Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jógvan Mørkøre Í umfatandi veljarakanning, sum Fynd gjørdi fyri Sosi- alin í seinastu viku, fáa vit eina fyriboðan, hvat ið er í væntu av spenningi í ein- støku valdømunum. Gott hálvt triðja túsund veljarar svaraðu um telefon, hvat ið tey ætlaðu at velja á til- stundandi løgtingsvali. Andstøðuflokkarnir, Sam- bandsflokkurin og Javnað- arflokkurin gera báðir eitt rimmar hál, og kunnu, um ikki hinir fáa drigið eitt sindur inn aftur og byrgt fyri, skipa tvíflokkasam- gongu. Sambandsflokkurin størstur Sambandsflokkurin stendur til at gera eitt framúr gott hál. Í kanningini fær hann 10 valdømisvaldar, men av tí, at tað fyri tað mesta lagar seg væl við marginalunum í einstøku valdømunum fær hann ongan eykavaldan. Flestar fær hann í Suður- streymoy, har tað hesuferð er hansara túrur at fáa 3 valdømisvaldar av teimum 8. Tann triði er tó í harðari kapping við Fólkaflokkin, sum er tann av teimum fýra stóru, sum má lúta, og taka til takkar við einum val- dømisvaldum. Í Eysturoy, Vágunum og Suðuroy stendur flokkurin til at fáa tveir valdømisvaldar í hvørjum av hesum valdøm- unum. Í Eysturoynni er heldur ikki hesu ferð nakar ivi, at so verður, men í Vág- unum og Suðuroy er tað meira tepurt. Tað skulu bert heilt fáar atkvøður flytast, so fer annaðhvørt Fólka- flokkurin - ella Javnaðar- flokkurin - við næst valda har vesturi. Í Suðuroy kann Javnaðarflokkurin við ein- um spurti taka hin fjórða valda, so Sambandsflokk- urin bert fær hin eina - ella Fólkaflokkurin og Tjóð- veldisflokkurin, men hjá teimum tykist brekkan heldur drúgv. Hinvegin kann Sambandsflokkurin gera eina vørr í Norður- oyggjunum og fáa sær val- dømisvalt umboð. Tá verð- ur tað Fólkaflokkurin, ið má bløða, og lata annan av teimum báðum valdømis- valdu, sum teir hava vant seg við at hava. Í Norð- streymoy tykist tað vera vist at flokkurin fær fyrst valda. Hinvegin hevur hann ongan møguleika á Sandoy. Samanumtikið: Í besta føri 11 valdømisvald, í ringasta føri 7, men so fær flokkurin í øllum førum 2 eykavald afturat. Javnaðarflokkurin stendur seg væl í valdømunum Hóast Javnaðarflokkurin fær væl færri atkvøður enn Sambandsflokkurin, og ikki tað nógv meira enn Fólkaflokkurin og Tjoð- veldisflokkurin, so er tað næstan optimalt hjá honum. Hann stendur til at fáa 8 valdømisvaldar, og kann við einum hepnum enda- spurti koma upp á 10. Javn- aðarflokkurin kann við at taka atkvøður frá Sam- bandsflokkinum í Vágun- um og Suðuroy fáa seinast valda í hesum báðum val- dømunum. Verður tað úrslitið, fáa vit eina marg- háttliga støðu, at Javnaðar- flokkurin fær 10 valdømis- valdar, meðan Sambands- flokkurin kanska bert fær 8, hóast hann í landinum øll- um hevur eini 5 % meira. Men tað er ikki vist, at so verður. Tað kann líka væl hugsast, at hann ikki fær fleiri enn 7, tí tann næst valdi í Norðstreymoy, sum hann stendur til at fáa í kanningini, er í harðari kapping við Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin. Har er ikki meira enn eitt pro- sent niður til hesar. Teir bit- ar, hann við vissu kann kanna sær, eru ein valdøm- isvaldan í Eysturoy, hin fyrra av tveimum í Suður- streymoy, ein í Sandoy og tveir í Suðuroy. Men annars liggur hann væl fyri at fáa valdømisvaldan í Norð- uroyggjum og ein afturat í Suðurstreymoy. Hjá Fólkaflokkinum kann tað fara báðar vegir Fólkaflokkurin stendur til at fáa 5 valdømisvaldar. Tveir í Norðuroyggum, ein í Eysturoy, ein í Suður- streymoy, har flokkurin so missur ein, og ein í Sandoy, sum vil vera ein framgongd síðani seinasta val. Men tað er tepurt nógvastaðni. Í ringasta føri kann tað enda við trimum, tí Sambands- flokkurin liggur framvið at taka annan frá teimum í Norðuroyggum. Uppaftur meiri spenningur tykist vera á Sandoy, har tað er mest sum javnt við Tjóð- veldisflokkin, sum óivað fer at stríðast fyri at varð- veita mannin. Hinvegin kann Fólkaflokkurin við einum endaspurti í Norð- streymoy, Suðurstreymoy og Suðuroy fáa tríggjar aft- urat, um alt lagar seg væl hjá teimum. Tvs. 8 valdøm- isvald tilsamans. Fær Fólkaflokkurin 5 valdømis- vald, sum kanningin leggur upp til, so kann hann vænta sær ein eykavaldan, sum so verður bjargingin hjá teim- um illa støddu fólkafloks- monnunum í Suðurstreym- oy. Katastrofuval hjá Tjóðveldinum? Hjá Tjóðveldisflokkinum gongur av skriðuni í kann- ingini. Hann stendur til at fáa 4 valdømisvald. Verri Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin leggja sjógv til hinar kann tað næstan ikki ganga. Hesi eru so hinvegin trygg við einum í Eysturoy, tveimum í Suðurstreymoy og ivaleyst einum í Norðuroyggjum. Afturfyri at tað vignast so illa við valdømisvaldum, so fær hann 2 eykavald. Hvat valdømi, ið kann vænta sær lut í hesum, er kortini meira ivasamt. Norðstreymoy tykist vera tað valdømið, sum liggur best fyri, at fáa valdømis- valt tjóðveldisumboð, verða tey ov stutt í kapp- ingini við Fólkaflokkin um næst valda umboðið í hes- um valdømi. Allar súðir eru tó ikki syftar enn. Hjá Tjóðveldis- flokkinum kann tað næstan bara ganga betur á val- degnum. Í Norðstreymoy og Sandoy liggur hann væl fyri í kappingini um næst valda - og tað ber neyvan til heilt at avskriva møguleik- an í Suðuroy, hóast tað kann tykjast møtimikið. Báðir miðflokkarnir krúpa inn um tinggáttina Veljarakanningar eru mangan ræðulesnaður hjá teimum báðum smá ting- flokkunum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Henda kanningin er tó av teimum mildu, tí báðir megna at toga seg upp um gáttina, sum er 3,7 %. Hvørgin teirra megnar at fáa valdømisvaldan, og tað so langtífrá. Men við ávikavist 4,1 og 3,9, so hava teir báðir nøsina oman fyri vatngangin. Men tað er ikki meira enn akkurat so. Við teirri óvissu, sum ræður við tølunum í slíkari kanning, kann tað væl vera, at støðan ikki er so góð, sum hon sær út. Annar spurningur er, hvørt kanning av hesum slag gagnar teimum smáu flokkunum. Veljarakann- ingar, har landið er tikið undir einum - og tær eru tær vanligu - tykjast at hjálpa teimum hóttu smá- flokkunum. Ein tingflokk- ur, sum er í vanda fyri at detta út á løgtingsvali, fær mangan stuðul frá veljar- um, sum tá á stendur, koma teimum til bjargingar. Í hesum førinum, har tað í roynd og veru er talan um sjey kanningar í hvørjum valdømi sær, kann tað væl hugsast at fara at ganga øv- ugt, tí veljararnir verða leiddir til at brúka sína at- kvøðu til at avgera hvønn veg, tað skal fella, tá ið tað stendur á jøvnum millum teir stóru í valdøminum. Kanska serliga í hesum førinum, har teir smáu tykj- ast tryggir, meðan val- dømisvald hjá teimum stóru eru tey hóttu. Ikki stuttligt hjá Tí Stuttliga Hin Stuttligi Flokkurin verður ov stuttur. 2,1 % verður ov lítið. Tað er á heilt góðari leið í Suður- streymoy, har flokkurin fær 3,5 %, men aðrastaðni í landinum er undirtøkan í lakari lagi. So einki bendir á, at Jóhan í Kollafirði kann vænta sær tingsess. Verður hetta úrslitið? Neyvan. Eitt er ovissan, sum er við einari og hvørj- ari kanning av slíkum slag. Annað er tað, at bæði flokkar og veljarar vilja brúka hesar upplýsingar. Taktiskt ber til at siga. Eisini tá ið tað ræður um veljaran. Eins og tinglimir kunnu broyta støðu frá 1. viðgerð til 3., so kann velj- arin gera tað. Og eins og bæði eitt og annað fer fram millum 1. og 3. viðgerð, sum kann broyta støðutak- anina hjá tí einstaka ting- liminum, so fer mangt og hvat fram undir valstríð- num, sum kann koppa øll- um á. Marginalarnir eru smáir, síggja vit, so í prin- sippinum kunnu nakrar fáar fluttar atkvøður snara myndini fullkomiliga. Og so er tað tey, ið enn ikki hava tikið støðu. Eins og summir tinglimir stundum boða frá, at tey taka støðu í salinum, sum tað eitur, so eru tað veljarar, sum ikki taka støðu, fyrr enn tey standa í valhølinum. Tey eru nøkur. Umleið eini 10 % kanska hesuferð. Her er ivaleyst mest at fara eftir hjá teimum flokkunum, sum standa til at ganga aft- ur, meðan teir flokkar, ið ganga fram, hava fingið tað, teir kunnu vænta sær. So tann munur, sum nú er, fer ivaleyst at tódna eitt sindur. Neyvan tað stóra, men tað kann verða avger- andi í einstaka valdømi- num, har marginalarnir verða avgerandi. Samlaða býtið av tingmonnum, soleiðis sum tað vildi verið sambært veljarakanningini Talvurnar sýna atkvøðubýtið í einstøku valdømunum. Hartil verður víst á, hvussu úrslitið var við løgtingsvalið í 2002 og broytingin ímillum valið ta ferðina og nýggju kanningina Myndin sýnir, hvussu samlaða atkvøðubýtið var millum flokkarnar við seinasta løgtingsval og, hvussu atkvøðubýtið hevði verið sambært veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. 10 Nr. 7 - 13. januar 2004 Nr. 7 - 13. januar 2004 11 C M Y K 11 10