týsdagur 13. januar 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4 Sosialurin Nr. 7 - 13. januar 2004
KASSIN HJÁ KARSTEN Sagt verður, at Karsten Hansen hevur sitið tungur á kassanum,
meðan pengarnir hava streymað inn. Hetta er púra rætt. Úrslitið er ein sterkari búskap-
ur enn nakrantíð áður. Karsten vil hava foroyingar at vera sjálvbjargnar, eisini tá ið
tíðirnar gerast verri. Tí hevur hann stýrt, sum hann hevur. Hvussu heldur tú, skilið
hevði verið, um onkur annar enn Karsten ansaði kassanum?
Tjóðveldisflokkurin hevur sitið við fíggjarmálum í seks góð ár.
Trýstið at lata slúsurnar upp hevur verið ogiligt.
Men Tjóðveldisflokkurin hevur staðið ímóti og stýrt búskapinum við fastari hond.
Hesi árini hava vit goldið kontant fyri størri útbyggingar enn nakrantíð áður.
Skuldin er goldin niður í helvt. Og blokkstuðulin er minkaður.
Kortini hava vit havt yvirskot hvort einasta ár.
Búskaparstýringin hevur gjørt, at vit eiga nærum tvær milliardir á bók at standa ímóti við,
og at vit í dag klára sveiggj í búskapinum uttan at enda í kreppu.
Ein atkvoða fyri Tjóðveldisflokkinum
er ein atkvøda fyri avgjordari búskaparstýring og tryggum, sjálvberandi búskapi.
TJÓÐVELDISFLOKKURIN
VEL FRAMTÍÐINA!
KU
Nr. 7 - 13. januar 2004
Sosialurin
SANSIR TEL355 355
Minnist til okkum
sum gloyma
Alzheimerfelagið hevur eitt ynski til
tykkara, sum fara at manna Føroya
Lggting og Landsstýrið. Vit arbeiða við at
seta á stovn eina miðstgð við m.a.
dagheimi fyri minnisveik.
Okkum tgrvar fíggjarligan stuðul til eina tvey ára
royndarverkætlan í Suðurstreymoy. Roynist
ætlanin væl, kunnu líknandi miðstgðir stovnast
kring landið. Fíggjarligi tórvurin er stívliga ein
millión krónur um árið til allan raksturin.
Henda ætlan brýtur upp úr nýggjum, har vit ganga
undan og vísa óðrum á gongdar leiðir.
Málið er at skapa eitt fyrimyndaligt dagheim fyri
minnisveik, har tann einstaki verður stimbraður
eftir tgrvi. Lívið fær innihald, ið lættir um, og ger
tey før fyri at búgva heima sum longst. Tey
avvarðandi kunnu rgkja sínar skyldur ella taka sær
av lóttum uttan at vera nívd av plágandi
samvitskubiti. Um kvöldið savnast húskið aftur.
Eftir arbeiðstíð kann heimið nýtast til ráðgeving,
hýsa bólkum fyri avvarðandi ella nýtast til
fundarvirksemi. Í vikuskiftum kann húsið vera
hugnalig café fyri dement og avvarðandi teirra, har
tey kunnu hittast og hugna sær uttan ampa og ótta
fyri, hvat tann minnisveiki kann finna upp á at
gera.
Úrslitið av hesari royndarverkætlan skal leggjast
fram á norðurlendskum fundi í Føroyum í 2006, tá
ið fóroyska Alzheimerfelagið verður vertur.
Gongst sum ætlað verður talan um róktarfyri-
byrgjandi tiltak, ið kann gerast ødrum fyrimynd og
íblástur.
Tey minnisveiku hava eitt ynski, sum tit hava hgvi
til at gera til veruleika, ja, kanska fær onkur
tykkara brúk fyri verkætlanini seinri ella longu nú.
Demens rakar stóran part av fólkinum beinleiðis
ella óbeinleiðis. Hvórt árið fáa vit uml. 160 nýggir
tilburðir. Gloymið ei tey, ið gloyma.
Alzheimerfelagið er röddin hjá teimum minnis-
veiku og minnið hjá politikkarum.
Demens er felagsheiti fyri ymisk sjúkueyðkenni, sum koma av evnafraðiligum broytingum í heilanum. Hesar broytingar fara so
líðandi við sær, at tann sjúki fær ilt við at hugsa, at skilja, at dama um, at leggja til rættis, at fata, og ættarskilið fer av lagi,
t.v.s., at sálarliga og andaliga verður hann skerdur. Broytingarnar kollvelta tí lívið hjá tí sjúka og hansara avvarðandi.
Verkætlanin kann lesast á www.alzheimer.fo
Sa
%
Alzheimerfelagið