týsdagur 13. januar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 7 - 13. januar 2004
Nr. 7 - 13. januar 2004
7
– Àvaringarnar eru
nú so kraftigar, at vit
kunnu ikki sita
hendur í favn, heldur
formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag
LØNARSTEÐGUR OG
SKATTALÆTTI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Fáa vit ikki eina avtalu
um lønirnar, er vandi fyri
ruðuleika á arbeiðsmarkn-
aðinum.
Tað stúrir Hans Joensen,
formaður í Havnar Arbeiðs-
mannafelag, fyri.
Hóast nógvar ákoyringar,
stendur hann fast um upp-
skotið um at fáa eina avtalu
við landsstýrið um skatta-
lætta og afturfyri skulu fak-
feløgini ikki krevja hægri
løn.
Hann heldur snøgt sagt,
at tað er neyðugt at fáa eina
slíka avtalu.
– Gongdin í samfelagn-
um er nú tann, at verða
óvanlig stig ikki tikin, er
vandi fyri at alt samfelagið
endar aftur í kreppu og so
fella allar keylurnar.
Hans Joensen sigur, at ar-
beiðarafeløgini kunnu ikki
standa modell til, at gjógv-
in ímillum tey tímaløntu og
hini í samfelagnum bara
veksur og veksur og tí má
okkurt gerast.
– Orsøkin til tað drúgva
verkfallið í fjør, var júst
tann, at vit góðtóku ikki, at
munurin ímillum tey tíma-
løntu og tey fastløntu al-
samt vaks.
– Men longu nú eru aftur
sáttmálar gjørdur, sum førir
við sær, at tey tey tímaløntu
aftur eru dragna afturút.
Hans Joensen sigur, at
tað, hann sipar til, er, at
sáttmálar eru gjørdir við
fakfeløg á almenna ar-
beiðsmarknaðinum,
sum
hava viðbøtur við sær, sum
tað ikki kundi koma upp á
tal at geva arbeiðarafeløg-
unum.
– So hóast vit ikki longu
skulu nú skulu siga, hvat
fer at henda í næstu sam-
ráðingunum í 2005, mugu
vit kortini staðfesta, at
vandi er fyri, at gongdin á
almenna arbeiðsmarknað-
inum fer aftur at føra til stór
krøv frá arbeiðarafeløgun-
um undir næstu samráðing-
um, bara fyri at halda tørn,
so at vit ikki dragna enn
meiri afturút.
– Skulu vit so aftur í eitt
drúgvt verkfall og hvat
endar hetta við, spyr hann.
– Orsøkin til, verkfallið í
fjør var ikki annað enn tað,
at vit kravdu bara tað sama,
sum tey alment løntu fingu
og tað kann aftur føra til
trupulleikar undir næstu
samráðingum uttan at eg
við hesum kann siga,
hvussu støðan verður í
næstu samráðingum. Men
vandin er í hvussu so er til
staðar.
Skulu hava fulla trygd
Samstundis hevur vinnan
fingið tann trupulleika, at
hon er við at missa kapp-
ingarførið.
– Ávaringarnar um verri
tíðir fyri framman, eru
greiðar og kraftigar og klár-
ar fiskivinnan ikki at hóra
undan, er tað, ein støða,
sum vit mugu viðgera í hes-
um sambandi haldi, at
loysn kundi verið at tikið
upp trýpartasamráðingar
ímillum
fakfeløgini,
arbeiðsgevararnar og lands-
stýrið um lønarspurningin.
– Endamálið við teimum
samráðingunum skuldi ver-
ið, at fakfeløgini halda aft-
ur við lønarkrøvunum, ella
seta lønarsteðg í verk.
– Men so mugu vit aftur-
fyri fáa fulla trygd frá
landsstýrinum fyri, at skatt-
ir og avgjøld lækka, so at
vit framvegis kom at hava
meiri eftir í lønarposanum
og keypiorkan veksur.
– Tað kann gerast við
beinleiðis skattalækking-
um, við at lækka mvg, við
at lækka oljuavgjaldið, fyri
at taka nøkur dømi.
Neyðugt við príssteðgi
Samstundis leggur Hans
Joensen dent á, at tað verð-
ur neyðugt at seta príssteðg
í verk, eins og vit skulu
hava eitt munagott príseftir-
lit.
Hans Joensen leggur dent
á, at tað verður ongin av-
tala, fáa fakfeløgini ikki
100 % trygd fyri, at lands-
stýrið eisini heldur sín part
av avtaluni.
– Fáa vit ikki trygd fyri
tí, verður heldur ongin av-
tala. So lata vit bara standa
til og so fer samfelagið fyri
bakka
einaferð
afturat,
akkurát sum í nítiárunum.
– Men so vita vit eisini,
hvørjum, vit skulu geva
skyldina, sigur formaðurin
í Havnar Arbeiðsmanna-
felag.
Hann sigur, at ein orsøk
til at onki er hent á hesum
øki fyrr, at fakfeløgini hava
ikki havt álit á politikarun-
um og at arbeiðsgevarar og
fakfelag ikki havahavt álit á
hvørjum øðrum.
– Men hetta er eisini nak-
að, vit mugu koma burtur-
úr. Skal ongin hava álit á
nøkrum, verður eisini ruðu-
leiki. Vit eru heilt einfalt
noydd til at fáa álit á hvørj-
um øðrum aftur, sigur Hans
Joensen.
– Eg eri skuldsettur fyri,
at uppskotið um lønarsteðg
og skattalætta, er illa um-
hugsað. Men eg haldi, at
júst hetta er rætta tíðin at
fara undir at viðgera spurn-
ingin, tí nú hava vit næstan
hálvtannað ár at viðgera
málið í, til næstu samráð-
ingar vera.
– Hetta er ein spurningur,
sum
krevur
ógvuliga
drúgva viðgerð og tí er tað
ongantíð ov tíðliga at taka
hann upp so vit fáa góðar
stundir at viðgera hann,
leggur formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag afturat.
Hann sigur, at kann hetta
vera við til at bjarga ar-
beiðsplássum, bjarga vinn-
uni og sostatt eisini bjarga
samfelagnum, er tað av-
gjørt vert at viðgera.
Løgtingsvalið á Tvør-
oyri verður flutt inn í
stóra skúlan í
Trongisvági, har um-
støðurnar hjá áskoð-
arum og áhoyrarum
eru nógv betri
LØGTINGSVALIÐ
2004
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skal tað vera hugnalig-
ari at fara á løgtingsval á
Tvøroyri.
Tí hevur býráðið gjørt av
at flyta valstaðið.
Higartil hevur altíð verið
valt á kommunuskriv-stov-
uni, men har er lítið pláss
og ómøguligt hjá fólki at
steðga á eina løtu at práta
og enn minni at fylgja við
uppteljingini.
Tí hava fólk heitt á
býráðið um at flyta valstað-
ið inn í skúlan í Trongis-
vági, har umstøðurnar eru
munandi betri.
Og Kristin Michelsen,
borgarstjóri, sigur, at sum
sagt so gjørt, so hesuferð
skulu tvørafólk venja seg
við at fara inn í skúlan í
Trongisvági at velja.
Tað er bara eitt minus við
skúlanum í Trongisvági og
tað er, at hann er so fjar-
skotin.
Men tað nýtist fólki ikki
at óttast fyri, tí býráðið
skipar so fyri, at bussar fara
at koyra ímillum miðbýin
og valstaðið hvønn tíma,
allan dagin.
Borgarstjórin sigur, at
hetta er fyri at gera eitt
sindur meiri burturúr val-
degnum og kanska fáa eina
sosiala dimensjón upp í
valið eisini.
Hetta heldur borgarstjór-
in hevur týdning, tí vit vita,
at fólk eru ógvuliga áhugað
í valinum og ikki minst
plagdu fólk vera spent at
fylgja við, tá ið upptalt
verður og inni í skúlanum í
Trongisvági
eru
góðar
umstøður.
– Í skúlanum er gott pláss
hjá fólki at verða innandura
og har er eisini stór mat-
stova, sum eisini verður
opin allan dagin.
Mugu royna at sleppa undan
fleiri verkføllum
– Vit eru í eini óndari ringrás. Fyri at bróta ringrásina, eru vit heilt einfalt noydd til at fáa álit
á hvørjum øðrum aftur, sigur Hans Joensen, formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag
Skal vera hugnaligari at velja á Tvøroyri
– Val á kommunuskrivstovuni á Tvøroyri og er fæst ein hóming av, hvussu trongar umstøðurnar
eru
Eldur í bili
Um sekstíðina sunnukvøldið fekk løgreglan í Havn frá-
boðan um, at eldur var í einum bili á økinum hjá Ivan Jo-
hannesen bilasøluni
Eldur kom í bilin um sekstíðina sunnukvøldið, og
Sløkkiliðið varð boðsent. Tá Sløkkiliðið kom á staðið,
hevði eldurin breitt seg um allan bilin, og hann var kolað-
ur upp. Talan var um eitt bilvrak, og orsøkin til eldsbrunan
er ikki staðfest. Men løgreglan kannar málið.
- sae -
Leysgangandi hund-
ar lata til at vera ein
afturvendandi trup-
ulleiki. Um viku-
skiftið kom løgregl-
an í Klaksvík fram
við einum húsum,
har ein leysur hund-
ur hevði gjørt ónáðir
LØGREGLUTÍÐINDI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Um midnáttarleitið leyg-
arkvøldið kom løgreglan
fram á ein posa við
skrelli, sum lá rivin og
skræddur mitt á vegnum.
Løgreglan fylgdi sporin-
um til eini hús, har
skrellið átti at standa.
Tá løgreglan kom til
húsini varnaðust tey, at øll
klæðini, sum ivaleyst
hava hingið á snórinum
fyrr um kvøldið, lógu
rivin sundur á bønum.
– Her er ongin ivi um,
at tað er talan um leys-
gangandi hund, sum ger
ónáðir, sigur vakthavandi.
Løgreglan veit, hvat tað
er fyri ein hundur, og
eigarin kann vænta sær
eitt endurgjaldskrav frá
eigaranum av klæðunum
og bót frá løgregluni fyri
brot á hundalógina.
Annars er ein skipan
við hundafangarum aftur
farin at virka í býnum
eftir at ongin virkin skip-
an hevur verið í eina tíð.
Við Norðlýsið í seinastu
viku, segði borgarstjórin
Steinbjørn Jacobsen, at
um fólk verða órógvað av
leysum hundum, kunnu
tey ringja til løgregluna,
sum so boðar fólki frá
Ansni frá. Og Ansni tekur
sær so av hundunum.
Ferðsluóhapp
Klaksvík:
Tíðliga sunnumorgunin var eitt ferðsluóhapp í Klaksvík.
Ein bilur rendi á ein pela, og bilførarin er undir illgruna fyri
at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka. Um sama mundið
fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður gekk í ørviti
í býnum. Hesin varð so tikin inn á støðina at sova rúsin av
sær. Annars sigur løgreglan, at tað hevur ikki verið nakað
serliga ófriðarligt í býnum um vikuskiftið.
- sae -
Brimil funnið áttamannafar
Sjókaðin umborð á
Brimli fann sunnu-
morgunin ein bát, og
skjótt varð staðfest, at
talan er um eitt fram-
bygt áttamannfar úr
Kaldbak, so nógv
bendir á, at tað um-
síðir er eydnast at
finna Hellu, sum ikki
kom vegin fram úr
Nólsoy til Havnar
seinasta mikudag
LEITING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Eftir at hava leitað í fýra
dagar, fann Brimil sunnu-
dagin eitt áttamannfar á 30
til 40 metra dýpi við Eyst-
falssker í Nólsoyarfirði. Og
sunnudagin staðfesti Sjó-
bjargingartænastan, at talan
er um eitt áttamannafar líkt
Hellu, sum ikki er sædd
síðani seinasta mikudag.
Útvarp Føroya segði í
tíðindum mánamorgunin,
at kavarar fóru niður til bát-
in, og ætlanin var at seta
trossar á bátin og royna at
fáa hann upp í heilum líki.
Báturin, sum Brimil fann,
liggur sum sagt á 30 til 40
metra dýpi ein lítlan hálv-
fjórðing eystur úr Eystfals-
skeri í Nólsoyarfirði.
Orsøkin til, at farið var at
leitað júst har, sum átta-
mannafarið nú er funnið,
er, at fólk seinastu dagarnar
hava varnast olju, sum
bræðaði á sjónum út fyri
Eystfalssker.
Bjargingararbeiðið var
ikki liðugt, tá blaðið fór til
prentingar, so tað fekst ikki
váttað áðrenn, um tað var
Hella ella ikki. Men sum
sagt, so er tað nógv, sum
bendir á tað.
Tað er Vaktar- og Bjarg-
ingartænasta, sum sam-
skipar bjargingararbeiðið.
Tað var ein lítlan hálvfjórðing eystur úr Eystfalsskeri í Nólsoyarfirði, at Brimil sunnumorgunin
fann eitt frambygt áttamannafar úr Kaldbak
Mynd: Jens K. Vang
Leysir hundar
gera aftur um
seg
C
M
Y
K
7
6