fríggjadagur 16. juli 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 109 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. juli 2010 · Nr. 108
16
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Nú Jacob Vestergaard um
síðir er liðugur við politiska
samráðingarumfarið við
fiskimálaráðharrarnar í
Íslandi, Noregi og ES, fer
landsstýrismaðurin at for
hoyra seg hjá politiska bak
landinum um, hvussu stór
makrelkvotan í føroyskum
sjógvi ætlandi skal verða
fyri 2010.
- Hetta verður mín avgerð
sum landsstýrismaður, men
eg haldi tað vera skilagott at
taka spurningin upp, áðrenn
endalig støða verður tikin.
Tað var líka sum uttan
landsnevndin, ið ynskti,
at Jacob Vestergaard tók
hetta politiska samráðing
arumfarið við ávikavist
Ísland, Noreg og ES, men
landsstýrismaðurin veit
einki um, at hann skal møta
aftur í uttanlandsnevndini
at greiða frá tí, sum fram er
farið í hesum samráðingum.
- Hóast einki ítøkiligt
kom burtur úr í prosentum,
hava vit havt høvi at skift
orð um viðurskiftini og
nógvar ymiskar tættir
í hesum máli, sum vit
halda hevur stóran
týdning fyri okkara við
komandi. Allir partar hava
í samráðingunum líka sum
ásannað, at árið 2010 er
farið, og at neyðugt er at
venda aftur til býtispartin,
tá samráðingar verða aftur
um býtið fyri næsta ár, sigur
hann.
Støðan væl lýst
Jacob Vestergaard sigur, at
í politisku samráðingunum
hevur verið roynt at lýsa
og grundgivið fyri føroysku
støðuni um ein býtispart
upp á 15% av heildarkvotuni,
sum landsstýrismaðurin
hevur lagt upp til.
- Vit hava latið hinar
partarnar vita, at makrelur
í nógv størri mun enn áður
er í føroyskum sjógvi og
etur av tí tilfeingi, sum aðrir
fiskastovnar eisini skulu
liva av. Haraftrat hava vit
víst á nýggju kanningarnar
um, at makrel gýtir um
stóran part av føroyskum
havøki. Vit hava eisini víst
á, at meðan Ísland, sum
ikki hevur verið partur
av strandalandaavtaluni,
hevur fiskað 250.000
tons av makreli í 2008 og
2009 – beint við føroyska
fiskimarkið – hava Føroyar,
sum hava verið partur av
avtaluni, somu ár bara
kunnað fiskað 50.000 tons.
Eisini hevur verið víst á,
at nøgdirnar av makreli,
sum ES-skip hava fiskað ov
nógv og sannlíkt eisini hava
kastað í havið aftur, er fleiri
ferðir føroysku kvotuna í
avtaluni millum londini.
At enda hevur lands
stýrismaðurin eisini víst
á, hvussu tengt føroyska
samfelagið er at fiskivinnu,
og at Føroyar mugu sleppa
at fiska meiri av makreli, tá
hesin er í stórari kapping
við aðrar fiskastovnar um
føðina í okkara havøki.
Eingi lyfti
- Eg føli, at vit hava fingið
eitt ávíst forstáilsi fyri
okkara sjónarmiðjum, men
at bæði Noreg og ES halda,
at talan eigur at verða um
eina meiri skipaða gongd,
sum byggir á skipaðar
kanningarhættir, eitt nú á
økir og árstíðir, ið kunnu
staðfesta tey viðurskifti, vit
tosa um.
Jacob Vestergaard sigur
seg tó onga hóming hava av,
hvat kann spyrjast burtur
úr teimum samráðingum,
sum verða um býtið av
felagskvotuni fyri 2011.
- ICES hevur hampilig
hagtøl yvir makrel, tá hann
gýtir, men eg haldi ikki, at
felagsskapurin hevur nóg
stórt innlit í, hvar beitið hjá
fiskinum er.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at føroyskt havøki fyri
fyrstu ferð í ár hevur verið
partur av felagskanning um
gýtingarøkir hjá makreli, og
her hava vit sum nevnt fing
ið staðfest, at fiskurin eisini
gýtir um ein stóran part av
okkara øki.
- Úrslitini av felags kann
ingunum verða ikki liðugt
viðgjørd í ICES fyrr enn
til heystar, og eg vænti, at
felagsskapurin tá eisini fer
at brúka hetta tilfar sum
part av stovnsmetinginum
fyri makrel, sigur Jacob
Vestergaard.
Hann sigur at enda, at
hvørki Noreg ella ES hava
sett fram hóttanir um av
leiðingar, nú Føroyar fara
at áseta sær eginkvotu av
makreli fyri 2010.
vilmund@sosialurin.fo
Forstáilsi – men eingi lyfti
MAKRELUR - Allir partar í politisku samráðingunum um makrel hava líka sum ásannað, at árið
2010 er farið, og at neyðugt er at venda aftur til býtispartin, tá samráðingar verða aftur partanna
millum um býtið fyri 2011, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Vilmund Jacobsen
Landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum fer í næstum
at taka støðu til, hvussu
stór
samlaða
føroyska
makrelkvotan skal verða
fyri 2010, nú endaliga er
greitt, at Føroyar ikki eru
við í strandalandaavtaluni
um býtið av makreli í ár.
- Vit hava alla tíðina
sagt, at okkara partur í
minsta lagi skal verða 15%
av heildarkvotuni upp á
570.000 tons, og hetta svarar
til umleið 85.000 tons.
Jacob Vestergaard vísir á,
at tað verður tó ikki henda
nøgdin, sum føroysk skip
kunnu fara út at fiska í ár.
- Vit lata eisini makrel
í býtið við onnur lond, og
longu við ársbyrjan er talan
um góð 20.000 tons, sum
eru disponerað. Taka vit
so eisini tey tonsini, sum
longu eru útskrivað saman
við tí, sum Havstovan hev
ur at ráða yvir í hesum
árinum, er longu nú talan
um eini 35.000-40.000 tons,
sum eru disponerað av eini
møguligari føroyskari heild
arkvotu á 85.000 tons.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at eitt tal upp á 85.000
tons hevur verið á borðinum
og “vent”, sum hann tekur
til, og sjálvur væntar hann,
at samlaði føroyski kvotu
parturin, sum hann fer at
áseta í 2010, fer at snúgva seg
um eitt tal ið líkist hesum.
vilmund@sosialurin.fo
Makrelkvotan verður
helst 85.000 tons
Norðborg er millum skipini, sum fær nógv burtur úr makrelinum í føroyskum sjógvi
trolari
… hvørki Noreg ella ES hava sett
fram hóttanir um avleiðingar, nú
Føroyar fara at áseta sær eginkvotu
av makreli fyri 2010…
JACOB VESTERGAARD
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur seg onga hóming hava av, hvat kann spyrjast burtur
úr samráðingunum, sum verða um býtið av felagskvotuni av makreli fyri 2011
makrel veiða