvildina.
Innrætting
Í miðhæddini er inngongd, durur, hall,
borðsstova / alrúm við útgongd til
terassu, stova, køkur, hjallur, gestawc,
hjúnarrúm við klædnarúmi og baði-
rúmi, skrivstova / kamar og baðirúm.
Í ovastu hædd er stór útsýnisstova
við panoramaútsýni yvir allan býin. Í
niðastu hædd er inngongd, gongd,
goymslurúm / teknikkrúm, bryggers
við útgongd, hjúnarrúm við útgongd
til terassu og urtagarð, baðirúm og 2
stór kømur. Harafturat er bilhús til 2
bilar og ein lítil hugnaligt grótlagað
gestahús, ið er bygt upp av nýggjum.
Fakta
Adressa ..............Dalastígur 2, Tórshavn
Byggiár: ..............1988
Hæddir: ...............3
Gólvvídd: .............280 m2
Grundøki: ............1.124 m2
Hjallur: ................Ja
Bilhús: .................Ja