týsdagur 13. januar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 7 - 13. januar 2004
Nr. 7 - 13. januar 2004
13
Tjóðveldisflokkurin
liggur aftan fyri allar
hinar stóru flokkar-
nar í kappingini um
at vinna umboð í
Suðuroy
SUÐUROYAR
VALDØMI
Jóannes Hansen
Hevði løgtingsvalið havt
verið hóskvøldið í síðstu
viku, hevði Sambands-
flokkurin vunnið eina so-
vorðna støðu í Suðuroy,
sum hann ikki hevur havt í
45 ár. Hetta hevði gingið út
yvir
Tjóðveldisflokkin,
sum sambært veljarakann-
ingini hevði langt frá at
endurvinna sessin, sum teir
á flestu valunum síðani
1970 hava átt.
Javnaðarflokkurin varð-
veitir støðuna sum nógv
tann størsti flokkurin í Suð-
uroyar valdømi. Sambært
kanningini fer hann at
endurvinna teir báðar sess-
irnar, sum hann í minst lag-
ið hevur vunnið á øllum
valunum síðani í 1936.
Í kanningini fær Javnað-
arflokkurin fyrsta mannin
við 40,5 prosentum, Sam-
bandsflokkurin fær annan
mannin við 31,3 %, Javn-
aðarflokkurin triðja mannin
við 20,25 %, og Sambands-
flokkurin fjórða mannin
við 15,65 %. Í kanningini
hevur
Javnaðarflokkurin
13,5 % í kappingini um
triðja mannin.Tað er meiri,
enn Fólkaflokkurin hevur
við 12,1 % og meiri enn
Tjóðveldisflokkurin, sum
hevur 11,6 prosent.
Framúr
sambandsstøða
Tað er ikki púra ókent, at
Sambandsflokkurin hevur
átt tveir valdømisvaldar
tingmenn í Suðuroy, men
nú er tað langt síðani, at tað
kom fyri. Í vælmaktsdøg-
unum hjá Paula Ellefsen
seinnapartin av sjeyti árun-
um og fyrrapartin av áttati
árunum, tá ið Sambands-
flokkurin hevði sera sterka
støðu, eydnaðist tað ongan-
tíð.
Vit skulu heilt aftur til
1954 fyri at finna síðsta
valið, tá ið Sambandsflokk-
urin vann tveir valdømis-
valdar í Suðuroy. Ta ferðina
vórðu bæði Kristian Djur-
huus og Andreas Djurhuus
valdir. Á valinum í 1958
varð Kristian Djurhuus val-
dømisvaldur og Andreas
Djurhuus eykavaldur, og
síðani hevur Sambands-
flokkurin hvørja ferð átt ein
valdømisvaldan tingmann í
Suðuroy.
Nú tykjast góðir møgu-
leikar vera fyri, at Sam-
bandsflokkurin í Suðuroy
skal endurvinna støðuna,
sum teir áttu, tá ið Kristian
Djurhuus hevði verið løg-
maður í fýra ár. Sammett
við løgtingsvalið i 2002
vinnur Sambandsflokkuin í
Suðuroy 5,3 %, og tað kann
ikki sigast annað enn at
vera stórsigur.
Javnaðarflokkurin hevur
fleiri ferðir átt tríggjar val-
dømisvaldar tingmenn í
Suðuroy. Síðsta ferðin, at
teir rukku so góðum úrsliti
í Suðuroy, var í 1990. Sam-
bært stóru kanningini hós-
kvøldið er møguleikin fyri
trimum
valdømisvaldum
javnaðarumboðum í Suður-
oy ikki heilt burtur. Hann er
nærri, enn møguleikin fyri
at Tjóðveldisflokkurin skal
endurvinna sína umboðan
tykist vera og enn at Fólka-
flokkurin skal vinna val-
dømisvaldan
tingmann.
Men skal tað eydnast hjá
javnaðarmonnunum
at
vinna triðja mannin, so
skulu teir hesa síðstu
vikuna í valstríðnum vinna
meiri enn tvey prosent inn á
Sambandsflokkin.
Tjóðveldið aftan fyri
Fólkaflokkin
Sum allar aðra staðni kring
landið, so tykist Tjóðveld-
isflokkurin at gerast stóri
taparin í Suðuroy. Teir
standa til at missa 6,9 pro-
sent. Harvið skal nógv
komandi týsdag venda upp,
sum nú vendir niður, um
umboðið skal endurvinn-
ast. Sambært kanningini
fær
Tjóðveldisflokkurin
tveir eykavaldar tingmenn.
Tað er møguleiki fyri, at
annar verður valdur í Suð-
uroy, men tann møguleikin
er ikki serliga eyðsýndur,
nú undirtøkan er minkað
niður í 11,6 prosent.
Fyri aðru ferð hevur
Fólkaflokkurin landsstýris-
mann úr Suðuroy. Fyrru
ferðina eydnaðist tað ikki at
vinna tingsess burtur úr
umboðanini.
Kanningin
hóskvøldið bendir á, at tað
heldur ikki við Jacobi Vest-
ergaard fer at eydnast
Fólkaflokkinum at vinna
valdømisvaldan mann í
Suðuroy. Men Fólkaflokk-
urin tykist vera farin fram-
um Tjóðveldisflokkin, sum
við tveimum undantøkum
(1978-1980 og 1994-1998)
hevur átt valdømisvaldan
mann í Suðuroy.
Síðst Fólkaflokkurin í
Suðuroy átti valdømisvald-
an tingmann var í 1950, tá
ið Martin Holm, sáli, varð
valdur. Í 1958 varð Niels
Holm Jacobsen eykavaldur
fyri Fólkaflokkin í Suður-
oy, men síðani 1962 hevur
Fólkaflokkurin einki um-
boð havt í Suðuroy.
Veljarakanningin ber
møguleikan við sær
fyri, at Fólkaflokkur-
in fyri fyrstu ferð síð-
ani á valinum í 1974
bara fer at fáa ein val-
dømisvaldan ting-
mann í Suðurstreymi
SUÐUAR-
STREYMOYAR
VALDØMI
Jóannes Hansen
Í Suðurstreymoyar valdømi
er ein triðingur av samlaða
atkvøðutalinum. Umframt í
kappingini um teir átta val-
dømisvaldu tingmenninar
er tað rættuliga avgerandi
fyri landsúrslitið og harvið
býtið at eykavaldum ting-
monnum, hvussu undirtøk-
an er í Suðurstreymi. Hetta
sæst hesa ferð serliga aftur
hjá Fólkaflokkinum, sum
sammett við síðsta løg-
tingsval í kanningini stend-
ur seg hampuliga væl í øll-
um hinum valdømunum.
Men í Suðurstreymi missir
hann 3%.
Í veljarakanningini er
Sambandsflokkurin størst-
ur í Suðurstreymi. At Sam-
bandsflokkurin er størstur í
høvuðsstaðnum er ikki
nakað nýtt. Tað hevur hann
so ofta verið áður. Fram-
gongdin hjá Sambands-
flokkinum er ikki so stór,
sum hon í kanningini er í
hinum valdømunum.
Støðan hjá Sambands-
flokkinum í Suðurstreymi
var hóskvøldið so mikið
sterk, at flokkurin hevði
vunnið tríggjar av átta val-
dømisvaldum tingmonnum,
um valið hevði verið tá.
Um tað eydnast Sambands-
flokkinum at vinna trý
umboð í Suðurstreymi, so
verður hetta onnur ferðin,
at teir fara at fáa so góða
undirtøku, síðani vallógin í
1978 varð broytt og Suður-
streymoy fekk tillutað átta
valdømisvaldar tingmenn.
Fyrra ferðin var í 1994.
Síðani 2002 hevur Sam-
bandsflokkurin átt trý um-
boð í Suðurstreymi. Lis-
beth L. Petersen og Heðin
Mortensen hava verið val-
dømisvald, og Kaj Leo Jo-
hannesen hevur verið eyka-
valdur.
Tjóðveldið og
Fólkaflokkurin missa
Sambært veljarakanningina
hóskvøldið hevði Tjóðveld-
isflokkurin mist ein av
teimum trimum valdømis-
valdu tingmonnunum, og
Fólkaflokkurin hevði mist
annan av tveimum val-
dømisvaldu tingmonnun-
um. Men talan er um rættu-
liga tætta kapping. Triði
sambandsmaðurin verður í
kanningini valdur við 9,3
%, og Fólkaflokkurin verð-
ur við 8,6 % ov stuttur til at
vinna nummar tvey mann-
in.
Tjóðveldisflokkurin, sum
hevur átt trý umboð í Suð-
urstreymi tvær tær seinastu
ferðirnar, er við 7,9 % í
kanningini langt frá at fáa
triðja mannin.
Javnaðarflokkurin hevur
síðsta valskeiðið bara átt
ein valdømisvaldan ting-
mann í Suðurstreymi. Sam-
bært kanningini hóskvøldið
tykjast vánir verða fyri at
endurvinna tvey umboð,
sum Javnaðarflokkurin átti
á valinum í 1998.
Smáu flokkarnir tykjast
ikki at hava møguleika at
vinna valdømisvalt umboð.
Eingin ivi er um, at eyka-
maðurin hjá Miðflokkinum
verður valdur í Suður-
streymoy, og Sjálvstýris-
flokkurin kappast við Eyst-
uroyar valdømi um teirra
eykamann.
Kendir persónar
í klønum tráði
Bæði í Fólkaflokkinum og
Tjóðveldisflokkinum
er
sannlíkt, at um teir missa
ein av valdømisvaldu ting-
monnunum, so fara teir at
fáa eykavaldar tingmenn í
Suðurstreymi. Men tað er
altíð meiri óvist við eyka-
valdu monnunum, enn tað
er við teimum valdømis-
valdu.
Um Fólkaflokkurin miss-
ir ein valdømisvaldan, so
stendur landsstýrismaðurin
í vinnumálum, Bjarni Djur-
holm ella formaðurin í
tingbólkinum, Óli Breck-
mann, fyri falli. Harafturat
skal havast í huga, at Poul
Michelsen, sum hevur verið
í tinginum, meðan Bjarni
Djurholm
hevur
verið
landsstýrismaður,
hevur
verið mettur sum hóttan
ímóti teimum báðum fyrr
nevndu, nú Bjarti Mohr
ikki er á fólkaflokslistanum
í Suðurstreymi.
Møguligir taparar hjá
Tjóðveldisflokkinum eru
Kristina Háfoss, Annita á
Fríðriksmørk og Høgni
Hoydal, sum hava átt teir
tríggjar
umdømisvaldu
sessirnar í Suðurstreymi.
Og so skal leggjast afturat,
at Jógvan Arge og Rói Eg-
holm, sum hava verið í
tinginum partar av síðsta
valskeiðnum, og Finnur
Helmsdal, sum bar seg
undan at møta, eru á lista-
num í Suðurstreymi. So har
verður rættuliga trongligt.
Á javnaðarlistanum hev-
ur Katrin Dahl Jacobsen
verið valdømisvalt umboð.
Kristian Magnussen hevur
verið eykavaldur. Millum
kappingarneytarnar
hjá
teimum telist eitt nú Helena
Dam á Neystabø.
Sambandið søguligan sigur í Suðuroy
Mynd: Johan Dahl
Ikki síðani 1954 hevur
Sambandsflokkurin átt tveir
umdømisvaldar tingmenn í
Suðuroy, men sambært
veljarakanningini, so fær
Johan Dahl ein partamann
aftrurat í oynni eftir 20.
januar
Sambandið størst í høvuðsstaðnum
Saman við Óla Breckmann er
Bjarni Djurholm í vanda fyri
at missa sessin í Suðurstreymoy
sambært nýggju
veljarakanningini
C
M
Y
K
13
12
Fólkaflokkurin er
framvegis størsti
flokkur, og Sam-
bandsflokkurin tykist
ikki hava ongan
møguleika at vinna
valdømisvalda mann-
in, sum teir ikki hava
átt í meiri enn 60 ár
NORÐOYA VALDØMI
Jóannes Hansen
Sum í flestu av hinum val-
dømunum, so verður tað
stríðið næstu dagarnar um
ivasomu atkvøðurnar, ið fer
at gera av, hvør verður triðji
og fjórði valdømisvaldi
tingmaðurin í Norðoyggj-
um. Kanningin hóskvøldið
staðfestir, at Fólkaflokkurin
heldur rimmar fast um
støðuna sum størsti flokkur
í valdøminum hjá Anfinni
Kallsberg, løgmanni. Hesa
støðuna hevur flokkurin
havt síðani í sjeyti árunum.
Á valinum fyri tveimum ár-
um síðani var munurin frá
Fólkaflokkinum og aftur til
hinar flokkarnar størri, enn
hann áður hevur verið síð-
ani krígsárini, og kanningin
hóskvøldið bendir á, at
Fólkaflokkurin framvegis
er væl størstur og tískil
liggur til at fáa fyrsta val-
dømisvalda tingmannin.
Tjóðveldisflokkurin
hevði í 2002 afturgongd í
Norðoya valdømi, og kann-
ingin boðar frá, at flokkurin
eisini hesa ferð fer at missa
í valdøminum hjá Heina O.
Heinesen, formanni í ting-
bólkinum,
og
Karsteni
Hansen, fyrrverandi lands-
stýrismanni í fíggjarmál-
um. Hóast Tjóðveldisflokk-
urin tykist fara at missa, so
tykist hann framvegis at
vera so mikið væl fyri har
norðuri, at hann fer at vinna
næstfyrsta valdømisvalda
mannin.
Hvussu tað verður við
triðja og fjórða manninum í
Norðoyggjum er rættuliga
óvist. Javnaðarflokkurin er
í kanningini á triðja plássi-
num og tykist harvið at
hava møguleika at endur-
vinna triðja mannin og
sessin, sum teir uttan slit
hava átt í valdøminum síð-
ani 1950. Fólkaflokkurin er
á fjórða plássinum og er í
kanningini besta boðið upp
á fjórða valdømisvalda
mannin. Tað vil við øðrum
orðum siga, at um lutfallið
á valinum týsdagin verður
tað sama, sum tað er í kann-
ingini, so verður floksum-
boðanin í Norðoya valdømi
at verða nett tann sama,
sum hon hevur verið tey
bæði seinastu árini.
Javnaðarflokkurin og Vil-
helm Johannesen á triðja
plássinum tykjast at eiga so
mikið góða undirtøku, at
tað fer at eydnast hjá
teimum at endurvinna sess-
in. Men tað kann ikki heilt
síggjast burtur frá møgu-
leikanum, at tætta kapp-
ingin millum Fólkaflokkin
við 17,05 % á fjórða
plássinum og Sambands-
flokkin við 16,0 % á fimta
plássinum kann gerast so
stór, at Javnaðarflokkurin
fer at detta niður ímillum.
Sambandsflokkurin var
um reppið at vinna umboð í
Norðoyggjum á valinum í
1994. Ta ferðina var Sam-
bandsflokkurin bara átta at-
kvøður frá Javnaðarflokki-
num og fjórða manninum.
Sambandsflokkurin hevur
ikki vunnið valdømisvalt
umboð í Norðoya valdømi
síðani á valinum 30. januar
í 1940. Ta ferðina var O. F.
Joensen ella Óli í Skúla
valdur. Hann varð eyka-
valdur í 1943, 1945 og aftur
í 1950. Í 1978 og 1980
hevði stóra undirtøkan hjá
Paula Ellefsen við sær, at
Eli Nolsøe varð eykavaldur
í Norðoyggjum. Síðani tá
hevur Sambandsflokkurin
ikki verið umboðaður í
Norðoyggjum, og tað eru
altso 64 ár síðani, at flokk-
urin seinast vann valdømis-
valdan tingmann í Norðoya
valdømi.
Sjálvstýrisflokkurin
langt frá umboðan
Síðani valdømisvaldu ting-
menninir fyri Norðoyggjar
við broytingini í vallógini í
1978 tvífaldaðust úr tveim-
um og upp í fýra, hevur
Sjálvstýrisflokkurin fleiri
ferðir vunnið ein av monn-
unum.
Kanningin
hós-
kvøldið bendir á, at tað ikki
longur er realistiskt at
rokna við hesum møgu-
leikanum. Hóast Sjálvstýr-
isflokkurin eigur lutfalsliga
størri umboðan í Norð-
oyggjum enn í nøkrum øðr-
um valdømi, so skal hann -
sammett við kanningina
hóskvøldið - meiri enn tví-
faldast í Norðoyggjum á
valinum týsdagin, um hann
skal hava møguleika at
kappast um valdømisvaldu
tingmenninar.
Asbjørn Joensen, sáli,
var valdømisvaldur ting-
maður fyri Sjálvstýris-
flokkin í Norðoyggjum
fleiri ferðir. Hann varð
valdur í 1978, 1980, 1984
og aftur í 1990. Í 1994 end-
urvann Álvur Zachariasen
sessin fyri Sjálvstýrisflokk-
in í Norðoyggjum. Síðani
hann fall á valinum í 1998,
hevur Sjálvstýrisflokkurin
ikki rokkið nóg dyggari
undirtøku at vinna valdøm-
isvaldan tingmann.
Sjálvstýrisflokkurin
í
Norðoyggjum
var
fyri
tveimum árum síðani við í
kappingini um einsamalla
eykavalda tingmannin hjá
flokkinum. Um veljararnir
flokka seg soleiðis týsdag-
in, sum teir gjørdu í kann-
ingini hóskvøldið, so tykj-
ast møguleikarnir smáir
fyri, at einsamalli sjálvstýr-
ismaðurin skal verða valdur
í Norðoyggjum.
Miðflokkurin hevur ong-
antíð havt umboðan í Norð-
oyggjum. Hóast talan hevur
verið um støðuga fram-
gongd hjá flokkinum á øll-
um valunum, síðani flokk-
urin varð stovnaður, so er
undirtøkan í Norðoyggjum
framvegis ikki nóg stór til,
at tað ber til at ímynda sær,
at flokkurin í Norðoyggjum
fer at fáa eykavalt umboð.
Norðoyingar liggja í stórari kapping
Sambandsflokkurin
tykjast skula varð-
veita sína stinnu
støðu í Norðstreymi,
har kappingin er sera
stór um seinna
mannin, og har
úrslitið tykist
torførari at meta um,
enn tað er nakra aðra
staðni
NORÐSTREYMOYAR
VALDØMI
Jóannes Hansen
Eingin ivi er um tað. Sam-
bandsflokkurin, sum burt-
ursæð frá valskeiðnum
1998-2002 hevur átt um-
boðan í Norðstreymi, er
sambært kanningini hós-
kvøldið so nógv stinnastur,
at tað ikki ber til at ímynda
sær, at hann ikki fer at fáa
fyrra mannin.
Tað er so mikið tætt í
kappingini
um
seinna
mannin í Norðstreymi, at
tað als ikki ber til at rokna
við, hvør fer at verða vald-
ur. Javnaðarflokkurin við
21,3%
liggur
sambært
kanningini hóskvøldið best
fyri, men tað er heilt stutt
aftur til Tjóðveldisflokkin
við 20,4 og Fólkaflokkin
við 20,0%. Seinastu tvey
árini hevur Tjóðveldis-
flokkurin átt umboð í
Norðstreymi saman við
Sambandsflokkinum.
Tað eru fleiri viðurskifti
og umstøður, sum mugu
roknast at gera tað uppaftur
torførari at meta um gongd-
ina í Norðstreymi, enn tað
plagar at vera. Eitt er, at tað
fyri tveimum árum síðani
fyri fyrstu ferð í rættuliga
nógv ár eydnaðist bygdun-
um í Sundalagnum at vinna
tingmann. Tað eydnaðist, tá
ið Heðin Zachariasen vann
eykavalda sessin hjá Fólka-
flokkinum. Spurningurin er
nú, í hvønn mun tað, at tað
eydnaðist seinast, fer at
hava við sær, at Heðin fer at
fáa størri undirtøku. Tað
kann roknast við, at Heðin
Zachariasen fer at fáa
dygga kapping frá vest-
menningum. Fyri tveimum
árum síðani vóru tveir vest-
menningar á fólkafloks-
listanum. Nú er Ingi Olsen,
sum seinast var næst-
fremstur, einsamallur úr
Vestmanna á fólkafloks-
listanum.
Ein annar spurningur er,
hvussu Tjóðveldisflokkurin
fer at standa seg í Vest-
manna og í Kollafirði. Í
Vestmanna er Jógvan Dur-
huus, sum var tingmaður
tað mesta av tíðini frá 1970
og fram til síðsta valskeið,
tá ið hann viðhvørt var inni
fyri Niklaa Petersen, ikki á
listanum. Tað hevur onkra
ferðina víst seg, at veljarar
ikki bara skifta persón, men
eisini kunnu finna upp á at
skifta flokk, tá ið tey ikki
kunnu atkvøða fyri tí, sum
tey annars hava atkvøtt fyri.
Kollfirðingar hava nógvu
tær seinastu ferðirnar skift
nógv millum flokkar. Teir
settu fleiri ferðir Thomas
Arabo úr Javnaðarflokki-
num á ting, teir hava tikið
undir við bæði Terja David-
sen úr Sambandsflokkinum
og Jákup Suna Joensen úr
Fólkaflokkinum, og seinast
settu teir Nikláa Petersen á
ting.
Einki er at ivast í, at um
tað eydnast Javnaðarflokki-
num at varðveita næst-
fremsta plássið, sum kann-
ingin hóskvøldið legði upp
til, at teir hava møguleika at
vinna, so verður tað Hans
Pauli Strøm, ið fer at verða
valdur. Hans Pauli var
eykavaldur
1998-2002.
Bæði Javnaðarflokkurin í
Norðstreymi og Hans Pauli
Strøm persónliga høvdu
framgongd á valinum fyri
tveimum árum síðani, men
tað var ikki nóg mikið til at
vinna valdømisvaldan ting-
sess, og eykamaðurin hjá
Javnaðarflokkinum flutti í
Suðurstreymoy.
Tvær tær seinastu ferðir-
nar hevur ein eykavaldur
tingmaður verið úr Norð-
streymi. Síðsta valskeiðið
hevur hann, sum sagt, verið
Heðin
Zachariasen
úr
Fólkaflokkinum og næst-
síðsta valskeiðið var tað
Hans Pauli Strøm úr Javn-
aðarflokkinum. Møguleiki
tykist vera fyri, at tað aftur
eftir valið týsdagin verður
ein eykavaldur tingmaður
úr Norðstreymi. Tað kann
eitt nú gerast veruleiki, um
Tjóðveldisflokkurin missir
valdømisvalda tingmannin,
og um atkvøðubýtið kring
landið verður umleið so-
leiðis, sum tað var í kann-
ingini hóskvøldið.
Tríggir flokkar kappast um ein sess
Eingin ivi er um, at
Sambandsflokkurin
fer at fáa fyrra mann-
in í Vágum, meðan
Javnaðarflokkurin
tykist hava møguleika
at blanda seg í kapp-
ingina millum Fólka-
flokkin og Sambands-
flokkin um seinna
mannin
VÁGA VALDØMI
Jóannes Hansen
Vága valdømi er háborgin
hjá Sambandsflokkinum.
Sambært veljarakanningini
hóskvøldið fær Sambands-
flokkurin nú dyggari undir-
tøku í Vágum, enn Javnað-
arflokkurin hevur í Suður-
oy. Tað er óhoyrt.
Við 41,4 % av atkvøðun-
um í kanningini tykist tað
ivaleyst,
at
Sambands-
flokkurin fer at fáa fyrra
valdømisvalda
mannin.
Stóri spurningurin er, um
tað fer at eydnast sam-
bandsmonnunum í Vágum
eisini at vinna hin mannin.
Um úrslitið á valinum um
eina viku verður tað sama,
sum kanningarúrslitið hós-
kvøldið vísti, so fer Sam-
bandsflokkurin at vinna
báðar tingmenninar í Vág-
um.
Síðani floksbýtið í 1906
er tað ongantíð komið fyri,
at Sambandsflokkurin hev-
ur vunnið báðar tingmenn-
inar í Vágum. Nakrar ferðir
er tað komið fyri, at aðrir
flokkar hava megnað hetta.
Tá ið tað bara vóru tveir
flokkar, átti Sjálvstýris-
flokkurin fleiri ferðir báðar
tingmenninar í Vágum, og
undir krígnum, tá ið Fólka-
flokkurin var so sera stinn-
ur, vunnu teir bæði umboð-
ini í Vágum. Tað var í 1943.
Í veljarakanningini, sum
tríggjar vikur undan vali-
num fyri tveimum árum
síðani varð gjørd í teimum
sjey valdømunum, vístu
tølini í Vágum, at Sam-
bandsflokkurin stóð til at
vinna báðar tingmenninar.
Men rákið broyttist eitt
sindur í valstríðnum. Á
valinum 30. apríl var Sam-
bandsflokkurin størstur við
38 %, meðan Fólkaflokkur-
in fekk 24 prosent, og har-
við vunnu hesir báðir hvør
sítt umboð.
Kanningin
hóskvøldið
vísti, at Fólkaflokkurin
framvegis hevur møguleika
at endurvinna sessin, sum
Jørgen
Niclasen
hevur
vunnið tríggjar tær seinastu
ferðirnar. Til seinna mannin
hevur Sambandsflokkurin
20,7 %, og Fólkaflokkurin
hevur 20,6 %. Flokkarnir
liggja altso stavn um stavn,
og teir eru ikki einsamallir í
kappingini. Í veljarakann-
ingini hóskvøldið hevði
Javnaðarflokkurin
19,9
prosent av veljarunum í
Vága valdømi í sínum
parti. Harvið má metast, at
teir hava møguleika at
vinna sessin.
Í 1990 varð undan løg-
tingsvalinum roknað við, at
Sambandsflokkurin
var
tryggur størsti flokkur í
Vágum. Stóri spurningurin
var, um tað fór at verða
Fólkaflokkurin ella Javnað-
arflokkurin, sum fóru at
vinna
seinna
mannin.
Henda kappingini gjørdist
so intens, at báðir flokkar-
nir vunnu. Sambandsflokk-
urin misti sín mann!
Burtursæð frá í 1990
hevur Sambandsflokkurin
átt annan tingmannin í
Vága valdømi síðani 1978.
Fólkaflokkurin hevur átt
umboð í Vága valdømi á
øllum
valunum
síðani
1980.
Javnaðarflokkurin hevur
ikki verið umboðaður í
Vágum síðani í 1994. Í tíð-
arskeiðnum 1958 og fram
til 1980 átti Javnaðar-
flokkurin
–
undantikið
1966–1970 – hvørja ferð
valdømisvaldan tingmann í
Vágum.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur bara eina ferð átt val-
dømisvaldan tingmann í
Vágum. Tað var í 1954, tá
ið D. P. Danielsen varð
valdur. Á valinum í 1950
var hann eykavaldur í Vág-
um. Annars hevur Tjóð-
veldisflokkurin ongantíð
vunnið umboð í Vágum, og
kanningin hóskvøldið boð-
ar frá, at vánirnar hjá tjóð-
veldismonnunum í Vágum
eru einki serligar hesa ferð.
Sambandið á veg móti tveimum vágamonnum