Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 7 - 13. januar 2004 Nr. 7 - 13. januar 2004 9 Partafelagið Klement Petersen hevur gjøgnum árini uppbygt eitt sterkt støði í handli við byggitilfari - frá dynamitti og ídnaðarhurðum til hvítvørur og køkar HANDIL Búi Tyril / PRnewsMedia.com Allan vegin frá Selatrað í hálvtrýssunum via Saltang- ará í fýrsunum og fram til dagin í dag hava perpektiv- ini peikað javnt og støðugt uppeftir, við nøkrum minni slakkum í teimum minni góðum tíðunum. Handils- virkið sum Klement Peter- sen í sínari tíð setti í gongd fer nú gjøgnum sítt annað generatiónsskifti í og við at høvuðseigarin Símun Mittún, sum hevur stýrt tey seinastu meira enn tjúgu árini, leggur frá sær sum stjóri. Jan Danielsen hevur ístaðin yvirtikið stjórasess- in sum ein av fýra nýggjum partnarum í partafelagnum Klement Petersen. - Tíðin er nú búgvin til at yngri kreftir taka um endan, viðmerkir Símun Mittún, sum framvegis tó ikki hevur ætlanir um at heilt leggjast heima. - Eg havi ikki so lætt við at bara sleppa endanum her so eg komi at virka sum nevndarformaður og fyri- bils framhaldandi hava ein virknan leiklut í fyritøkuni, greiðir Símun Mittún frá í samrøðu við Sosialin. Klement Petersen gjørd- ist av fyrstum tíð kent sum landsins leiðandi leveran- dørur av dynamitti. Virkið hevur altíð havt, og hevur framvegis, eitt gott orð á sær fyri góðan handilssið og fyri at veita dygdargóðar vørur. Menningin hevur verið ódramatisk men stútt. Í 1977 vóru tvey starvsfólk, ídag eru tey níggju. - Vit hava tíbetur altíð kunnað svara hvørjum sítt, sigur Símun Mittún. - Hóast kreppan í hálv- femsunum eisini merktist, so varðveittu vit alla tíðina tamarhaldið á virkinum og tí fíggjarliga. Sortimentið er ógvuliga fjøltáttað men kann í stutt- um lýsast sumt variatiónir yvir temaið byggitilfar. Millum teir grundleggjandi partarnar í hesum tema finnist framvegis spreingi- evni, tó í lutfalsliga minni mun enn fyrr. Køkarnir og hvítvørurnar taka seg meira sjónliga út í handlinum við Heiðavegin men tað er eis- ini tí at spreingievnið hevur egna 500 fermetra goymslu uppi í Húsatoft nær við Glyvradal. Hurðar og trygd Partafelagið Klement Petersen er kent millum fólk í byggivinnuni sum veitari av byggitilfari men eisini sum veitari av heilum bygningum til ídnaðarlig og onnur endamál umframt komponentum til tílíkar bygningar. Felagið hevur leverað eitt tal av hallum til vinnulívið, millum annað hallir hjá Havsbrún í Fugla- firði, Bakkafrost á Glyvr- um og Beta í Runavík um- framt Kassamiðstøðina á Toftum; til dømis leveraði fyritøkan eisini tann nýggja skúlabygningin í Runavík, eitt byggiprojekt ið gekk metskjótt fyri seg: tríggjar mánaðir frá ordra til at inn- flytingarkláran bygning. Í løtuni hevur Klement Petersen tvær hallir í gerð, eina í Fuglafirði fyri Berg- frost ið eisini skal hava »bip«-støð, og eina á Lambareiði fyri Runavíkar kommunu. - Tá vit levera bygningar gera vit tað í samstarvi við byggifeløg, greiðir Jan Danielsen frá. - Vit nýta ymisk byggi- feløg men Byggi-Service og Articon er eitt gott dømi um góðar samstarvsfelagar. Vit útføra soleiðis ikki sjálvt byggiarbeiðið men standa hinvegin fyri plan- legging, fígging og projekt- leiðslu umframt at vit lata byggitilfarið. Ídnaðarhurðar er eisini eitt av høvuðsproduktun- um. Felagið hevur leverað mangar slíkar og hevur í tí sambandinum eisini eina tænastuskipan við reglulig- um eftirliti og viðvíkahaldi. - Tíverri hava vit í Føroy- um enn ikki fingið trygdar- reglur á hesum øki, við- merkir Jan Danielsen. - Men vit hava eina tæn- astu sum uppfyllir strong trygdarkrøv mótsvarandi reglur í øðrum londum. Slíkar hurðar eru hóast alt ikki heilt vandaleysar. Breið bakgrund Eitt er tað ídnaðarliga, eitt annað tað fólksliga. Kle- ment Petersen eru ikki minst kendir fyri at selja kvalitets køkar frá Tvis umframt hvítvørur og al- skyns annað til heimið. Í næstum er ætlanin at gjøgnumføra moderniser- ingar í handils- og skriv- stovubygninginum hjá Kle- ment Petersen. Hetta er møguligt eftirsum at felag- ið nýliga hevur bygt sær eina goymsluhøll á Ritu- víkshálsi. Við einari gólv- vídd upp á 1400 fermetrar, fríger hendan høllin hópin av plássi í sjálvum handl- inum. - Her er nóg mikið at tríva í hjá mær, staðfestir Jan Danielsen. - Vit fara at halda somu linju sum felagið alla tíðina hevur havt og ikki at gera nakrar kollveltandi broyt- ingar. Hinvegin hava vit beint nú eitt gott høvi til at modernisera í handlinum, ikki minst hvat innrætting og framsýning viðvíkur. Tann nýggi stjórin hevur eina ógvuliga breiða bak- grund, bæði praktiskt, handilsliga og umsitingar- liga. Upprunaliga útbúgvin sum bilmekanikari og síð- ani maskinist, fyri síðani at taka skrivstovu útbúgving og Hægri Handilsskúla og aftan á tað HD í roknskapi, hevur tann 37 ára gamli Jan Danielsen yrkisroyndir sum mekanikari, verkførari, handilsleiðari, grannskoð- ari og fíggjarleiðari. Sum klaksvíkingur búsitandi á Nesi, er hann eisini limur í bygdarráðnum hjá Nes Kommunu, og haðani situr hann somuleiðis í Umboðs- ráðnum hjá SEV umframt at hann er limur í Toll- og Skattráð Føroya. Rætting Í sambandi við grein, sum stóð í blaðnum hósdagin í farnu viku um heimarøkt í Suðurstreymoy eru onkrar misskiljingar komnar fyri. Í greinini stendur, at brúkarar í heimunum fáa stovnshjálp, men hetta er ikki rætt. Heimarøktin hevur onga heimild til at geva stovnshjálp. Talan er heldur um heimahjálparar, sum veita tænastu til brúk- arar úti í økinum, sum hava tørv á stovnsplássi. Somuleiðis ivast økisleiðarin í, um tað yvirhøvur er rætt, at heimarøktin skal verða ein lógarbundin útreiðsla. Undirritaða tekur fulla ábyrgd fyri misskiljingun- um og biður lesararnar halda mær tilgóðar. - sae - Vælkonsoliderað vaktarskifti millum køkar og spreingievni Jan Danielsen t.v., sum eisini er ein av nýggju partnarunum í virkinum, hevur fyri stuttum sett seg í stjórasessin á P/F Klement Petersen. Her sæst hann saman við fráfarandi stjóranum Símun Mittún Mynd: Maria Olsen/ PRnewsMedia.com Goymslubygningurin hjá Klement Petersen á Rituvíkshálsi Mynd: Maria Olsen/ PRnewsMedia.com C M Y K 9 8