fríggjadagur 16. juli 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 109 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108
Sosialurin
Hóast nógv er broytt, hevur
eitt verið afturvendandi í
útvarpinum á hvørjum ári
í nógv ár. Tað er heilsanin
jólaaftan til tann fyrsta jóla
mannin, sum eftir trúgva og
drúgva tænastu lat seg pen
sjonera frá hesum starvi fyri
nú mongum árum síðani.
Avloysararnir hava lagt
sær eina við at senda gamla
jólamanninum eina heilsan,
bæði tá hann var staddur
úti á trøðni í Grønlandi og
nú í seinastuni á Lágargarði
í Stoffalág. Hetta var sam
stundis ein heilsan til álvars
mannin og skemtaran Poul
Arna Joensen, sum fyllir 90
ár leygardagin.
Poul Arne er kendur fyri
so mangt. Eina kendast
mundi
hann
vera
sum
skemtari, og tað var næstan
ikki tann veitsla og ikki tað
undirhald, sum hann og vin
maðurin Oskar Hermansson
ikki vóru til í teirra ungu døg
um og langt upp í vaksna
mannaárini – fyri ikki at siga
ellisár.
Teir fóru blaðungir undir
at geva út jólablaðið Følv, tá
útlendski
blaðstreymurin
til Føroya steðgaði undir
krígnum, og Følv var fastur
jólagestur í flestu føroysku
heimum í eitt mannaminni.
Søgurnar
vóru
góðar,
frásagnirnar
áhugaverdar,
yrkingarnar á høgum stigi
fyri ikki at tala um sangirnar,
sum lógu inni í Følvi. Fyrstu
árini fingu teir sjálvan Hans
Andrias Djurhuus at gera
sangirnar, men tá hann fall
frá, tóku teir sjálvir yvir –
og tað var ikki minni for
kunnugt.
Knarvakotið,
framtíðar
ljósa hop, var ein sangur,
sum rungaði í hvørjum skoti
seinnu helvt av fimtiárunum,
Sára var ein annar og so
við og við komu fleiri full
treffarar, sum sóu verðina
frá teirri skemtiligu síðuni.
Frá teimum komu eisini
barnasangir, sum rungaðu í
útvarpinum dag um dag ár
eftir ár – Stórhvalagildið, Lítli
Snar og you name it.
Í
Sjónleikarhúsinum
var Poul Arne fastur fúsur
í mong ár. Hann var mill
um teir trúgvastu at halda
sjónleikara- og upplesara
kynstrinum uppi í útvarp
inum, og hann helt seg
framvegis til at fara á pallin
at skemta og yrkja, tá V4 sá
dagsins ljós.
Poul Arne er sørvingur,
sonur Nesa Kristinu og Jó
hannus hjá Lona Jógvani.
Mamman úr Nesinum í Vest
manna og pápin úr Sørvági.
Poul Arne er miðlingur av
sjey systkjum. Bert 15 ára
gamal kom hann til Havnar
at læra til prentara hjá Ar
noldi Øster. Har sluppu
hann og Oskar at bróta um
og prenta Følv, tá alt annað
var gjørt.
Poul Arne arbeiddi sum
prentari í nøkur ár, men so
broytti hann kós. Hann fór á
heilsøluna hjá Poul Hansen
í Havn sum sølumaður. Har
var hann í eini 20 ár. So var
hann nøkur ár á heilsøluni
Grøði, og seinastu 15 árini
av arbeiðslívinum sat Poul
Arne Joensen innanfyri rút
in í Havnar Sjúkrakassa og
avgreiddi fólk.
Hann sá altíð so álvar
samur út, tá hann hugdi
at tær upp um brillurnar í
hesum friðsama umhvørv
inum, men eisini har mundi
mangur láturin runga innan
í honum og okkurt skemtiligt
hugskot koma í stropa.
Poul Arne var mestsum
gamal drongur, tá hann
giftist systir Oskar, Svanhild,
sum eitt nú var kend fyri
sangin um Lítla Snar. Hon
doyði fyri góðum fimm árum
síðani. Dreingirnir Mourits
og Páll Árni hava seks børn,
og hesi abbabørnini hava
higartil ríkað Poul Arna við
fimm langabbabørnum.
Poul Arne fór ongantið
aftur til Sørvágs at vera. Men
saman við brøðrunum Louis
og Kristoffuri átti hann
snurrváðsbátin
”Akranes”
í teirri ringu tíðini fyrst í
fimtiárunum. Teir hóraðu
undan,
og
nakað
seinni
keypti Poul Arne trøðna hjá
Jákupi í Snikkarastovu úti í
Grønlandi.
Har dámdi honum væl at
vera og har legði hann nógv
fyri.Seinni bygdi hann sær
bæði stór og snotulig hús á
trøðni.
Poul Arne er sjálvstýris
maður. Tað gav at bíta eina
ferð, hann var har vesturi og
ferðaðist. Tey gomlu bóðu
hann fara at heysa flaggið.
Hann segði nei. Hann heysaði
ikki danskt flagg á føroyskari
jørð. Tá skuldi Nesa Kristina
hvessa eftir honum: ”Hvat er
tað fyri basillur, tey geva tær
í Havn?”.
Poul Arne og Oskar vóru
útvarpinum trúgvir veitarar
á so mangan hátt. Ein ávís
ur felagsskapur tóktist vera
millum teir báðar og út
varpsstjóran Niels Juel. Teir
vóru so javngamlir. Høvdu
Oskar og Niels Juel livað,
høvdu teir fylt 90 í næsta
mánaða.
Mangt liggur eftir svágr
arnar báðar bæði í út
varpinum og aðrastaðni Í
hesum døgum kemur út ein
diskur við eldri tættum og
vísum. Har liggur parturin
hjá Poul Arna og Oskari
ikki eftir. Frálíkt, at hetta
er varðveitt og nú verður
komandi framat. Sumt hevur
sín uppruna úr Følv, annað
úr útvarpinum og upp aftur
annað frá plátuútgávum.
90 ár eru ikki 90 dagar.
Nógv vatn er runnið í ánni
hesi árini, síðani Poul Arne
varð borin í heim 17. juli 1920.
Eg ivist ikki í, at Poul Arne
við sínum bæði álvarsama og
skemtiliga lyndi hevur fingið
nógv burtur úr lívinum bæði
so og so.
Til lukku við degnum og
takk fyri mangan pakkan.
Heilsan
Jógvan Arge
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tøkk
Satt at siga stúrdi eg ikki sørt fyri
syftunsøkuni; men nú hon er farin, skal
eg við hesum takka øllum tykkum,
sum stákaðust, stukku inn á gólvið og í
góðveðrinum á annan hátt gjørdu mær 80
ára dagin millum teir bestu,
meg ørminnist.
Heini Olsen
Andlát
Okkara kæra mamma, omma og langomma
A.J. Ellen M. Poulsen
fødd djurhuus 10.08.1911
andaðist friðarliga hin 7. juli 2010.
Kórseting verður hin 20. juli kl. 10.00
í Jóhannus kirkjuni,
Blegdamsvej, Keypmannahavn.
Jonna, Esben og familjan
Tøkk
øllum tykkum, ið á ymiskan hátt sýndu okkum
samkenslu og hjálpsemi tá okkara kæri
Jákup Stefansson
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður, takka vit hjartaliga.
Tøkk til Una Næs prest, fyri góð og troystarík
orð í kapellinum og kirkjuni. Tøkk til
organistar, kirkjutænarar og sangarar.
Tøkk fyri kransar og blómur og tøkk
til tykkum, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jacobina
Hósdagin 15. juli læt ein
framsýning hjá listamann
inum Erik Haagemann upp í
Smiðjuni í Lítluvík.
Talan er um eina fram
sýning við 20 málningum, har
myndevnini eru føroysk.
Erik Haagemann, sum er
búsitandi í Keypmannahavn,
er hálvur føroyingur. Mamm
an er ættað úr Trongisvági.
Umframt at hann er útbúgvin
skúlalærari, er hann eisini
bachelor í listasøgu.
Hetta er fjórðu ferð síðan
2001, at Haagemann hevur
framsýning
í
Smiðjuni.
Framsýningin er opin til og
við mikudagin 21. juli. Allar
dagar frá kl. 13-18.
Erik Haagemann hevur í hesum døgum
framsýning í Smiðjuni í Lítluvík
Mynd: Magnus Gunnarsson
Haagemann í Smiðjuni
Jólamaðurin Poul Arne Joensen
fyllir 90